leygardagur 7. september 2002síða 23
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 171 - 7. september 2002
Nr. 171 - 7. september 2002
45
Frá felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánað í Jákupsstovu
í J. Patursonargøtu 24 í Havn.
Nærri fæst at vita frá Annvør
Nielsen tlf. 317261 ella
Sólgerð Foldbo, tlf. 422184.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 9. sept.:
kl. 10 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10-18 Ítriv
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
bobspæl, dart og onnur spøl
Tilmelding til døgurðan
mikudagin tlf. 316491
Týsdagin 10. sept.:
kl. 10-12 Vit baka
kl. 10-11.30 Vit syngja
saman við gestum frá
»Ældre på Højskole i
Udlandet«. Hugnaløta
verður aftaná í
kjallaranum við ábiti, 30
kr. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
kl. 15 Hava tygum eina søgu,
so støkk inn á gólvið.
Mikudagin 11. sept.:
kl. 10-13 Matgerð
kl. 12 Døgurði. Í vetur verð-
ur matgerð í Tilhaldinum
undir kvøldskúlaskipanini
hvønn miku- og fríggjadg.
frá kl. 10-13.30. Byrja
verður mikudagin 25.
sept. og 27. sept. Tilmeld.
hjá Anne Grete Harlou,
tlf. 421580/316491
kl. 15 Túrur.
Hósdagin 12. sept.:
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 15.00 Pensjónistafelagið
Gøtubrá vitjar
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen
Fríggjadagin 13. sept.:
kl. 10-17 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit ynskja
at øll skulu kenna seg væl-
komin.
Felagið Tórshavn –
gongutúrur
Sunnudagin 8. september
verður ein lættur gongutúrur í
Havn: Marknagilsá-Rættará.
Vit hittast við Hotel Føroyar
kl. 14.00.
Dagtilhaldið í Vági
er opið hvønn týsdag og
tórsdag frá kl. 15.00-18.00.
Øll kunnu vera við.
Eldrafelagið Nón
Fundur verður í Hæddini
týskvøldið 10.9. kl. 19.30.
Nýggir limir eru vælkomnir at
melda seg.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 212380.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10,
100 Tórshavn
tlf. 319630/61655400.
Spælistovan í
Meinigheitshúsinum
er opin frá kl. 9.00-12.00
mánadag, mikudag og hósdag
fyri foreldrum við børnum
uttan ansing.
Heilaskaðaráðgeving
Spyr um alt innan heilaskaða.
Fyri bæði heilaskadd, avvarð-
andi og tey, ið arbeiða við
afturvenjing.
Sendið okkum eitt meyl til
neozone@neozone.dk
NeuroPlan, Vingetoften 18,
DK 2730 Herlev
Tú kanst eisini ringja til: tlf.
4484 2665 (Jón) mobil: 2443
0903 (Jón)
www.neozone.dk
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Roykfríur fundur í morgun kl.
9-10. Fundur verður í kvøld
kl. 17-18 og sunnudagin kl.
11-12.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 15.00.
AA-Suðuroy/Vágur
AA-fundur verður í Vágs
skúla hvønn leygardag kl. 19.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt
týskvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 í Reinsaríinum,
Tórsgøta 5, Tórshavn.
Opin roykfríur fundur fyri øll
áhugaði er hvønn sunnudag
kl. 16.00-17.00, í
Mariukirkjuni, Varðagøta 16.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552
Føroya Heimavirkisfelag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband við
felagið fæst við at ringja til
formannin: Nigro Hermansen
tlf. 314304 / fartlf. 288304.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið mánadag og
mikudag millum kl. 12 og 16
og týsdag kl. 16-18.
LFÚ-ráðgevingin hevur opið
týsdag og hósdag frá kl. 16-
18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í Geils-
gøtu 1 er opin allar gerandis-
dagar frá kl. 9.00-12.00.
Telefon: 310197.
Teldupostadressa: lisa@lisa.fo
– heimasíða www.lisa.fo
MÁF
(Meginfelag Áhugaleikara
Føroya)
heldur til í húsum Hans
Andrias Djurhuusar
undir Pisuvarða 2, Tórshavn
Tlf. 315624, Faks 315924,
e-mail: maf@maf.fo
Heimasíða: www.maf.fo
Opið er: má. og tý. kl. 10-15,
mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl.
10-15.
Endamál felagsins er at stuðla
áhugaleiklist og menna hesa
mentunargrein í Føroyum. 16
sjónleikarafeløg eru limir í
MÁF.
Formaður: Hilmar Joensen,
Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan
Matras Joensen.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost:
Amnesty-Amnesty.fo
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Tórhild,
e-mail:
torhildm@post.olivant.fo
Hildebjørg, tlf. 313897,
e-mail:
jwimport@post.olivant.fo
Nakað av bókum eru til láns
hjá felagnum.
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar millum kl.
09.00 og 16.00.
Íslandsvegur 10C, FO-100
Tórshavn.
Tlf. 317373. Fartlf. 264839.
Faks: 310813.
t-postur: mbf@post.olivant.fo
Heimasíða: www.mbf.fo
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Heimasíða: www.alzheimer.fo
t-postur: sigmo@post.olivant.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið á tlf. 313102.
Demenslinjan er telefonráð-
geving í øllum viðvíkjandi
demens. Tlf. 313102 svarar
týsdag kl. 18–20.
TILTØK
Í dag, leygardagin giftast í Sønderborg Eyðvør Selfoss, Sørvágur
og Micheal Beinir, Sønderborg. Brúdleypsadr.: Stenbjergparken
B4, 2 th., 6400 Sønderborg.
Í dag, leygardagin, kl. 16.00 giftast í Norðskála kirkju Jonna
Dahl og Heðin Debes, Oyri. Veitslan verður í Eydnuni á Oyra-
bakka kl. 19.00.
Leygardagin 14. september kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni
Oddbjørg Klein og Niclas Joensen, bæði Argir. Veitslan verður í
HB-húsinum fyri innbodnum.
Leygardagin 21. september kl. 14.00 giftast í Siloa í Fuglafirði
Fríða Jøkladal, Fuglafjørðpur og Jógvan Højbro, Klaksvík.
Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.30. Tey,
ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða biðin um at siga frá
á tlf. 319570, 216156 ella 456156 innan 14. september.
BRÚDLEYP
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
»So er tað eingin fordøming fyri tey, ið eru í Kristi Jesusi!«
Róm 8,1.
Í 1943 myrdu Nazi-týskararnir meira enn 40000 jødar í tí
Jødiska partinum í Warsawa.
Áðrenn tilburðurin fer fram skrivar ein ungur jødi á
ein av múrunum í býarpartinum! Hesi orð er ein vitnis-
burður um eina vón, í eini meinigheitsleysari ómenn-
iskjaligari framferð, ið verður framd í verki. Hann
skrivar: »Eg trúgvi uppá sólina, eisini tá hon ikki skín-
ur. Eg trúgvi uppá kærleikan, eisini tá eg ikki føli ella
síggi hann. Eg trúgvi á Guð, eisini tá hann tigur«.
Yrkingin er ein vitnisburður og eitt neyðarróp til Guð
um bjarging. Ígjøgnum stutta lív sítt hevur hesin ungl-
ingi gjørt sær nakrar hugleiðingar um lívið og tíðina!
Og nú deyðin er í nánd kann hann í stuttum biðja eina
játtandi bøn.
Sum børn í tíðini ivast vit um góðsku Guðs. Vit
spyrja? Hví? Og mangan er spurningurin ósvaraður!
Men í fullum áliti á frelsaran gevur tilveran meining. Í
honum nýtist okkum ikki at óttast nakað, og ein partur
av trúnni er hetta, at verða eitt ljós á leiðni. Tí Kristus
hevur við lívi sínum givið okkum glæmuna, ið gevur
orku til at standa ímóti í øllum lívsins viðurskiftum
Í honum er ongin fordøming fyri tey, ið hvíla í
honum og hava fult álit á hann!
Amen.
Andreas Andreasen
SILVURBRÚDLEYP
27. august høvdu hjúnini Jónvør og Jógvan Finnur
Poulsen í Fuglafirði silvurbrúdleyp. Dagurin varð hildin
saman við foreldrum og børnum.
Týsdagin 24. september hava hjúnini Ida og Kristian
Hansen, Hósvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
Bygdarhúsinum í Hósvík 21. september kl. 19.30. Tey, ið
vilja halda dagin saman við okkum, verða biðin um at
siga frá á tlf. 422425 áðrenn 13. september.
70 ÁR
12. september fyllir Atli Dam, 70 ár. Hendan dagin tó
onki hóvásták, tí tey eru burturstødd. Dagurin verður
hildin í skúlahøllini í Trongisvági leygardagin 14.
september kl. 18.30.
Tey, ið vilja koma í føðingardagsveitslu saman við Atla,
familjuni, vinum og kenningum verða biðin um at siga frá
á tlf. 311259, 311410, 310593, 221410 ella 226251 í
seinasta lagi 7. september.
PRÓGV
Dann Vinther, Tórshavn, hevur tann 5. juli lokið útbúgv-
ing sum Master Of Arts with Honours in Philosophy, frá
The University Of Glasgow.
Jens Andrias Vinther, Tórshavn, hevur tann 10. juli lokið
útbúgving sum løgfrøðingur, cand. jur., frá Københavns
Universitet.
11. juli fekk Anna Elisabeth Iversen í Tórshavn eina
Master of Arts with Honours in Psychology við The
University of Edinburgh.
11. juli fekk Sonja J. Jógvansdóttir í Fuglafirði eina
Master of Arts with Honours in Politics við The
University of Edinburgh.
80 ÁR
Týsdagin 10. september verður Dánjal P. Nielsen, Klaks-
vík, 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Dánjal, eru væl-
komin inn á gólvið hjá dóttrini Jonu, Undir Fossum 44,
kl. 11.00-15.00.
85 ÁR
Mánadagin 9. september verður Sunnuvá Thomassen, á
Stongunum Klaksvík, 85 ár. Dagurin verður hildin saman
við børnunum.
C
M
Y
K
45
44