Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-29, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1983síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ou … 56. årg. * kr. 4, Nr. 12 + leygardagur 29. januar 1983 javnaður broðralag frælsi , 9 } Nú må berast sk] t i siglingarmalinum . Her hava vit so skipid, sum eitt føroyskt felag ætlar at keypa til at røkja uttanlandssiglingina, sum Smyril hevur røkt undan- farnu årini. Skipid eitur »Prins Deeron« og er syst- urskip til »Gustav Wasa«, sum menn eisini hava hugt eftir. Hetta skipid å myndini er nakað eldri enn „Gustav Wasa«, men ann- ars eru tey meinlík. Skipið tekur 1050 ferðafólk, hevur koyggjur til 800 ferðafólk og pláss fyri 250 bilum. Sammeta vit við Smyril, sum leingi hevur verið alt ov lítið til at rekja uttanlandssigling- ina, so hevur hetta skipið dupult so stóran kapaci- tet og er væntandi betri egnað til slíka sigling. Meðan so gott sum alt er klárt til at gera eina keypsavtalu um eitt av omanfyri nevndu skipum — verður bíðað eftir svari úr Tinganesi. Í meira enn fýra mánaðir hava tey 1000 *fólkini, ið hava sett meira enn 10 mill. kr. í re ellum partapeningi í hetta áhguaverda projektið, bíðað eftir svari. Lands- stýrið skal m.a. játta egin- pening og veðhald. Tað skal svara ja ella nei! Men tað svarar als ikki Tað er nú í evstu stund at taka eina avgerð, um eitt nýt tskip skal keyp- ast, ella uttanlandssigl- ingin heilt skal kovast við at varðveita Smyril í hesi sigling. Smyril er als ikki tíðarhóskandi longur. Og úti i Strandferðsluni streyma bíleggingarnar inn — tað sigst, at talið á bíleggingum til summar- siglingina er sterri enn nakrantíð fyrr. Eigararnir av Wasa og Deeron vilja hava svar úr Feroyum heilt skjótt, annars verða skipini leigað út til aðrar. Trinidad Og á Trinidad bíða teir eisini alspentir eftir svar úr Feroyum. Umborð á Teistanum, sum røkir ferðamannasiglingina har, er føroysk manning, sum i blødunum og útvarpi hevur úttalað, at skipið er sera væl hóskað til sigling har, og at menn har eru nøgdir við skipið. Men leigumálið av Teistanum tann dýr- gripur hetta er — dettur helst niðurfyri aftur. Bert stutta tíð aftaná, at fyrsta leigumálið varð gjert. Stjórnin á Trinidad vil hava svar úr landsstýr- inum seinast 1. februar hevur Sosialurin fingið upplýst. Hevur landsstýrið til ta tíð ikki tikið eina steðu, so gleppur okkum hetta leigumál av hondum. Eitt leigumál, sum fyrstu tvey árini hevði givið meira enn 22 mill. kr. í nettovinningi. Men stjórnin har yviri hevur ikki ætlanir um at keypa ella byggja skip, og hon hevur heldur ikki manning til slíkt skip, og skip skal hon undir ellum umsteðum hava til sigl ingina har. Tí er helst einki at ivast í, og okkurt bendir eisini á hetta, at stjórnin á Trinidad er sinnað at leiga skipið 1 fýra ár ella kanska í upp til 8 ár Tað er greitt, at her má berast skjótt at í Tinga- nesi. Nú er bíðað ov leingi. Fellur leigumálið við Teistanum burt, so kemur hann heimaftur at rekja Suðuroyarsiglingina = og Smyril fer í uttanlands- sigling. Tá er arbeiði hjá teimum mongu fólkunum, sum hava sett pening í eitt meiri tíðar hóskandi skip ístaðin fyri Smyril, burturspilt. Ja ella nei Men kann landsstýrið nú siga ja til framhaldandi leigumál av Teistanum og geva felagnum i Feroyum játtandi svar til landsins me FE Få ye St part av figgingini av nyggjum skipi, so hava vit >sligið tvær flugure< T. v. s. at vit fáa stóran vinning av Teistaleigu- málinum, vit hava fólk í arbeiði har, vit fáa eitt meiri tíðarhóskandi skip til uttanlandssiglingina soleiðis, at hetta kann taka ímóti fleiri ferðafólk- um, fleiri arbeiðspláss verða skapt her, og tað sum hevur ikki minst týdning, vit byrgja upp fyri íslendsku hóttanini, har teir longu í summar byrja sigling við einum stórum ferðamannaskipi. Hóast hetta skip ikki skal sigla á somu leiðum sum okkara, so er hetta ein hóttan móti tí sigling, sum Strandferðslan legði lunnar undir við keyp- inum av Smyrli. Samstundis sum hetta verður skrivað valdar ráðaloysi og »tøgn« í Tinganesi Landsins hægstu menn skýra hvenn annan mangt og “> Í kn = TITTTER:ORS0004 hvat og vilja als ikki við gera týðandi og átrokandi mál sum eitt nú siglingar málið. Legmaður hevur stóra ábyrgd liggjandi á sær hesum máli. Men ikki minni fólkaflokkurin, sum upploysti fyrrverandi samgongu, tí hann vildi ikki hava alment skip men privat ferðamannaskip at rekja uttanlandssigling ina. Nú góðtekur hann, at einki hendir í hesum sigl ingarmáli, tíhann vil ikki fara til samráðingarborðið saman við sambands- flokkinum og finna eina loysn. Kann hann ikki hetta, so átti hann at lagt siglingarmálið fyri tingið ella at sagt upp samgong- una við sambandsflokkin Tí siglingarmálið er av so stórum týdningi at fáa loyst nú, at okkurt má ger ast. Tað nyttar ikki at sita og bíða longur. Vit kunnu eisini bíða okkum í hel jan