leygardagur 18. september 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosjalurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjåri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: pf pressan 1981
Rekord Landsstýrið
oddagrein
TAÐ ER ein vanlig kapping millum
fólk kring allan heim at sleppa við
í sonevndu Guinnes Record bók-
ina. Nógv verður lagt fyri og
ymisk eru evnini, ið kappast
verður um fyri at seta heimsmet.
Vit føroyingar eiga helst ikki
nógvar reglur í hesi heimskendu
bók, men nú fer at bera betur til.
Er tað nakar, sum er sjálvskriv-
aður millum allar heimsins rekord-
ir í komandi útgávu, verður tað
eingin minni enn Feroya Lands-
stýri.
TEIR HAVA nevniliga sett eitt ótal
av rekordum uppá rekord stutta
tíð. Men tíverri ikki fyri tað góða.
LANDSSTÝRIÐ hevur sett met í
upphæddini á fíggjarlógini, sum er
hækkað við 25 prosentum. Met
í eykafíggjarlógini, sum teirri
stórstu. Haraftrat met í meir-
nýtslu. Uttanlandaskuldin — er
vaksin vid 60 prosentum eftir
hålvum ødrum åri. Teir hava nytt
70 pst. i ferðaútreiðslum meir enn
væntad. Og 25 pst. meir enn
undanfarna landsstýrið. Nærum
dupulta til veitslur enn mett og
nógv meira enn undanfarna lands-
stýrið.
TAÐ ER ikki logið, at tílík tøl góvu
nógvu umtalu á tingi. Hetta var jú
hitt víðagitna sparilandsstýrið,
sum skuldi tálma uttanlandaskuld-
ina. Tálma almennu og privatu
nýtsluna. Tað skuldi sparast. Eru
so hesir pengar nýttir til íløgur?
Eru teir nýttir til at skapa nýggj
arbeiðspláss? Nei, tíverri. Stórt
sæð er allur hesin peningur nýttur
til forbrúk.
MEN ONKUSTAÐNI er spart. Til
stuðul til ídnaðarfremjandi enda-
mál vóru avsettar 2.250.000 kr. Her
eru nýttar ein miljón. Somuleiðis
eru nógvar hundrað túsund
spardar til fiskivinnuiløgur.
Berghol eru spard. Fólka- og av-
lamispensiónin er seinkað í eitt
heilt ár. Og so seint sum hóv-
kveldið tók landsstýrið uppskotið
aftur um broytingar í forsorgar- og
barnaforsorgarlógini.
TAÐ MEST harmiliga við hesi
gongd er, at samstundis sum
landsstýrið við botnrekordpoli-
tikki sínum hevur sett eitt ótal av
negativum rekordum kann vísast
á rekordstóran útflutning, skatta-
og tollinntøku. Sjáldan hevur
nakað landsstýri fingið so lítið
burtur úr so nógvum. Og sjáldan
hevur verið so langt frá orðum til
verunleika.
Skapar møguleikar hjá teimum
stóru at eta teir smáu
Í hesum degum liggur
meguleikar fyri at
politisk
viðmerk-
ing
gera
uppskot landsstýrisins
um heimild at veðhalda
fyri kreppulánum til fiski-
skip og fiskavirkir á ting-
borðið
Eftir kravi frá sjálvstýr-
isflokkinum er ein treyt
fyri vedhaldi, at eigarar av
skipum skulu gjalda inn i
felagið tann pening, sum
teir orsakað av skattligum
avskrivingum hava spart í
skatti tey seinastu fimm
árini.
Taka vit sum demi, at
ein eigari í einum skipi er
arbeiðsmaður við eini árs-
innteku uppá 100.000 kr.,
so eru hansara meguleikar
fyri at gera skattligar av-
skrivingar lítlir ella ongir.
Ein annar eigari í skip-
inum er fiskimaður við
eini ársinnteku uppá
120.000 kr. Hansara
skattligar = avskrivingar
eru heldur ikki stórir. Men
ein triði eigari hevur eina
innteku uppá 400.000 kr.
um árið. Hjá hesum eru
meguleikarnir fyri at gera
skattligar = avskrivingar
rúmir.
Eftir fimm árum kemur
skipið í kreppu og skal at
biða um veðhald fyri
einum kreppuláni. Um lóg-
aruppskotið verður sam-
tykt, verður treytin nú
tann, at tann peningur,
sum er spardur í skatti
seinastu fimm árini, skal
gjaldast inn sum eginpen-
ingur. Arbeiðsmaðurin við
årsinntøkuni uppå
100.000 kr. hevur onki
spart i skatti og skal ti
onki gjalda. Fiskimadurin
vid teimum 120.000 kr. i
årsinntøku hevur spart.
rættuliga lítið og hansara
innskot verður hareftir.
Men tann triði eigarin við
eini ársinnteku uppá
400.000 kr. hevur spart
nógv í skatti. Tá hann
hevur gjert sítt innskot
verður hansara partur í
skipinum hækkaður í mun
til innskotið.
Urslitið verður nu, at
arbeiðsmaðurin má fara
burtur úr sum eigari, at
fiskimaðurin meguliga
sleppur at halda fram sum
eigari, men uttan nakra
ávirkan tá hansara partur
nú er vorðin ógvuliga av-
markaður, meðan tann
triði eigarin hevur fingið
buktina og báðar end-
arnar. Tann sum onki
hevði avskrivað misti sín
part í skipinum. Tann sum
Nr. 93 — 18. september 1982
Tekk til Jóannes
Tann 31. juli 1982 tók
Sosialurin upp yrking eftir
Jóannes Joensen á Hús-
um.
Havi bíðað eftir at kalls-
ingar skuldi takka tygum
alment fyri yrkingina við
stadarnøvnunum. Nú, tá
eg sjálvur fekk tikið seg
saman, er beinanveg ein
redd sum spyr, um eg eins
og teir klóku, ætli mær at
ummæla hetta skaldaverk
Jóannesar. Kanska er
henda reddin orsek til, at
eingin kallsoyingur
alment hevur takkað enn,
men uttan iva hevur
onkur sligið uppá tráin
kortini.
Nei orsekin til hesi orð,
er reint takksemi fyri yrk-
ingina. Í 71 erindum eru
212 staðarnevn. Trý í
hverjum. Umframt at
ríma og sita, geva tey eina
rúgvu av upplýsingum
um, hvussu mong av
teimum 212 steðunum
skulu brúkast sum ytir,
fyri at rógva fríur av flúr-
um.
Tann, sum hevur áhuga
í tí tíðini, verður beinan-
veg gripin av yrkingini, og
longu fyri Miðmunnahol-
inum, situr hann í bát-
inum saman við Jóannesi.
Onkur sum kennir prátið,
ið er upprunin til yrking-
ina, heldur seg kanska
vera komnan ov seint í
bátin. Hann hevur helst
verið á útróðri, og prátið
hevur sjálvandi gingið um
staðarnevn, bæði á Kalls-
oynni og aðrastaðni, sum
ýtir til plinkarnar, líka frá
morgninum av, men
tann, sum saknar prátið
norðanfyri Midmunnar-
holið, eigur at hava í huga,
at aðrir hava skrivað um
fiskileiðirnar har, men
harfyri hevði tað sjálvandi
verið spennandi, at sæð
Jóannes uppá henda spesi-
ella mátan sagt meira,
men uppaftur meira
spennandi hevði helst
verið, at fingið hann uppá
Norðlandið, og har nýtt
hesi serligu evnir síni.
Tað eru serliga fiskileið-
irnar frá Greimsey út til
Steinin, og víðari úteftir.
Hver einasti Skalli við for-
oyskum navni. Kanska
hevur Jóannes sjálvur
verið við at geva onkrum
navn. Teir fækkast, sum
kenna best hesar leiðir,
tíansheldur | nevnini á
hverjum Skalla.
Væl hava vit tann roter-
andi miðamannin uppi á
stýrhústakinum, og inni í
stýrhúsinum kassan, sum
gevur tær Skallan við
tveimum telum, men
hetta er nútíð.
Vónandi vera hesi ser-
ligu evni brúkt — at ríka
nútíð og framtíð við, men
tillukku við yrking tygara
um Kallsoynna Jóannes.
Heilsan
Ísak Matras
Ein bilig undanførsla, Pauli!
Uudir valstríðnum til løg-
tingsvalið seinasta royndi
núsitandi legmaður at
vísa á, hver var problemið
í føroyskum politikki. I
sínum býttisliga orða-
vavstri fór hann so langt,
at hann skuldsetti Atla
Dam fyri at vera fullan av
hatri.
Satt at siga, at trúði eg
ikki, at nakar av teimum
føroysku politikkarunum
soleiðis gekk og bar hatur
til nakran. Men, harra
blaðstjóri, eftir at hava
hoyrt orðaskiftið á tingi
um Norðurlandaráðið eri
eg farin at ivast, og tað
stórliga. Har kom nevni-
liga nakað fram, sum tyk-
ist benda á, at hin einaráð-
andi innan sambands-
flokkin, núsitandi leg-
maður, hevur nakað per-
sónligt, mest álíkt hatri,
móti Atla Dam.
At Pauli ikki vildi hava,
at Atli Dam skuldi um-
boða Feroyar í Norður-
landaráðnum við teirri
grundgeving, at Hilmar
Bech skal vera meira re-
spekteraður manna mill-
um, tað má sigast at vera
ein sera bílig undanfersla.
Sjálvandi verður Hilmar
respekteraður, men Pauli
eigur ikki at gloyma, at
Atli Dam ikki bert her
heima hjá okkum, men
eisini aðrastaðni fram-
vegis verður hildin at vera
framúr góður politikkari.
Tí kann hugsast, at núsit-
andi legmaður undir sein-
asta valstríði mælti tað, ið
hjarta hansara er fult av,
tá hann tosaði um hatur.
lurtari
»Mål — mála
»Ja-a, ha ha — man skuldi
tíu, eg var av Toftum, ella
omma min«.
Nei, Niels Juul. Um
omma tín og tú vóru av
Toftum, Tveroyri, Fugla-
firði, Getu, Klaksvík ella
hvar tað var, so hevði tú
verið líka eydnusamur.
Tað er ikki við Toftum
ella ellum hesum liðum tú
heldur við, men HB tú ert
ímóti, kanska ikki tí, tað
er HB, men tí HB liggur á
odda og tað mugu teir ikki
gera. Tann sum er fremst-
ur skal niður við nakkan-
um. Eingin má koma fram
um hini.
Ein partur í jantulógini
(Sandemose) sigur: Tú
skalt ikki billa tær inn, at
tú ert nakað.
Hesum fylgir tú. Eg
: haldi við HB (tað gerst
ikki við), men eg vil unna
KÍ ella TB ella hver tað so
er at vinna og gerast før-
oyameistari um teir blíva
tað, bert ikki henda nega-
tiva tónan, ið altíð hoyrist
mótvegis teimum, sum
eru føroyameistarar. Smá-
ligheit!
Tað ljóðar sum HB av
berum heldi hevur vunnið
alt summar. Nakað, fyri at
taka lítið til, liggur av
arbeiði aftanfyri.
Um ein stjóri sat í út-
varpinum, sum vist veru-
liga hvussu ein skal út-
varpa, hevði tú verið frá-
settur sum frásegumaður
í fótbólti so illa sum tú
dugir at goyma tinar
kenslur yvirfyri vinnandi
liðinum í letuni.
Tað má vera sera hug-
stoytt hjá trúfasta venj-
ara HB's at hoyra ferð
eftir ferð, at HB als íkki
vinnur, tí teir spæla betri,
tí tað gera jú mótsteðu-
spælararnir altíð) um
farast skal eftir tí útvarp-
aða. Ongantíð hoyrist hví
HB vinnur. Ein kann bara
gita sær til, sum ikki sær
dystin sjálvur, at tað er
meira lukkan enn skilið.
Misnegdur
A ff OA,
hevði avskrivad lítið misti
sína ávirkan. Tann sum
hevði avskrivað nógv fekk
alt. Verður lógaruppskotið
samtykt skapar tað møgu-
leikar hjá teimum stóru at
eta teir smáu.
Javnaðarflokkurin kann
ongatíð taka undir við, at
skattligar = avskrivingar
verða nýttar til privat-
nýtslu hjá teimum, sum
eiga part í einum vinnu-
virkið, men flokkurin
hevur hinvegin onki ímóti,
at skattligar avskrivingar
verða loyvdar í tann mun
vinnan hevur tørv á tí.
Fyri at koma »mis-
nytsluni« av skattligu av-
skrivingum til livs, hevur
javnadarflokkurin fleiri
ferðir tey seinastu 10 árini
verið við til at avmarka
avskrivingarmeguleikarn-
ar, og hetta er helst
einasta gongda leiðin í
hesum máli. Eina tílíka
avmarking afturat er
javnaðarflokkurin = altíð
sinnaður at tosa um,
meðan uppskotið, sum nú
liggur fyri, ikki kann
koma uppá tal.
Vilhelm Johannesen
á
á
á
;
EAN