hósdagur 17. juni 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið gosialurih
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Torfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagreinir
Rækjurnar i Grønlandi
TAÐ VÓRU ikki góð tíðindi at
frætta úr Grønlandi um tøkuna av
rækjutrolarunum, sum verða
åkærdir og dømdir fyri at hava
fiskad væl omanfyri loyvdu kvot-
una. Føroyingar hava leingi verið
kendir og royndir veiðumenn i
hesari vinnu — og somuleiðis er
tað einki nýtt, at ein øvundsjuka
móti føroyingum hevur fingið sjó-
verjuna til at seta søkjaran eftir
øllum føroyskum fiskiskipum við
Grønland.
OG HETTA hevur endurtikið seg í
stórri mun eftir at grønlendska
fólkaatkvgðan um sambandið við
EF gav tað úrslit, at teir ikki vilja
vera verandi í felagsmarknað-
inum. Tær viðmerkingar, sum
komu frá ymiskum donskum
síðum eftir félkaatkvøduna,
benda týðuliga á, at nú skuldu
føroyingar á ein ella annan hátt
verða »hevndir«.
SOLEIÐIS MÁ tað felast hjá føroy-
ingum, tí einki er at taka seg aftur
í, at øvundsjåkan hevur verið
vaksandi so hvørt sum tað hevur
vist seg, at Føroyar hava klára seg
uttanfyri EF, ja betri fyri hvørt år
sum gongur, hóast EF av øllum
alvi hevur roynt at spenna bein
fyri føroyingum. Tak nú 9 mánaða
sáttmálaloysi í 1981.
AT EIN stovnsur sum danska sjó-
verjan við Grønland arbeiðir effek-
tivt eigur hon sjálvandi rós fyri,m
en nokkso sekt kann tað tykjast,
at hesin mikli effektivitetur fyrst
av øllum verður vendur móti
teimum smáu — føroyingum, sum
nú verða hóttir heilt at missa
rættin til rækjuveiðu í eitt
heilt ár. Hvussu hava m.a. íkki
týskarar ikki fiskað 100.000 tons
av toski ólógliga á hvgrjum ári? —
Men teir eru so »stårir«.
MEN HARFYRI fara vit ikki at for-
svara, at føroysk rækjuskip, eftir
at hava fingið eitt týðuligt varskó,
halda fram við at uppgeva ósam-
svarandi veruligu tølunum, so sum
tíðindini vilja vera við.
MEN HER má partur av ábyrgdini
leggjast á landsstýrið, sum íkki
kundi útvega skipunum størri
kvotur til rækjufiskiskapin við
Grønland. At se da hesi skip av-
stad, vitandi um tær alt ov småu
kvotur og ti eina uppå forhond
ólgnandi veiðu, var lítið skilagott.
Freistingin at fara upp um loyvdu
kvoturnar var stutt sagt alt ov
stór.
HENDINGARNAR í Granlandi
komu illa við. Samstundis sum vit
av øllum alvi skulu royna at verja
vunnin rættindi, hevur eitt álitis-
brot nú gjørt, at stígur av álvara
kann koma í samvinnuna, sum vit
nátúrliga áttu at útbygt til felags
gagn bæði fyri grønlendsku sum
føroysku tjóðina.
Neyvan klókari av skaðanum
TAÐ KENDIST sum ein lætti, tá
tíðindastovnarir týsmorgunin
kundu siga frá, at vápnahvíld var
fingin í lag á Falklandsoyggjunum.
Stríð var av. Miskunarleysu krigs-
bardagarnir vóru stilnadir av. Tað
må tykjast meira enn meinings-
leyst, at rættuligt kriggj måtti til
fyri at greida hesa fløkjuna.
EITT KRIGGJ, sum hevur tynt
meira enn túsund mannaliv og
sært enn fleiri. Samanumtikid
munnu eins mong mannalív vera
týnd ella løstad, sum tað eru
íbúgvar á Falklandsoyggjunum.
HETTA KRÍGGJ, so fjart tað enn
kari: tykjast at liggja av okkara
leiðum, hevur tó nerva okkum
kanska meira enn mong onnur av
teimum meiningsleysu kriggjum,
sum eru í heiminum. Mest tí, at
her var talan um, at eitt av okkara
grannalondum, Bretland var annar
parturin.
TAÐ EIGUR bert enn meiri at
eggja okkum til at halda fast um.
at eitthvørt trætumál eigur at av-
gerast við samráðingum og
ongantíð við, at annar parturin
leggur uppí við vápnum.
MEN FRAMVEGIS er hin siviliser-
aði heimurin ikki vorðin klókari av
skaðanum.
Nr. 54 — 17. juni 1982
Tit kundu havt bíða við veg-
Í vár hoyrdu vit úr Leg
tinginum, at vegskatturin
skuldi gjaldast í einum, ti
hetta spardi so og so nóg
um útreiðslurnar til umsit
ing o.a. Alt hetta ljóðar
væl og eingin ivingur man
vera um, at øll fólk taka
undir vid tiltøkum, sum
eru ætlað at spara um; tað
veri seg bæði hjá einstak-
lingunum og hjá tí al-
menna.
Men tá umredda mál
var fyri, varð einki sagt
um, nær hetta fall til
gjaldingar, og nú komu so
boðini: rokningin fyri veg-
skatt skal gjaldast áðrenn
1. juli.
Øll, sum hava bil, vita,
at tey skulu gjalda veg-
skatt, trygging o.s.fr., og
eftir tí hava tey helst
eisini lagt ein plan yvir,
hvussu gjaldast skal og
hvat ið ráðini eru til. Men
nú kom so henda rokning-
in áðrenn nakar vardi av.
skattinum!
mini! teiiur Í sama
mánað, sum ein uttan I
hægri skattabilett er út
send og sama mana, ta
fólk spara sær nekur oyru
saman til eina summar
feriu til sín sjálvs ella til
bernini
Onkur vil kanska siga,
jú men, 1000 kr. hvat er
tað? Eitt veit eg, at 1000
kr. er nógv í okkara heimi í
juni og desember mánað,
ti tå er mangan tungt at
fåa endarnar at røkka
saman og tað gongur út
yvir okkum øll, men
kanska mest bernini, tí
tey liggja undir einum
stórum trýsti frá Kamme-
ratunum, sum kanska fáa
alt sum tey peika á: tað
nýggjasta innan klæðir,
súklur, ferðir, dans fleiri
ferðir um vikuna fyri eftir-
hondini nógvar pengar
0.s.fr.
IKK Kani
etta landsstýrið 1
Nova føl ni y
hvat eitt vanligt h
hald kann formåa sær
men hvussu kurnu tei
tað: hevur nakar av teim
nakrantíð havt na
vanliga handverkaraløn at
liva av? Ikki trúgvi eg t
Nei, teir kendu íikki
skomm, tá teir løgdu
hægri toll og avgjeld á
okkum seinasta heyst,
bert fáar mánaðir eftir, at
vit fingu gott og væl eina
krónu í lenarbata við for-
handlingarnar. Tá sýndi
tann tímalenti hógv, men
hann bleiv snýttur av so-
kallaða sparilandsstýr-
inum. Men hjá okkum
hevur ikki borið til at
spara.
Vónandi fáa vit innivist
fyri hesum hjartasuff-
inum.
Kona og maður
Hava tit gloymt Royn?
Tað er við spenningi, at
ítróttarfólk og ítróttar-
áhugað lesa ítróttarsíð-
urnar í blødunum við frá-
sagnunum frá dystunum í
vikuskiftinum, sum verið
hevur.
Sjálv fótbóltskappingin
er komin nakað áleiðis nu,
og vit hava fingið eina
hóming av, hvussu tey
ymisku liðini klára seg og
hvussu kappingin fer at
enda.
Eitt havi eg lagt til
merkis, at í Sosialinum
hevur Royn ikki fingið ta
nógvu umreðuna.
I fjør kláraði Royn seg
ikki serliga væl, men um-
reðan var tá nógv í Sosi-
alinum. Í ár hevur liðið
klárað seg bara heilt væl,
men nú er næstan tegn.
Hvussu ber tað til?
Ítróttaráhugaður
Bødilin
Eg fekk meg ikki til at
endurnyggja meg sum
haldara av Oyggjatíð-
indum, ikki ti at eg harvið
havi slept nøkrum hug-
sjónum“ men meira av tí
at eg fyri tað fyrsta ikki
vil góðtaka ta framferð,
sum brúkt verður meira
og meira í føroyskari blað-
skriving og fyri tað annað
tí eg ikki dugi at síggja, at
tað er nakað uppbyggiligt
í tí at útspilla heiðursfólk
á slíkan hátt sum Oyggja-
tíðindi hava útmerkað seg
við.
Tað ernakað sum tey í
útlondum nevna Boule-
vardpressan, nærri sagt
so sum Ekstrabladet og
BT í Kjepinhavn. Hesi
blað brúka nógv at tekkj-
ast lesarum við at út-
pensla hendingar upp á
bekostning av einkultper-
sónum. Ofta hevur hetta
syrgiligar fylgjur við sær.
Nakað soleiðis tóktist
mær henda dagin Oyggja-
tíðindi brúkar orðini »bød-
ilin á Frúutreð<“ um heið-
ursmannin Dánjal Jákup
Bærentsen, landsdjóra-
lækna. Hvussu kann blað-
ið forsvara at fara so illa
við einum av fremstu og
týðandi embætismonnum
okkara?
Slíkt eigur og kann ikki
bera til. Væl so at ein og
annar kann vera ónegdur
ella ósamdur við hann um
mangt og hvat, men so-
leiðis kann man ikki bera
seg at. Hvussu hevði verið
vorið í fagra landi okkara,
um vit ikki høvdu havt ein
so steðufastan persón
í hasum starvinum. Tað
hugsar blaðið ikki um.
Hugsar bert um egnan
letuvinning.
Og so at válka sær í for-
svarinum fyri einum
djórafelagsskapi, sum
heldur átti at lagt seg eftir
at byrgja fyri teirri mongd
av djórapínslum, sum tað
er at halda villini djór inni-
læst og í tjóri alt teirra lív,
ístaðinfyri at tey fingu
loyvi at liva har tey
hoyrdu heima. Nei teir
sterru djórapínslarnir eru
tey, sum halda djór inni í
býnum, har tey verða pínd
og plágaði av motorlarmi,
radiolarmi, o.m.ø., sum vit
vita eru djóranna ringasti
fíggindi í dagliga lívi
teirra. Men her sova teir
gævu »djoraverjar«.
ig tá Oyggjatíðindui
skrivar um terror og
beðlar, hver er sterri beðil
enn tað blað sum uttan at
blunka hongur fólk út til
alment tjak, hesi verju-
leysu, sum soleiðis verða
hunddálkaði av
»bødlunum í R. C. Effer-
søesgøtu«.
Pætur
mm
DB eee „ð 6 LD, mm me
—- 2 Ph
rette er om om, im mm om
”-
fo mo co Em um mom #0 6