Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 165 - 30. august 2002 Nr. 165 - 30. august 2002 23 Kann koma fyri norskan rætt Myndugleikarnir í Fraklandi og Noregi eru samdir um, at málið um tangaskipið norska “Bow Eagle, sum sigldi ein franskan trolara niður mánanáttina, kann kom fyri rættin í Noregi. Norska reiðaríið viðgekk mikudagin, at tað var tangaskipið, sum hevði siglt á tann franska trolaran. Samstundis hevur reiðaríið sagt, at tað er skelkað av, at »Bow Eagle« ikki steðgaði fyri at hjálpa teimum neyðstøddu fronsku fiskimonnunum. Tveir menn av Filipsoyggjunum høvdu vakt á brúnni á tangaskipi- num, tá samanstoyturin var, men teir gjørdu onga roynd at steðga skipinum ella at hjálpa manningini á franska trolaranum. Kemur norska manningin fyri rættin í Fraklandi, verða teir helst ákærdir fyri óviljað manndráp, og tað kunnu teir fáa upp í fimm ára fongsul fyri. Franskir fiskimenn eru í øðini um framferðina hjá norska skipi- num, og teir krevja, at manningin fær harða revsing. Bush ein annar Churchill Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, heldur, at George W. Bush, forseti eigur at verða mett- ur javnt við gamla bretska leiðaran Winston Churshill, sum ávaraði heimin ímóti Adolfi Hitler í árunum und- an seinna heimsbardaga. Hóast hann ikki nevndi irak- ska leiðaran Saddam Hussein, er eingin ivi um, at hann í hesum føri ímyndaði sær Hitler sum ein nútíðar Saddam. Í einari røðu á einari herstøð í Kalifornia viðgekk Rumsfeld, at amerikanska ætlanin at leypa á Irak fær ikki ta stóru undirtøkuna uttanlands, men hann segði seg vera sannførdan um, at amerikanska ætlanin er tann rætta, og at umheimurin fer at stuðla USA, tá álopið verður sett í verk. -Tá Týskland leyp á eitt land fyri og annað eftir, søgdu fólk, at kanska hevði Churshill havt rætt alla tíðina. Kanska hevði tann einsamalla ávarandi røddin havt rætt, segði Rumsfeld og sipaði við hesum til ávar- ingarnar hjá Bush ímóti Irak. Tingingar útsettar Tingingarnar millum Norður- og Suðurkorea um at knýta vega- og jarnbreytakervini í teimum báðum londunum saman eru útsettar. Sum skilst eru londini ikki ósamd um sjálva ætlanina, men ósemja er um, hvussu tingingarnar skulu skipast. Embætismenn royna av øllum alvi at fáa rudda forðingarnar av veg- num. Í gjár fóru umboð úr báðum londunum undir aðrar tingingar, sum skulu økja handilssamstarvið um mark- ið. USA aftur í buktini Fleiri lond royna at fá aamerikansku umboðini á ST- ráðstevnuni um burðardygga menning at taka undir við teimum samtyktum, sum hini londini kunnu koma ásamt um, men fyribils bendir alt á, at USA fer at at- kvøða ímóti. Norski umhvørvismálaráðharrin, Børge Brende, hevði mikudagin fund við amerikanska varauttanríkis- ráðharran Paulu Dobrianski í Johannesburg. Aftan á fundin segði norski ráðharrin, at hann hevði roynt at sannføra amerikanska vararáðharran um, at tað hvílir ein stór ábyrgd á amerikansku stjórnini. Sjálvbodnu felagskapirnir, sum hava sent umboð til Johannesburg, hava lítið álit á, at USA fer at broyta støðu. Teir vænta tvørturímóti, at USA fer at royna at leita sær stuðul úr Kanada og Avstralia til at fella tað, sum hini londini semjast um. UTTAN ÚR HEIMI Vænta yvirgangsatsóknir 11. september Myndugleikarnir í Pakistan siga seg hava fingið álítandi ábend- ingar um, at yvir- gangsmenn fyrireika atsóknir á ársdegnum fyri atsóknirnar í USA í fjør. YVIRGANGUR Árni Joensen Pakistansku myndugleikar- nir bera ótta fyri, at yvir- gangsmenn fara at skipa fyri atsóknum tann 11. sep- tember, tá eitt ár er liðið síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon. Stjórin í pakistansku fregnartænastuni, general- urin Salahuddin Satti, sig- ur, at eftir álítandi upplýs- ingum, sum fregnartænast- an hevur fingið fatur á, ætla yvirgangsmenn at søkja at pakistanskum og útlendsk- um stovnum og felagsskap- um, politiskum leiðarum, og herstøðum og kirkjum í Pakistan. -Vit hava álítandi fráboð- anir um, at yvirgangsmenn ætla at seta álop í verk tann 11. september, og tí hava vit givið øllum okkara myndugleikum boð um at vera á varðhaldi, sigur generalurin. Pakistan átti ein týðandi lut í amerikanska álopinum á Afghanistan seinasta heyst, og seinastu mánaðar- nar hava víðgongdir felags- skapir skipað fyri fleiri blóðugum atsóknum í Paki- stan. Álopini hava m. a. verið vend ímóti útlending- um og kristnum í Pakistan. Í mai doyðu ellivu franskir verkfrøðingar í einari sjálvmorðsatsókn í Karachi, í juni drap ein bil- bumba tólv pakistanar, og fyrr í hesum mánaðinum doyðu ellivu fólk í tveimum atsóknum at einum krist- num sjúkrahúsi og einum kristnum trúboðaraskúla í Karachi. Bin Laden ríður um náttina Servandu ameri- kansku herdeildirnar í Afghanistan ivast nú ikki í, at Osama bin Laden er á lívi, og at hann heldur ameri- kanararnar fyri gjøld- ur AFGHANISTAN Árni Joensen Leiðslan hjá teimum ser- vandu amerikansku her- monnunum í Afghanistan kennir seg fullvísa í, at Osama bin Laden er fram- vegis á lívi. Leisðaln sigur seg eisini vera vísa í, at bin Laden fjalir seg við markið millum Afghanistan og Pakistan, men at hann flytir seg alla tíðina. Hildið verð- ur, at bin Laden er á rossa- baki, tá hann ferðast, og at hann ríður um náttina. New York Times skrivar frá keldum í amerikansku fregnartænastuni CIA, at bæði bin Laden og næsti maður hansara, Ayman al- Zawahiri, eru á marknaleið- ini millum Afghanistan og Pakistan, og at teir skifta bústað alla tíðina, so ameri- kansku hermenninir skulu ikki finna teir. Sagt verður, at teir ferðast bara um nátt- ina og í vánaligum sýni, og tí hevur tað ikki eydnast teimum framkomnu ameri- kansku leitiskipanunum at finna teir, skrivar New York Times. Tíðindini um at bin La- den ferðast næstan ótarnað- ur í teirri sera illgongdu marknaleiðini eru ikki nýggj, men hetta er fyrstu ferð, at ein so týðandi fjøl- miðil sum New York Times ber tey. Osama bin Laden hevur annars ikki givið nakað lívstekin frá sær síðani í desember í fjør, tá ameri- kanarar hoyrdu hann í Tora Bora-fjøllunum tætt við pakistanska markið. Sjálvt heimsins mest framkomna útgerð kann ikki finna bin Laden, sum ferðast á rossabaki í fjøllunum í Afghanistan Málið er ikki Saddam Hussein, men oljan í Miðeystri Fyrrverandi ameri- kanski løgmálaráð- harrin, Ramsey Clark, sigur, at amerikanska tosið um Saddam Hussein og hópoyð- ingarvápn er bara eitt skálkaskjól fyri veru- ligu amerikansku ætl- anini, sum er at fáa ræðið á oljuleiðunum í Miðeystri. USA-IRAK Árni Joensen Ramsey Clark, sum kom til Bagdad í gjár, vil vera við, at tað veruliga málið við amerikansku álopsætlanun- um á Irak er at fáa ræðið á teimum ríku oljuleiðunum við Persaflógvan. Tosið um iraksk hópoyðingarvápn er ikki annað enn eitt skjálka- skjól, segði hann. Fyrrverandi løgmálaráð- harrin sigur, at USA er longu í kríggi við Irak hvønn einasta dag, og tað eigur tað vanliga ameri- kanska fólkið at skilja. Ramsey Clark er í Irak saman við einar ameri- kanskari nevnd, sum hevur sett sær fyri at vísa á, hvussu nógv irakska fólkið líður undir teimum tiltøk- um, sum ST setti í verk aft- an á Flógvakríggið. Fríggjakvøldið 30. aug. kl. 20.00 í LIBANON Í SØRVÁGI Leygarkvøldið 31. aug. kl. 19.00 í LÆRARASKÚLAHØLLINI Í HAVN – Filadelfia, Rhema, Evangeliihúsið og Meinigheitin í Hoyvík Sunnumorgunin 1. sept. kl. 11.00 í FILADELFIA Í HAVN. Sunnukvøldið 1. sept. kl. 18.00 í LÆRARASKULAHØLLINI Í HAVN – Filadelfia, Rhema, Evangeliihúsið og Meinigheitin í Hoyvík Mánakvøldið 2. sept. kl. 20.00 í SKÚLANUM Í TRONGISVÁGI Týskvøldið 3. sept. kl. 20.00 í SKÚLANUM Í TRONGISVÁGI Mikukvøldið 4. sept. kl. 20.00 í UNGMANNAFELAGSHÚSINUM Á SANDI – Betania, Skopun skipar fyri Leygarkvøldið 7. sept. kl. 20.00 møti í SKÁLANUM Í KLAKSVÍK – Soli Deo Gloria og Getsemane skipa fyri Sunnudagin 8. sept. kl. 17.00 møti í KELDUNI Í SKÁLABOTNI. F U N DA R R Ø Ð V I Ð Moses Hansen 3 0 . a u g u s t - 8 . s e p t e m b e Sjónleikarastevna í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 20.-22. september 2002. Tema: »At gera smáleikir burtur úr ævintýrum«. Tilmelding hjá MÁF í seinasta lagi 16. september 2002. Tlf. 315624 · mail maf@maf.fo Tvingsilssøla Hósdagin 26. sept- ember 2002, kl. 10.45 verður á dómaraskriv- stovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 41, Øravík. Ognin er eitt neyst í »Punthavnini«, til støddar 4 x 12 m. Eingin vegur er til neystið. Tvingsilssølan er um- biðin av Ólavur Jákup Kristoffersen, adv- okati, Fr. Petersens- gøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145, e-mail ojk@advlaw.fo (j. nr. 20020228), sum kann geva nærri upplýsingar og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Føroya Fútarættur 27. august 2002 Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður at seismiskar kanningar verða gjørdar á hesari havleið Útnyrðingshornið 60°45’N og 005°24’W Útsynnigshornið 60°24’N og 005°24’W Lanndsynningshornið 60°24’N og 004°30’W Landnyringshornið 60°45’N og 004°30’W Felagið Petroleum Geo-Services (PGS) kannar øki Kanninganar verða gjørdar vegna BP Exploration Operating Company Byrjað verður…………… 29.08.2002 Arbeiðið tekur væntandi… 3 vikur Skipanavn………………… Falcon Explorer Kallibókst/Heimstaður…… P35Y7, Cypros Fiskiveiðiumboð………… Armann Lamhauge Samband fast við hjálparskipið »Acquarius« á VHF rás 16 Upplýsningar um dagligar seismiskar fráboðanir og ávaringar fáast á sjálvvirkandi telefonskipan- ini 35 13 05, ella á telefon 35 13 00 Vaktar- & Bjargingartænastan Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? C M Y K 23 22