týsdagur 17. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2002
17
HB hevur nú undanbrekku ímóti FM
Mótbrekkan hjá TB
tykist so tung, at tað
verður sera torført
hjá tvørámonnum at
varðveita plássið í
bestu deildini
SAMANUM
15. UMFAR
Jóannes Hansen
Tað eru trý umfør eftir av
2002 kappingarárinum. Tað
er tætt millum fremstu lið-
ini, og tí er einki avgjørt.
Men nú skal tað vilja meiri
enn illa til hjá HB, um teir
ikki fara at vinna FM heit-
ið, sum teir ikki hava átt
síðani 1998.
HB er eitt stig framman-
fyri KÍ og NSÍ. Í innanhýsis
uppgerðunum – har eru tað
bara stigini og ikki málini,
sum telja – stendur á jøvn-
um millum HB og KÍ, með-
an HB er omaná ímóti NSÍ.
HB vann 4–0 á heimavølli í
fyrsta
umfarinum,
og
sunnudagin vunnu teir 2–0
í Runavík.
Hóast EB/Streymur vann
2–1 á heimavølli ímóti HB,
so ber ikki til at ímynda
sær, at HB fer at tveita stig
burtur, tá teir komandi
sunnudag fáa vitjan av
Skála, og tá EB/Streymur
annan sunnudag kemur í
Gundadal. Avrikið ímóti
NSÍ vísti, at oddaliðið leik-
liga er væl fyri, um mót-
støðuliðið ikki liggur heilt
tætt í teimum. Tað megnaði
NSÍ í fyrra umfarinum,
men tað hava hvørki Skála
ella EB/Streymur møgu-
leika at gera. Í síðsta um-
farinum skal HB suður á
Sevmýri, og har fara teir
heldur ikki at missa stig.
Úrslitini sunnudagin lag-
aðu tað soleiðis, at HB hev-
ur ráð at spæla javnt í ein-
um av teimum trimum
dystunum, sum teir eiga á.
Teir eru tvey stig undan KÍ
og NSÍ, teir hava betri mál-
mun enn KÍ, og teir eru om-
aná ímóti NSÍ – bæði í inn-
anhýsis dystum og mál-
muni.
Torført við skránni
Um eitt lið er á odda og
samstundis eigur á pappíri-
num so lættar uppgávur á,
sum HB nú ger tað, so vil
tað sjálvsagt siga, at teir
longu hava megnað torføru
uppgávurnar ímóti hinum
góðu liðunum.
Hjá svornum HB við-
haldsfólkum er tað sjálv-
andi hugaligt, at meistara-
skapsdeymurin longu eftir
fimtanda umfarið er so
ramur. Men fyri spenningin
og harvið áhugan yvirhøvur
fyri kappingini, er tað
harmuligt, at oddaliðið ikki
í trimum teimum seinastu
umførunum verður partur í
toppuppgerðum.
Í hondbóltinum verður
lagt soleiðis til rættis, at tey
fýra liðini, sum í undan-
farna kappingarári endaðu
á fýra teimum ovastu pláss-
unum, í seinastu umførun-
um hittast innanhýsis. Har-
við verður á skrivaraborði-
num gjørt tað, sum gerast
kann, fyri at varðveita in-
tensitetin og spenningin so
leingi, sum tað ber til.
Í gomlum døgum – og
tað vil í hesum førinum
siga í tíðini, áðrenn Eystur-
oyggin rættuliga fór at
blanda seg í toppin í fót-
bóltinum – var skráin oftast
soleiðis, at KÍ og HB hittust
fram ímóti kappingarenda
ella HB og TB, tá tað vóru
hesi bæði liðini, sum
undanfarna árið høvdu
verði ovast.
Teir, sum leggja fótbólts-
kappingina til rættis, tykj-
ast ikki at hava hugsað so-
leiðis, tá teir í síðsta um-
farinum hava sett TB og
HB at spæla á Sevmýri,
men uppgávan bæði at at
leggja til rættis og at vera
spámaður, sum metir um,
hvør fer at standa seg væl
og minni væl, er stór og tor-
før.
Í fjør vann B36 FM heitið.
GÍ var næstfremst, so komu
B68 og VB, og NSÍ, KÍ og
HB, sum seinastu vikurnar
hava telvast um fremsta
plássið,
vóru
ávikavíst
nummar fimm, seks og sjey!
Undan kappingarbyrjan í
ár varð HB mett sum eitt av
fleiri boðum uppá odda-
sessin. Onnur boð vóru
NSÍ, KÍ, B36, GÍ og B68.
Hesi feløgini skulu spæla
fleiri innanhýsis dystir í
trimum teimum seinastu
umførunum.
Europa upp á spæl
Meistaraliðið fær eina stóra
millión frá UEFA fyri at
luttaka í Europa Cup.
Steypavinnararnir
eiga
pláss í UEFA Cup. Tað
plássið hevur NSÍ tryggjað
sær.
Næstfremsta
liðið
sleppur eisini upp í part í
UEFA Cup. Í løtuni er KÍ
besta boðið upp á hetta
plássið.
Størstu hóttanina fáa teir
úr Gøtu. GÍ er kropið upp á
fjórða plássið. Teir eru tvey
stig aftanfyri KÍ og NSÍ.
Komandi sunnudag fara
gøtumenn til Klaksvíkar.
Úrslitið í tí uppgerðini fer
at hava sera stóran týdning
fyri UEFA Cup luttøkuna.
Sum støðan er í løtuni, so
verður neyðugt hjá GÍ at
vinna í Klaksvík. Men tað
eru framvegis fleiri aðrar
spennandi
uppgerðir
á
skránni. Í næstsíðsta um-
farinum skal B36 til Gøtu,
og í síðsta umfarinum skal
NSÍ til Klaksvíkar. Undan
vikuskiftinum var møgu-
leiki fyri, at hesin síðst
nevndi dysturin skuldi ger-
ast ein sonn finala. Tann
møguleikin er rættuliga
kámur nú. Hann spøkir,
men um hann skal gerast
veruleiki, so skal HB snáva
orduliga, og so skulu KÍ og
NSÍ vinna báðar dystirnar,
sum tey eiga, áðrenn tey í
síðsta umfarinum hittast í
Klaksvík.
Mótbrekkan hjá TB
Sunnudagurin var søgulig-
ur hjá Skála á tann hátt, at
tað fyri fyrstu ferð eydnað-
ist teimum at vinna í bestu
deildini. Og nýggi venjarin,
Hans Jákup Andreasen,
kann erpa sær av, at liðið
bara hevur vunnið í 1.
deild, meðan hann hevur
verið venjari!
Tey trý stigini, sum Skála
fekk burturúr ímóti EB/-
Streymi, bera við sær, at
Skála er sloppið undan aft-
asta plássinum og harvið
beinleiðis
niðurflytingar
plássinum. Tá Skála kom-
andi sunnudag fer í Gunda-
dal at spæla ímóti HB, fer
TB at spæla á heimavølli
ímóti NSÍ. Tað er sannlíkt,
at hvørki botnliðið fer at
fáa úrtøku. Um tað fer at
gangast, sum tað kann
roknast við, so verður
niðurflytingin avgjørd, tá
tey bæði botnliðini í næst-
síðsta umfarinum fara at
hittast á Skála. Í løtuni sær
tað út til, at tað verður
neyðugt hjá TB at vinna
tann dystin, um teir skulu
sleppa undan beinleiðis
niðurflytingini.
Um tað ikki eydnast hjá
TB, so verður støðan iva-
leyst tann sama eftir síðsta
umfarið, sum hon var í
1988. Tá fekk HB handað
gullmerkini og FM steypið,
meðan tvørámenn stóðu og
hugdu at í Gundadali. Teir
vóru greiðir yvir, at teir í
1989 skuldu spæla í 2.
deild. Aftur í 1996 vóru
tvørámenn í somu støðu. Tá
stóðu teir eftir síðsta um-
farið niðurfluttir á Svemýri
og hugdu at, meðan gøtu-
menn fingu gullkrónur og
FM steyp.
Óvanliga spennandi
Í 2. deild er tað so spenn-
andi, sum tað ongantíð hev-
ur verið áður. Spurningurin
um beinleiðis uppflyting er
avgreiddur. FS Vágar hevur
vunnið deildina so sannfør-
andi, sum eingin hevur
gjørt áður. Spenningurin
snýr seg um endaspæl um
uppflyting, um endaspæl
um niðurflyting og um
beinleiðis niðurflytingina.
Síðsta umfarið í 2. deild
verður um tvær vikur. Tá
verður greitt, um talan yvir-
høvur verður um endaspæl
um uppflyting. Treytin er,
at eitt felag, sum ikki
frammanundan er umboðað
í fermstu deildini, verður í
hvussu so er nummar fýra.
B71, Sumba, ÍF og LÍF
kappast innanhýsis. Men
tað er framvegis møguleiki
fyri, at B36, KÍ og NSÍ fara
at liggja á teimum øllum.
Tað er ikki komið fyri áð-
ur, at átjan stig ikki hava
verið nóg stór úrtøka fyri at
sleppa undan beinleiðis
niðurflytingini. Soleiðis er
støðan hesa ferð. Burtur-
sæð frá FS Vágum eru øll
hini níggju liðini í størri
ella minni vanda fyri at
flyta niður. Frá HB á aftasta
plássinum og fram til B36 á
silvurplássinum eru tað
fimm stig, og tað eru tvey
umfør eftir at spæla. Í
tveimum teimum síðstu
umførunum sær skráin so-
leiðis
út:
LÍF–B71,
NSÍ–B36,
FS
Vágar-
Sumba, HB–ÍF og VB–KÍ
hittast komandi leygardag.
Annan leygardag hittast
B71–VB,
B36–LÍF,
Sumba–NSÍ, ÍF–FS Vágar
og KÍ–HB.
Nocko Jokovic og HB tóku sunnudagin eitt risa fet móti gullkrónunum. Enn resta trý umfør, men við eftirverandi dystarskránni er ilt at ímynda sær, at
havnarliðið skal kiksa í royndini at vinna sítt 14. meistaraheiti
Mynd: Álvur Haraldsen
17
Nr. 177 • týsdagur • 17. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
KÍ bíðar eftir Kurt
Í HB rokna teir við, at
venjaraspurningurin
verður avgreiddur í
hesi vikuni ella í
komandi viku
VENJARAR
Jóannes Hansen
HB, KÍ og NSÍ eru trý tey
fremstu í bestu deildini.
Tað er greitt, at Jógvan
Martin Olsen verður venj-
ari hjá NSÍ komandi ár.
Men tað er ikki greitt,
hvørjir verða venjarar hjá
HB og KÍ.
Klaksvíkingar
ynskja
ikki at dylja, hvønn teir
fegnir vilja hava at vera
venjara hjá teirra monnum,
meðan tað er torførari at fáa
staðfest, hvønn HB leiðslan
ynskir at hava ábyrgdina
fyri teirra besta lið.
– Vit vilja fegnir hava, at
Kurt Mørkøre heldur fram í
venjarastarvinum.
Hann
hevur víst, at hann megnar
at stíla fyri góðari venjing.
Spælararnir eru í góðari
venjingarstøðu, og um-
hvørvið á og kring liðið er
gott. Tað eru nógvir um
boðið á besta liðnum, og
teir á beinkinum vísa aftur
og aftur, at teir gera heilt
stóran mun. Tað sóu vit
aftur í Gundadali sunnu-
dagin. Tá tað eru nógvir um
boðið, og allir ikki sleppa
upp í part, so er tað upp-
gávan hjá venjaranum at
halda øllum til, og at syrgja
fyri at lagið er gott, og tað
hevur Kurt megnað sera
væl, sigur Gestur Hov-
gaard, sum er formaður í
KÍ.
Okkum eydnaðist ikki at
fáa fatur á Kurt Mørkøre í
gjár, men vit skilja, at
orsøkin til at hann ikki enn
hevur givið endalig boð,
um hann fer at halda fram í
Klaksvík ella ikki, er, um
hann verður búgvandi í
Føroyum, ella um hann fer
aftur til Noregs.
Hoyra einki
KÍ formaðurin ásannar, at
støðan kann gerast eitt
sindur torfør, um teir ikki
hava sett venjara, tá tíðin er
liðin nógv frá, men hann
væntar ikki, at hetta fer at
bila hjá KÍ:
– Vit halda okkum vera í
einum góðum og spennandi
felag, sum tað átti at verið
spennandi at vant. Ikki
minst tí vit hava nógvar og
góðar spælarar.
Fáa tit nógvar fyrispurn-
ingar?
– Síðani eg gjørdist for-
maður hevur eingin venjari
spurt seg fyri um starv hjá
okkum. Hvørki úr Føroyum
ella útlendingur. Kanska er
tað tí, at vit hava ein góðan
venjara, eg veit tað ikki.
Men eg haldi, at tað hevði
ikki gjørt nakað, um venj-
arar góvu seg til kennar, um
teir eru áhugaðir. Tað hevði
gørt uppgávuna lættari hjá
øllum pørtum, heldur KÍ
formaðurin Gestur Hov-
gaard.
Frætta nógv
Í HB tosa teir nógv um
venjingina komandi ár.
Kári Nielsen og Jóannes
Jakobsen hava havt ábyrgd-
ina, síðani Ion Geolgau fór
úr starvinum, sum hann
hevði havt síðani 1998.
Tá vit spyrja Steinfinn
Mittelstein, stjóran í Havn-
ar Fótbóltur, sum helt 41
ára føðingardag í Runavík
sunnudagin, um, hvussu
tað verður við venjaranum,
vil hann hvørki avsanna
ella vátta, at menninir, sum
nú hava ábyrgdina, fara at
halda fram.
– Kári og Jóannes tóku
uppgávuna á seg, tá tað
stóð ikki so væl til. Teir eru
settir til hetta árið er liðugt.
Venjaraspurningurin fyri
komandi ár verður av-
greiddur í hesi vikuni ella í
næstu viku, sigur Steinfinn
Mittelstein.
Fáa tit nógvar fyrispurn-
ingar?
– Tað eru fleiri, sum føla
seg fyri hjá okkum. Ikki
minst úr útlandinum koma
ofta teldupostir frá venjar-
um, sum siga seg hugaðar
at koma henda vegin. Tá
tað í fjør varð eitt sindur av
turbolensi kring HB og
venjaran, fekk eg fleiri
teldubrøv, sigur Steinfinn
Mittelstein.
VB leitar
Í Vági er Marek spælandi
venjari. Tá vit spyrja John
Henrik Holm, formann í
VB, hvussu tað verður
komandi ár, svarar hann so-
leiðis:
- Vit søkja í løtuni eftir
venjara, og sjálvandi er tað
ein spurningur, sum vit
vilja hava avklárað sum
skjótast, men enn er ov tíð-
liga at siga nakað um hetta.
Er VB eitt av feløgunum,
sum hevur roynt at fáa Ion
Geolgau til venjara?
– Eg fari ikki at seta nøvn
á, hvørjar venjarar vit hava
havt samband við. Vit hava
tosað við 3–4 persónar,
men vit hava ikki verið í
realitetssamráðingum við
nakran, sigur VB formaður-
in.
Ion Geolgau er í løtuni leysur
maður á føroyska
venjaramarknaðinum, men
skalt tú trúgva
leysasøgunum, sum ganga í
hesum døgum, verður hetta
ikki støðan serliga leingi
afturat
Á Skála ætla teir ikki
at seta venjara, fyrr-
enn tað er greitt, um
teir skulu spæla í
bestu ella næstbestu
deildini komandi ár
VENJARAR
Jóannes Hansen
og Jákup Mørk
Nú er tað greitt, at EB/-
Streymur skal hava nýggjan
venjara komandi kapping-
arár. Trygvi Mortensen
hevur havt ábyrgdina í ár,
men hann heldur ikki fram:
– Tað er eitt sindur síð-
ani, at eg segði leiðsluni í
felagnum frá, at eg fór ikki
at halda fram. Tað gjørdi eg
fyri at teir skuldu hava
stundir fyri at finna ein
nýggjan venjara í góðari
tíð, sigur Trygvi Morten-
sen, sum orsaka av arbeiðs-
umstøðum ikki hevur ætl-
anir um at vera venjari á
høgum støði komandi ár.
Í EB/Streymi hava teir
ikki enn sett nýggjan venj-
ara til komandi kappingar-
ár, sum ivaleyst – triðja árið
á rað – verður í bestu deild-
ini.
Bíða á Skála
Á Skála komu teir flúgv-
andi frá fyrsta dystinum,
eftir at Hans Jákup Andrea-
sen fór frá at vera hjálpar-
venjari og til at hava
ábyrgdina, og Jústinus Just-
inussen gjørdist hjálpar-
venjari – akkurát sum hann
gjørdist í fjør, tá tað stóð
mest á.
Ætla tit at halda fram við
somu venjarum?
Kurt Rasmussen er for-
maður í Skála Ítróttarfelag:
– Vit hava onga avgerð
tikið um venjaran. Sjálv-
andi hava vit følt okkum
eitt sindur fyri, og vit fylgja
við í, hvat gongur fyri seg.
Men vit fara ikki at seta
venjara, fyrrenn tað er
greitt, um vit skulu spæla í
1. ella í 2. deild. Tað verður
í fyrsta lagið eftir TB dyst-
in, sum verður á skránni um
tvær vikur. Tá fæst at
síggja, um vit skulu flyta
beinleiðis niður, ella um vit
skulu spæla um eitt pláss í
bestu deildini, sigur Kurt
Rasmussen, sum eftir sig-
urin og góða avrikið sunnu-
dagin sigur seg hava gott
mót um, at tað fer at eydn-
ast hansara monnum at
varðveita plássið í bestu
deildini.
Hví halda tit ikki bara
fram við venjaraparinum,
sum tit nú hava?
– Sum eg segði, so er
einki avgjørt. Men ofta vís-
ir tað seg hjá monnum, sum
eru í fulltíðarstarvi, at tað
verður ov tungt at hava
venjarastarvið
framíhjá,
sigur Kurt Rasmussen, for-
maður í Skála Ítróttarfelag.
Trygvi heldur ikki fram á Eiði
C
M
Y
K
16