Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 14. september 1982 B68— HB, 1. deild: 1—2 (O—0): HB liggur nú einsamalt á odda — møguleikarnir fyri at finna meist- arheitið eru styrktir munandi Dysturin millum oddaliðið, HB, og botnliðið, B68, gjørdust javnari enn nógv høvdu vænta. HB vann tó dystin, og tå KÍ og TB í dystum sínum »bert« greiddu javnleik, er greitt, nú bert restar eitt leikumfar, at HB liggur einsamalt á odda við nógv teim bestu møguleikunum at vinna føroyameist- araheitið. HB-sigurin førdi eisini við sær, at toftamenn nú liggja einsamallir á botnplássinum — á niðurflytingarplássinum — við munandi skerdum møguleikum at varðveita plássið í 1. deild HB liggur nú einsa- malt á odda í 1. deild. Hetta gjordist greitt aftaná dyst- irnar sunnudagin. HB megnaði at vinna dystin móti B68 við tveimum málum móti einum, meðan tey bæði lið- ini, ið eisini høvdu møguleika at vinna meistaraheitið, og stríddist fyri hesum, KI og TB, »bert« greiddu javnleik. Tað varð annars torfer- ari enn vænta hjá HB, oddaliðnum, at vinna á B68, botnliðinum. Frammanundan dyst- inum hevdu flest ell — í hvussu er HB-við- haldsfólki — rokna við at HB hevði megu- leikar at ogna sær bæði stigini — kanska uttan stórvegis trupulleikar. B68 lá jú niðast í deild- ini, og tá teir leiktu móti TB í triðseinasta leikumfarinum, vikuna frammanundan, roynd- ist toftamenn alt annað enn góðir. Men annaðleiðis varð tó á Toftum sunnu- dagin. Dysturin var sera týdningarmikil fyri bæði liðini. Fyri at styrkja um megu- leikarnar = at vinna meistaraheitið skuldi HB vinna, og hjá B68 varð neyðugt at tryggja sær stig fyri møguliga at koma burtur av niðurflyt- ingarplássinum. Fyrri hálvleikur var ikki tann besti, um ein hugsar um fótbólts- spæl. Leikurin var til- vildarligur, og hvergum av liðunum eydnaðist at fáa veru- ligt tamarhald á spæl- ið. Fyrsta korterið var tað B68, ið átti størra lutin í leiki, uttan at teir tó megnaðu at spæla seg fram til veru- ligar málmeguleikar. HB kom meira við í spælið og ferðaðist bólturin tá aftur og fram eftir vellinum, úr einum máli í annað, tó uttan at nakað av liðunum eydnaðist at skjóta mál. Tað var tó HB, ið | betru — vandamiklaru — møgu- leikarnar, ikki altid or- hevði teir sakaðir av egnum álopsspæli, men av B68-ávum, av ótrygg- um verjuleiki. Seinni hálvleikur fekk heilt aðra gongd enn fyrri. Lidini vóru nærum ikki til at kenna aftur og tað kundi eins væl verið tvey onnur lið, enn tey, ið hevdu spælt í fyrra hálvleiki, ið nú vóru á vellinum. Bert sjey min. vóru farnir av seinna hálv- leiki tá HB kom á odda 1—0 við máli, ið Aki Davidsen skeyt. Hetta mál kom tá Áki, ið stóð púra fríur í sjálvum B68-brotsteiginum, fekk hega avlevering úr hegru og púra ótarn- aður kundi skjóta bólt- in í netið tætt við vinstru stong. Hetta mál fekk B68 at vakna og royndu teir nú tað, ið teir vóru mentir at javna. Og í 23. min. bar til. Petur Hans Hansen trekti einsamallur av miðjum velli í gjøgnum HB- verjuna oman á HB- brotsteigin, og aftaná at bæði við- og mótleik- arar hava havt fót á bóltinum, endar hesin hjá Petur Hans aftur, og eydnast honum, fyri miðjum máli, í trunk- anum av við- og mót- leikarum, at skjóta bóltin í netið og javnað til 1—1. Aftaná javnandi málið var tað B68, ið royndist málsóknara liðið, og hevdu tofta- menn fleiri góðar, vandamiklar møgu- leikar, ið nærum »åtti« at givið mál. Men eydnan var ikki við B68; í avgerandi let- unum bilaði altíð okkurt. Í hinum endanum av vellinum royndist eydnan blíðari hjá HB. Í 32. min. fekk HB fyrsta veruliga álop sítt, síðani B68 hevði javnað, í lag, og endaði hetta við, at Tummas Óli Mortensen varð spældur fríur av Bjarna Jacobsen fyri miðjum máli, og eyd- naðist Tummas Ola at skjóta bóltin í netið til 2—1, ið eisini gjørdust endaliga úrslitið. Hesin HB-sigur merkti, at HB legði seg einsamalt á odda í deildini við nógv teim bestu møguleikunum at vinna meistaraheitið og førdi eisini samstun- dis við sær, at B68 nú liggur einsamalt í botn- inum av deildini — á niðurflytingarplássin- um. Um málmeguleikarn- ar skuldi verið nýttir sum grundarlag fyri metingum um dystin, skuldu toftamenn havt eina stigið, men tað eru nú einaferð málini, ið telja, so. — Landskappingin i 3. deild: Verður Sumba tað ella HB? Nú er greitt, at bert Sumba og HB hava møguleikar at vinna 3. deild og sostatt tryggja sær leikrætt í 2. deild komandi leikár Sjálvt um tað sær út til at Suðuroyggin missir eitt lið úr 2. deild komandi leikár, nú VB liggur í stor- um vanda fyri at flyta nið- ur, so sær tó út til at eitt nýtt suðuroyarlið hevur meguleika at taka sæti í deildini í staðin. Sumba liggur einsamalt á odda í 3. deild, eitt stig framman fyri HB, og eru tað bert hesi bæði lið, ið kunnu vinna deildina. Tað var annars TB, ið lá best fyri til heystarhálvan var komin í helvt. Tá kom steðgur í, og hesin steðgur tykist at vara við. TB leikti leygardagin á Toft- um, og gjerdist fjórði Ó- sigurin á rað veruleiki. B68 vann stórsigur, teir vunnu við fimm málum móti ongum aftaná at hava verið á odda 2—0 í hálvleiki. Jóhan Hendrik Jensen skeyt trý mál fyri B68, meðan Tormóður Nesá skeyt hini bæði. Í Havn leiktu B36 og B71 og endaði hesin dyst- ur við 1—1 javnleiki, aft- anå at sandoyingar høvdu verid å odda 1—0 i hålv- leiki. Málið hjá B71 skeyt Róin Clementsen, meðan Sjúrður Norðbú javnaði fyri B 36. Í Sumba spældi odda- liðið móti Skála, og vunnu sumbingar dystin við tveimum málum móti ein- um, aftaná, at steðan í hálvleiki var 1—1. Í Klaksvk spældu KÍ og HB, og vann HB dystin við fýra málum moti tveimum, aftaná at teir høvdu verið á odda 1—0 í hálvleiki. Næsta leygardag fellur so avgerðin um tað skal verða Sumba ella HB, ið skal spæla í 2. deild kom- andi leikár. Sumba skal spæla móti B71 á Sandi, og hetta kann gerast ein sera torferur dystur hjá sumbingum at vinna. HB skal spæla móti B36, og roknast má við at HB vinnur henda dyst. So enn er einki avgjert. Heldur ikki niðurflytingin er avgjørd. Tað verður antin KÍ ella B 68, ið noyð- ist tungu gongdina niður í 4. deild. KÍ skal spæla móti TB á Tveroyri, með- an B68 hittir Skála á Skála.