hósdagur 27. mai 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 46 — 27. maí 1982
Pkt. 16 sigur, at arbeiðs-
viðurskiftini innan heilsu
røktine skulu gerast betri,
g at arbeiðandi fólkið
11 fåa eina nog róða
eiisurgkt
Pkt. 17 tryggjar tað
5 rður g
1 Øørgrust Fi
agørdum fyri be
1 arbeidandi KVI
Pkt. 18 tryggjar, at bar
silsfrítíð verður sett í gildi
við løn
Pkt. 19 sigur, at bíði
tíðin fyri at fáa íbúðir
verður stytt
Pkt. 20 sigur, at sam-
sýningar skulu hækkast
frá 40 zloty til 100 zloty,
og at tilskotið vegna frá-
veru skal hækkast.
Pkt. 21 sigur, at allir
leygardagar skulu gerast
arbeiðsfríir, og at um arb-
eitt verður leygardagar
skal hetta koma
viðkomandi til góðar í
longri frítíð.
Brotsmenn og svíkj-
arar! — ella stríðs-
fólk?
Sum nevnt í byrjanini
standa felegini á feroyska
vinstravonginum langt
frá hverjum eðrum, tá ið
talan er um steðutakanina
til pólska klassastríðið.
»Føroyskir Sosialistar«
synist at vilja drepa
stríðið hjá pólska
arbeiðaraklassanum i
tegn, meðan »Oyggja-
frami, føroyskir marx-
istar-leninistar« beinleiðis
talar imti stríðnum hjá
pólska arbeiðaraklass-
anum undir leiðslu av fak-
felagnum Solidarnosc.
»Føroyskir Sosialistar«
tykist at meta — i tråd vid
úttalilsir frá Sameinda
Pólska Arbeiðaraflokk-
inum — fakligu umboðini
hjá pólska arbeiðaraklass-
anum sum brotsmenn.
»Oyggjaframi, føroyskir
marxistar-leninistar« met-
ir pólska arbeidaraklassan
og fakfelagið Solidarnosc
sum reformistiskt, ja
borgarligt og afturhalds-
sinnað!
Viðvíkjandi »Oyggja-
frama« hevur hetta tó ikki
altíð verið so. I »Arbeid-
inum«, september 1980,
varð stridsfelagid Solidar-
nosc víst fram sum ein
fyrimynd fyri fakligu
leiðslurnar i Føroyum.
tá varð sagt, at »strids-
viljin hjá pólsku arbeids-
monnum og -kvinnum (er)
hugvekjandi og stimb-
randi hjå øllum sum royna
at reisa stríðið innan
føroyska fakfelagsrerslu.
— Verkafólkið í Póllandi
hevur sýnt at stríð nyttar
og tryggjað sær rættin at
skipa seg og stríðast.
— Enn er hetta bert ein
rættur á pappírinum, tíðin
fer at sýna um hann
verður nýttir ikki bert til
fakliga verju men eisini til
víðari politiskt stríð.
— Í Póllandi, sum hjá
okkum, er tað bert arbeið-
arastættin sum við stríði
Framhald á síðu 10
Okkum tervar í dag
meira vinnuskúlar
enn látinskúlar og
itrottarundirvising
Fyri årum sidani kom uppskot å ting,
sum skuldi tryggja okkum øllum eitt
tilboð um frítíðarundirvísing og
meguliga eisini bjóða okkum eitt og
annað positivt at virka við í okkara
nógvu frítíð. Positivir tankar sum
heild
Uppskotið fekk tó ikki semdir á
tingi tá. Andsteðan tá
upskotið var óegnað, og tjóðveldis-
flokkurin, sum tá kom fram við upp-
skotinum, fekk skuldina fyri at hava
slik »fantastisk ynskir og ábyrgdar
leys krøv«, sum hinir ikki kundu
ganga å møti.
Men hvat hendi, nærum sama and-
støda tå er stjórn nú, og sambandski
undirvísingarmálaráðharrin, Eilif
Samuelsen, hevur lagt sama uppskot
fram aftur, líka »fantastiskt« sum
áður. Uttan at lurta eftir nakrari veg-
leiðing, sum Føroya Landsstýri
sjálvt hevði biðið um, kveistraði hes-
in sambandsmaður øll úttalilsi og
allar ávaringar til síðis, og trumfaði
lógaruppskotið fram á ting — har
liggur tað so nú, og lagnan er ivasom.
Hvat er tað, sum ger, at heilt nógv
ábyrgdarfólk í Feroyum eru rædd
fyri hesum lógaruppskoti? Ynskja
vit ikki at bjóða okkum sjálvum og
einamest okkara ungdómi frítíðar-
undirvísing og skilagott frítíðarvirk-
semi? Svarið er jú og sjálvandi! Vit
ynskja at bjóða ellum okkara fólki
tað besta, sum vit eru fer fyri, men
neyðugt er at prioritera. Hetta lóg-
aruppskotið er eftir mínum tykki
óheppið tilevnað frá fyrstu letu og
inn til idag — tí er lagnan framvegis
so ivasom.
Tað var Finnbogi Isaksen, løg-
tingsmaður, táverandi landsstýris-
maður, sum við góðari ætlan setti
nevnd at kanna hetta málsekið og
tilvirka álit. Nevndin varð samansett
av tveimum umboðum fyri skúla-
lærarnar og einum umboði fyri aka-
demikararnar. Eg veit ikki, um hesi
fólk hava meira innlit í ella størri tørv
fyri lóg á hesum eki. Aðrir bólkar
sum ungdómsfeleg, pensionistar,
kommunur, yrkisfeleg o.s.fr. áttu at
verið umboðað, men so var ikki.
Eftir hesum áliti hava so politik-
arar okkara og starvsfólk teirra evna
eitt uppskot til fritidarlog, sum tað
sýnist at vera ógvuliga stór óvissa um
og sera misjevn negd við. Eg kann
stutt nevna nakað av tí, sum fram-
fert er ímóti hesum uppskoti, har
fyrimunirnir sýnast at vera sera
greiðir at finna:
A. Uppskotið er mett ódemokra-
tiskt, tí tað flytir avgerðarrættin frá
segði, at
Í dag:
Jákup Birgir Mohr
fólkavaldu umboðunum í bygda- og
býráðunum til umsitingina, (Lands-
skúlaumsiting og Landsskúlaráð)
B. Uppskotið er mett óforsvarligt.
tí tað sum lóg í framtíðini fer at
kunna verða misbrukt, (les nýtt til
tað ítarsta av skrivaðu lógini), í mun
til núverandi útlegging. Hettar kann
fera við sær óavmarkaðar útreiðslur
fyri fyrst og fremst fíggjarliga veiku
kommunukassarnar til allan megu-
ligan ítrótt sum vit hava
virknan longu ídag, og til heli av
ymiskum slagi, (les hellir)
Hetta skal sambært lógarupp-
skotið fremjast, um landsskúla-
myndugleikarnir vilja tað, komm-
unurnar, sum skulu umsita, partvíst
gjalda, skaffa studning og annars
fyrisita, tær hava ongan avgerðar-
rætt, men skulu bert akta.
C. Uppskotið er mett ómoralskt
soleiðis at skilja, at tað kemur at
skerja ella bremsa verandi virkemi
hjá tí ungdómi og fólki annars, sum
ídag av eintingum uttan samsýning,
stórt sæð fíggjarliga sjálvshvílandi
o.m.a.
fyrisita og íðka frítíðarvirksemi,
ítrótt, skótaarbeiði, ungmanna- og
bygdafeløg v.m., meðan istadin
eggjað verður til, at vit øll byrja við
at krevja tað almenna, áðrenn nakað
fer í gongd, og harvið minka vit eisini
um sjálvsábyrgdina, og enn meira
um skapanargleðina.
D. Uppskotið er mett óhóskandi, ti
tað krevur læraraútbúgving ella
hægri útbúgving av ellum undirvís-
arum innan frítíðarskúlan. Hetta er
púra óneyðugt, tí stórur partur av
frítíðarvirkseminum og frítíðarundir-
vísingini í dag fer fram forsvarliga og
væl, uttan at leiðarar og kennarar
hava seminarútbúgving við stórari
len.
E. Uppskotið verður mett
ódámligt, tí tað sambært lóg heimilar
eisini óneyðugari fritidar-»undirvis-
ing“, sum fleiri kommunufólk hava
upplivað, har leiðarin spælir bólt sum
triði ella fjóðri luttakari fyri fulla
yvirtíð sum skúlalærari. Tað er einki
skeivt í at spæla bólt, men tað er
púra óneyðugt við lóg at geva fólki
150,— kr. um tíman fyri at halda seg
sjálvan í likamliga góðum formi.
F. Fleiri byggiætlanir steðga í
letuni eftir frítíðarlógini, tí kemur
heimildin til at fáa studning sambært
hetta uppskot, so verða nevndu
byggiætlanir víðkaðar samsvarandi.
Nú veit eg væl, at bæði Eilif Samu-
elsen og flest ell, sum hava sagt sína
hugsan um hetta uppskot, eru knýtt
til undirvisingarsektorin, og tey
æ
Kann ikki góðtaka at
t fólkavaldu by- og bygdarráðini bert skulu lýða
harraboð frá skúlamyndugleikunum, sigur Jákup Birgir Mohr, bygd
arráðsformaður á Sandi m.a. í sjónarmiðinum
halda uppskotið vera í lagi, ti alt
hetta, sum vit onnur frikta, fer ikki
at henda, tí hesi umsita sjálvi lógina í
dag. og tey ætla bert at gera so lítið
um seg á hesum eki, at tað nærum
einki fer at kosta meira
Hertil er at siga, at lógin vónandi
verður so góð, tá hon verður framd,
at hon vvirlivir bæði Eilif
Samuelsen og flest øll i undirvis-
ingarsektorinum vid, men hvussu
fara eftirfólk at tolka og umsita
lógina sum fralíður?
Fer lógin einki ella lítið og einki at
kosta meira, so er hon antin óneyðug,
ella fer hon at vera miseydnað og til
onga nyttu. Tað kann eingin vera
negdur við?
Hví eru tað bert skúlafólkini, (tó
ikki øll), sum eru so ovurhonds glad
fyri hetta lógaruppskotið, at tað ikki
má seinkast og ikki má viðgerast av
eðrum? Hava hesi somu skúlafólk
serligan terv fyri hesi lóg? Eigur
lógin at verða framd fyrst og fremst
fyri hesi fólk, ella eigur hon at vera
avvegað samfelagsliga og síðan
framd?
Tað er upp til skúlanevnd legtings-
ins at forma lógeruppskotið soleiðis,
at í hvussu er ein meiriluti kann
góðtaka, at tað verður lóg, og sum
lóg má tað ikki vera ódemokratiskt.
Har uppskotið sigur SKAL eigur tað
at vera broytt til KANN. Eg gangi
inn fyri nærdemokratiið, (m.a.
gjøgnum kommunalt sjálvstýri í ein
stóran mun), so eg kann ikki góðtaka,
at Landsskúlafyrisiting og Lands-
skúlaráð verða slíkir maktfaktorar,
at fólkavaldu bý- og bygdaráðini bert
skula lýða harraboð frá skúla-
myndugleikunum. Fólkaskúlalógin
varð eitt demi um tað, frítíðarlógin
eigur ikki at vera næsta demi.
Mær býðir ímóti, at tað (óneyðugt)
verður lóggivið soleiðis, at ábyrgdin
fyri at skaffa fíggjarorku verður at-
skyld frá myndugleikanum til at av-
gera, hvat skal fara fram. Praktisk
og fíggjarlig ábyrgd fyri einum eki
og avgerðarrættur eigur mest
meguligt at vera hjá sama myndug-
leika og helst hjá ti fólkavalda, um
tað er gjerligt, og minni hjá umsit-
ingini.
Annars haldi eg, at undirvísingar-
lógirnar sum heild eru við at geva
limunum í einum åvisum føroyskum
yrkisfelag við umleið 600 limum ov
stóra makt í okkara lítla samfelagi.
Hetta yrkisfelag hevur maktað at
plasera limir sínar í stóran mun í
landsskúlaráðið, landsskúlafyrisit-
ingina, í landsstýrið og í legtingið,
meg.
umframt í skula-, bý- og bygdarráð
Stutt sagt, har avgerðir verða tiknar
un undirvísing
elsini avg
A vleiðingarnar av hesum vera meira
Varð tað nakar
sum talaði um at vera »innhabilur
Slíkt hugtak finst valla har
Vit hava í Feroyum fleiri
vælvirkandi yrkisfeleg, tí betur, men
eg ivist í, hvussu væl vit øll høvdu
dámt tað, um hesi fingu somu makt
Tað sær út sum undirvísing er ein
heilag kúgv í okkara samfelag, har
bert limir í nevnda
kanska onkur akademikari skal loyva
sær at hava eina meining
Hvat er tað so fyri undirvísing,
sum hesar kreftir bjóða okkum ídag?
Er henda læran mest meguligt til
gagns fyri okkara samfelag? Verða
vit skúlað til at vera av bestu fisk-
arum, arbeiðsfólkum í vanligum
týdningi, íðnaðarfólkum av ymiskum
slagi, ?
og meira sjónskar
sterr
yrkisfelag og
landbúnaðarfólkum o.s.frv.?
Svarið er nei, vit eiga ongan fiski-
vinnuskúla, ongan arbeiðaraskúla,
ongan íðnaðarskúla og ongan land-
búnaðarskúla!
Okkum tervar idag meira vinnu-
skúlar enn okkum tervar latínskúlar
og ítróttarundirvísing!
Hvat er so meiningin við hesum
velduga, kostnaðarmikla apparati av
einum skúlaverki? Skulu vit ell á
onkran tilfeldugan skúlabonk, uttan
mun til, um útbúgvingin hóskar til
okkum og til okkara samfelag?
Lat tað vera sagt heilt greitt, at út-
búgving er ein aðaltáttur fyri trivna
og framburð hjá okkum ellum, men
hvussu verður hendan útbúgving
prioriterað? Er tað eftir tervinum
hjá:
A. undirvísarum
B. skúlamyndugleikum
og síðan:
C. samfelagnum
D. einstaklingunum
ella áttu vit at haft prioriterað
eðrvísi? Eg trúgvi ikki á pástandin
um, at politikarar vilja hava flest
megulig av okkum á skúlabonk, so at
ikki sæst, at arbeiðsloysið veksur í
hesum landi. Tað verður jú bert ein
stokkut freist, tí samfelagið livir
ikki av, at helvtin av fólkinum situr á
skúlabonki, meðan hin helvtin eru
undirvísarar.
Eg haldi, at grundleggjandi
nýtonking eigur at fara fram í Før-
oyum innan undirvísingarsektorin,
sum nú er feroyskt umsitin burturav.
Tá verður vónandi komið til ta niður-
stødu, at í nógvum førum eigur at
vera prioriterað eðrvísi.