Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2002 15 Tunlarnir verða klárir til tíðina Vágafólki nýtist ikki at óttast fyri, at tunl- arnir til og í oynni ikki verða klárir til ásetta tíð, sigur lands- verkfrøðingurin TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Hóast trygdarútgerðin, sum krevst í samband við undir- sjóvartunnilin, enn ikki er fingin til vega, væntar landsverkfrøðingurin, at tunnilin kann latast upp til ásetta tíð. Oyvindur Brimnes vísir á, at tað tosað verður um so og so langa veitingartíð fyri trygdarútgerðina til Vága- tunnilin, verður vanliga tosað um spildurnýggja útgerð. – Men nú er eingin, sum sigur, at tað skal vera nøkur treyt, at útgerðin er spildur- nýggj. Tað ber væl til at nýta brúkta útgerð. Bæði bilar og annað. Og ivaleyst ber eisini til at fáa hendur á henni til ta tíð, ásett er, at Vágatunnilin skal latast upp, sigur landsverkfrøð- ingurin, sum persónliga sigur seg vænta, at tann 26. november klokkan 11.00 verður Vágatunnilin latin upp. Í hinum endanum av Vágum er eisini ein tunnils- gerð í gongd. Nevniliga í Gásadalstunlinum. Har raktu teir ein leka fríggjadagin í seinastu viku. Og tað kann henda, at hann fer at seinka arbeið- inum eitt lítið sindur, helur landsverkfrøðingurin. – Men ikki naka nevni- vert, heldur hann, og ivast ikki í, at komið verður ígjøgnum í hesum árinum. Tann størsti trupulleikin, hesin leki hevði við sær, var, at neyðugt var at fáa eina størri pumpu at taka vatnið út úr tunlinum. Ikki var tað meira enn so, sigur landsverkførðingurin. Teir bora í løtuni í tveim- um skiftum í Gásadalstunl- inum, og eru komnir væl um helvtina, soleiðis at nú hellir niður aftur móti Gásadali. Tí verður vatnið standandi sum ein hylur fyri teimum, alla tíðina, meðan arbeitt verður. Men tá komið er ígjøgnum, verður tað eingin trupul- leiki meira, tí tá rennur vatnið út út tunlinum. Eingin føroyskur tunnil lýkur ásettu trygdarkrøvini Eingin av føroysku tunlunum lýkur tey trygdarkrøv, sum í dag eru galdandi. Arbeitt verður upp á at bøta um hetta, og avgjørt er at byrja við teimum nýggju tunl- unum og teimum, sum verða umvældir. TUNNILSTRYGD Edvard Joensen Hóast tað á pappírinum púra einki stendur til við tunnilstrygdini í Føroyum, er tað tryggari at koyra í gjøgnum føroysku tunlar- nar, enn tað er at koyra á føroysku vegunum, sigur landsvekfrøðingurin. Nú komið er fram, at Vágatunnilin kanska verður seinkaður orsakað av manglandi trygdarútgerð, verður spurningur eisini settur við, hvussu til stendur í øllum hinum tunl- unum í Føroyum. Til tað svarar Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðing- uri, stutt og greitt, at eingin teirra lýkur tey ásettu trygdarkrøvini. Tað ljóðar beinanveg ógvusligt, og tí verður spurt, um teir so ikki verða stongdir við brestin. Men so verður ikki, sigur landsverkfrøðingurin. Tí so vandamiklir eru teir kortini ikki, – Í grundini er tað trygg- ari at koyra í føroysku tunl- unum, enn tað er at koyra á vegunum, sigur hann. Teir nýggju fyrst Grundin til, at hesi krøvini nú verða sett Vágatunlin- um, er, at gjørt er av, at galdandi trygdarreglur skulu lúkast av øllum før- oyskum tunlum. Og avgjørt er eisini at byrja við teim- um nýggju og síðan taka teir verandi, so hvørt um- vælt verður ymsastaðni. Vágatunnilin verður so tann fyrsti, sum nýggju trygdarkrøvini raka, og síð- an koma Gásadalstunnilin og Norðskálatunnilin, sigur landsverkfrøðingurin. Gásadalstunnilin, tí hann eisini er nýggjur og ikki letur upp, fyrrenn øll krøv- ini eru uppfylt, og Norð- skálatunnilin, tí hann nú verður umvældur frá botni av, so at siga. – Men talan verður ikki um at steingja nakran tunnil orsakað av manglandi trygdarútgerð, sigur Oyv- indur Brimnes, landsverk- frøðingur. Sama støðan er galdandi í Noreg, sum vit hyggja nógv at, tá tosað verður um tunlar og tunnilstrygd í Før- oyum. Har eru eisini heilt nógvir tunlar, sum ikki lúka galdandi trygdarkrøv, vísir landsverkfrøðingurin á. Hann ásannar, at tað hev- ur ikki verið gjørt so nógv burtur úr trygdini, tí eingin orsøk, so at siga, hevur ver- ið til tess. Tað hevur gingið fínt, og so leingi einki hendir, er eingin, sum hugsar um slíkt. Tað kemur nokk – Soleiðis er tað vanliga, sigur Oyvindur Brimnes og vísir til Estoniu vanlukk- una. Aftan á hana skuldi knappliga bæði eitt og ann- að gerast við ferjurnar. Bógportrini vórðu sveisað aftur og so framvegis. Tunlar tosaði eingin um soleiðis, fyrr enn tann stóra vanlukkan hendi niðri í Alpunum. Tá varð farið at hyggja at, hvussu til stóð við tunlunum kring heimin, og ásannað varð skjótt, at tað stóð einki til nógva- staðni, vísir landsverkfrøð- ingurin á. Um føroysku tunlarnar sigur hann, tunnilin millum Kaldbaksbotn og Signabø ivaleyst er tann tryggasti, vit hava í dag, men hann lýkur heldur ikki øll av teimum krøvum, sett verða. Væl hevur Tórshavnar Kommuna at kalla alla ta trygdarútgerð, sum finst í dag, men inni í tunlinum mangla bæði eldsløkkjarar og telefon, vísir landsverk- frøðingurin á. – Tað kann vera gott nokk at hava útgerðina utt- anfyri, men tað er í grund- ini inni í tunlinum, hon eig- ur at vera. Tí ofta hevur tað víst seg, at tá brandmennin- ir koma fram, er ov seint, hóast teir bera heilt skjótt at, sigur Oyvindur Brim- nes, landsverkfrøðingur. Tað gongur væl at bora inni í Gásadalstunlinum. Ein lítil leki darvar ikki arbeiðinum, og komið verður ígjøgnum i hesum árinum, sigur landsverkfrøðingurin Eingin av verandi føroysku tunlunum lýkur tey trygdarkrøv, sett verða til tunlar. Men ein ætlan er løgd fyri, hvussu krøvini skulu uppfyllast. Byrjað verður við teimum nýggju tunlunum, og síðan koma teir eldru, so hvørt teir verða umvældir, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur 15 14 Nr. 177 - 17. september 2002 Tilboð til tunghoyrd og deyv ÍTRÓTTUR FYRI DEYV Tilmelding tlf. 31 75 97 Kr. 350,00 Hóskvøld 19.30 – 21.10 Maria Ellefsen Læraraskúlin TELDULÆRA byrjar 6. nov Undirvíst verður á teknmáli Tilmelding SMS – boð tlf. 22 63 37 Kr. 350,00 Mikukvøld 19.30 – 21.10 Marek Mir-Mackiewicz Venjingarskúlin Føroyskt, fremmant mál o.a. FØROYSK RÆTTSKRIVING, MÁLLÆRA OG MÁLRØKT Tilmelding tlf. 31 79 92 Kr. 570,00 Mánakvøld 18.15 – 20.50 Eyðun á Borg Venjingarskúlin stova 72 FØROYSKT FYRI ÚTLENDINGAR – eisini AFS-arar FAROESE FOR FOREIGNERS English Tongue Tilmelding tlf. 31 79 92 Kr. 470,00 Tuesday 18.00 – 19.50 Eyðun á Borg Venjingarskúlin stova 72 FÆRØSK FOR SKANDINAVER Tilmelding tlf. 31 73 50 Kr. 470,00 Mánakvøld 18.00 – 19.40 Regin av Steinum Venjingarskúlin stova 72 Kr. 470,00 Mánakvøld 20.00 – 21.40 - - ÍSLENDSKT framhaldsflokkur Tilmelding tlf. 31 51 39 Kr. 570,00 Mikukvøld 19.00 – 21.35 Jóhanna Traustadóttir Venjingarskúlin LÆRIÐ ENSKT Á ENSKUM Tilmelding tlf. 31 77 55 Kr. 470,00 Týskvøld 19.00 – 20.40 Sharon Christiansen Kommunuskúlin st. 105 ENSKT Enskt 1 Tilmelding tlf. 31 47 66 Kr. 470,00 Mikukvøld 18.00 – 19.40 Arngerð Joensen Kommunuskúlin st. 104 Enskt 2 Tilmelding tlf. 31 47 66 Kr. 470,00 Mikukvøld 19.50 – 21.20 Arngerð Joensen - Enskt 3 Tilmelding tlf. 31 77 55 Kr. 470,00 Mikukvøld 18.00 – 19.40 Sharon Christiansen Kommunuskúlin st. 105 Enskt 4 Tilmelding tlf. 31 77 55 Kr. 470,00 Mikukvøld 19.50 – 21.30 Sharon Christiansen Kommunuskúlin st. 105 FRANSKT Tilmelding tlf. 31 16 92 - tlf. 31 84 64 Kr. 470,00 Mikukvøld 19.00 – 20.40 Kristianna Winther Poulsen Kommunuskúlin st. 102 SPANSKT Tilmelding tlf. 31 51 52 Byrjunarflokkur Kr. 470,00 Týskvøld 19.00 – 20.40 Mark Jimenez Kommunuskúlin st. 101 Framhaldsflokkur Kr. 470,00 Týskvøld 20.50 – 22.30 - - RUSSISKT fyri byrjarar og framkomin Tilmelding tlf. 31 23 78 Kr. 470,00 Mikukvøld 19.00 – 22.30 Bozena Rasmussen Kommunuskúlin st. 101 TALUUNDIRVÍSING TIL AFASIRAKT - byrjar 30. sept. Tilmelding tlf. 32 17 02 Kr. 300,00 Mánadag 17.30 – 21.00 Lisbeth G. Petersen Skúlin á Trøðni Eykatilboð fyri menningartarnað og rørslutarnað FØROYSKT - Serundirvísing Tilmelding tlf. 31 75 60 Kr. 300,00 Mánakvøld 19.00 – 20.40 Arnold Eyvindsson Skúlin á Trøðni MATGERÐ - byrjar 2. okt. Tilmelding tlf. 42 15 80 Kr. 300,00 Hósdag 16.00 – 18.35 Anne Grete Harlou Eysturskúlin YMISKT HANDALIGT ARBEIÐI Seyming, træsmíð og tilevning Tilmelding tlf 31 52 80 FIMLEIKUR FYRI AUTISTAR Tilmelding tlf. 31 92 70 Kr. 300,00 Mánakvøld 19.30 – 21.15 Jákup Jóanesarson Komm. niðara høll BORÐTENNIS Tilmelding tlf. 31 75 79 og tlf. 21 67 60 Kr. 300,00 Hósdag 16.30 – 18.00 Dan Lamhauge Læraraskúlin og Sonny Djurhuus TÓNLEIKUR/SANGUR Tilmelding tlf. 31 77 55 Kr. 300,00 Mikudag 16.00 – 17.30 Annika Højgaard Skansastova Kr. 300,00 Hósdag 14.00 – 17.40 Brandur Øssursson og Annika Højgaard - Sangur og tónleikur KAMARKÓR Tilmelding tlf. 22 08 57 Hóskvøld 19.00 – 22.05 Leif Hansen Kommunuskúlin KÓRSANGUR - Glymur - rútm. kór Tilmelding tlf. 31 70 39 Mikukvøld 19.30 – 22.05 Palli Hansen Læraraskúlin KÓRSANGUR - Havnarkórið Tilmelding tlf. 31 18 19 Hóskvøld 19.30 – 22.30 Ólavur Hátún Sankta Frans Skúli KLAVER/ORGUL - byrjar 1. okt. Tilmelding tlf. 21 44 33 Kr. 420,00 Týs. Hósd. 13.30 – 20.00 Ann Kristin Nilsson Læraraskúlin KLAVER á byrjanarstøði Tilmelding tlf. 22 08 57 Kr. 420,00 Týs, mik, og fríggjadag Leif Hansen TVØRFLOYTA Tilmelding tlf. 25 46 21 - tlf. 31 77 55 Kr. 420,00 mán, hós 18.00 – 21.00 Katja Volovelskaja Frúutrøð 1 BLOKKFLOYTA Tilmelding tlf. 31 48 15 - tlf. 31 77 55 Kr. 420,00 mánadag 16.30 – 18.10 Sharon Weiss Listaskálin MESSING/SAMANSPÆL Unglingaorkestur Tilmelding tlf. 31 46 73 Mánakvøld 18.00 – 19.00 Kenneth Jones Frúutrøð 1 MESSING/SAMANSPÆL Tilmelding tlf. 31 46 73 Mánakvøld 19.30 – 22.05 Ove Olsen Skansin Hóskvøld 19.00 – 21.35 - - TRÆ - MESSING - SAMANSPÆL (Harmoniorkestur) Tilmelding tlf. 32 19 61 Mánakvøld 19.15 – 21.45 Martin Mouritsen Frúutrøð 1 Hóskvøld 19.00 – 22.35 Kenneth Jones og Andrea Heindriksdóttir HARMONIKA Tilmelding tlf 31 79 74 Kr. 420,00 Mánadag 16.30 – 22.20 Niels Olsen Kommunuskúlin st. 5 VIOLIN Tilmelding tlf. 31 97 48 Kr. 420,00 Kanny Sambleben Kommunuskúlin SAXOFON/SAMANSPAL Tilmelding tlf. 31 86 22 og tlf. 31 51 21 Kr. 420,00 Týskvøld 19.00 – 21.35 Brandur Øssursson Skansastova GITTAR – El-GITTAR –KEYBOARD – KLAVER - SAMANSPÆL Tilmelding tlf. 21 61 22 Kr. 420,00 Mán, týs,mik,hós. og frí. Karl Anton Klein Sankta Frans Skúli GITTAR, EL-GITTAR, TEORI OG SAMANSPÆL (BÓLKAR) Tilmelding tlf. 31 63 32 og tlf 22 21 32 Kr. 420,00 Mánakvøld 19.00 – 22.00 Hjalmar Holm Skansastova GITTAR Tilmelding tlf. 22 76 77 Kr. 420,00 Týskvøld 18.00 – 21.00 Mikkjal Hvannastein Skansastova Kr. 420,00 Hóskvøld 18.00 – 21.00 - C M Y K 14 Hóskvøldið skipar Vága Vinnufelag fyri almennum fundi, har Gisli Gislason, borgarstjóri á Akra- nesi, fer at halda fyri- lestur um týdningin av undirsjóvartunli UNDIRSJÓVARTUNNIL Tíðindaskriv frá Vága Vinnufelag Sum liður í fyrireikingini til at Vágatunnilin verður opin fyri almennari ferðslu 26. november í ár, skipar vinn- an í Vágum fyri almennum fundi í Sørvágs skúla 19. september kl.19. Íslending- urin Gisli Gislason fer at halda ein fyrileystur um tíðina undan og eftir at undirsjóvartunnilin um Hvalfjørðin var tikin í nýtslu. Gisli Gislason, sum er borgarstjóri á Akranesi, er ikki ókendur í Føroyum. Hann hevur ísamband við vinarbýarsambandið ímill- um Akranes og Sørvág ver- ið á vitjan her. Og eisini hevur hann havt fyrileystur í Klaksvík um sama evnið. Ætlanin við fundinum er at kunna vágafólk og vinnulívið í Vágum um, hvørja ávirkan undirsjóvar- tunnilin undir Hvalfjørðin hevur havt fyri fólkið og vinnulívið á Akranesi. Á hendan hátt vónar vinnan í Vágum, at fundur- in kann geva íblástur til felagstiltøk ímillum vinnu- rekandi í Vágum og vága- fólk annars. Fundur um Vágatunnilin í Sørvágs skúla Gisli Gislason hevur fyrr hildið fyrilestur í Klaksvík um sama evnið