týsdagur 10. september 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 172 - 10. september 2002
Nr. 172 - 10. september 2002
29
Tekniskur leiðari
Søkt verður eftir tekniskum leiðara til Sjóvar
kommunu.
Viðkomandi skal umsita dagligu teknisku umsit-
ingina í tøttum samarbeiði við arbeiðsfólkini hjá
kommununi.
Fyrimunur er,um umsøkjari er handverkari,hevur
teldukunnleika og praktiskar royndir.
Umsóknir verða at senda til Sjóvar kommunu
innan 17. sept. 2002.
Sjóvar kommuna
490 Strendur
Tlf. 447158
e-mail: sjk@kallnet.fo
LBF søkir
verkfrøðing
og teknikara
Vit søkja ein dugnaligan verkfrøðing til okkara
nógvu fjølbroyttu og spennandi projekterings-
og eftirlitsuppgávur innan byggi- og anleggs-
fakini.
Eisini søkja vit ein dugnaligan byggifrøðing ella
tekniskan teknara til teknideild okkara.
Arbeiðið umfatar fjølbroytt tekniarbeiði við fram-
komnari cad-útgerð. Luttøka í øðrum tekniskum
arbeiði, kann eisini koma upp á tal, í mun til tann
førleika sum umsøkjarin hevur.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja til Hanus
Hansen á telefon 314744.
Landsbyggifelagið P/F,
Ráðgevandi Verkfrøðingar
Grønlandsvegur 5 · Postboks 228
110 Tórshavn
E-mail: lbf@lbf.fo
Søkt verður eftir
fólki
at menna heimasíðuna hjá
Plátufelagnum Tutl
Starvið umfatar í høvuðsheitum at útbyggja heima-
síðuna hjá Plátufelagnum Tutl til eitt veruligt sølu-
torg fyri allan føroyskan tónleik.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. at
• savna saman upplýsingar um føroyskan tónleik
at leggja á síðuna.
• Dagføra síðuna við tíðindum sum t.d.konsertætl-
anum.
• Leggja inn ljóðdømi av ymisku føroysku útgávun-
um og møguliga videoklipp.
• Umsita fløgusøluna á heimasíðuni.
Føroyskur tónleikur, sum er útgivin av øðrum enn
Plátufelagnum Tutl, fær eisini innivist á hesi síðuni.
Starvið verður lønt til 30 tímar um vikuna og í fyrstu
atløgu í 12 mánaðar. Starvsfólkið skal hava bústað í
Føroyum,og duga at arbeiða sjálvstøðugt bæði v.v.
teldukunnleika og innsavningararbeiði.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at skriva til:
info@tutl.com
Umsóknarfreist er tann 15. september 2002.
Umsóknir skulu sendast tin : info@tutl.com ella til
Plátufelagið Tutl
Reyngøta 12
100 Tórshavn
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3428
Navn: Sp/f CJJ
Adressa: 470 Eiði
Kommuna: Eiðis Kommuna
Stovningardato: 01.09.2002
Viðtøkudato: 01.09.2002
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Christian Jacobsen,
470 Eiði.
Stjórn: Christian Jacobsen,
470 Eiði.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av stjóranum.
Grannskoðari: : Sp/f
Grannskoðan Jóannis
Skorheim, Klaksvíksvegur
28, 700 Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
01.09.2002 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at eiga og reka fasta ogn,
handil, fiskivinnu og
útleigan og annað virksemi í
hesum sambandi
Skráseting Føroya tann 4.
september 2002
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3425
Navn: Sp/f Ítróttakjarnin
Adressa: Við Gálgastein 2,
100 Tórshavn
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 21.08.2002
Viðtøkudato: 21.08.2002
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100.
Stovnari: Alma á Lava, Við
Gálgastein 2, 100 Tórshavn.
Stjórn: Alma á Lava, Við
Gálgastein 2, 100 Tórshavn.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
stjórans.
Grannskoðari: : P/F
Grannskoðaravirkið Inpact,
R. C. Effersøesgøta 26, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.02. -
31.01
Fyrsta roknskaparár:
21.08.2002 - 31.01.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka handil og annað
virksemi í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 4.
september 2002
Kristin Balle
_______________________
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Limafundur
verður mikukvøldið 11. september kl. 19.30 í høl-
inum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøters-
gøtu 9.
Á skránni verður Landsfundurin og politiskt orða-
skifti.
Nevndin
Dansiskeið
Um nóg nógv tekna seg, skipar Dansi-
frøi fyri dansiskeiði í auluni á
studentaskúlanum í Hoydølum.
Bólkarnir verða hesir:
Týskvøld
bólkur 1: 18.00 til 19.00. Barnahold 10-13 ár,
Sharon Weiss og Hilmar Joensen
bókur 2: 19.00 til 20.00. Argentinskur tango,
Anne Lise og Mads A.Winther
bólkur 3: 20.00 til 21.15, Blandað hold við livandi
tónleiki, Sharon Weiss, Kristian Blak og
Hilmar Joensen
bólkur 4: 21.15 til 22.15.Ymiskir dansir, framhald,
Mia Cameron, Arnfríða og Jørgen
Rubeksen
Mikukvøld
bólkur 5: 19.00 til 20.00, 14-16 ár, hip hop/funk-
showdance
bólkur 6: 20.00 til 21.00, 17-21 ár, nýmótans
dansur so sum cha cha cha, rock o.l.
bólkur 7: 21.00 til 22.00, latínamerikanskir og
standard dansir. Dansileiðari: Jeannet
Bülow
Hóskvøld
bólkur 8: 19.00, byrjarar
bólkur 9: 20.00,tey,ið hava dansað 2 ár ella meira
bólk. 10: 21.00, tey, ið hava dansað í fleiri ár.
Dansileiðarar: Jógvan Martin og Ruth
Mørk, Matilda og Tom Nielsen
Tilmelding
Bólkur 1 og 3: hjá Sharon Weiss og Kristian Blak,
tlf. 314815 og Hilmar Joensen, tlf. 217119
Bólkur 2: hjá Anne Lise og Mads Winther, tlf.
315310, og Erling Jørgensen, tlf. 316063
Bólkur 4: hjá Miu Cameron, tlf. 316080, og Arn-
fríðu og Jørgen Rubeksen, tlf. 315231
Bólkur 5, 6 og 7: hjá Ann-Mary á Rógvi Rasmus-
sen, tlf. 317243
Bólkur 8 og 9: hjá Jógvan Martin og Ruth Mørk,
tlf. 316125
Bólkur 10: hjá Matildu og Tom Nielsen,tlf.318529
Kostnaður fyri dansiskeiðið fram til jóla, ið er 10
ferðir, er kr. 250,-.
Dansiskeiðið byrjar týskvøldið 24. september. Tó
bólkur 2 og 4 týskvøldið 1. oktober 2002.
Áhugað verða biðin um at tekna seg sum skjót-
ast.
Við dansikvøðu
Nevndin
Advokatskrivara-
næmingur
Søkt verður eftir advokatskrivaranæmingi at
byrja 1. oktober 2002. Skrivlig umsókn saman við
avriti av prógvum verður at senda til Advokat-
skrivstovuna, Fr. Petersensgøtu 9, Postboks 6, 110
Tórshavn.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja 31 11 45 og
spyrja eftir Óla Jákup Kristoffersen, e-mail
ojk@advlaw.fo
ella Heidi Hammer, e-mail:
hjh@advlaw.fo
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøtu 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
att.: Óla Jákup ella Heidi
Bakaralærlingur
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss at søkja.
Bakaríið hjá Gunleivi hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú
kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsum-
hvørvi saman við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur
fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja at halda
fram, har tey hava lært, meðan onnur vilja royna
okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar um-
borð á cruise-skipum, í oljuvinnuni og innan
hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðari-
útbúgving, til m.a. procesteknolog.
Lærutíðin til bakara er 4 ár, harav 35 vikur á tekn-
iskum skúla.
Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men
vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Tlf. 228838 ella 312161
Søkt verður eftir fólki
til skaða- og
tryggingardeildina
Starvið er í høvuðsheitinum at sýna skaðar á
akfør og farm.
Eisini skal viðkomandi gera upp og hava eftirlit
við møguligum umvælingum av skaðum.
Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur
útbúgving og royndir í at sýna og umvæla
skaðar, í góðum árum og ynskir at hoyra meira
um starvið,so skriva nøkur orð um teg sjálvan og
fá eina samrøðu við okkum.
Alt verður viðgjørt í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 12. september 2002.
SMYRIL LINE
att.: stjórnin
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
`Spennandi starv sum frítíðar-
ella heiltíðar-
forhandlari
Í sambandi við at vit skul lata upp nýggja deild í
Føroyum, søkja vit eftir fólki, ið eru áhugað í at
arbeiða sum sjálvstøðug/ur forhandlari, antin
sum frítíðar- ella heiltíðarstarv.
Vit kunnu bjóða tær:
•
Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv, har tú
fært høvi til at vísa tíni evnir og hugflog.
•
Eitt starv, har tú sjálv/ur avger, nær tú arbeiðir.
•
Góða løn til tann rætta persónin.
•
Eitt starv í einari heimsumfatandi fyritøku,sum
arbeiðir í yvir 30 londum.
Vit vænta okkum av tær:
•
Kanst arbeiða sjálvstøðug/ur við fjølbroyttum
hugflogi.
•
At tú framhaldandi kanst skapa eina spenn-
andi, tiltalandi, nøktandi og kundavinarliga
deild, sum í dag hevur sera gott orð á sær.
•
Ert kundavinarligur og opin fyri nýggjum
avbjóðingum.
•
Ert yvir 18 ár.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja á tlf.
373496 ella (0045) 4083 0479 – spyr eftir Petur
Jacobsen.
P. J. Marketing
v/ Petur Jacobsen
Eysturoyar Røktar-
og ellisheim
620 Runavík
Søkt verður eftir persóni at vaska/viðlíkahalda
búfólkaklæði.
Arbeiðsbrøkur: 30 tímar um vikuna.
Løn sambært sáttmála hjá FA.
Umsóknarfreist: 21.09.02
Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá fyri-
støðumanninum á tlf. 448185 ella 448201.
Eysturoyar Røktar-
og ellisheim
620 Runavík
Søkt verður eftir
deildarleiðara at byrja 01.11.02 ella eftir nærri
avtalu.
Umsøkjarin skal hava sjúkrasystraútbúgving.
Umsøkjari við leiðsluroyndum og royndum innan
eldraøkið hevur fyrimun.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið
o g Sjúkrasystrafelag Føroya.
Umsókn saman við prógvi,viðmæli o.a.skal verða
komið okkum í hendi innan 24.09.02.
Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá fyri-
støðumanninum á tlf. 448185 ella 448201.
Bilur til sølu
VW Passat 1.9 TDI, 115 HK metallicgrønur, 3 ára
gamal, sum nýggjur. Til sølu fyri kr. 180.000. Eyka
sett av felgum við píkadekkum fylgir við.
Tlf. 223232
Tilboð ynskist
uppá at stoypa nýggja rætt fyri Ytra part í
Skálafjalli. Tilfar fæst við at venda sær til Jóan
Petur Hansen, 44 15 75, best eftir kl. 17.00.
Tilboðini skulu sendast til, Hagastýrið fyri Ytra
part í Skálafjalli v/ Jóan Petur Hansen, 485
Skálafjørður.
Hagastýrið
Til sølu
Daihatsu Rocky 06/96.
Tlf. 44 75 43
C
M
Y
K
29
28