Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1983síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Hin mikið umredda salt- fiskalastin hjá Kangeq Dagblaðið hevur havt tvær forsíðugreinir um saltfiskalastina hjá Kangeq, sum varð legd upp í Klaksvík fyri nýggj- ár. Satt at siga, ætlaðu vit okkum ikki at fara út í blaðskriving um eina salt- fiskalast, men tá Dagblað- ið á eðrum sinni heldur hesa last verða so týdn- ingarmikla, at hon kemur ovast á forsíðuna verða vit noyddir at gera nakrar fáar viðmerkingar til tað, sum Dagblaðið skrivar Tað er kanska rætt fyrst at greiða lesarunum frá, at Kangeq er sama skipið sum fyrrverandi Reynsatindur, ið varð seldur il Grønland: viðurskiftini hjá línuskip- unum Feroyum vórðu blivin so trupul, at reiðarí å ongar útvegir sá sær yri at dríva „skipið sum higartil. Tað er sostatt rætt sum Dagblaðið sigur, at tað er eitt Grønlendskt skip. men man T partvis løroysk, og iisk- urin umborð á K eq hevur verið arbeiddur so- leiðis sum feroyingar van- liga hava arbeitt saltfisk, og sum Fiskaselan óivað eisini veit um at siga. Síð- ani skipið fór sín fyrsta túr september 1980, hevur tað gjert seks túrar tilsamans og hevur Feroya Fiskasela selt last- ina frá trimum av hesum túrunum Tann fyrsta lastin, ið Fiskaselan seldi fyri Kangeq, var frá túrinum marts til juli 1981, tá gott 200 tons av saltfiski vórðu landað til Nordafar í Fer- oyingahavnini og seld av Fiskaseluni. Næsta lastin, ið Fiskasølan seldi, varð landað á Klaksvík í desem- ber 1981 og vórðu tá umleið 250 tons. Seinasta lastin Fiskaselan seldi fyri Kangeq varð landað í juli 1982 á Skála. Tað vórðu als ongir trupulleikar at fáa fiskin frá hesum báðum seinastu túrunum vrákaðan av Fer- oyska vrakarastovninum, og enn minni vórðu nakrir trupulleikar fyri reiðaríið av at fiskurin varð seldur sum »Faroe Fish«. Tad visti seg tå lastin frá seinasta túrinum skuldi seljast, at fleiri vórðu um boðið. Avgerð skuldi takast í byrjan av desember, tá skipið var við at enda túr, men var tað reiðuliga torfert at fáa nakran konkretan prís frá Fiskaseluni sum sjálvsagt varð kontaktað eins og aðrir áhugaðir keyparar. Tann 2. desember fekk skiparin, sum tá var á fiskileið at vita frá umboðsmanni hjá Fiska- seluni í Grenlandi, at teir kundu selja lastina treyt- að av, at skipið skuldi verða klárt at landa í Bordeux í Fraklandi, í seinasta lagi tann 17. desember. Gjaldstreytirnar vórðu munnliga upplýstar at verða 30 dagar, men higar- til hevur tað ofta víst seg at ganga drúgv tíð at fáa pengar fyri lastir, sum erf seldar gjøgnum Fiska- seluna. Prísin kundu teir ikki geva skrivliga og sjálvsagt heldur ongi gar- anti fyri, hvussu vrak- ingin fór at taka seg upp í Bordeux. Afturat hesum kom, at gernini stóðu, og meguleikarnir fyri at verða í Bordeux eftir sos stuttari tíð, vórðu ógvu liga yvingarsamir. Tann 3. desember fekk skiparin at vita, at nú var Fiskaselan gingin frá tilboðnum Tað eydnaðist kortini at selja lastina til ein dansk an fiskakeypara, Krist ensen av navni, og vórðu prísirnir hesir + 10—20 stk. pr. 46 kilo: 19,85 kr. pr. kilo 20—30 stk. pr. 46 kilo: 19,35 kr. pr. kilo 30—40 stk. pr. 46 kilo: 16,75 kr. pr. kil Hesir prísir vórðu gald andi cif. Klaksvík og bjóðaði keyparin sær til at veita bindandi gjalds trygd, áðrenn avskiping. Gjaldstreytirnar vórðu 30 dagar. Hetta var eitt tilboð, sum kom skrivliga og sum gav reiðarínum fulla trygd ímóti øllum reklamati- ónum aftaná, at fiskurin varð uppskipaður og pakkaður Her var soleiðis ikki talan um reklamatión í langa tíð aftaná, at fisk- urin var farin av landinum ella puljing ella aðrir trupulleikar, sum ofta hava víst seg í samband við selu av saltfiski. Tann munligi prísur, ið varð uppgivin av Fiska- seluni svaraði óivað reiðu- liga væl til prísin sum danski keyparin vildi geva, men her má ikki gloymast, at treytirnar frá Fiskaseluni vórðu at skipið skuldi landa fiskin í Bordeux. Tað sigur seg sjålvt, at tilikir prísir kunnu ikki samanlíknast beinleiðis, tá prísurin frá hinum keyparunum var c.i.f. Klaksvík. Hvaðani Dagblaðið hevði upplýsingarnar frjat fiskurin hjá Kangeq er seldur fyri undirprís vita vit ikki, men okkara met- ing er tann, og vit eru ikki heilt óroyndir í saltfiska- selum, at fyrimunurin fyri reiðaríið við at selja til danska keyparan í mun til tilboðið frá Fiskaseluni neyvan er minni enn 1,00 til 1,50 pr. kilo tá alt er tikið við. Vit eru sostatt heilt vissir í, at vit á ongan hátt hava selt til undirpris. Hvussu hesin danski keyparin so eftir upplýs- ing frá Dagblaðnum kann selja til munandi lægri prís í Italia, enn Fiska- selan er fer fyri og harvið hótta føroyska saltfiska- eksport skilja vit ikki reiduliga, men tad kanska onkur annar er førur fyri at greida frå Sum Fiskasølan triggjar lastir hjå Kangeq nevnt, nevur fyrr selt og fiskurin frå teimum báðum lastunu vórðu landaðar í Feroyun fóru í hvussu so er av land- inum við klárum merki á sum »Faroe Fish«. Tað undraði okkum ti ógvulig: nógv at frætta, at sjálvur vvirvrakarin hevði forboð fyri, at lastin frá hesum seinasta túrinum bleiv vrakað av feroysk- um vrakara. Vit sóu onki til yvirvrakara ella merktu ei heldur til nakað forboð sett móti vraking av fer- oyskum vrakarum,, hinar báðar seinastu last irnar hjá Kangeq blivu uppskipaðar og pakkaðar Tað kundi verið áhuga vert at fingið eina greiðing frá aranum, um hvussu hetta hongur saman, og eru tað óivað fleiri enn vit, sum bíða spent eftir hesari frá- greiðing Fiskaselustjórin úttalar í Dagblaðnum, at lands- stýrið í tílíkum førum sum frá- VYVIrvrak hesum, áttu at traðka til og sagt nei fyri, at út- lendskur fiskur verður pakkaður í Feroyum og seldur av útlendingum á marknaðinum sum vit annars selja til. Kanska fiskaselustjórin kann upplýsa grundirnar til, at nendan lastin frá Kangeq var meira »Uut- lendsk< enn hinar báðar lastirnar, sum Fiskasølan seldi fyri okkum. Vit eru púra samdir við i tí, sum Olaf Olsen sigur í Dagblaðnum at tað neyvan skaðar nakað, um útlendingar landa fisk Feroyum bert fiskurin er fyrstafloks og verður seld- ir fyri sama prís sum fer p 1. Í 1 P P N oyskur fiskur annars. Nu vita vit sjålvandi ikki, hvat fiskurin = verður seldur fyri Ítalia ella var hann annars fer, men vit vita bert, hvat vit fáa fyri fiskin, og sum oman fyri nevnt meta- vit, prísurin frá danska keyp ikki var aranum avgjert selan kundi bjóða, heldur nakað hægri Hvussu hann tá er ferur fyri at selja fiskin bíligari í Ítalia enn Fiskaselan skilja vit ikki reiðuliga. Grundin til at vit gera hesar viðmerkingar til skrivingina Dag blaðnum, er tann, at vit á eðrum sinni, nevndir við navni verða lagdir undir at skaða feroyskan út- flutning, og ynskja vit ikki at hava hesar grovu skuldsetingar sitandi á okkum óátalaðar. Vegna reiðaríið fyri M/s Kangeq Jens Erik Nielsen Meinhard Djurhuus Tvøråmenn spæla i Mimi Feroyameistarakappingin i billard fyri lið heldur fram hetta vikuskiftið. Tverámenn koma til Havnar at spæla ímóti Mimi. Dystirnir verða friggjakveldið og leygardagin. Eitt umfar er spælt millum tey fýra luttakandi A-lidini. Mimirsmenn vóru í Fuglafirði og vunnu har 22—10 á fuglfirðingum, meðan Havnar Klubbi vann 24—8 á Tveroyrar Klubba á Tver- oyri. 4 Nr. 12 — 29. januar 1983 STRANDFARASKIP LANDSINS 3800 TORSHAVN (8) Stýrimaður til m.f. >SAM< Starvið sum stýrimaður við m.f. »SAM« verður hervið lýst leyst at seta frá 1. mars og fyribils í 6 mán- aðir. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvs- mannafelagið, bólkur ll flokkur 13. Umsøkjarar við skipsførara- prógvið hava fyrimun. Skrivlig umsókn skal verað okkum í hendi innan 20. februar 1983. Strandfaraskip Landsins AQUATROL — ein hitaskipan, ið veruliga sparir orku Skipanin mátar alla tíðina hitan úti, og eftir honum verður so hitarenslið inni regulerað Verður lýggjari úti, verður hitarenslið sett niður, alt eftir hvussu tólið er innstillað frammanundan Í tólinum er eitt ur, og við tí kunnu tygum eisini spara. Tygum kunnu t.d. minka hitan, tá tygum ikki hava brúk fyri honum, t.d. tå tygum eru til arbeiðis, og eingin er heima. Samstundis kunnu tygum við urinum áseta, nær tygum vilja hava tað heitari inni t.d. aft- an á arbeiðstíð. Á henda hátt kunnu tygum spara upp í heili 25% av oljurokningini. Hava tygum hugsað um, at er hitin eitt stig oman fyri tað neyðuga, økjast oljuútreiðsl- i urnar við 5—7%. — | Tosi ti við okkum. | Vit vita, hver Hon- ' eywell-skipan er best egnað til tyg- ara hitaskipan. Og úrslitið fáa tygum skjótt at síggja. sparir orku fyri tygum Og fyri samfelagið. Honeywell