týsdagur 18. januar 1983síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skal nú
hava
fulltrúa
Á býráðsskrivstovuna
í Havn skal nú ein
skrivstovufulltrúi star-
vast. Býráðsfundurin
samtykti hóskveldið at
seta Hanus Iversen,
sum er juristur, í
starvið.
Talan er um eitt nýtt
starv. Fulltrúin skal
vera skrivari hjá fíggj-
arnevndini og skal taka
sær av skrivaraarbeiði
og virka sum skrivari
hjá býráðsskrivaran-
um og býráðsformann-
inum.
Somuleiðis skal full-
trúin skipa fyri komm-
unikatiónini millum
deildirnar og hava
starvsfólkamál undir
sær, meðan býráðs-
skrivarin er starvs-
fólkastjóri.
Tað fóru tríggjar
skrivligar atkveðu-
greiðslur fram, áðrenn
Hanus M. Iversen varð
settur. Hin umsekjarin
var Bjarni Olsen, cand.
oecon.
Å 37. lønar-
stig
Sjey býráðslimir hava
avgjert at starvið sum
býarverkfreðingur í
hevuðsstaðnum skal
setast í 37. lenar-
rammu í tænastu-
mannasáttmálanum.
Tann lenin svarar til
einar 270.000 kr
árliga.
Nakað av kjaki var
um málið. Seinasta
heyst avgjerdi býráðið
at stervini sum býráðs-
skrivari og býarverk-
freðingur skulu javn-
setast, soleiðis at
kommunan líka sum
hevur ein fyrisit-
ingarligan og ein tekn-
iskan stjóra, meðan
býráðsformaðurin er
ovast í umsitingini.
Dánjal Larsen segði
seg ikki vera vanan við
at góðtaka hegar lenir.
Hann vísti á, at áðrenn
hevur býráðið samtykt
at seta býráðsskrivara-
starvið í 37. lenar-
rammu.
— Gera vit ikki tað
sama nú, seta vit skip-
aran upp móti kokk-
inum. Tí gangi eg við
til hetta, segði Dánjal
Larsen. Men hann legði
afturat, at hann var
ímóti hesum hegu len-
unum, sum svara til
hálvatriðju arbeiðs-
mannalen.
Annars boðaði hann
frá, at eitt krav fór at
koma um at seta tær
hegu lenirnar niður.
Ronald Poulsen helt
tað vera legið at seta
býarverkfreðingin í 37.
lenarrammu í sjálvari
royndartíðini.
Heðin Mortensen
vísti á, at tá býráðið
hevði avgjørt at javn-
stilla verkfreðingin og
skrivaran, mátti tað
fera til somu lenar-
viðurskifti og eisini í
royndartíðini.
Nýtt
pakkhús
Býráðið í Havn hevur
samtykt at geva
havnanevndini loyvi at
taka eitt byggilán í
Feroya Sparikassa í
samband við at Tórs-
havnar havn skal latta
eitt stórt pakkhús
byggja á Eystari
bryggju.
Sparikassin = hevur
játtað lánið, sum er
tvær mill. kr. og kann
umleggjast til fast lán,
tá byggingin er liðug.
Havnarnevndin og
býráðið samtyktu
seinsta heyst at gera
eitt nýtt pakkhús á
staðnum, har
pakkhúsið hjá Strand-
ferðsluni, fyrr Poul
Hansen, stóð og har
skrivstovubygningurin
hjá Timburhandlinum
var. Tá leigumálið við
Skipshandilin er úti,
og húsið tikið niður,
skal pakkhúsið leingj-
ast tann vegin. Pakk-
húsið er breiðari enn
teir = gomlu bygn-
ingarnir og taka mestu
breiddina av vegnum.
Tey gomlu, gulu
pakkhúsini skulu tí
takast burtur, soleiðis
at Havnin fær ein
nýggjan »havnafront«.
Einki
hóvasták
Tórshavnar kommuna
hevur ikki fyrireika seg
til at gera nakað hóva-
sták burtur úr tí, at tað
komandi ár eru 75 ár
liðin síðan kommunan
gjørdist keypsstadur,
upplysti byrådsfor-
maðurin, Poul Michels-
en, å byrådsfundinum
hóskveldið.
Nýggja samgongan
hevur sett ein fyri-
spurning til býráðsfor-
mannin, um nakrar
fyrireikingar eru gjerd-
ar. Hann upplýsti, at
einasta kommunan
hevur gjert er at bjóða
borgmeistarunum i
vinarbyunum at koma
hendan vegin i
summar. Ånnars upp-
lýsti hann, at ítróttar-
feløg hava tikið stig til
ítróttarstevnu við út-
lendskari lutteku.
Fleiri vístu á, at 75
ára dagurin var einki at
halda, tí tann gamla
lógin er farin úr gildið
fyri 10 árum síðani.
tíðindablaðið
Nr. 7 — 18. januar 1983
Vil eisini sleppa sær undan
fritidarlogini
Finnur Johansen: — Býráðslimir síggja trell á alljósum
degi!
Tórshavnar kommuna
roynir nú eisini at sleppa
sær undan tí ætladu løg-
tingslógini um »fritidar-
undirvísing v.m.« — tann
sokallaða frítíðarlógin.
Hetta ger hevuðsstaðar-
kommunan við at seta ein
skjóttvirkandi arbeiðs-
bólk saman við Feroya
Kommunufelag, sum
Tórshavnar kommuna
annars ikki er limur i.
Hesin bólkurin skal koma
við egnum uppskoti um
kveld- og ungdómsskúla-
lóg.
Eins og fleiri aðrar
kommunur er Havnar
kommuna eisini ivingar-
som. Hon sær, sum Finnur
Johansen, býráðslimur,
segði tað á fundinum hós-
kveldið: >Trell á aljósum
degi«.
Umboð fyri býráðið
hava havt fund við lands-
skúlafyrisitingina og
Eilif Samuelsen og løg-
tingsins skúlanevnd. Men
tað er ikki eydnast hesum
at tosa so mikið gott fyri
uppskotinum, ella ganga
ynskjum á meti, at komm-
unurnar taka undir við
uppskotinum.
Tí á fundarskránni til
býráðsfundin stendur:
„Hesin fundur (við lands-
stýrið, blaðm.) gjørdi ikki
málið greiðari og meira
innbjóðandi fyri býráðið
og spurningurin er tí, um
býráðið og kommunufel-
agið nú skuldu sett skjótt-
arbeiðandi > bólkar at
komið við egnum uppskoti
um kveld- og ungdóms-
skúlalóg.
Kommunan hevur
avgerðina
Finnur Johansen vísti í
orðaskiftinum um málið á,
at nógv hava fert fram,at
lógin fór at gerast dýr fyri
kommunurnar. Men, segði
hann, kommunurnar
avgera sjálvar, hvussu
nógv lógin kemur at kosta
Hann helt ikki, at fólk
hava nakað ímóti sjálvari
undirvísingini, men aftur
ímóti eru fólk ivingarsom
um tann partin, sum kall-
ast frítíðarvirksemi, sum
kommunurnar eisini
kunnu stuðla.
Ronald Poulsen tók í
henda trådin og vísti á, at
sambært lógini kann
landsskúlafyrisitingin seta
ymiskt ígongd. Tá kann
talan vera um krey, sum
borgarnir ikki ynskja,
segði hann.
Poul Michelsen har-
maðist um, at landsstýrið,
sum ynskir at styrkja
kommunala sjálvstýrið,
arbeiðir við hesi lógini
beint tverturímóti hesum
máli. Hann vísti á, at í
lógini stendur skal um
tað, at landsskúlafyrisit-
ingin kann áleggja
kommunum at fáa nakað
ígongd.
Býráðsformaðurin segði
seg vera bangnan fyri, at
nakað av tí stóra sjálv-
bodna ungdómsarbeiðn-
um — ella filantropiska,
sum hann segði tað — fór
at hverva. Hann segði seg
ikki vera ímóti, at komm-
unur stuðla frítíðarvirk-
semi. Men tað má vera út
frá fíggjarligari orku,
segði hann.
Heðin Mortensen visti
eisini á, at lógin kann
koma at gerast dýr, tí hon
heimilar m.a. tí, at bólkar,
sum hava tikið seg saman
um okkurt, kunnu krevja
leiðara og undirvísing.
Finnur Johansen visti
atfinningunum aftur og
helt fast við, at kommuna
kann siga nei. Hann segði,
at í lógini stendur, at
kommunur skula hava frí-
tíðarvirksemi í mun til
vav og tørv og um
kommunan er før fyri ti.
— Vit eiga at geva
teimum ungu henda
meguleikan. Vit síggja jú,
hvussu rúsdrekkanýtslan
millum ung ekist, segði
Finnur Johansen m.a.
Annars vísti hann á, at
tað eru meðalstórar bygd-
ir, sum nærum einki útboð
hava í kveldskúlaundir-
vísing — undir 100 tímar.
Málið skal nú viðgerast
av mentanevndini.
jo-mo
Velbastaðvegurin endaði
í figgjarnevndini
Eitt uppskot um at breiðka Velbastaðvegin út
móti Kirkjugarðinum varð ikki endaliga samtykt
á býráðsfundinum i Havn hóskveldið. Tað skal
fyri aftur ein eyka býráðsfund. Formaðurin í tekn-
isku nevnd, Jákup Sune Jacobsen, mælir til, at
kommunan sjálv ger arbeiðið. Hann vísti á býráðs-
fundinum á,
at tá hevur kommunan betri
meguleika at fáa teimum, sum ikki hava arbeiði
Uppskotið um at breiða vel-
Doktar
bastaðvegin frá
Dahlsgetu og út til Heygs-
vegin er farið í figgjarnevnd-
ina.
Býráðsformaðurin gjerdi
vart við, at málið snúði seg
um fígging. og skuldi tí eisini
við gerast av figgjarnevnd-
ini.
Eftir drúgt orðaskifti
samtykti býráðið eitt upp-
skot frá Heðini Mortensen,
um at lata málið viðgera á
næsta fíggjarnevndarfundi
og lata tað koma fyri á einum
eykabýráðsfundi.
Tað er ein meiriluti í tekn-
isku nevnd, sum hevur mælt
til at fara undir arbeiðið nú.
Á verandi fíggjarætlan er ein
millión sett av til eina vegfer-
ing av J. C. Svabosgetu
suður um Landssjúkrahúsið,
men tað er helst ikki ein
meiriluti fyri hesum og eingin
samtykt er gjerd. Í ellum
ferum verður einki gjert í
hesum fíggjarárinum. Tí
mælir ein meiriluti í teknisku
nevnd at brúka peningin til
at breiðka Velbastaðvegin
Ódámligt at taka av
Sandagerði
Á býráðsfundinum heitti
Arnstein Niclasen enn eina-
ferð á býráðið um at gera
vegin suður um Landssjúkra-
húsið. Hann segði, at tekn-
iskt letur tað seg væl gera
Somuleiðis letur tað seg gera
at byrgja soleiðis av, at
Landssjúkrahúsið ikki
verður órógvað.
Men formaðurin í teknisku
nevnd, Jákup Sune Jacobsen,
vísti á, at á fundi millum
umboð fyri býráðið og Lands-
sjúkrahúsið kom fram, at tað
er ikki ynskiligt at fáa ein veg
sunnan fyri og niðan í J. C.
Svabosgetu omanvert á
benum í Sandagerði
— Tað er kanska tekniskt
rætt at leggja vegin har, men
kensluliga er tað ikki rætt
Odåmligt at skula taka av
ekinum við Sandagerð, tí so
skulu fólk av Landssjúkra-
húsinum yvir um eina
ferðsluæðr, tá tey skulu ein
túr oman í Sandagerð, segði
Jákup Sune Jacobsen
Vilja lata
Hann upplýsti, at ein
meiriluti hevur samtykt at
ognartaka lendið fram við
Velbastaðvegnum, men at
hann og Petur í Gong hava
tosað við tey, sum búgva
framvið vegnum, og tey vilja
lata til vegin
Annars segði Jákup Sune
Jacobsen, at ein meiriluti
ynskti, at menn hjá
kommununi sjálvir gera
vegin. Hann metti, at tá
hevði býráðið betur megu-
leika at sleppa teimum í
arbeiði, sum kanska ikki
hava arbeiði í letuni.
Hverki Arnstein Niclasen
ella Poul Michelsen tóku
undir við hesum at
kommunan skal taka sær av
arbeiðnum. Arnstein mælti
til at bjóða vegin út, meðan
Poul Michelsen dugdi ikki at
síggja, at kommunan skal
taka sær av spurninginum at
fáa fólki arbeiði. Hann segði,
at tað vil máa grundarlagið
undan byggifyritøkum.
Ronald Poulsen tók undir
við eini minnilutatilráðing frá
Petur F. Christiansen í
teknisku nevnd. Hann hevur
mælt til fyrst at kanna
meguleikarnar fyri at leingja
Heygsvegin oman fram við
kirkjugarðinum og út á Argir
og kanna meguleikarnar at
fáa Ringvegin út á Argir
Ronald Poulsen mælti tí til at
bíða at gera vegastrekkið,
sum talan er um, í hesum
fíggjarárinum og seta eina
upphædd á komandi fíggjar-
ætlan.
Jákup Sune Jacobsen
segði, at hann hevði prinsipi-
elt ikki nakað ímóti at bjóða
arbeiðir út, men helt, at úttal-
ilsini frá teimum, sum ikki
taka undir við uppskotinum,
bendu á, at teir bert vilja
forða fyri at arbeiðið fer í
gongd. Hann vísti á, at eingin
er ímóti at gera vegastrekkið.
Annars upplýsti formaðurin í
teknisku nevnd, at fleiri
arbeiðsmenn eru heimsendir í
seinastuni. Fleiri hava spurt
um arbeiði. Hann segði, at
tað er ein skylda hjá komm:
ununi at beta um steðuna og
tað kann hon gera við m.a. at
fara undir hetta vegarbeiðið.
Málið skal viðgerast á
næsta figgjarnevndarfundi
Nevndin skal eisini viðgera
málið um at gera strekkið av
Ringvegnum frá Hálsi og
yvir til Hvítanesvegin. Hesi
málini skulu síðan leggjast
fyri ein eykabýráðsfund
jo-mo