Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Tordis Zacho: — Fyri meg sum útlending í Suðurafrika, heuði tað týdning, at eg kom úr Føroyum, og kenni meg rótfastan her. Bert við slíkari barlast ber til at fáa menniskjansligt samband við onnur, og at skilja teirra stødu, tó at hon er so nógu ødrvisi enn tað vit norðurlendingar annars síggja og hoyra Ein teirra, sum hevur búð í Botswana í Suður- afrika er Tordis Zacho. Tordis er havnargenta, dóttur Hassa og Tórgerð Kragesteen, sum giftist við dana og fekk tvey bern Tey búsettust í Skive, men tá bernini vóru eitt og trý ára gomul, fóru tey til Serwrove í Botswana, har Bent Zacho hevði fingið arbeiði, at undirvísa í einum læraraskúla. Tor- dis sigur sjálv, at hon var ógvuliga bangin, at fara so langt segði ta heimanífrá, men 3 kortini ikki fyri nøkrum. Hon hevði nærum ongantíð sæð litt fólk, og enskt mál — sum Botswana, dugdi hon lítið og einki tey tosaðu Fyrikomandi Mær nýttist tó ikki at ivast leingi. Tá vit komu til Botswana, vísti tað seg, at fólk vóru blíð og fyrikomandi. Tú lærdi skjótt at íbúgvarnir kendu seg væl saman við tær, um tú var hugað fyri at tosa við tey, og sýndi áhuga fyri teirra gerðar- málum. Botswana er tjóðveldi við forseta, sum verður valdur av fólkinum Landið hevur tvey flokka stýrisskipan, sum virkar væl, eftir umsteðunum í Suðurafrika. Botswana hevur eisini tann fyrimun, at tað ikki eru so nógvir ættarbólkar, sum berjast móti hverjum eðrum. Hóast landið samfelags- liga hevur broytt seg mun andi seinastu 20 árini tá gimsteina og koparnám vóru funnin, so eru fram- vegis fá ríkfólk og nógv fátækrafólk. Í dag sleppa øll børn í skúla, og kostar tað 40 kr. árliga at hava eitt skúlabarn. Um fólk ikki hava pengar, fáa bernini frípláss. Lokalrætt Landið verður stýrt eftir enskari fyrimynd, og eru lógirnar eisini enskar, men við síðuna av hesum, er eisini ein lokalur rættur sum kallast <kol Hesin elligamli rættur verður nýttur, tá fólk hava okkurt kærumål, sum tey vilja hava við- gjørt lokalt Limirnir i Kolla eru teir elstu menninir i landsby inum, sum royna at greina sundur og rættvísi á staðnum. Hetta syrgja fyri er lógligt eftir kommunu- skipanini. — Serliga minnist eg eina gentu, sum arbeiddi á Kommunuskrivstovuni. Hon var ein dagin farin til ein bónda, sum ikki hevði goldið skatt sín. Maðurin varð so óður, at hann segði okkurt vanvirðisligt við gentuna. Hetta vildi hon ikki lata sær bjóða. Hon stevndi mannin fyri Kolla, við tí úrsliti, at maðurin var kendur sekur og dømdur at gjalda gentuni 100 krónur, fyri ófóika- ligan atburð. — Við hesum vil eg vísa á, at tað hevur týdning, at fólk virða einstaklingin, og at tað ikki snýr seg um, bert at sýna virðing fyri teimum, sum er betur fyri enn tann mest fátæki, sigur Tordis. Hóast Tordis heldur, at vit hava gott av at ferð- Nr. 97 — 28. september 1982 Veðurlagið avirkar folkasløgini — sigur Tordis Zacho, sum hevur búð í Botswana í 10 år. Nú býr hon við familju síni í Danmark, men heldur, at jú long- ur norð vit koma á klótuna, tess minni opinskárað og blíðskort- að gerast vit. Í Botswana eru íbúgvarnir blíðir, fyrikomandi og altíð í góðum lag, hóast teir ikki eiga lut í teimum hentleikum og meguleikum at klára seg í gerandisdegnum, sum vit taka sum eina sjálvfylgju Orð og mynd Dagny Joensen ast, og síggja hvussu onnur fólk liva, so var tað kortini ikki bert tað góða, hon minnist aftur á. Ein óhugnalig hending var, tá nógv fólk doyðu, tí hundar í bygdini vóru smittaðir av hundaødi. Hetta førdi vid sær, at eis- ini børn og vaksin fingu hesi ræduligu sjuku, sum er deydilig, um ikki heilu- vágur verður givin beina- vegin Tá kendu vit okkum maktasleys, men kundu einki gera fyri at hjálpa. Velja sjálvar - Serligt dømi fyri íbúgv- arnar í Botswana er, at ungfólk ikki nýtast at gift- ast, um tey fáa bern Tordis sigur frá tveimum arbeiðskonum, sum vóru hjá teimum í Serwrove Tær áttu fleiri børn, men vóru ikki giftar ella búðu saman við manni. Tordis Zacho er heima í summarfri. Henni dámar væl at sita við koksvindeygað í fødi- heiminum og eygleiða fólk og náttúruna uttanfyri — Eg royndi at greina hetta sundur við at spyrja arbeiðsgenturnar, hví tær ikki vóru giftar. Tær segdu, at um ein kvinna giftist, so hevði maðurin alt valdið. Tær megnaðu sjálvar at syrgja fyri børnum og vildu sjálvar avgera, hvussu viðurskifti teirra skuldu mynda seg. Tá eg spurdi, um pápin ikki skuldi gjalda barna- pengar, segdu tær, at so hevði pápin eisini rætt til at taka barnið frá mamm- uni, so tað vildu tær heldur ikki. Annars vóru umsteð- urnar soleiðis, at tænastu- fólkið búði í einum húsi við síðuna av hjá okkum. Har fingu tey eitt kamar og atgongd til bað og kok. I løn fingu tær umleið 400 kr. um mánaðin, umframt frían kost og uppihald Arbeiðsgenturnar hevdu ikki bern við á arbeiðs- plássið. Har var altíð ein mostur ella fastur, at taka sær av teimum smáu, ella ein systir. Hesnahald — Hóast tað er so vanligt, at hava tænastufólk í Botswana, so hevði eg av- gjørt frammanundan, at eg ikki vildi ganga fyri einki, tí tað hevur ongan- tíð hóða mær. Eg avgjerdi at skaffa mær hesn, so vit fingu frískt kjøt og egg til egna nýtslu. Við síðuna av seldi eg eisini til grannarnar. Hetta var ikki væl dámt í byrjanini, at ein hvít kvinna arbeiddi í urta- garði og við hesnahald- inum. Í byrjanini róptu tey sum komu framvið húsum okkara til arbeiðsgent- urnar, um eg hevði mist vitið? Arbeiðsgentunum dámdi væl, at vit í felag gjørdu arbeiðið, og eg kom teimum nær og fekk ná- greiniliga innlit í gerandis- degi teirra uttanfyri arbeiðstíð. Eg var eisini í heimi teirra og vitjaði, men tað miseydnaðist, tí familjan var so undirbrotlig móti mær, at vit ikki kundu koma í samband við hvenn annan. Tey hevdu so stóra virð- ing fyri hvítum fólki, at tey ikki vistu hverjum beini tey skuldu standa á, og tordu neyvan at hyggja upp á meg. Tá so er, ber ikki til at fáa samband við fólk, og eg lat tey fáa frið, sigur Tordis. Tá Tordis og Bent Zacho hevdu verið í Bots- wana í góð fýra ár, fóru tey heimaftur til Skive at búgva, men bert eitt ár seinni fóru tey avstað aftur til Botswana, har Bent Zacho hevði fingið arbeiði sum projektleiðari á einum skúla, sum fram- leiddi undirvísingartilfar. Hetta var fyri U.N.I.CE.F. innan Danida. Hví fóru tit avstad aftur? — Tað var eins og vit ikki vóru liðug við Afrika. Hartil kom, at broytingin frá tí veðurlagnum og blíða og fyrikomandi sam- felagnum til Danmark og viðurskiftini har, var ov nógv fyri okkum. Vit kendu okkum fremmand í Danmark. Flóttarlega Í 1976 fóru vit til Francis- town í Botswana, sum er sterri býur við 2000 hvít- um og umleið 30—40.000 littum íbúgvum. Francis- town liggur nærindis markinum til Simbabvi, sum áður kallaðist Rhodesia. Hetta førdi við sær, at nógv flóttarfólk komu higar, og búði í flótt- arlegu sum Kirkens Ned- hjælp við stuðli frá Reyða Krossi, skipaði fyri. Uppgávan hjá Bent Zacho var her at skipa fyri TET E ——————— Arr Gl