Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 1982síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Myrkhærdir dreingir. Inga spælir saxofon í Big Band... 0 - Leygardagur 31. juli 1982 Góður dagur á Glaðsheyggi Eitt gallróp úr einum vindeyga, ti tú stytti tær leiðina oman av Lútzens- treð fyri at fáa sum mest vid av Joonnu, Rúnu og Brongli, oyðilegði ikki dagin. Sunnudagin 25. juli við tónleiki í sjey og ein hálvan tíma á Glaðs- heyggi Konsertin hjá Tutli eydnaðist stak væl. Hon byrjaði á slagnum fýra, fyrstu ferð, ein konsert er byrjað stundisliga her landinum, og tað vóru ongi teknisk brek. Tað var ikki ti, musikkurin vardi til hálvgum-tólv í staðin fyri tiggju. Tad var ti, fleiri nøvn komu á skránna í seinastu letu Veðrið var gott, eitt sindur kelið kanska. Kortini fóru fólk ikki upp at dansa fyrr enn móti endanum, tá rokkorkest- rini Paragraf og Streingja- súpan spældu. Tíverri vóru ikki so nógv fólk, sum skuldu til, fyri at kon- sertin kastaði nakað av sær til plátuútgávuna hjá Tutl. Eini 500, tað var alt. Men tey fingu so ein góðan dag burtur úr ti. Tutl seldi kaffi, pissel og breyð. Tey, sum høvdu hug til okkurt annað, fóru heim at bunkra, tá onkur kom á pallin, sum tey ikki løgdu so nógv i at hoyra. Og smádreingirnir fingu tómar fleskur fyri nógvar krónur. Orð og myndir: Hegni Djurhuus ————— Pallurin á Glaðsheyggi er ikki tíkin niður enn. Ætlanin var at hava eina konsert í dag við Para- graf, Streingjasúpan og einum orkestri afturat. Men um hon verður til nakað, var óvist, tá blaðið fór til prentingar. Men vónandi.