Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 169 - 5. september 2002 Nr. 169 - 5. september 2002 27 Øll B36 málini í stór- sigrinum á Svanga- skarði vórðu skorað av landsliðsspæl- arum, meðan annar av landsliðsmonn- unum hjá B68 fram ímóti dystarenda varð rikin av vøllinum B68–B36 Jóannes Hansen B36 er framvegis væl við í stríðnum um heiðursmerk- ini. B68 er fullkomuliga krøkt av í FM stríðnum, og sannlíkið fyri, at teir skulu endurvinna bronsukrónur- nar, sum teir ognaðu sær bæði í fjør og í fyrraárið, er burtur eftir tapið á heima- vølli týskvøldið. Størsta heiðurin fyri at tað eydnaðist B36 at vinna tøttu og intensu uppgerðina 4–1 eigur B36 liðformað- urin, John Petersen. Fyri eygunum á landsliðsvenj- aranum, Henrik Larsen, skoraði hann trý mál. Eftir hetta er landsliðsvenjarin neyvan í iva um, at John skal vera annars er álops- spælarunum leygardagin. B68 hevði eina fitta løtu í 2. hálvleiki so mikið gott tak á, at tað luktaði meiri av 2–2, enn at B36 skuldi økja um 2–1 leiðsluna. B68 fekk um endan, eftir at teir høvdu framt dupult útskift- ing. Fríðin Ziskason fekk meiri tyngd í miðvøllin, har Klæmint Matras og Julian Johnsson høvdu havt lætt spæl í nærdystunum, og Messias Perreira var trygg- ur í verjuspælinum. Bra- silski verjumaðurin hevur ongantíð spælt seg av lið- num, og tað er sera torført at finna grundgevingar fyri, at hann ikki skal vera ímillum teir fyrstu ellivu, og at Fróði Benjaminsen skal vera miðverji. Fróði verður roknaður sum ein hin fremsti mið- vallarin í landinum. Ímóti Liktinstein var hann á mið- vøllinum frá byrjan, og hann telist millum upp- løgdu evnini til teir fyrstu ellivu ímóti Skotlandi. Men á B68 liðnum var hann aftur ímóti B36 miðverji. Og tað kendist undarligt, tá havt verður í huga, at B68 í 1. hálvleiki hevði lítla lotið undan, og at váti vøllurin var upplagt undirlag at royna við langskotum. Saman við Øssuri Hansen hevur Fróði Benjaminsen í fleiri ár verið størsta skot- hóttanin úti frá. Avgerandi løtan Sekundvísarin hevði akku- rát verið runt fyrstu ferð eftir stegðin, tá B36 økti til 2–0. Harvið tóktist dysturin avgjørdur, og mátin, sum málið var til uppá, mundi tyngja B68 liðið. Eftir B36 álop varð bólturin spældur fram ímóti miðstrikuni. Har møtti Julian Johnsson hon- um. Hann sendi høgt og langt í B68 brotsteigin. Ólukktíð fyri Kjartan Nesá, so var bestikkið hjá honum av støðuni ikki nóg gott. Bólturin støkk í váta vøllin og upp um málverjan fyri síðani at taka í annan stólp- an og rulla í mótsatta síðu- netið! Eftir málið, sum minti um tað, ið sæst í piltaliðs- dystum, var talan eina løtu um tómgongd. So var tað, at B68 skifti út, og tá fór rættuliga at liggja fyri. John Heri Dam minkaði um munin, tá hann við handara stólpan stútaði innlegg frá Øssuri Hansen í høgru í málið. Síðani var tað fleiri ferðir um reppið, at B68 javnaði. Næst vóru teir eftir horna, tá dysturin eisini varð av- gjørdur. Tvær royndir úr málteiginum vórðu bloker- aðar í B36 verjuni, áðrenn Messias sendi upp um málið. So fóru B36 í álop. Teir fingu horna í høgru, Julian Florescu legði inn- fyri, John Petersen rann ímóti bóltinum og snittaði frammarlaga úr málteigin- um sera hegnisliga við høvdinum í mótsatta borð. Einki var at siga til, at B36 fagnaðurin var stórur. Í staðin fyri 2–2 vóru teir á odda 3–1, og harvið var av- gjørt, at øll stigini skuldu til Havnar. Í síðstu løtu staðfestu teir báðir landsliðsmenninir, ið høvdu skorað málini, so talan gjørdist um stóran sigur. Julian Johnsson royndi við skoti, sum Hans Fróði Hansen møtti við hondini. Ostaskorpan kom úr lummanum hjá Niklasi á Líðarenda, sum leiddi løttu uppgávuna fyrimyndarliga, B68 liðformaðurin fór av vøllinum, og B36 liðfor- maðurin krýndi stórt avrik við brotssparksmáli. Fyrsti partur av stóra av- rikinum var miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Magna á Lakjuni, varð bólturin stýrdur til John Petersen í handara borð- inum – sera skjóti Bárður Mortansson var runnin diagonalt til nærra stólpan – og skotið hjá John úr tíggju metrum úr høgru var flatt og neyvt. Ferðin var høg, men tað komu ikki fleiri mál í 1. hálvleiki. Bárður Mortans- son var tætt við, tá hann á 35 metra teini sneiddi framvið fleiri og sendi í málverjan, og í hinum end- anum var tað vandamikið, tá Fróði Benjaminsen eina einastu ferð var við í álopi, og René Tórgarð akkurát fekk bent langskotinum til horna. B68: Kjartan Nesá – Oleif Joensen, Hans Fróði Han- sen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam – Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen, Bogi Petersen – Anders Nygaard, Øssur Jacobsen, Øssur Hansen B36: René Tórgarð – Arn- bjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen – Julian Johnsson, Jákup á Borg, Klæmint Matras – Bárður Mortans- son, John Petersen, Magni á Lakjuni Heldur ikki hesa ferð slapp Jens Kristian Hansen at vera við hús føðingardagin, sum hann enn eina ferð var á Svanga- skarði LANDSLIÐSSPÆLARI Jóannes Hansen Eitt av størstu ivamálunum viðvíkjandi landsliðnum ímóti Skotlandi hevur verið, hvussu tað fór at vera hjá Jens Kristiani Hansen. Veteranurin, sum hevur spælt 41 landsdystir og hevur skorað trý mál, var á B36 liðnum á Svangaskarði í illveðrinum sunnudagin, og hann var aftur á B36 liðnum týskvøldið. Harvið bendir alt á, at Jens Kristian verður førur fyri at spæla á landsliðnum leygardagin. Tá tjúgu manna liðið varð úttikið í síðstu viku, varð nevnt her á síðunum, at Jens Kristian Hansen er upplagt val til vinstra verju- borð í fýra manna verjuni, og soleiðis verður tað iva- leyst eisini. Ofta hava landsdystir verið spældir tíðliga í sep- tember. Jens Kristian hevur føðingardag 3. september, og tí hevur hann ofta verið saman við landsliðsspælar- unum, tá hann hevur havt føðingardag. Hann var í venjingarlegu til landsdyst, tá hann hevði føðingardag í 1994, 1995, 1997, 1998 og 1999, og í fyrraárið spældu Føroyar 2–2 á heimavølli tann dagin, tá Jens Kristian hevði føðingardag. Í fjør vóru eisini landsdystir á skránni. Tá varð spælt ímóti Luksemborg 1. sep- tember og ímóti Russlandi á heimavølli 5. september. Í ár bendi alt á, at Jens Kristian Hansen skuldi verða við hús allan dagin 3. september, tá hann fylti 31 ár. Men soleiðis tørnaði tað ikki út. At landskappingardyst- urin ímóti B68 sunnudagin skuldi spælast av nýggjum týskvøldið 3. september hevði við sær, at Jens Kristian enn eina ferð var staddur á Svangaskarði, tá hann hevði føðingardag. Men hesa ferð slapp hann til hús at hitta familju og vinir, sum vóru komnir í føðingardag, áðrenn hann fyrrapartin í gjár aftur fór á Svangaskarð at fyrireika seg til landsdyst. John væl trimmaður at taka ímóti skotum Føðingardagarnar er hann á Svangaskarði John Petersen nýtti nýggja dystin móti B68 til at staðfesta, at hann eigur at verða sjálvskrivaður í álopinum á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Hóast Jens Kristian Hansen hevur røtur av Toftum í bæði móðir- og faðirætt, so hevði hann helst vilja sloppið at verið heima á føðingardegnum, nú landsliðið ikki savnaðist fyrr enn dagin eftir, men lagnan vildi, at hann aftur hesa ferð helst føðingardag á Svangaskarði Mynd: Álvur Haraldsen KARISMA skipar fyri ferð til Bergens við Atlantsflog Um nóg stórur áhugi er, skipar KARISMA fyri ferð til Bergens. Ferðin verður gjørd í samband við heyst-evnisskeið og ungdómsráðstevnu á Levende Ord Ferðaætlan úr Føroyum: Úr Vágum týskvøldið 15. oktober kl. 18.30. Úr Bergen leygardagin 19. oktober kl. 18.30. Kostnaður báðar vegir 2.100,00 kr. Ferðaseðlar verða fyrst latnir teimum, sum tekna seg til evnisskeiðið ella ungdómsráðstevnuna. Um pláss er eftir, kunnu onnur áhugaði eisini koma við. Skipað verður fyri gisting og flutningi hjá teimum, sum tekna seg til tiltøkini á Levende Ord. Kostnaður fyri gisting á gistihúsið 4 nætur: 1.000,00 kr. Eisini ber til hjá áhugaðum í Noregi at keypa ferðaseðlar til Føroya og aftur. Ferðaætlan úr Noregi: Úr Bergen týskvøldið 15. oktober kl. 21.30. Úr Vágum leygardagin 19. oktober kl. 16.30. Kostnaður báðar vegir 2.100,00 kr. Bílegging og tilmeldan áðrenn 22.september á telefon 314088 - 214088 - 221499 e-mail: danjac@kallnet.fo KARISMA Maskinførari Royndur maskinførari søkist. Maskinkoyring Tlf. 211853 – 316653 Lesið Sosialin C M Y K 27 26