Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-27, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 1982síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——————————————————————"—"""—S———" Vinnuskúlan heldur enn latin- og itrottar- undirvising maður á Sandi m.a sjónarmiðinum 1 dag 55. árg. * kr. 4, Sida 7 sigur Jakup Birgir Mohr bvgdaraðsfor j t 1 Nr. 46 * hósdagur 27. mai 1982 frælsi javnaður brødralag Borgarstjórin i Havn eggjar arbeidsgevarum til at taka ungfólk í læru | Tórs havnar komm na setir skjøt Í a ja at søkja rr"! ii yg at arbeidi er til nógvar hendur, so síggi ðsloysið millum tey ungu sum ein stóran trupulleika. Hetta sigur Poul Michelsen, borgi ori í Havn í samreðu við Tidindabladid Sosialin. Hann vísir á, at kommunan í hesum degum lýsir tvey læru pláss leys at sekja hjá býráðnum Hetta er bert ein b ætlanin við hesum jsini at eggja arbeiðsgevarum í kommununu at í iri ungfólk í læru. leggur borgarstjorin aftrat jan Lesid annars meira á síðu 3 ” LE Da SS: DE óast tað er rættiliga nógv fyritakssemi i gongd ætlað at hjálpa UDPa UNZUAOMS« Ungdomar vid dramatikki 7 1 7 ey HPTUPDIASS [PVS rshavnar Kommunu í løtuni i Sjonleikarhusinum Friggjadagin og leygardagin verða sjonleikaframførslur i Sjónleikarhúsinum i Havn. Tað eru ungdómsdramatikk- bólkar hjá Grímu, sum skulu royna seg. Hesir bólkar hava gingið á Tórshavnar Kveld- og ungdómsskúla í vetur. Framferslurnar eru tvær. 1. árs næmingar sýna fram „Johannes og Huldugentan«, meðan 2. og 3. árs næmingar framfera »Ævinleikans skuggamyndir«. Syningin friggjakvøldid er kl. 20. Hesa syning eigur Kveldskúlin og er tí ókeypis atgongd. Leygardagin byrjar sýn- ingin kl. 17. Um leikirnar: Johannes og Huldu- gentan: Fyrsta árs næmingarnir hava sjálvi gjert henda leik. Tey hava nýtt eina svenska segn sum fyrimynd. Til segnina er gjørdur tónleikur: Nordisk Natursymfoni nr. 2 eftir Rahlp Lundstein Leikurin snýr seg um tann unga drongin Johannes, ið hevur rík foreldur. Men Jo- hannes er ein droymari, ið als ongan áhuga hevur fyri ti ríkidemi, hann er borin til. Hann kennir seg innibyrgdan í tí fyri honum tronga bygda- samfelagnum. Hann kennir eina langtan út og honum dámar væl at ganga einsa- mallur úti í náttúruni. Bygda- fólkið og foreldrini vilja hava hann at giftast onkrari ríkari gentu úr bygdini. Men hann kennir eins og eitt rópar á hann einastaðni langt burturi. Og eina náttina rým- ir hann úr bygdini út í skóg- ina. Leikur fer síðani víðari fram og vit síggja, hvat Jo- hannesi verður fyri úti í skóg- ini. Leikurin er mimiskur. Leikandi: Hansina Iversen, Randi Meitil, Vigdis Peter- sen, Oluffa Klein Olsen, Karin Maria Jacobsen, Angela Joensen, Birita Peter sen, Elin Witt, Karin Ras- Kristina Una Knudsen, Gunvá Witt Liljan Heinesen, Bogi Niel- sen og Bjarni Magnussen mussen Hansen. Ævinleikans skuggamyndir: (Fýra árstíðir) 2. og 3. árs næmingar hava eisini sjálvi gjørt henda leik Sólin fyrsta vártekin sólarljósið lýsir — hitar Sólin ber boð um ljósar tíðir Gróður — lív Sólin kennist fløvandi drevmakend Hugaheimur Leikurin er bygdur yvir tær 4 årstidirnar. Næmingarnir hava i leik- inum valt at samanbera náttúruna og menniskja, og fyri at undirstrika hend- ingarnar er gjerdur tónleikur til leikin av Johannus á Rógvu Joensen. Hesin leikur er eisini mimiskur, burtursæð frá yrk- ingunum, ið eru við, sum tey eisini sjálvi hava gjert. Svert sorgarskygg) Skríða seigliga Stekka sundur Skriggjandi skortar sorlast Samvera smildrast Sekkur svinnur Leikandi: Gudny Hansen, Ingver Weihe, Annie Jacob- sen, Katharina Nolsee, Regin Hansen, Gundur Mortensen, Páll Danielsen, Ginni Olsen, vár Jacobsen og Fróði Knud- sen. Tónleikarar: Ernst Dals- gaard, floytur. Johannus á Rógvu Joen- sen, bassgæitar, reddir, minimoag. Herluf Lútzen, guitar Sunnleif Rasmussen, key- board, reddir Joanna Johansen, reddir. Niels Olsen, harmonika. Karsten Vogel, altsax Olavur Øster, guitar, trummur | | Lands- | bókasavnið fær virðismikið | brævasavn | Få Landsbókasavnið { viti 150 ár í 1978 | varð boðað frá, at ar- | ngarnir hjá Chr Bærentsen amt | nanni, høvdu Í ggju at geva bóka savninum tað virðis mikla brævasavnið, ið liggur eftir hann Av ymsum grund- um kom hetta ikki í lag tá. Men nú er so avgjørt, at Olaf Bærentsen, fyrrv. dómari og sonur Chr. Bærentsen, kemur til Feroya at handa Landsbókasavninum brevini á einari sam- komu hósdagin 10. juni. Chr. Bærentsen (1862—1944) var son- ur keypmannin Enokk Bærentsen av Sundi, búsitandi í Havn. Christian fór 13 ára gamalur til Danmarkar at ganga í skúla, tók seinni løg- frødisligt embætis- prógv, og í 1897 gjørdist hann sum fyrsti og einasti før- oyingur amtmaður i Feroyum. Hann fór frá í 1911 og búði síð- ani í Danmark, har hann virkaði sum dómari. Hann doyði í 1944. Í brævasavninum, talan er um, er bræva- skiftið feðganna mill- um, brev frá V. U. Hammershaimb og eðrum. Nekur av hesum brevum eru prentað við viðmerkingum av Óla Jacobsen í Fra Færøerne/ Úr Feroy- um. Bind IV, 1968. Sjónleikarin skal selja eina veru % % + Vit hava prátað vid Anniku Hoydal, sum i hesum dogum er á konsertferð í Føroyum. Síða 4 og 5 . , . . Dramaundirvisingin .. , hjå Grimu Nu er so løtan komin, hvar vit fåa at siggja nakad av ti, sum avrikað er í vetur á drama- og sjónleika- skeiðnum hjá Grímu. Hetta at hava skeið í samarbeiði við Tórs- havnar Kveld- og Ungdómsskúla er vorðin alt meira fastur táttur í arbeiðið okkara. At áhugin fyri hesum eisini er stórur, er at fegnast um. At spæla sjónleik er aldargamalt fyribrigdi, um enn nýggjari um okkara leiðir í tí formi, vit kenna og mest nýta í dag. Kveldskúlaundirvísingin leggur dent á at skapa út frá okkara egnu fyritreytum. Og visa hesi ungu okkum hvat tey hava fingið burturúr við stórt sæð at nýta tað amboð, tey hava næst — seg sjálvan. Sum stuðul hava tey tónleik, og her er vert at nevna, at Gríma so at siga øll árini vit hava virkað, hevur fingið dyggan stuðul frá tónleik- arum í Feroyum. Henda stuðul kundu vit ikki verið fyriuttan. At skapa við okkum sjálvum sum miðdepli hevur verið aðaltátturin í undirvísing okkara, og er at fegnast um ta skapanargleði, sum verður løgd til sjóndar, hverja ferð mett verður. Alt sum arbeitt hevur verið við í vetur, verður ikki víst fram, onkur bólkur valdi ikki at hava framferslu, men vónandi ber áveksturin frukt í framtíðini, so vit fáa eitt virkið lið, sum hevur hug og gleði fyri sjónleikinum. Við spæligleðini fylgir skapanargledin, og hana hava vit altíð fyri neyð- ini. Vit vóna framyvir um gott samstarv við kveld skúlan og onnur á hesum eki, sigur Gríma í skrivi til blødini.