leygardagur 31. juli 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ein ússalig tala
oddagrein
TAÐ rekist einki fyri nøkrum
góðum samarbeiði í landsstýris-
samgonguni og lítið er komið av
skafti, av tí at semjan í samgong-
uni hevur verið so sum so og út-
litið fyri nakrari broyting er
vánaligt.
LÍTIÐ annað enn reyp um hver
hevur hildið stytstu og hver
longstu ræðuna á Ólavseku,
hvussu avbera ósamdir menn eru
og sitat úr donsku frágreiðingini
frá ráðgevandi nevndini um Før-
oyar, var at heinta í rødu løgmans.
SERLIGA var koyrilin vendur móti
ti eina landsstýrisflokkinum, løg-
maður talaði nógv um eina alt ov
stóra uttanlandsskuld, sum er
munandi vaksin síðan nýggja
landsstýrið tók við og síðan reyp
um øll tey »tiltøk« sum vóru løgd
still av sitandi landsstyri.
Samstundis sum hann boðaði frá,
at landsstýrið fór at seta í verk
fleiri almenn arbeiði, tá tað fór at
líða nærri at nýggjum
løgtingsvali.
TAD eru tiknar munandi fleiri inn-
tøkur frå borgarunum sidan borg-
arliga landsstýrið tók við — og
uppaftur fleiri skattabyrðar kunnu
væntast.
UM fiskirættindasamrådingarnar
úteftir segði løgmadur,' at tað
hevði eydnast at fáa ngkur góð
úrslit og var hetta serliga ti posi-
tiva samarbeiðnum, sum lands-
stýrið hevur við kommunistalond-
ini, fyri at takka. Var hetta sam-
arbeiði ikki, so hevði úrslitið verið
burturúr vánaligt úteftir.
ANNARS reyp av verkum, sum
fráfarnu landsstýri høvdu lagt til
rættis og fingið pening til, bæði á
heilsu- sosiala og mentunarliga
o.ø. økjum.
EIN tala um innanhysis ósemju,
har legmaður meira syntist at
hava stóran tvørleika at siga
nakað, tí hvat skuldi maðurin siga
um samvinnu og úrslit. Hann
skjeyt eftir andstøduni, ti hon
skuldi ikki hava funnið síni bein.
Hóast meginparturin av konstruk-
tivum tingmålum eru frá andstød-
uni.
EIN ússalig roynd at fjala útyvir
ómegd og spjaðing og lítla føri
løgmans at samvinna.
VIT skulu aftur kenna hvat sjálv-
bjargni er, endaði løgmaður. Men
fyrsta. treytin má vera, at
samgongan sjálv finnur síni bein.
Tað hevur hon íkki nú skeiðið
skjótt er hálvrunnið. Og tað er
ússaligt.
Ummæli av einum ummæli
— ella eitt ummæli
= | =
.
av Brå id vantar
Beinanvegin i hesum
ummæli av einum
ummæli, skal verða sligið
fast, at Hegni Djurhuus
hevur sín fulla rætt til, at
halda um Brá, hvat hann
vil, tað er hansara sóla-
klári rættur. Men tað
forðar ikki fyri, at koma
við nøkrum meira prin-
cipiellum hugleiðingum
um tað at ummæla og her
serstakliga ummælið hjá
Hegna Djurhuus av Brá í
Sosialinum nr. 67 — 17.
juli 1982.
Tad fyrsta tu kanst
vænta tær av einum
ummæli er, at tað heldur
seg til og viðgerð tær
ætlanir og fyriætlanir, ið
fólkini aftan tíðarritið
sjálvi hava sett sær.
Gaman í, Hegni D. hevur
sín fulla rætt til at halda,
at tær eru skeivar og áttu
at verið ødrvisi. Men í
einum ummæli eigur tað
at verða ummælt, ið
ætlanin er við tíðarrit-
inum, og hvussu tað er
eydnast.
Vit hava í blaðstjórnini
ongantíð ætlað okkum at
geva út eitt: »tidarrit i
Feroyum, sum eina ferð
um mánaðin kemur út við
aktuellum tilfari um ment-
an, livandi uppsett<. (Sosi-
alurin 17. juli s. 7). Tað
kann gott hugsast, at
tervur er á einum tílíkum
tíðarriti, men vit hava so
ongantíð sett okkum fyri
at geva tað út.
Tað sýnist sum um
Hegni D. ummælir alt
tíðarritið samsvarandi
hann kundi hugsað sær,
men sum ikki er okkara
hugsan, hann kann ikki
lasta innihaldinum í Brá,
tí tað ikki er í samsvar við
hansara hugsan um eitt
aktuelt mánaðartíðarrit.
Tí er alt ummælið sum
tað er, skrivað undir heilt
skeivum fortreytum. Har-
næst verður brigdað
okkum, at vit hava lagt
okkum fast uppá innihald
og uppseting. Eg havi nú
hugt alt Brá igjøgnum
aftur fleiri ferðir, men eg
dugi ongastaðni at síggja,
at nakað tílíkt verður
nevnt nakra staðni. Hetta
er aftur eitt demi um, at
tað sum Hegni D.
ummælir ikki er Brá, men
ein útgávuætlan soleiðis
sum hann hugsar sær
hana.
Hetta ber ikki til í
einum ummæli. Fremsta
uppgávan hjá einum um-
mælara er, at halda seg til
tað hann ummælir og ikki
nakað heilt annað, sum
Høgni D. ger. Tað hava vit
tíverri alt ov nógv dømi
um í Feroyum, tildømis
hjá Ola Breckmann.
Sosialurin hevur sein-
astu árini havt eina reð av
ummælum, ið hava verið
sermerkt av dygd og um-
hugsni — hesin ummælari
hjá Sosialinum, Jógvan
Isaksen, ið annars eisini er
blaðstjórnarlimur á Brá —
hevur so sanniliga ikki
lagt fingrarnar ímilum og
hevur ikki bert havt rós-
andi orð til tey verk, ið
hann hevur ummælt, men
hann hevur altíð grund-
givið steðu sína og tað
haldi eg er ein aðaltáttur í
ollum ummælaravirksemi,
at bæði rós og last verða
grundgivin.
Hvussu er so grundgev-
ingin fyri negativu umtal-
uni av Brá hjá Høgna D.
Fyrst skal nemast við
nakað, sum er beinleiðis
lættisoppakent og ikki
sørt óreiðiligt hjá einum
ummælara.
Viðgerðin av inni-
haldinum í Brá
Hegni D. skrivar soleiðis
um nakað av tilfarinum:
„Jógvan Isaksen rósar
Karsteni Hoydal á seks
síðum. Hanus Andreassen
hevur verið á yrkjara og
rithevundaskeið í Sve-
ríki... Av ikki umsettum
tilfari er greinin hjá John
Gustavsen um Alta-málið.
Hon er á norskum«. Er
hetta upplýsandi ella ein
góðskumeting av hesum
greinum. Her vanta
nøkur: hví og hvat. Hvi
heldur Hegni D. at Jóg-
van Isaksen rósar Kars-
teni Hoydal? Hvat skrivar
Hanus Andreassen um frå
skeiðnum, hvussu er tað,
og hvat heldur Hegni D.
um tað? Greinin hjá John
Gustavsen er á norskum,
er tað ein kvalitetsdómur?
ella hvat heldur Hegni D.
um greinina?
Somu atfinningar
kunnu gerast mótvegis
hesi atfinning hjá Hegna
D.: »Uppsetingin er tradi-
tionel. Hon er stirvin og
keðilig. Á síðunum 2, 43
og 66 er handskrivaður
tekstur. Sum minst tríggj-
ar kettur úr høvdatrog«.
Tað kann gott verða at
Hegni D. hevur rætt, men
so hevur hann so sanniliga
eisini skyldu til at koma
við eini grundgeving. Av-
gjerd orð uttan grundgev-
ing siga onki. Hvat er ein
traditionell, keðilig
uppseting? Hvussu heldur
Hegni D. kann hjálpast
uppá hetta, ella hverji
demi hevur hann at vísa á
um góða, spennandi og
liðiliga uppseting?
Treytin um grundgev-
ing er heldur ikki hildin, tá
ið Hegni D. skrivar um
greinina hjá Eyðuni
Andreassen, at hon er
ífylla, tí hon upprunaliga
varð hildin sum fyrilestur
í Turku í Finlandi. Fyri
tað fyrsta, so hevur hon
ikki fyrr verið á prenti á
foroyskum, og harnæst so
hevði tú væntað tær, at
tað ikki fór at verða for-
segan hjá greinini, ið fór
at verða viðgjerd, men
innihaldið, innihaldið er
eins áhugavert, sjålvt um
tað upprunaliga er ein
fyrilestur hildin um før-
oyskt evni í Turku.
Hvussu nógvir føroyingar
heldur Hegni D. vóru til
staðar í Turku, tá ið fyri-
lesturin varð hildin.
Samtid-fortid
Eitt sindur byttisligt er
kanska av mær, at visa å,
at Høgni D. i einum av-
gerðandi føri sýnir, at
hann ikki hevur ans fyri,
at tað at skriva um fortíð
ikki altid er tad sama, sum
ikki at vera tilvitin um
samtidina. Hann leggur
stóran dent á, at tíðarritið
finnir sær steði afturi í
1901 og at Malan Simon-
sen í grein síni fer aftur til
fyrstu skrivandi føroysku
kvinnurnar. Bæði hesi
fyribrigdi kunnu lýsast
undir einum. Tað at taka
steði í Kristini í Geil, er so,
sanniliga ikki at vanvirða
okkara samtíð — beint
tverturímóti verður gjørd
ein roynd at knýta aftur
til rák í Feroyum og í
foroyska samfelagnum, ið
hava havt og hava
alstóran týdning og eru
ein fyritreyt fyri at skilja
okkara samtíð. Tað ber
ikki til, at skriva um
nútíðina út í tóman heim,
tá kemur tú ikki at skilja
samtíðina, tverturímóti so
ber bert til at skriva um
samtíðina, tá ið vit skilja,
hví hon er, sum hon er.
Eitt seguleyst fólk er
uttan identitet. Tann sum
hevur valdið yvir seguni
hevur eisini valdið yvir
samfelagnum. Feroyingar
eru eitt seguleyst fólk í tí
týdningi, at sega okkara
verður = avskeplað. Tí
hevur tað eisini týdning,
at finna seguna aftur og
knýta aftur í tey fram-
burðssinnaðu, týdningar-
miklu rák, ið m.a. Kristin í
Geil umboðaði, at finna
okkara segu aftur.
Inngangurin hjá mær er
ikki skrivaður um 1902
men um 1982.
Sama kann sigast um
greinina hjá Maluni
Simonsen, hon roynir, at
geva sítt til, at grundar-
steinurin kann leggjast, so
tilber at viðgera kvinnu-
Nr. 72 — 31. juli 1982
bókmentir okkara og so-
satt kvinnusegu okkara,
ið ikki hevur verið gjert
nógv av fyrr. Hvat er tá
meira natúrligt, enn at
byrja við fyrstu skrivandi
føroysku kvinnunum og
umsteðunum hjá teimum.
Tú kanst verða ósamd/ur
ella samd/ur, men á tað
stødid ber til at byggja
víðari. Sum kunnugt so
varð Rom ikki bygt eftir
einum degi. Greinin hjá
Maluni Simonsen er so
sanniliga samtíðarkend
sum nakað.
Samandráttur
Samanumtikið ber til at
siga, at Hegni D. onga-
staðni grundgevur steðu-
takanir sínar og tá er tað
ikki longur eitt ummæli,
men ein journalistisk frá-
greiðing, tíverri sera sub-
jektiv. Tað skal íkki
leggjast Hegna Djurhuus
til last, eg havi ongantíð
hildið, at tað ber til at vera
objektivur, men tað forðar
ikki fyri, at Hegni Djur-
huus helt ávís dygdar-
krev, ið mugu krevjast av
tí, ið gevur seg til at
ummæla.
Ummælir í
Feroyum
Annað er, um tað er rætt,
bert at biða tilvildarlig
blaðfólk á einum blaði at
ummæla, so hetta so
hatta. Tað átti at borið til
at savna saman eitt lið av
fólki við serstakum áhuga
fyri ymiskum mentanar
og listargreinum á
blødunum, ið so kundu
bygt upp eina traditión
fyri ummælum, ið íkki
vóru so journalistisk sum
ummælið hjá t.d. Hegna
Djurhuus. Harvið veri
ikki sagt, at blaðfólk ikki
fult út kunnu rekja tílíkt
starv, tað sigur seg sjálvt,
men eitt dygdargott
ummæli er nakað annað
enn vanligur tíðindaflut-
ningur. Vit hava ikki øll
somul skil fyri ellum. Tað
hevði verið øllum pørtum
at gagni. Ikki minst
teimum, ið fáast við
mentanarligt virki av
einum hverjum slag,
soleiðis at hesi høvdu
fingið eina viðgerð, ið varð
teimum ein hjálp og veg-
leiðing framyvir.
Hjartasuff
Eitt lítið hjartasuff. Eg
kann ikki lata vera við at
koma við eini lítlari við-
merking viðvíkjandi
stjórnanini av Sosialinum.
Hevur blaðstjórnin ongar
ávísar reglur hon gongur
eftir t.d. hvat er ummæli,
tíðindir, lesarabrøv o.s.fr.?
So hevði ummælið hjá
Hegna Djurhuus verið
sett undir lesarabrev,
ummæli eftir teimum
treytum, ið eg her havi
sett, er tað ikki.
Rógvi Thomsen