hósdagur 5. september 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 169 - 5. september 2002
Nr. 169 - 5. september 2002
29
Egnarir
Søkt verður eftir accord egnarum, at byrja
beinanveg.
Tlf. 444385, 444409 ella 289435
Fólk søkist
til fast starv til kvøldið og vikuskiftini.
Arbeiðstíðirnar eru hesar:
mánadag-hósdag 19.00-23.30
fríggjadag, leyg- og sunnudag 13.00-19.00
Pf. Frants Restorff
Tórsgøta 13 · Postsmoga 41
110 Tórshavn · Tlf. 311060
Søkt verður eftir fólki
til skaða- og
tryggingardeildina
Starvið er í høvuðsheitinum at sýna skaðar á
akfør og farm.
Eisini skal viðkomandi gera upp og hava eftirlit
við møguligum umvælingum av skaðum.
Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur
útbúgving og royndir í at sýna og umvæla
skaðar, í góðum árum og ynskir at hoyra meira
um starvið,so skriva nøkur orð um teg sjálvan og
fá eina samrøðu við okkum.
Alt verður viðgjørt í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 12. september 2002.
SMYRIL LINE
att.: stjórnin
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
Starvsfólk
til Dagrøktina í Runavíkar
Kommunu
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Kommunalu
Dagrøktina í Runavíkar Kommunu at arbeiða 30
tímar um vikuna.
Í Dagrøktarskipanini eru 90 børn og 21 dagrøkt-
armammur.
Vit ynskja at tú ert kreativur, hevur góð sam-
starvsevnir og hevur hug at arbeiða við børnum.
Arbeiðið verður í størstan mun skipað út frá
spælistovuni.
Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá
dagrøktarleiðaranum á tlf. 44 8594.
Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktini í hendi í
seinasta lagi 20/09-2002.
Dagrøktarskipanin
í Runavíkar Kommunu
Heiðavegur
600 Saltangará
Goymslulærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til eykalutagoymsluna
(Nissan, Opel, Saab, Peugeot).
Førleikakrøv: FHS, HH, HF ella studentsprógv.
Koyrikort krevst.
Skrivlig umsókn til
P/f Meinhardt Arge
Boks 3171
110 Tórshavn
Tlf. 345400
Ístaðin fyri at keypa nýtt
Vit lakera alt
innbúgv, so tað
verður sum nýtt.
Skápshurðar og
innhurðar
Ein bíligari loysn
Auto-Tek
Argjaboðagøta 5 · Tlf. 321206 · fax 321236 eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006
Útbjóðing
Hervið bjóðar Skála Kommuna arbeiðið út, í al-
mennari licitatión,at gera nýggjar gøtulyktir í Skála-
firði.
Arbeiðið umfatar kaðalgrøv, mastrafundamentir,
tyrving av kaðalum og mastrastøði.
Útbjóðingartilfarið fæst við at gjalda kr. 2.000,00 á
konto nr. 1562918 í P/f Føroya Banka.
Tilboðini skulu sendast ella latast Skála Kommunu í
afturlatnum brævbjálva, merktur
»Gøtulyktir«
Innkomin tilboð verða latin upp á Kommunuskriv-
stovuni mánadagin 20.09.02 kl.14.00,og kunnu teir
sum bjóða, verða hjástaddir tá tilboðini verða latin
upp.
Skála Kommuna skilar sær rætt til at velja millum
innkomnu boðini ella onki at taka.
Skála Kommuna
480 Skáli
Skeiðsdepilin við Marknagil – SDM
Skeið í roknskapi
og skatti
Endamál: At læra um grundleggjandi hugtøk
innan roknskap og hvussu ein verður
uppsettur.
At læra um grundleggjandi hugtøk
innan skatt og mvg.
1. dagur: Roknskapur
Innihald:
• Virkishættir og møguleikar
• Almennar reglur: Bókhald, skattur, mvg
• Uppsetan av roknskapi
• Innihald í rakstri
• Innihald í fíggjarstøðu
• Arbeiðið við serligum roknskapum (case-arbeiði)
2. dagur: Skattur og mvg
Innihald:
•
Virkishættir og møguleikar (endurtøka)
•
Almennar reglur: Bókhald, skattur, mvg
(endurtøka)
•
Skattligar reglur (skattalógin v.m.)
•
Munur millum skattaroknskap og ársroknskap
•
Mvg-lógin
•
Arbeiðið við serligum roknskapum
(case-arbeiði)
Tíðarskeið: 10. og 12. spetember 2002
kl. 17.15-20.30
Stað:
Føroya Handilsskúli,Tórshavn
Kostnaður: 1.750,00 kr. íroknað frálæru, tilfar
og mat.
Skeiðsdepilin við Marknagil
Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn
Tlf. 318813, fax 313374
t-postur fh-sth@post.olivant.fo
»Víkingur« 800
Siglir 26 míl, kann fara longur.
Fiskar betri
Góðskan í topp.
Áhugaðir, vendið tykkum til
Oddmar Juul Samuelsen
Postboks 23 – 110 Tórshavn
Telefon 31 86 49 og 22 90 88
Sethús til sølu
Sethúsini Óluvugøta 12 verða við hesum lýst til sølu.
Grundøkið er 806 m2.Húsini eru totalrenoverað í
1997. Uttanumøkið er gjørt m.a. við tveimum
glasvøllum.
Innrættaða gólvvíddin er 222 m2 í 2 hæddum og
lítil kjallari.Til sethúsini hoyrir bilhús og carportur.
Húsini eru í góðum standi og eru innrættaði
soleiðis:
Á 1. hædd eru 2 gangir, 1 stórur køkur, 1 stór
stova, 1 wc v/ brúsu og 3 verilsir.
Á 2. hædd er ein stór gongd, 4 verilsir og 1 wc v/
brúsu.
Stórt ovastaloft, ið er gólvbelagt.
Áhugaðir keyparir kunnu síggja ognina eftir
avtalu við undirritaða,sum somuleiðis eisini kann
geva fleiri upplýsingar um hetta ynskist.
Nærri fæst annars at vita við at venda sær til
Christian Andreasen, adv.
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
att.: Fríða Patursson, adv.
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Akfaraskránna til
setan so skjótt sum gjørligt.Talan er um eitt tíðarav-
markað starv, ið er skipað sum eitt 1/2 ársverk.
Uppgávur:
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum fer ætlandi í
næstum at áseta, at øll prutl skulu skrásetast. Í hes-
um sambandi verður søkt eftir fólki til hesa upp-
gávu. Uppgávan fevnir m.a. um:
• Avgreiðsla av viðskiftafólki
• Framleiðslu og útflýggjan av nummarspjøldrum
• Eftirkanning av kravdum skjølum
• Kunning av viðskiftafólki um átakið
Førleikakrøv:
Vit
hugsa
okkum
ein
persón
við
skrivstovuútbúgving, HH ella líknandi útbúgving.
Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og at
viðkomandi er fyrikomandi.Tað er ein fyrimunur um
viðkomandi hevur kunnleika til at arbeiða við teldu.
Setanartreytir:
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafelagið.Starvssetananin hoyr-
ir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráðir.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til tlf. 350400 og tosað við Jákup Jacobsen,
stjóra. Umsóknir við møguligum prógvum og við-
mælum, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 9.
september 2002.
BILEFTIRLIT FØROYA
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO-110 Tórshavn
Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálaráðnum og
hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kunningar
og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólko koyri-
kort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfara-
skrásetingina og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórs-
havn hevur Bileftirlitið sýnsdeildir um alt landið. Á Bileftir-
litinum starvast 18 fólk.
Norðoya
Javnaðarfelag
Lýsti aðalfundurin er útsettur til 10.september kl.
20.00 í Bøgøtu 3.
Nevndin
Pedagogar ella
hjálparfólk
til Sambýlið í Stoffalág 64 í Havn
Innan Trivnaðarmálaráðið og stovnar undir tí, við
tænastu inntil víðari á Sambýlinum í Stoffalág 64 í
Havn er eitt pedagogstarv leyst til setan 1. oktober
2002 ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett eftir sáttmálum millum Fíggjar-
málastýrið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastu-
mannasettar pedagogar, lønt eftir lønarstiganum
24-31 eftir lønaravtaluni frá mars 2002.
Sambýlið í Stoffalág 64 er eitt nýstovnað sambýlið,
sum verður heim hjá fimm menningartarnaðum
ungfólkum.
Arbeiðsuppgávurnar hjá starvsfólkunum verða at
taka sær av íbúgvunum og øllum øðrum arbeiði í
heiminum.Týdningur verður lagdur á, at umsøkjar-
ar hava fakliga vitan og eru áhugaðir í at útbúgva
seg meira. Hava góð samstarvs- og innlivingarevni,
eru kroppsliga væl fyri og ikki bangnir fyri at taka
tøk.
Bert fólk, sum hava lokið námsfrøðiligt prógv ella
líknandi prógv verða sett sum pedagogar, men um
ikki pedagogur verður settur, so verður starvið sett
tíðaravmarkað við hjálparfólki, sett eftir hjálpar-
fólkasáttmálanum.
Nærri fæst at vita um størivni frá Marjuni á Plógv,
leiðara á telefon 314664. Umsóknarfreistin er 21.
september 2002 og skulu umsóknirnar sendast til:
Sambýlið í Softalág 64
Att. Leiðarin
FO-100 Tórshavn
Søkt verður eftir
eftirlitsleiðara
(space controller)
til ferðamannadeildina
Starvið er í høvuðsheitinum eftirlit við bókingar-
skipanini:
1. Kømurum og koyggjum
2. Bildekk, nøgd og slag av akførum
3. Bólkabókingar
4. Fundarvirksemi
5. Matbókingar (pláss í matstovum)
Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur
útbúgving og royndir í at handfara tøl, í góðum
árum og ynskir at hoyra meira um starvið, so
skriva nøkur orð um teg sjálvan og fá eina sam-
røðu við okkum, merk brævið »eftirlitsleiðari«, alt
verður viðgjørt í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 12. september 2002.
P/F SMYRIL LINE
att.: stjórnin
Postboks 370
110 Tórshavn
SMYRIL LINE
Tel. +298 345900
Stoypijarnsketil
til sølu
Merki: Tasso
Árg.: 1994
Typa: T4 8 bar – 37,5 kw
Att.:Signar Olsen
tlf. 22 05 28 ella 34 56 63
C
M
Y
K
29
28