Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1982síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AO ILL: Nr. 111 — 30. oktober 1982 tíðindablaðið Heiðurslimur í Havbúnaðar- felagnum Jergen M. Olsen úr Vági, Menning Geyti í Kollafirði og Júst í Túni av Toftum vóru mikukveldið gjerdir til heiðurslimir í Feroya Havbúnaðarfelag, ið er felagið hjá fiska- og skelja- djóraalarum. Hetta hendi á aðalfundi- num í Feroya Havbún- aðarfelag. Jergen Olsen hevur gjert eitt ómetaliga stórt arbeiði við at granska fisk og skeljafisk og hevur gjørt rættiliga nógv vart við dálkingar- vandan, ið ein dag kann taka grundarlagið undan fiskaalingini i Føroyum. Menning Geyti og Just i Túni eru slóðbrótarar á ali- ekinum. Teir vóru millum teir fyrstu í Føroyum, sum fóru undir at gera royndir við at ala síl. Teir eru framvegis virknir á hesum eki. Nevndin í Feroya Hav- búnaðarfelag var annars afturvald á aðalfundinum. Í henni sita Knút Nolsee, John Andreasen og Knút Nygaard. Tiltakslimir eru Finnbogi Niclasen og Hans Jacobsen. Aðalfundurin gjerdi ymsar samtyktir. M.a. at senda bræv til SEV at fáa samvinnu í lag innan ymsar spurningar. Heitast skal á Feroya Legting at biðja lands- stýrið um at kanna viður- skiftini viðvíkjandi dálking frá súrhoyggja- brunnum og royna at beina fyri hesi álvarssomu dálkingini. Somuleiðis at heita á landsstýrið um at nevndin, sum umsitur aling, verður víðkað við einum limi úr Havbún- aðarfelagnum og einum frá heilsumyndugleik- unum. Sligið varð eisini fast, at æðan er skaðafuglur á kræklinga- og gággu- stovnar. Skal vinna gerast burtur úr gágguni, má æðan skerjast. jan Jorgen M. Olsen Óneyðugt við hýruvognsreglugerð = um ikki vinnuligi spurningurin verður viðgjordur — sigur Dánjal Jákup Jorgensen, formaður í Landsfelag Aksturvinnunar Mikudagin var fundur í Landsstýrinum um hýru- vognsreglugerð eftir nýggju lógini, sum var samtykt 19 september í ár. A fundinum luttóku Páll Vang, landsstýrismaður, sum hevur málið í hendi, Jalgrim Hilduberg, fulltrúi, umboð fyri Feroya Kommunufelag, Tórshavnar Býráð og Lands- felag Aksturvinnunar. Sosial- urin hevur tosað við Dánjal Jákup Jergensen, formann í Landsfelag Aksturvinnunar, um nakað úrslit spurdist burturúr fundinum ? — Fyri at lýsa steðuna, sum hon er í dag, so noyðist eg at fara aftur í tíðina, og siga eitt sindur um tað, sum er farið fram, áðrenn fundin í Landsstyrinum mikudagin, sigur Dánjal Jákup Jergen- sen. - Aksturvinnufelagið Samfylking hevur í langa tíð arbeitt fyri at fáa hýruvogns- reglugerð at galda í Tórs- havnar Kommunu, men ong- antíð er komið so langt, at nekur reglugerð er komin Fyri tveimum árum síðan vísti tað seg, at málið var komið undir land, tá býráðið setti ein bólk at arbeiða við málinum. Í bólkinum vóru Vegg Guttesen, fyri teknisku nevnd, Rókur Dalsgaard fyri ferðslunevndina, Dion Splidt og Heðin í Dali fyri Akstur- vinnufelagið Samfylking. Ur- slitið av arbeiðnum varð, at bólkurin gjerdi uppskot til hýsuvognsreglugerð fyri Tórshavnar Kommunu saman við einum áliti fyri Býráðið — Í hesum áliti stóð m.a., at tað ikki bar til at seta reglugerð í gildi í einari kommunu, tí lógarheimild ikki var til tess. Tað einasta lógin loyvdi kommununum var at skerja talið á hýru- vognum. Tí sendi býráðið málið í landsstýrið til um- mælis við umben um lógar- broyting. — Nú í vár — meira enn hálvtannað ár seinni, varð lógaruppskot lagt fram á ting, og tá Aksturvinnufelag- ið Samfylking sá uppskotið, hildu vit, at uppskotið var ov leysliga orðað. Lógarnevndin gav okkum ikki gætur Ti gjerdu vit eitt broytingar uppskot, har vit legdu fastari rammur um, hvat skuldi standa í eini komandi reglu gerð. Uppskotið varð lagt fyri á felagsfundi og í hevuðs heitinum samtykt Vit bóðu eisini um fund við lógarnevnd Førova Legtings men umframt at formaðurin ráddi okkum til at seta okkum í samband við bilførarar úr eðrum plássum í Feroyum fyrst. so fingu vit ikki nógv burturúr fundinum sigur Dánjal Jákup Jergen sen Hetta sæst best av, at ikki ein grein í uppskoti okkara er at síggja í lógini, sum varð samtykt 19. september í ár Tað er bert ein broyting farin fram frá legtingsins síðu, og tað er, at teir sum hyruvognskovring sum hjá vinnu kunnu halda fram til KOVra teir skifta bil, sigur Dånjal Jåkup Jørgensen Seta skøtil å Login er samtykt, og nu er at arbeida vidari. A fundi mikudagin i Lands- styrinum skuldi setast skjøtil å arbeidid at gera standard hýruvognsreglugerð. Lógin sigur, at Landsstýrið skal gera standard hýru- vognsreglugerð, sum kann setast í gildi við ella uttan broytingum, um ein ella fleiri kommunur ynskja tað. Nú er at fáa sum best burturúr hesi reglugerð. Tosad varð aftur og fram um ymiskt, men tað sum kom fram á fundinum frá ellum trimum innbodnu pertunum visti, at lógaruppskotið, sum Aksturvinnufelagið Samfylk- ing kom við, var nógv betri ramma um eina reglugerð enn núverandi lógin, sigur Dánjal Jákup Jergensen Uppskotið hjá okkum vísur týðuliga, hví vit vildu hava eina reglugerð Orsekin er tann, at tey fólk, sum hava hýruvogns- koyring sum fulltíðarvinnu, noyðast at arbeiða 10-16 tímar fyri at fáa eina daglen 71 gerð sum viðgerð vinnuna má í metir felagið. at ein reglu- fáast. Tað vil siga, eina reglu- gerð sum setir treytir fyri, hvussu nógvir bilar kunnu koyra í einari kommunu, hver skal fáa loyvi at koyra, og eina innstillingarnevnd, sum skipar fyri treytum, at fáa hýruvognsloyvi Rættast at seta arbeiðsbólk Uppskotið hjá Landsstýri- num viðgerð so at siga bara spurningin um innrætting og útgerð, og hetta meta vit er púrasta óneyðugt, tí ein kunngerð er frá 1967, sum viðgerð hetta. Seinni broyt- ingar eru gjerdar í 72. Tað einasta nýggja sum stendur í uppskotinum frá ' Lands- stýrinum er, at taxametur skal í bilarnar, og hetta kundi eins væl staðið í kunngerðini frá 67, bara ein broyting var samtykt í yvirskriftini og eitt petti sett inn í eina av grein unum Men hóast tað er so, at okkum ikki dámar uppskotið frá landsstýrinum, so meta vit, at fundurin kom til ein- asta rætta úrslit, sum hann kundi koma til. Hann sam- tykti at setast skuldi ein ar- beiðsbólkur, sum skal gera uppskot til eina standard reglugerð ella kanska tvær standard reglugerðir, eina fyri tey pláss, har hýruvogns- vinna kann rekast sum vinna burturav, og aðra fyri tey pláss, har hon má rekast sum partvís vinna ella hjávinna — Limirnir í hesum arbeiðs- bólki eru enn ikki valdir, men ein skal vera frá Feroya Kommunufelag, ein frá Tórs- havnar Býráð, ein frá Lands- stýrinum og eg eri valdur at umboða Landsfelag Akstur- vinnunar, endar Dánmjal Jákup Jørgensen Tað er einki avtalað um nær fyrstu fundur skal vera Dag. bøkur & blød Blaðið Javni fingið nýggja blaðstjórn Tað er ein sannroynd, at feroyingar lutfallsliga geva fleiri bleð út enn grannalond okkara. Tað er eisini ein sann- roynd, at hópin av blødum verða prentað, sum bert koma áhugabólkum í ávís- um felagsskapum til góðar, av tí at hesi bleð eru partur av tí arbeiði, sum fer fram innan ymsu feløgini Eitt av hesum blødum kom ut herfyri. Tad er blaðið Javni, sum landsfel- agið evnaveikum at bata gevur út. Nú hevur felagið Javni altíð verið felagsskapur, sum vanliga verður víst á, tá tað snýr seg um at beta um korini fyri part av okkum, sum ikki sjálvi duga at fera eitt mál fram. Her hava foreldrabólkar í felag lyft tungar byrður, sum hevur givið úrslit, so tað munar. Í blaðstjórnini — sita Diana í Puntabyrgi og Óli Simonsen, umframt Sonni Smith og Sigmund Poul- sen, — hesir báðir seinastu eru journalistar, og hava tí helst eisini ein leiklut í, at blaðið Javni hesaferð er so áhugavert og fjøll- broytt í innihaldi, eins og tað er sera væl uppsett. Tað er ikki fyri at geva teimum yrkislærdu á hesum eki sterri æru enn hinum blaðstjórunum, men blaðið er meira lesi- vinarligt og í innihaldi av slíkum slag, sum átti at komið sterri parti av al- menninginum til góðar. Ein grein í blaðnum er um summarlegu 1982, sum er sera áhugaverd at lesa. Hon er skriva á slik- an hátt, at bæði bern og vaksin fáa nakað burturúr. Hon kann hugs- ast at verða lisin upp fyri teimum, sum kanska ikki duga at lesa Ein upplýsandi grein er um skúlan fyri evnaveik í Klaksvík og hvussu hesin virkar í gerandisdegnum. Ein samreða er við Johs. Andr. Næs, skúlaráðgev- ara og skúlapsykolog um 20 ára samstarv við Sta- tens Ándssvageforsorg, tá evnaveiku bernini úr Fer- oyum komu heimaftur úr Danmark, til Skúlin á Treðni tók yvir í 1976, tá nýggi skulin var tikin í nýtslu. Hetta er ein grein, sum átti at komið almenn- inginum til góðar. Tíðindagrein er eisini í blaðnum, um eitt íognar- felag sum er sett á stovn. Hetta felagið hevur til endamál at arbeiða fyri, at evnaveik fáa meguleika at búgva í egnu íbúðum. Tað verður ov drúgt at taka alt við, men lat meg at enda nevna teigin Mangt og Hvat, sum er fyri lesiveik, eins og tey verða biðin um at skriva tilfar til blaðið, um eitt- hvert evni tey hava áhuga fyri. Sigmund Poulsen í blað- stjórnini fyri Javna sigur við Sosialin, at ætlanin er at fáa blaðið meira reglu- ligt út, tað vil siga umleið annan hvenn mánað. Í letuni eru 1500 limir í felagnum Javna, sum fáa blaðið sendandi. Møguleiki er fyri øllum at gerast limir í Javna Dag. I blaðnum Javni stendur grein um skúlan fyri brekað í Klaksvík, sum nú hevur virkað í fýra ár Undirvíst verður í gamla skúla, har seks næminga ganga