leygardagur 13. november 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EGE GG
SY
Nr, 117
13. november 1982
Formaðurin i Havnar Arbeiðsmannafelag:
Arbeiðsloysisstuðul
landsumfatandi uppgåva
Vit hava eisini tosað við
formannin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, Karl Jo-
ahnsen. Hann sigur, at tað
er ein óhugnalig gongd, at
arbeiðsmenn skulu verða
koyrdir til hús, men hann
vísir annars til, at tað hesa
ársins tíð er minni at gera.
— Kann arbeiðsmanna-
felagið gera nakað við
hetta?
— Hvat skulu vit gera!
Eg havi ongan rætt at far
út til Poul Mohr og siga,
at her skulu allir vera.
— Men hvat heldur tú
samfelagið eigur at gera
fyri fólk, sum einki arbeiði
hava?
— Tey kunnu ikki bert
ganga fyri vág og vind.
Okkurt má gerast. Ar-
beiðsleys arbeiðsfólk fáa
ikki nakrar pengar frá fel-
agnum. Tað meini eg
heldur ikki eitt fakfelag
kann taka sær av. Skal ein
tosa um arbeiðsloysis-
stuðul, so má tað almenna
standa aftanfyri. Men at
fakfelogini koma inn við
einum parti er í lagi. Ar-
beiðsloysisstuðul má vera
ein landsumfatandi
uppgáva.
Karl Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag
— Er arbeiðsloysi mill-
um arbeiðsfólk í Havn?
— Tað hevur ikki verið
rættiliga nógv til nú. Men
vanliga er nakað av
arbeidsloysi tá kavin
kemur. Tað hevur annars
verið sera trupult at fáa
fólk í summar. Tí eru fólk
úr Danmark komin higar
til eitt nú forskalling-
arbeiði.
— Eg haldi tað er ein
spurningur um stýringina
av tí, sum gjørt verður,
sigur Karl Johansen vid-
ari. -
— Verður alt gjørt uppá
ein gang, so standa vit
knappliga á berum. Og
skulu vit innflyta fólk at
gera tey arbeiði í ein
skund, og so standa eftir
við ongum, so er tað
heldur ikki rætt.
— Hvat heldur tú um
tað at innflyta fremmanda
arbeiðsmegi?
- Tað seti eg eitt spurn-
artekin við. Eg haldi ikki
vit eiga at gera tað, so má
tað heldur ganga spakulg-
ari.
Eigur tað almenna at
seta abreiðsloysisstuðul í
verk?
Tað má vera ein al-
menn uppgáva at hjálpa
kunnu fólk íkki fáa
arbeiði. Tey munnu ikki
doyggja í hungri.
Er so sosiala deildin
einasta loysn í dag,
Tað er hon, um einki
arbeiði fæst
jan
Formaðurin í Havnar Handverkarafelag:
Onga fráboðan
um arbeiðsloysi
Vit hava ikki fingið frá-
boðan frá limum okkara
um, at einki arbeiði er at
fáa. Tað er ógvuliga sjáld-
n at hetta hendir
Seinast var fyri tveimum
irum i, tá vit hevdu
jakrar fåar fyrispurn
gal
letta sigur formaðurin i
Havnar Handverkara
ig. Høgni Højgaard
oðu ð »osialin
VA
rs
skipasmidju eru
dir til hus
Nevndin i felagnum
varð boðað til fundar vid
leiðsluna á skipasmiðjun
fyri nøkrum døgum sidan,
tå okkum varð greitt frá
støduni
Vit fingu at vita frå
leidsluni, sigur Høgni Høj
gaard víðari, at ætlanir
r 1 i at íða
g) skip, og i
er okk Y irbeiði til
FO:
> —
11
Þr
>
&
|
Formadurin i Havnar Handverkarafelag: Høgni Høj-
gaard
Men verður farið undir
at smíða nýtt skip so fer
mangul á
1 1
egl Leidslan
shavnar Skipasmid
NSKT1 l il
x 6
landverkarafelagið fer at
enn handverkarar til at
gera handverkaraarbeiði
| } I y
Nil hetta s Høgn
Højgaard, í te 1 Í€
in n OY 3 <=K 3
1 i k i
1Ø£ serstakliga
Térshavnar Skipasmidja einki arbeidi i løtuni:
Nybygningur
i umbúnað?
Eitt tad størsta arbeids-
plássið i Havn, Tórshavn-
ar Skipasmiðja, liggur so
gott sum lamið í løtuni.
Tann stóra bedingin hevur
nú staðið tóm í eina tíð.
Ongar umvælingar og
eingin nybygningur!
Higartil eru nøkur fólk
send til hús. Sosialurin
hevur frætt, at tað verður
arbeitt við eini ætlan at
byggja eitt nýtt skip. Poul
Mohr, stjóri, sigur til
hetta, at nakað er í um-
búnað, men hann kann
enn ikki upplýsa, hvat tað
er
Uppá fyrispurning um
henda staðan við ongum
komin knapp
sigur Poui
arbeiði er
liga a teir
Mohr. at hetta kom heilt
óvæntað I fjør um
somu tid høvdu vit nokk
at gera. Tå høvdu vit m.a
tríggjar íslendingar til
umvælingar Í ár er
eingin.
Víðari sigur stjórin á
Skipasmiðjuni, at teir fyrr
hava havt tíðir við lítlum
arbeiði, men tær hava
verið so stuttar, at tað
hevur ikki verið so neyð
ugt at senda fólk til hús
Í ár duga vit ongan
annan útveg at finna enn
at biðja fólk fara til hús
fyribils.
Uppá fyrispurning um
ikki tílíkt stórt virki eigur
at hava betri tilrættalegg-
ing, soleiðis, at fólk ikki
verða send til hús í tíð og
úrtíð sigur Poul Mohr, at
teir hevdu eitt stórt
arbeiði, sum knappliga
glapp teimum av hondum
Hetta hevði givið nógv
arbeiði alt árið út
Førovingar keypa i
dag gomul skip og um-
byggja tey uttanlands. Er
hetta ikki ein skeiv
gongd?
Tað haldi eg so av
gjørt. Vit eru fúsir at gera
tev arbeiði vit fáa, antin
talan er um umvælingar,
umbyggingar ella nýgerð-
ir
Annars haldi eg hetta í
stóran mun er upp til
landsstýrið, tí tað skal í
flestu forum lata fígging á
onkran hátt. Eg haldi
eisini, at her hevur lands-
stýrið góðan meguleika at
stýra gongdini
Nógv verður tosað
um, at fiskiflotin eigur at
endurnýggjast, tí nógv
skip eru ov ótíðarhóskandi
og ov gomul. Er hetta ikki
ein uppgáva fyri t.d. Tórs-
havnar Skipasmiðju?
So avgjert. Men vit
vita, at tað er sera tungt
at fáa dýr skip at bera seg
í dag, tí er tað ein spurn-
hættir sær
ingur, hver
undir at byggja nýggj og
stór skip. Neyvan slepst
undan tilskotum frá tí al
menna. Hetta má so verða
ein politiskur spurningur
Hevur ein ráð at lata
vera at seta gongd á bygg
ing av fiskiskipum her
heima aftur?
Tad er púra rætt, at
tað kann verða ein spurn-
ingur, um vit hava ráð at
lata vera. Men har mugu
politikararnir so fáa eina
heildarætlan uppá beinini,
endar Poul Mohr
jan
Columbus
til Sands
Sandingar hava keypt
Columbus ir
Hetta
skipið sandingar
keypt i 14 dagar. Hitt var
Midvingur sum vari