Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 177 - 17. september 2002 Nr. 177 - 17. september 2002 13 Talutrupulleikar hjá smábørnum í Suðurstreymoy Hans Eli Dahl, s. stjóri Innlit og álit Í sosialinum tann 12. sept- ember hevur Annlis Bjar- khamar, landstýrismaður í mentamálum viðmerking til akuttu tørvin á taliundir- vísing í Suðurstreymoy. Eisini setir hon spurnartek- in við raðfestingina í penganýtsluni, t. v. s. um- sitingarháttin í Sernáms- deplinum. Vit velja ikki at fata hatta sum tá "hvør steinur skuldi vendast" og tá tveir stjórar sødu upp upp við brestin. Víst sigur hon at enda, at "tað nýtist ikki at vera nakað galið við raðfestingini, men hon er sannførd um, at ein eigur fyrst at hyggja eftir, hvagar peningurin fer". Tað eru øll hjartaliga vælkomin til. Vit høvdu kortini væntað, at Mentamálaráðið við tí til- fari og tilmælum, ið vit hava sent teimum, kendi seg hava rímiliga gott innlit í sernámsfrøðiliga virksem- ið sum heild,og hvør veru- ligi játtanartørvurin er – altso kundi hjálpt lands- stýrismanninum at funnið svarið til hennara egna spurning, "um stovnurin veruliga hevur tørv á meira peningi". Stutt sagt: Vit høvdu eina vón um at fáa eina hjálp- andi hond frá Mentamála- ráðnum til loysn í júst hes- um máli. Tað skulu vit altso ikki vænta. Í staðin " verður farið inn og hugt eftir rað- festing av pengum". Smá- børnini í Suðurstreymoy hava ikki tíð at bíða eftir úr- slitinum av slíkari kanning. Ta neyðugu raðfestingina beint nú mugu vit sjálvi gera eftir umstøðunum beint nú. Í okkara dagliga sam- starvi og samskifti við skúlaleiðarar, lærarar, pedagogar, foreldur, feløg og brúkarar yvirhøvur møta vit bara vælvild og væl- signað tolsemi, ið er at undrast á. Forkláringin er, at øll hesi positivu fólk í samstarvinum/ - stríðinum hava fingið rættiliga gott innlit í virksemið og møgu- leikarnar hjá Sernámsdepl- inum. Alla tíðina við vón um, at eisini politikararnir smátt um smátt fara at skilja eitt sindur, so meira rímilig játtan fæst. Í felag vóna vit framvegis. Kroystast til lappa- loysn Vit mugu koma til ta niður- støðu, at tað er órímiligt, at tørvandi smábørnini í Suð- urstreymi einsamøll skulu svíða fyri tørvandi manning í Sernámsfrøðiliga virk- seminum. Tí verður Annika Højgaard, ið er serlærari við drúgvum royndum á taliøkinum fyribils loyst frá taliarbeiðinum í Sernáms- deplinum. Tó verður hon framvegis her 2 tímar um vikuna, har hon er við í ráð- legging viðv. samskiftis- trupulleikum, m.a. við kunning um alternativar samskiftishættir fyri børn, ið ikki kunnu tala. Um- framt er hon 8 tímar um vikuna ráðgevi á Lands- miðstøðini fyri Undirvís- ingaramboð. Til taliundir- vísing/ ráðgeving í Suður- streymi saman við Doris Hansen, talilærara verða 14 tímar um vikuna. Við hesum verður tørvur- in í økinum ikki nøktaður. Tó verður hjálpt so frægt upp á trupulleikan, at tær hætta sær at fara undir tali- undirvísingina. Í samráð teirra millum fáa stovnar og foreldur boð um, hvussu skipað verður og nær greitt er at byrja, væntandi innan 1. oktober. Tænastustøðið lækkar Vit hesi raðfesting er ein munandi trupulleiki fluttur inn í Sernámsdepilin. Ar- beiðið í smábarnadeildini má umskipast heilt eftir nýggju umstøðum. Tað ger, at tænastustøðið í smá- barnadeildini lækkar. Ein sera týðandi partur í ser- námsfrøðini, eygleiðingar- og útgreiningararbeiðið verður darvað eins og ar- beiðið við samskiftisbólk- um fyri børn, ið eru máls- liga sera illa fyri. Vit vóna og vænta, at hetta bara er ein stutt fyri- bilsloysn, tí øll rokna við eini munandi hægri heild- arjáttan til Sernámsfrøðina 2003. VIÐMERKINGAR Annita tann skinnhelliga Hans Pauli Strøm, javnaðarmaður Tað var ongin annar enn Tjóðveldisflokkurin, sum fyrstur og einastur kravdi, at Jenis - og harvið eisini Bill og alt tað fundamental- istiska kompaníið, sum hongur uppí í Miðflokk- inum - kom til stjórnarvald- ið í Føroyum. Bara av rein- ari maktpolitiskari girnd - tí uttan at taka Miðflokkin upp í føvningin, høvdu teir óivað sjálvir verið settir uttanfyri. Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin og málgagn teirra, Fregnir, vóru heitastu og ídnastu - (og einastu !!!) - forsprák- arar fyri at Miðflokkurin skuldi sleppa framat stjórn- arvaldinum í Føroyum. Og soleiðis bleiv. Og tað var Annita á Fríðriksmørk og øll hini í Tjóðveldisflokkinum, sum beinleiðis - ikki óbeinleið- is, men beinleiðis - valdu Bill og tann fundamental- istiska Miðflokkin í lands- stýrið og lótu upp í hendur- nar á teimum at ráða við fullum óskerdum myndug- leika (sambært okkara stýrisskipan) yvir øllum heilsumálum, familjumál- um og trivnaðarmálum. Annita og Tjóðveldis- flokkurin vita út í æsir, hvat Jenis, Bill og Miðflokkurin standa fyri. Sjálvandi vistu tey, at hesum ekstremist- isku politiskt-átrúnaðarligu sjónarmiðum fóru tey at halda fast við - og virka út frá - í landsstýrinum. Annita og hennara floks- felagar eiga sjálvi alla ábyrgd av maktstøðuni hjá Bill, Jenisi og teirra kom- paníi - og harvið eisini ábyrgdina av at hesin pol- itiski-átrúnaðarligi minorit- eturin fremur ta valdsmis- nýtslu, sum hon pástendur. Tað er tí onki annað enn skinnbarligt hyklarí, tá Annita og Tjóðveldisflokk- urin nú rópa upp um, at Bill og kompaní nú brúka tað vald, sum teir fingu upp í hendur frá Annitu og kom- paní, til at fremja tann pol- itikk sum øll vita, at teir aldrin bakka frá. Fundamentalisma Kristian Magnussen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Hví halda ávís tjóðveldis- umboð á tingi nú, at Mið- flokkurin er ein trupulleiki? Miðflokkurin er ikki stórt ørvísi, enn Tjóðvelsisflokk- urin. Hjá Bill og Jenisi er átrúnaðurin alibiið, og hjá Tobba og Anitu loysingin. Báðir partar eru so sann- førdir um egnan førleika og leiklut í politikki og at tey eru útvald at føra okkum inn í lovaða landið. Fígg- indi teirra er hin sami, Dan- mark, har alt ónt kemur frá, og har undirgravandi devlar liggja undir hvørjum steini. Báðir flokkar skíggja eisini demokratiið, sum eina proses, har úrslitið ikki er givið frammanundan. Tey flestu hava ein sam- settan identitet, har m.a. javnvág er ímillum átrúna og politikk, og harvið eru búgvin til semjur og sóma, meðan tað hjá Bill, Jenis, Anitu og Tobba tíverri er so, at ein partur av ident- iteti teirra, átrunaður og loysing, hevur tikið yvir og er vorðin allur identiteturin. Hetta fyribrigdið verður kallað fundamentalisma, og tí er ongin semja millum Miðflokkin og Tjðóveldis- flokkin møgulig - teir eru ov líkir. Kirkjan og kirkjufólkið Heri Mohr Í hesum døgum verður nógv skrivað og tosað uma t yvirtaka fólkakirkjuna, og tað tykist at vera politiskur meiriluti í løgtinginum fyri at fremja hesa yvirtøku tó treytað av, at farið verður fram við spekt og sóma og eftir demokratiskum regl- um, sum sømiligt er hjá fólki, ið sigur seg vera mentað og kristið. Fyri at hetta fyriokkum so eyma og kensluborna mál kann fáa virðismikla og sømiliga viðgerð og av- greiðslu á okkara høga tingi, mugu árar leggjast út, og róð má verða við góðum áralai. Men longui nú, áðrenn báturin er drigin úr neysti og flotaður, er manningin farin at klandrast og vil vera við, at bátsformaðurin ikki heldur seg til gjørdar avtalur. Nakrir av manning- ini vilja sleppa sær í bátin at svæva fólkakirkjuna, meðan onnur, sum ikki sleppa í bátin av teirri ein- føldu orsøk, tí kirkjan ikki er teirra, tevja mamm- onskar og umsitingarligar broytingar á kirkjuøkinum. Nú hetta klandrið á lág- um støði hevur tikið seg upp, er tað umráðandi, at bátsformaðurin (les: lands- stýrismaðurin við menta- málum) mannar eina »kirkjunevnd« soleiðis: Landsstýrið: Eitt umboð (mentamálaráðharrin?). Ein juristur. Fólkakirkjan: Biskupur. 3 prestar. 2 umboð frá missiónum, sum hoyra til fólkakirkjuna. Biskupur og ein juristur úr Danmark. Juristarnir eiga ikki at hava atkvøðu- rætt í nevndini. Tað óivað stóra arbeiðið og rúgvusmikla tilfarið, sum nevndin letur úr hond- um, má – og einki annað enn tað – latast løgting- inum til politiska viðgerð og avgreiðslu. Men framum alt: verið varin og vælvirkin, tí »Kirkjan, hon er eitt gamalt hús…« Royndarfyrireikandi undirvísing 9. - 10. flokkur Føroyskt, danskt, enskt, týskt, rokning/støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði. Undirvísingin byrjar 21. oktober 2002 í Kommunuskúlanum. Tilmelding á tlf. 31 77 55 Kostnaður kr. 350,- fyri hvørja lærugrein. Maritimt fyrireikingarskeið (10. floks støði) Føroyskt, danskt, enskt, týskt, rokning/støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði. Undirvísingin byrjar 6. januar 2003 kl. 10.00 á Føroya Sjómansskúla. Skúlagondin er um dagin, og søkjast kann um útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum. Tilmelding á tlf. 31 77 55 Kostnaður kr. 1200,- Dugnaskaparroynd í sigling Mánakvøldið 30. sep. 2002 kl. 19.00 byrjar dugnaskaparskeið í sigling á Føroya Sjómansskúla. Undirvíst verður mánakvøld og mikukvøld kl. 19.00 - 22.30. Skeiðið endar við prótøku, sum byrjar mánadagin 31. mars 2003. Prógvið gevur tær rætt til at føra skip upp til 99 bruttotons í heimasjógvi, um annars treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og støddfrøði verður eisini undirvíst í týðan av veðurkortum. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS. Tilmelding á tlf. 31 77 55 Kostnaður kr. 650,- Dugnaskaparroynd í motorlæru Maskinlæra, ravmagnslæra, kølitøkni, eldsløkking og tænastukunnleiki Dugnaskaparprógvið veitir rættindi til at passa motorar við framtøkumegi upp til 612 HK í heimasigling, t.e. innan fyri 200 fjórðingar. Undirvísingin verður á Maskinmeistaraskúlanum hóskvøld kl. 19.00-22.30 Byrjað verður 24. okt. 2002 Tilmelding á tlf. 31 77 55 Kostnaður kr. 650,- S.R.C. (- skeið (VHF) 30 tíma skeið – endar við próvtøku. Undirvísingin verður á Sjómansskúlanum mánakvøld, mikukvøld og fríggjakvøld kl. 19.00-22.30 Tilmelding á tlf. 31 77 55 Kostnaður kr. 350,- Lærari Steintór Jacobsen Veving, tilskering, seyming og ymiskt handarbeiði SPINNING/ PLANTULITING Tilmelding tlf. 31 36 60 – 31 29 40 Kr. 670,00 Týskvøld 17.00 – 20.30 Margith Glerfoss og Sankta Frans Skúli Kr. 670,00 Hóskvøld 17.00 – 20.30 Herbjørg Dalsgaard - SKAFTVEVNAÐUR / LITLÆRA O.A. Tilmelding tlf. 32 26 10 Kr. 1.040,00 Mánakvøld 18.40 – 22.10 Bergljót J. Liengård Gamla Reinsaríið og Mikukvøld 18.40 – 22.10 - - VEVING Tilmelding tlf. 42 23 44 Flokkur 2 3 vikuskifti fyri jól, 5 vikuskifti eftir jól. Kr. 670,00 Fríggjakv. 18.30 – 22.55 Paulina Eliasen Kollafjørður og Leygardag 09.00 – 13.25 - - MASKINBINDING 2 flokkar 4 vikuskifti fyri jól og 4 eftir jól Tilmelding tlf. 42 20 77 / 28 12 96 Kr. 670,00 Vikuskiftir Elspa Petersen Brúni Skúli TØVING 3 vikuskifti fyri jól og 3 vikuskifti eftir jól Tilmelding tlf. 31 36 60 – 31 29 40 Kr. 470,00 Leygardag 10.00 – 17.00 Margit Glerfoss og Sankta Frans Skúli Herbjørg Dalsgaard PERLUSEYMING Tilmelding tlf. 42 10 61- 22 24 78 Kr. 570,00 Vikuskiftir Miriann Dam Kollafjørður Grafikk, leirarbeiði, tekning og máling GRAFIKK - ymisk prent Tilmelding tlf. 31 39 82 Kr. 670,00 Mánadag 14.00 – 17.30 Jóna Rasmussen Listaskúlin Kongagøta 7 Kr. 670,00 Mánakvøld 19.00 – 22.30 - - TEKNING OG MÁLING Tilmelding tlf. 31 60 04 Kr. 670,00 Týskvøld 19.00 – 22.30 Sofus Poulsen - Kr. 670,00 Hóskvøld 19.00 – 22.30 - - Tilmelding tlf. 31 99 15 Kr. 670,00 Mánakvøld 19.00 – 22.30 Randi Gunnarsdóttir - Tilmelding tlf. 31 99 15 Vikuskiftisskeið Kr. 520,00 3 fyri jól og 5 eftir jól Randi Gunnarsdóttir Kollafjørður MODELLTEKNING – (Livandi modell) Tilmelding tlf. 31 33 02 Kr. 670,00 Mánakvøld 19.00 – 22.30 Jógvan Biskopstø Læraraskúlin Kr. 670,00 Týskvøld 19.00 – 22.30 Jógvan Biskopstø - TEKNING - Kol Tilmelding tlf. 31 38 82 Kr. 670,00 Mikukvøld 19.00 – 22.30 Andreas Andreassen Listaskúlin Kongagøta 7 MODELLERING Tilmelding tlf. 31 38 82 Kr. 670,00 Fríggjakv. 18.00 – 21.30 Andreas Andreassen Listaskúlin Kongagøta 7 TILEVNING (tekning, máling, leir, emalja, kopar og silkimáling) Tilmelding tlf. 31 54 28 - 31 77 55 Kr. 670,00 Týskvøld 19.00 – 22.30 Margretha Petersen Læraraskúlin TILEVNING (tekning, máling, leir og modellering eftir modell) Tilmelding tlf. 31 47 66 Kr. 670,00 Týskvøld 18.00 – 21.30 Arngerð Joensen Eysturskúlin, inngongd Kr. 670,00 Hóskvøld 18.00 – 21.30 - í Dj. í Geilgøtu LEIRARBEIÐI / KERAMIKK Tilmelding tlf. 31 53 55 Kr. 670,00 Týsdag 16.00 – 19.30 Guðrið Poulsen Kommunuskúlin Kr. 670,00 Hóskvøld 18.00 – 21.30 Guðrið Poulsen - Tilmelding frá kl. 18.00 á 31 02 34 Kr. 670,00 Mikukvøld 19.00 – 22.30 Ása í Jákupsstovu Læraraskúlin POSTALÍNSMÁLING Tilmelding kl.18 – 20 á tlf. 31 96 56 - 31 86 35 – 22 04 86 Kr. 670,00 Mánadag 17.00 – 20.30 Rakul Dam og Komm.skúlin teknistovan Judith Árnastein Kr. 670,00 Mikudag 17.00 – 20.30 Rakul Dam og Komm.skúlin teknistovan Judith Árnastein Tilmelding tlf. 31 25 66 - tlf. 31 77 55 Kr. 670,00 Mánakvøld 18.00 – 21.40 Jastrud Clementsen Kollafjørður Kr. 670,00 Fríggjadag 16.00 – 19.40 - Komm.skúlin teknistovan A b iði ið FOTO framhald Tilmelding tlf. 31 98 12 Kr. 670,00 Týskvøld 19.00 – 22.30 Olaf Sneider Listaskúlin Kongagøta 7 Fimleikur og svimjing FIMLEIKUR - Fyri fólk við ringum ryggi Tilmelding tlf. 31 77 55 Kr. 350,00 Týskvøld 18.00 – 18.45 Randi Petersen Læraraskúlin Kr. 350,00 Týskvøld 19.00 – 19.45 - - MOTIÓNSFIMLEIKUR Tilmelding tlf. 42 10 88 Kr. 420,00 Mánakvøld 19.00 – 20.25 Elsa Petersen Kollafjørður SVIMJING - Fyri fólk við ringum ryggi Tilmelding tlf. 31 77 55 Kr. 350,00 Hósdag 15.15 – 16.00 Olga Kallsberg Eysturskúlin Kr. 350,00 Hósdag 16.00 – 16.45 - - SVIMJING Bechterew Tilmelding tlf. 31 70 29 Kr. 350,00 Hósdag 16.45 – 17.30 Karin Djurhuus Eysturskúlin SVIMJING fyri fólk við gikt Tilmelding tlf. 31 70 29 Kr. 350,00 Hóskvøld 17.30 – 18.15 Karin Djurhuus Eysturskúlin Tilmelding tlf. 42 15 68 Kr. 350,00 Týskvøld 19.00 – 19.45 Gunnvá Dam Kollafjørður Kr. 350,00 Týskvøld 19.55 – 20.40 - - SVIMJING fyri fólk við heilaskaða Tilmelding tlf. 32 15 20 - 31 05 56 Kr. 300,00 Fríggjadag 16.30 – 17.15 Tórunn Guttesen Eysturskúlin SVIMJING kokuloysn og fibromyalgi Tilmelding tlf. 31 91 84 Kr. 350,00 Mikudag 16.00 – 16.45 Hervør Eyðinsdóttir Landssjúkrahúsið svimjihylur VATNFIMLEIKUR/FØÐIFYRIREIKING (24 – 30 vikur við barn) Tilmelding tlf. 32 02 11 Kr. 420,00 Hóskvøld 18.15 – 20.50 Anna Christiansen Eysturskúlin, svimjihylur og skúlastova D 4 LÆRIÐ AT SVIMJA Tilmelding tlf. 32 02 14 Kr. 350,00 Mikukvøld 17.30 - 18.15 Rubek Lilaa Eysturskúlin Kr. 350,00 - 18.15 - 19.00 - - Kr. 350,00 - 19.00 - 19.45 - - Kr. 350,00 - 19.45 - 20.30 - - Matgerð KLÆNKISKEIÐ – byrjar 30. sept. Fyri fólk, ið viga í minsta lagi 20 kg ov nógv Tilmelding tlf. 42 15 80 Kr. 570,00 Mánadag 16.00 – 18.35 Anne Grete Harlou Eyturskúlin inngongd í Dj. í Geilgøtu VANLIGT KLÆNKISKEIÐ – byrjar 30.sept. Tilmelding tlf. 42 15 80 Kr. 570,00 Mánakvøld 19.00 – 21.35 Anne Grete Harlou Eyturskúlin inngongd Kr. 570,00 Týsdag 16.00 – 18.35 - í Dj. í Geilgøtu Kr. 570,00 Týskvøld 19.00 – 21.35 - - Kr. 570,00 Fríggjadag 16.00 – 18.35 - - MATGERÐ FYRI PENSIONISTAR – byrjar 25. sept. og 27. sept. Tørvurin á vitaminum og mineralum minkar ikki við árunum, tí er tað týdningarmikið at eta góðan mat. Tilmelding tlf. 42 15 80 Mikudag 10.00 – 13.30 Anne Grete Harlou Tilhaldið í Tórsgøtu Fríggjadag 10.00 – 13.30 - - MATGERÐ/HEILSUKOSTUR Tilmelding tlf. 42 12 89 Kr. 670,00 Týskvøld 17.00 – 21.00 Edna Einarsson Kollafjørður Kr. 670,00 Mikukvøld 17.00 – 21.00 - - Fyrstahjálp FYRSTAHJÁLP/HJARTAMASSASJA OG BRÁÐFEINGIS SÁLARHJÁLP Tilmelding tlf. 31 78 41 Kr. 420,00 Mikukvøld 19.30 – 21.45 Bo Warberg Sjúkrasystraskúlin Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli 2002/2003 FRÍTÍÐIN Treytað av nóg stórari undirtøku og myndugleikanna góðkenning bjóðar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli undirvísing í hesum lærugreinum skúlaárið 2002/2003: – at vera menniskja – at hava møguleikar – at taka av avbjóðingum og mennast C M Y K 13 12