leygardagur 15. mai 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 15. maí 1982
her. At koma úr móður lívi er ein hvekk-
ur: men barndømurin er ofta stuttligur
Þú fert at granska deyðans læru, ilatin
eitt friskt, liðiligt likam, og skjótt fert tú
it óttast endan á tíni utlegd.
Jechidah steðgaði honum
meg. um tú noyðist, Dumah, men
mær undan tínum lygnum
Eg sigi tær sannleikan, Jechidah. Tú
verður ikki burtur í meira enn hundrað
ár, tí sjálvt tey óndastu líða ikki longur
enn tað. Deyðin er bara ein fyrireikan til
eina nýggja tilveru.
— Dumah, vælsignaður, eg tími ikki at
lurta eftir tær.
— Men tað er umráðandi hjá tær at
vita, at gott og ilt eru til eisini har, og at
viljin verður verandi fríur.
Drep
lepp
— Hver vilji? Hví sigur tú sovorðið
tvætl?
Jechidah, lurta væl eftir. Sjålvt hjå
teimum deyðu eru lógir og reglur. Tin
atburður, tá ið tú ert deyð, avger, hvat
hendir teg aftaná. Deyðin er ein royndar-
stova til sálanna bót.
Bein fyri mær, eg beni teg
Gev tol, tú hevur enn nakrar fáar
minuttir at liva í og mást taka við tínum
leiðbeiningum. Tú skalt vita, at ein kann
gera væl ella illa á Jerðini, og at tann
meinasta syndin av ellum er at veita eini
sál lívið aftur
Henda hugsan låturlig, at
Jechidah lædi hóast sina kvøl.
Hvussu kann eitt lik geva einum
eðrum líki liv?
Tað er ikki so torført, sum tú heldur
Likamið er gjørt úr so veikum tilfari, at
ara eitt slag kann gera, at tað forferst.
Deyðin er ikki sterkari enn eiturfon; ein
vindur blæsur, og hann syndrast. Men
tað er ein stór misgerð at beina fyri
deyðanum annaðhvert hjá eðrum ella hjá
einum sjálvum. Ikki bara tað, tú mást
ikki gera ella tala so mikið sum hugsa á
ein tílíkan hátt, at tú hóttir deyðan. Her
er eins endamál at varðveita lívið, har
verður deyðin studdur.
Daddusegur. Beðilsheilaspuni.
Tað er sannleikin, Jechidah. Tann
Torah, sum viðvíkir Jerðini, byggir á
eina einastu grundreglu: Deyðin hjá
einum ødrum menniskja má vera tær lika
kærur sum tín egni. Lít á míni orð. Tá tú
fer niður til Sheol, fara tey at gagna tær.
— Nei, nei, eg vil ikki hoyra fleiri
lygnir. Og Jechidah helt fyri oyruni við
hondunum.
Árini gingu. Øll í tí hægra ríkinum
hevdu gloymt Jechiduh uttan mamma
hennara, sum enn helt fram við at tendra
minniskertur fyri dóttur sínari. Á Jerðini
hevði Jechidah eina nýggja mammu og
ein nýggjan pápa, fleiri breður og
systrar, øli vóru tey deyð. Eftir at hon
hevði gingið í studentaskúla, fór hon at
ganga til skeið á tí lærda háskúlanum.
Hon búði í einum stórum deyðamanna-
býi, har lík verða útbúgvin til alskyns
var so
deyðilig arbeiði.
Tað var vár, og Jarðarinnar rot
gjørdist spitalskt av blómum. Ur
gravunum við teirra minnistreum og
reinsunarvatni stóð ein ræðuligur
dreymur. Milliónir av skapningum, sum
noyddust at fara niður í deyðans ríki,
gjørdust til flugur, firvaldar, maðkar,
paddur, froskar. Tey surraðu, kvaggaðu,
skríggjaðu, ringlaðu, longu komin upp í
deyðans stríð. Men av tí at Jechidah púra
hevði vant seg við siðirnar á Jerðini,
tóktist alt hetta henni at vera ein partur
av lívinum. Hon sat á einum bonki í eini
park og hugdi at mánanum, sum sæddur
úr tí niðara heiminum stundum verður
vera ein kerta inni í einari
all kvennlík longdist
ftir at gera deyðan ævigan, at
hennara lívmóður
hjá tein
hildin at
hevuðskál. Sum
Jer hidah e
skuldi gerast ein grøn
Men tad fekk
uttan hjålp frå einum
im nvliga deyðu
hon ikki gjert
manni, sum hon kundi hava samlegu við í
tí hatri, sum lík kalla kærleika
Meðan Jechidah sat og stardi inn
eygnaholini á høvudskålini uppi yvir sær,
kom eitt lík í hvitari likverju og setti seg
undir liðini á henni. Eina letu hugdu
tey bæði líkini at hverjum eðrum, tey
hildu seg kunna síggja. hóast lík í veru-
leikanum eru blind. At enda segði kall-
líkið:
— Halt mær til góðar, kundi tú sagt
mær, hvat klokkan er?
Av tí at øll lík innast inni leingjast eftir
ti løtu, tå teirra straffur heldur uppat,
hugsa tey seint og tíðliga um tíðina.
— Klokkan? svaraði Jechidah Bíða
eitt sindur. Um skevningin hevði hon eitt
tól at máta tíðina við, men telini vóru so
evarska smá og stóðu so tætt hverjum
ødrum, at hon hevði ilt vid at síggja, hvat
klokkan var. Kalllíkið førkadi seg nærri.
Kann eg sleppa æ hyggja. Eg hav
góð eygu.
Um tú vilt
Lík gera ongantíð nakað beint fram
eftir, tey eru altíð snúin og ganga skák
vegir. Kalllíkið tók í hondina á Jechiduh
og boygdi hevdið yvir ímóti tólinum
Hetta var ikki fyrstu“ ferð eitt kalllík
hevur nortið við Jechiduh, men tað at
nema við hetta líkið fekk hennara limir at
skelva. Hann hugdi gjølla, men visti ikki
beinan vegin, hvat klokkan var. So segði
hann Eg haldi, hon er tíggju minuttir
yvir tíggju.
Alvara, er tað so seint
Loyvi mær at heilsa upp á teg. Ég
eiti Jachid.
— Jachid? Eg eiti Jechidah
Bæði hoyrdu deyðan streyma í æðrum
teirra og tagdu eina góða letu. So segði
Jachid: — Sum kveldið er vakurt!
— Ja, vakurt!
— Tað er okkurt við várinum, sum ikki
sigst frá við orðum
— Orð kunnu ikki siga frá nøkrum,
svaraði Jechidah
Í tí hon segði hesi orð, vistu bæði, at tað
var teimum lagað at sova saman og gera
eina grøv til eitt nýtt lík. Sannleikin er,
at líka mikið hvussu deyð tey deyðu eru,
er nakað av lívi eftir í teimum, ein rest av
sambandi við tann kunnleika, sum fyllir
alheimin. Deyðin bara hylur sannleikan.
Teir vísu líkna hann við eina sápubleðru,
sum brestur, bara eitt strá ber við hana.
Tey deyðu, sum skammast um deyðan,
royna at fjala sína stødu við snildum.
Meira deyðkomið eitt lík er, meira tungu-
snjalt er tað.
— Halt mær til góðar, men hvar býrt
tú? spurdi Jachid.
Hvar havi eg sæð hann fyrr? Hvussu
ber tað til, at eg komist við málið á
honum? spurdi Jechidah seg sjálva. Og
hvussu ber tað til, at hann eitur Jachid.
Eitt so sjáldsamt navn.
— Ikki langt hiðani, svaraði hon.
— Hevði tað gjørt nakað, um eg fylgdi
tær heim?
— Takk fyri. Tað nýtist ikki. Men um
tú hevur hug... Tað er ov tíðliga enn at
fara í song.
Tá Jachid reisti seg upp, reisti
Jechidah seg eisini upp. Er hetta hann,
eg havi leitað eftir? spurdi Jechidah seg
sjálva, hann ið er mær lagaður? Men
hvat meini eg við lagnu? Sambært
mínum professara eru bara atom og
rørsla til. Ein vognur nærkaðist teimum,
og Jechidah hoyrdi Jachid siga:
Hevur tú hug at koyra ein túr?
Hvagar?
Bara runt í parkini
Ístaðin fyri at
ligan, sum hon hevði ætlað, segði Jechi
biðja hann vera ordi-
dah Tad hevði verið stuttligt. Men
legg ikki í at spilla pengarnar burtur.
Hvat eru pengar? Tú livir bara eina
ferð
Vognurin steðgaði, og tey fóru bæði
inn í hann. Jechidah visti, at eingin genta
við virðing fyri sær sjálvari hevði farið
og koyrt ein túr við einum fremmandum
drongi. Hvat mundi Jachid halda um
hana? Helt hann, at hon var fús at fara út
at koyra við einum og hverjum, ið spurdi
hana? Hon ynskti at siga honum, at hon
var blúgv av lyndi, men hon visti, at tað
bar ikki til at beina fyri tí bílæti, hann
longu hevði fingið av henni. Hon sat tig-
andi bilsin um sín egna atburð. Hon
kendi seg nærri hesum fremmanda enn
nøkrum, hon hevði hitt. Hon kundi
næstan lesa hansara tankar. Hon vildi
vnskt, at náttin fór at vara æviga. Var
hetta kærleiki? Fekst tú so brádliga hug
á einum eðrum? Og eri eg lukkulig?
spurdi hon seg sjálva. Men einki svar
kom innan úr henni. Ti tey deyðu eru
altíð syrgin, sjálvt mitt i kætinum. Tá ið
ein leta var gingin, segði Jechidah Eg
havi ein undarligan varhuga av, at alt
hetta er hent meg fyrr
Déjá vu — soleiðis rópar tað í sálar-
frødini
Men kanska er okkurt um tad
Hvat meinar tu?
Kanska hava vit
ødrum heimi?
Jachid brast ut ur at flenna
um heimi? Tað er bara ein
okkara, Jødrin.
Men kanska eru sålir til?
- Omøguligt. Tað, tú kallar sálin, er
bara evnisskjálvti, íkomin av nervalagn-
um. Tað átti eg at vita, eg lesi lækna-
frødi. Knappliga legði hann armin um
miðjuna á henni. Og hóast Jechidah
ongantíð hevði latið nakran mann vågad
sær so langt fyrr, hevði hon ikki at
honum. Hon sat har, ráðaleys tí at hon
læt sær hetta lynda, bangin um, hvussu
hon fór at iðra seg dagin eftir. Ég eri
púrasta uttan sóma, deildi hon seg
sjálva. Men einum hevur hann rætt í. Um
eingin sál er til, og lívið bara er ein stutt-
ur tilburður í einum ævinleika av deyða,
hví skuldi ein so ikki stuttleika sær
ótálmað? Um eingin sál er til, er eingin
Gud til, tann fríi viljin er hepisleysur
Sómi, sum mín professari sigur, er bara
ein partur av tí hugmyndafreðiligu yvir-
tromini.
kenst í onkrum
Í hverj-
heimur,
Jechidah læt eyguni aftur og legði seg
aftur ímóti fóðurinum. Hesturin rann
spakuliga. Í myrkrinum kærdu ell líkini,
fólk og fæ, seg um sín deyða — ýldu,
læðu, surraðu, lótu, suffaðu. Nekur av
líkunum sleðraðu, tey hevdu drukkið fyri
eina letu at gloyma helvitis pínslur.
Jechidah sat burtur í eðrum heimi.
Tyngd kom á hana, so vaknaði hon aftur
og hvakk við. Tá ið tey deyðu sova, fáa
tey eina ferð aftur samband við lívsins
keldu. Tann hvervisjón, sum tíð og rúm,
orsek og fylgja, tal og lutfall eru, heldur
uppat. Í dreymum var Jechidah aftur
risin upp í tann heimin, haðani hon hevði
sítt upphav. Har sá hon sína sonnu
móður, sínar vinir, sínar lærarar. Jachid
var eisini har. Tey bæði heilsaðust,
fevndust, læðu og grótu av gleði. Í teirri
letu ásannaðu tey bæði tann sannleika,
at deyðin á Jorðini er stokkut gykl, eir
ramboð. Tey
roynd og eitt reinsunar
ferðaðust saman fram við himmalskun
glæstriborgum urtagerðum grønun
fløtum til tær sálir, ið skuldu koma fyr
seg aftur kogum til tey guddómiigu
djórini, oyggjum til teir himmalsku fugl
arnar. Nei, fundur okkara hendi ikki a
tilvild, mutlaði Jechidah fyri seg sjálva
Ein Gud er til. Eitt mál er í skapanini
Samlega, fríur vilji, lagna — alt er lutur
av Hansara ætlan. Jachid og Jechidah
komu fram við einum fongsli og hugdu
inn igjøgnum vindeygað. Tey sóu eina
sål, ið var dømd at sekka niður til Jarðar
Jechidah visti, at henda sálin fór at verða
dóttur hennara. Beint áðrenn hon vakn-
aði, hoyrdi Jechidah eina redd:
Grøvin og gravarin hava hitst. Jarð-
arferðin verður í nátt.
Isaac Bashevis
Singer
Isaac Bashevis Singer var føddur í
Póllandi i 1904. Hann er jødi, at
ar fyrst blad
gaml
ari rabbinaraætt. Hann
maður, gjørdist so rithøvundur. I 1935
USA
virkad og bud sidani
flutti hann til har hann hevur
ur skrivað eina nøgd a
Singer het
stuttsøgusøvnum, teirra milium Bytti
Gimpel, Spinoza ur handilsgøtuni, Fin
vinur hjá Kafka og Stutti fríggjadagur
Av skaldsøgum hansara kunnu nevn
ast Shotan i Goray, Trælurin, Ganda
kallurin ur Lublin og Shosha. Singer
hevur eisini skrivað barnabøkur
Málið, Singer skrivar á, er jiddisch.
málið hjá jødunum í Eystureuropa. Tað
er eitt miðaldartýskt dæmt at
hebraiskum, arameiskum og ymiskum
slaviskum málum
Evnini,
jødisk sega, pátrúgu, li
Í bókum hansara kemur shtetl, jodiska
bygdin í Eystureuropa, til livs aftur
mál,
Singer viðger, eru jødisk
ssjón, hugsan
Um lívssjón sína sigur Singer í tíðar
ritinum The Paris Review:
Eg haldi meg vera meira ein jødiskan
rithøvund enn teir flestu av hinum, ið
skriva á jiddischum. Teir flestu at
teimum trúgva á framburðin. Fram-
burður er blivin augudur teirra. Teir
halda, at ein dag fer menniskjan at
gera so stór framstig, at jødar fara at
verða væl viðfarnir, at teir fara at renna
við tí ikki-jodiska fólkinum, fáa
góð arbeiði og ein dagin verður
kanska ein jedi forseti í USA. Mær
tykjast hesar vónir smáar og óviðkom-
andi og grøtiligar. Eg haldi, at okkara
einasta vón finst í sálini og ikki í tí
evnisliga. Í hesari merking síggi eg
meg sjálvan sum ein religiøsan rit-
hevund.
Tað fyrsta eftir Singer, ið kom á før-
oyskum, var segan Slaktarin, umsett
av Hanusi Andreassen, og send í Ut-
varpi Feroya í 1976.
I 1978 fekk Isaac Bachevis Singer
Nobelvirðislenina.
saman