mikudagur 4. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 168 - 4. september 2002
Nr. 168 - 4. september 2002
21
Tað verður ikki fyrr
enn í evstu løtu, at
Berti Vogts ger av,
hvørjar 18 leikarar
hann tekur við til
Føroyar
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Eftir ætlan skuldu vit longu
í blaðnum í gjár kunna sagt,
hvussu endaligi skotski
hópurin móti Føroyum fer
at síggja út. Frá sktotskum
miðlum vóru boðini undan
vikuskiftinum nevnliga, at
Berti Vogts longu mána-
morgunin fór at gera av,
hvørjir sjey leikarar skulu
sáldast úr 25-manna stóra
bruttohópinum, men tað
tykist tó kortini, sum um
venjarin hevur nakað at
hugsa um.
Týsmorgunin vóru boð-
ini úr skotska fjølmiðla-
heiminum nevnliga broytt.
Nú væntaðu teir ikki, at
Vogts fór at taka endaliga
hópin út fyrr enn týskvøld-
ið. T.v.s. eftir evstamark
okkara. Høvuðsorsøkin til
hetta er, at fleiri av lykla-
leikarunum hjá Vogts hava
onkrar smávegis snuddir,
men eisini er spenningurin
stórur, hvørt løku avrikini
móti eitt nú Danmark
herfyri fara at fáa avleið-
ingar fyri onkrar av meira
royndu leikarunum.
Eitt nú fanst Vogts eftir
dystin moti Danmark at
teimum
báðum,
Paul
Lambert og Barry Fergu-
son, sum báðir mugu rokn-
ast fyri avgjørdu lykla-
leikararnar á liðnum. Hálva
vegna varð spurningur sett-
ur, um teir ikki líktust ov
nógv í spælistíli, og um
pláss tískil var fyri báðum
teirra á vøllinum.
Skotsku miðlarnir rokna
tó fyri víst, at teir báðir vera
við í hópinum, men spurn-
ingurin er kanska, um Vogts
torir at taka báðar teirra út,
fyri síðani at seta annan á
beinkin.
Sum sagt skuldi endaligi
hópurin hjá Skotlandi tak-
ast út eftir evstamark okk-
ara týsdagin, og verður
meira helst at frætta um
hetta í blaðnum í morgin.
Teir 25 í skotska brutto-
hópinum vóru ananrs hesir:
Neil Alexander (Cardiff),
Robert Douglas (Celtic),
Paul Gallacher (Dundee),
Graham Alexander (Prest-
on), Stephen Crainey (Cel-
tic), Christian Dailly (West
Ham),
Maurice
Ross
(Rangers), Robbie Stock-
dale
(Middlesbrough),
David Weir (Everton), Lee
Wilkie (Dundee), Barry
Ferguson (Rangers), Scot
Gemmill (Everton), Paul
Lambert (Celtic), Derek
McInnes (WBA), Kevin
McNaughton (Aberdeen),
Dominic Matteo (Leeds),
Gary Naysmith (Everton),
Scott Severin (Hearts),
Gareth Williams (Notting-
ham F.), Stephen Crawford
(Dunfirmline), Paul Dickov
(Leicester), Scott Dobie
(WBA), Allan Johnston
(Middlesbrough),
Kevin
Kyle (Sunderland), Steven
Thompson (Dundee)
Ukraina er í fullum talvblóma við FIDE-
heimsmeistaranum Ruslan Ponomariov á
odda. Nú eiga teir eisini yngsta stórmeistara
nakrantíð, Sergei Karjakin
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tá 17 ára gamli Garry Kasparov í 1980 bleiv stórmeistari,
var hetta tá ein sera ungur aldur at fáa hendan fína tittul.
Bobby Fischer var tó í serflokki, tí hann bleiv longu stór-
meistari sum 15 ár og seks mánaðir gamal (1959). Ikki
fyrrenn í 1991 bleiv aldursmetið hjá Fischer tikið tá Judit
Polgar fullkomuliga óvæntað gjørdistv stórmeistari, tveir
mánaðir yngri enn Fischer.
Player
Fekk seinasta GM-normin sum
Bobby Fischer
15 ár, 6 mánaðir, 1 dag
Judit Polgar
15 ár, 4 mánaðir, 28 dagars
Peter Leko
14 ár, 4 mánaðir, 22 dagars
Etienne Bacrot
14 ár, 2 mánaðir, 0 dagars
Ruslan Ponomaryov 14 ár, 0 mánaðir, 17 dagars
Teimour Radjabov
14 ár, 0 mánaðir, 14 dagars
Bu Xiangzhi
13 ár, 10 mánaðir, 13 dagars
Sergey Karjakin
12 ár, 7 mánaðir, 0 dagars
(kelda: www.chessbase.com)
Ponomariov og Radjabov hava báðir telvað í Føroyum, og
báðir hava eisini einaferð verið yngstu stórmeistarar í
heiminum. Síðani teir í oktober 2000 luttóku í 3rd Tórs-
havn International í Norðurlandahúsinum, er mangt hent
innan talvlív teirra. Radjabov bleiv stutt seinni yngsti stór-
meistari í heiminum, og Ponomariov gjørdi ikki mætari
enn at gerast Fide-heimsmeistari í januar 2002.
Sergei Karjakin, føddur 12. januar 1990, gjørdi skjótt av
á vegnum til stórmeistaratittulin. Í januar vann hann sær
fyrsta GM-normin, í mai tann næsta, og í august ognaði
hann sær triða- og avgerandi GM-normin. Og eisini er
hann komin yvir um 2500 markið í rating, sum er krav fyri
at fáa stórmeistaratittulin.
Hjálpti heimsmeistaranum
Tá Ponomariov leikti HM-finaluna móti Ivanchuk fyrr í
ár, hevði hann ein lítlan pilt at hjálpa sær við fyri-
reikinginum til hendan týðandi talvdyst, nevnliga 12 ára
gamla Karjakin. Hetta vakti ans, og spurningur varð settur,
um hesin ungi maðurin veruliga kundi hjálpa Ponomariov.
Men fakta varð, at Ponomariov vann HM-dystin, og nú er
Karjakin vorðin yngsti stórmeistari nakrantíð. Hansara
rating er í løtuni 2523.
Flóvin reisti seg
Eftir miseydnaða kapping í Hollandi, har hann misti útvið
50 ratingstig á føroyska ratinglistanum, royndi Flóvin Tór
Næs seg aftur í opnari kapping í Týsklandi. Væl betur
gekst hesaferð, og fekk hann seks stig av níggju møgu-
ligum. Hetta gevur honum umleið eini 15-20 ratingstig.
Flóvin hevur verið sera aktivur hetta summarið við heili
fýra kappingum í skjáttuni. Sum heild hevur summarið
eydnast væl hjá honum, ikki minst við sínum IM-normi í
juli mánaða.
Talvið hesa vikuna
Talvið er frá kapping í Ukraina í mai, har Karjakin
vann sín næsta GM-norm.
Khudyakov - Karjakin
Alushta 2002
1.Rif3 d5 2.c4 dxc4 3.Fa4+ Ric6 4.Fxc4 e5 5.d3
Bd6 6.g3 Rige7 7.Bg2 Be6 8.Fa4 f6 9.Ric3 Fd7
10.Rie4 Rif5 11.Rixd6+ cxd6 12.e4? (12. 0-0 hevði
verið betur. Nú er d4 feltið klárt hjá svørtum at
eiga) Rifd4 13.Be3 (Borg hevði eisini her verið
besta val) Bh3!
14.Bxh3 Rixf3+ 15.Ke2 Ricd4+ og hvítur missir
frúnna 0-1
12 ár og stórmeistari
Støðan, 1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
KÍ
6
6 - 0 - 0
35
6
29
21
2
B36
6
4 - 0 - 2
13
11
2
14
3
HB
5
2 - 0 - 3
11
9
2
6
4
GÍ
4
2 - 0 - 2
6
17
-11
6
5
B68
4
1 - 0 - 3
7
10
-3
4
6
Skála
5
0 - 0 - 5
6
25
-19
0
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1
NSÍ
14
9 - 3 - 2
29
13
16
30
2
HB
14
9 - 2 - 3
40
17
23
29
3
KÍ
14
9 - 2 - 3
34
16
18
29
4
GÍ
14
8 - 1 - 5
26
22
4
25
5
B36
13
7 - 2 - 4
39
20
19
23
6
B68
13
5 - 5 - 3
19
18
1
20
7
VB
14
4 - 4 - 6
10
12
-2
16
8
EB/
Streymur 14
3 - 2 - 9
16
34
-18
11
9
TB
14
1 - 3 -10
13
50
-37
6
10 Skála
14
0 - 4 -10
9
33
-24
4
Alment er frágreið-
ingin, at Molnar ikki
hevði neyðugu
loyvini, men tað er
sannlíkt, at avrikini
móti KÍ høvdu sína
ávirkan
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast klaksvíkingar - eins
og føroysk lið vanliga gera
- máttu siga farvæl við
Europa eftir fyrsta undan-
kappingarumfar, so var
góða avrikið hjá KÍ ein
dyggur smeitur hjá ung-
verska Ujpesti.
Einki er at ivast í, at bæði
venjari, leikarar og ikki
minst
viðhaldsfólkini
høvdu roknað við einum
tryggum
samanløgdum
sigri móti føroysku um-
boðunum, men sum kunn-
ugt, so gekk tað altso bara
akkurát hjá Ujpesti at basa
føroyingunum,
og
teir
skulu vera glaðir um, at tað
hóast alt endaði við sigri í
Ungarn.
Nú tykist hetta eisini
hava fingið avleiðingar í
felagnum. Á heimasíðuni
hjá KÍ vita tey í øllum
førum at siga, at Ladislav
Mólnar, nú er sagdur úr
starvinum sum venjari hjá
felagnum. Alment er frá-
greiðingin, at hann ikki
hevur
neyðugu
UEFA-
góðkenningina, men tað er
neyvan ov langt av leið at
rokna við, at avrikini ímóti
KÍ hava havt sín stóra
leiklut í hesum.
Ujpest venjarin sekkjaður
Vogts ivast
Ársveitsla
Landsfelag Pensjónistanna hevur ársveitslu í
ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 14. september.
Nærri upplýsingar fáa tit frá tykkara egna lokal-
felag.
Tilmelding til tykkara felag seinast 9. september.
Nevndin
Søkt verður eftir
eftirlitsleiðara
(space controller)
til ferðamannadeildina
Starvið er í høvuðsheitinum eftirlit við bókingar-
skipanini:
1. Kømurum og koyggjum
2. Bildekk, nøgd og slag av akførum
3. Bólkabókingar
4. Fundarvirksemi
5. Matbókingar (pláss í matstovum)
Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur
útbúgving og royndir í at handfara tøl, í góðum
árum og ynskir at hoyra meira um starvið, so
skriva nøkur orð um teg sjálvan og fá eina sam-
røðu við okkum, merk brævið »eftirlitsleiðari«, alt
verður viðgjørt í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 12. september 2002.
P/F SMYRIL LINE
att.: stjórnin
Postboks 370
110 Tórshavn
SMYRIL LINE
Tel. +298 345900
Toyota Avensis
til sølu um hóskandi boð fæst.
Bilurin hevur alt í útstýri, í góðum standi, og sær
gott út.
2.0 Turbo Diesel. 172000 km. Er frá '98 grønur.
4 vetrardekk á felgum fylgja við.
Tlf. 21 27 07 - 25 93 30
Prísur
á pappi og pappíri
til endurnýtslu
Frá 1. september 2002 eru fylgjandi prísir gald-
andi fyri turt og reint papp og pappír til endur-
nýtslu.
Tilfar
kr/m3
Bara papp, heintað
90,00
Bara pappír, heintað
90,00
Blandað pappír og papp, heintað 120,00
Hvítur virkisposi: kr. 15,00 pr. stk.
Allir prísir uttan MVG.
• Pappír er tíðindabløð, vikubløð, tíðarrit, lýsing-
arbløð, kopipappír og annað reint pappír.
• Papp er pappeskjur og annað reint, turt og
óviðgjørt bylgjupapp ella kartonpapp.
• Prísirnir eru fyri leyst papp og pappír. Leysprís-
urin verður faldaður við 3, um papp ella pappír
eru samantrýst.
• Avtalað kann gerast um levering av pappi ella
pappír.
• Meira fæst at vita um burturkast á www.irf.fo
Norðoya
Javnaðarfelag
Lýsti aðalfundurin er útsettur til 10.september kl.
20.00 í Bøgøtu 3.
Nevndin
Egnarir
Søkt verður eftir accord egnarum, at byrja
beinanveg.
Tlf. 444385, 444409 ella 289435
Søkt verður eftir fólki
til skaða- og
tryggingardeildina
Starvið er í høvuðsheitinum at sýna skaðar á
akfør og farm.
Eisini skal viðkomandi gera upp og hava eftirlit
við møguligum umvælingum av skaðum.
Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur
útbúgving og royndir í at sýna og umvæla
skaðar, í góðum árum og ynskir at hoyra meira
um starvið,so skriva nøkur orð um teg sjálvan og
fá eina samrøðu við okkum.
Alt verður viðgjørt í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 12. september 2002.
SMYRIL LINE
att.: stjórnin
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
Til Leigu
Sethús í Tórshavn - A.C.Evensensgøta 18
Húsini eru í tveimum hæddum.
Stovuhædd: gongd, køkur, vaskirúm, stova og
hjallur.
Loftshædd: 3 kømur og baðirúm.
Húsini eru vælhildin og standa í friðarligum um-
hvørvi við sera góðum útsýni, tætt við fríøki,
barnagarð og skúla.
Skriva til: hustilleigu@hotmail.com og sig eitt
sindur um tykkum sjálvi, og hvat tit vilja gjalda.
Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460
Sethúsaklædningur
Plastik er
á goymslu
Slitsterkur & viðlíkahaldsfríur
C
M
Y
K
21
20