hósdagur 5. mai 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fylg við,
hvat hendir
— les
SOSIALIN
Eg tekni meg sum lim
i FDM (kr. 259,97)
Eg fari til Danmarkar i
summarfrí og tekni meg
fyri eina FALCK veghjålp-
artrygging. (kr. 120,—).
Navm —
Bustadur:
til
frimerki
FDM
Vipuvegur 1,
3800 Torshavn
Her er ætlanin at tær nøgt
tJundamt nt I barak k unit
umfevnandi utbyggingin
Uppskot til sattmála
millum Torshavnar
kommunu og NATO
er gjørt
Sambært uppskotinum skal kommunan kunna yvirtaka
agkkirnar eftir trimum árum
Tórshavnar býráð hevur
saman við Ríkisumboðn-
um gjert eitt uppskot til
ein sáttmála millum
NATO-myndugleikarnar
og Tórshavnar kommunu
Uppskotið til sáttmála
er gjert í samband við
uppsetanina av teimum
nógv umreddu barakk-
unum, sum NATO ynskir
at seta upp í samband við
ta ætlaðu umbyggingina
av hersteðini uppi á Sorn-
felli
Kjartan Kristiansen,
at sáttmálin millum Tórs-
havnar kommunu og
donsku myndugleikarnar
skal tryggja, at barakk-
irnar verða tiknar niður
aftur ein ávísan dag.
Longdin á sáttmálanum er
trý ár.
Sáttmálin tryggjar, at
eru barakkirnar = íkki
tiknar niður til ta ásettu
tíðina. kann kommunan
beina tær burtur. Tórs-
havnar kommuna kann
annars yvirtaka barakk-
irnar fyri ein metingar-
prís.
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at kommunan
skal yvirtaka barakkirnar
fyri hálvan prís. Kjartan
Kristiansen upplýsir hin-
vegin, at prísurin er niðan
fyri helvt
Uppskot til sáttmála
millum kommununa og
donsku myndugleikarnar
varð gjert eftir, at sekt
varð um byggiloyvi. Ríkis-
umboðið hevur fyri For-
svarets bygningstjeneste
sekt um loyvi til uppsetan
av barakkum og flytan av
antennumastrum og
onkrari smávegis broyt-
ing av vegferingini.
Tá málið varð fyri á bý-
ráðsfundi fyri 14 degum
síðani kom fram, at NATO
hevur mist brúksrættin til
lendið í Mjørkadali, tí her-
valdið lat ikki við seg
koma, tá útskiftingin av
markatalsbygdini Sund
fór fram. Tí er brúksrætt-
urin farin úr gildi.
Tað er ikki eydnast Sosi-
alinum at fáa upplýst; um
hesin spurningurin hevur
fingið nakra loysn.
Málið um loyvi at seta
barakkirnar upp kemur
fyri aftur á tí regluliga bý-
ráðsfundinum í kveld.
Seinrapartin í gjár hevði
byggi- og býarskipanar-
nevndin ikki gjert sína til-
ráðing til málið. Fyrra-
dagin var annars nevndin
og vitjaði uppi í Mjerka-
dali og á Sornfelli
Seinast tá málið var
fyri, mælti ein meiriluti í
byggi- og býarskipanar-
nevndini at geva byggi-
loyvi. Í hesum meiriluta
vóru. Essa Arge og
Arnstein Niclasen, úr
Fólkaflokkinum, og Petur
í Gong. Finnur Johansen,
úr Tjóðveldisflokkinum,
mælti frá, meðan Leivur
Johannesen, úr Javnaðar
flokkinum, ikki hevði tikið
steðu tá, tí, sum hann
segði, at málið var komið
so knappliga fyri, at hann
hevði ikki fingið kannað
tað. Síðani hevur hann
boðað frá, at hann fer ikki
at atkveða fyri málinum.
Leivur Johannesen hevur
sagt, at hann heldur, at
málið hoyrir heima á
hægri plani.
jo-mo