Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2002 19 VB-TB 6-1 (2-0): Einvegis ferðsla Vágbingar vunnu stórsigur á grannun- um av Tvøroyri, og sendu harvið TB á niðasta sessin í lands- kappingini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Seinna grannauppgerðin í Suðuroynni var á skránni sunnudagin, tá VB á heima- vølli tók ímóti TB. Um- framt spenningin, sum ein slík uppgerð altíð ber við sær, hevði dysturin serstak- liga stóran týdning hjá TB, sum dystast við Skála um at sleppa av niðasta plássi- num í deildini. Brast við málinum Tað var eisini heilt greitt, hvat TB hevði í kvittanini, nú teir vóru komnir suður. Denturin skuldi fyrst og fremst leggjast á verjupart- in, soleiðis at eitt stig møguliga kundi fáast burt- urúr. So mátti álopsspælið dúva upp á kontramøgu- leikarnar, men tað tó rætti- liga langt ímillum hesar fyrsta umfarið. VB sat snøgt sagt á øll- um, og tað var sjáldan – um nakran tíð - at veruliga vandi var á ferð framman fyri málið hjá Bjarna Jo- hansen. Hóast yvirvágina, so gekst sera striltið hjá vág- bingunum at fáa nakað burturúr. TB bardist alt tað, teir vóru mentir, ímóti yvir- maktini, men fimm minutt- ir fyri hálvleik bar tó til. Nenad Zivanovic, sum hesa ferð var í vinstra miðvallar- borði í eini 4-4-2 uppstill- ing, skeyt innfyri. Eitt sind- ur ilt var kanska at síggja, hvønn veg bólturin hevði farið, men alt endaði við at Palli Augustinussen fekk stýrt bóltinum í netið. Og minuttin eftir var Palli aftur upp á spæl. Hesa ferð slapp hann púra leysur inn um TB-verjuna eftir 1-2 samanspæl, og so kundu vágbingarnir fara til hálv- leiks við eini tryggari leiðslu. Í seinna hálvleiki gjørdi TB ein vørr, í eini roynd at vinna seg aftur í dystin. Alt fyri eitt royndu teir at leggja stórt trýst á VB, men tað gingu bert tríggir min- uttir, so var alt punkterað. Sera væl upplagdi Nenad varð sendur avstað í vinstru, tá TB hevði mist í álopspartinum,og so gekk skjótt fyri seg. Jugoslavin spældi tvørtur um til Dan Djurhuus, sum einsamallur við málverjanum sendi í kassan, og so var meira ella minni liðugt. Fall saman Málið var líka sum ein staðfesting av, at tað skuldi ikki eydnast TB at fáa nak- að burturúr dystinum, og næstu løtuna var bert eitt lið á vøllinum. Marek gjørdi tað til 4-0, tá hann við dómadagsskoti av brotsteigarhorninum sendi bóltin upp í saman- komingina, og síðani var tað aftur Nenad, sum tvær ferðir á rað legði upp til mál. Báðar ferðirnar við at fara ígjøgnum VB verjuna, og meðan fyrra innleggið fann føturnar á Dan Djur- huus, var tað Jón Pauli Ol- sen, sum smekkaði til seinnu ferðina. TB fekk eitt mál móti dystarenda, men hetta kom einamest, tí VB nú hevði sett ferðina niður. Milan Cimburivic sendi innfyri, har Kaj Roest og Sasha vóru staddir, og eftir at Bjarni Johansen fyrst hevði hálvbjargað, var jugoslav- iski álopsmaðurin á bletti- num seinnu ferðina. Við tapinum datt TB á niðasta plássið á stigatalv- uni, og einki er at ivast í, at annað spæl skal finnast fram, um teir skulu varð- veita sessin í bestu deildini. Serstakliga stórur man spenningurin vera til dystin móti Skála í næst seinasta umfarinum, men áðrenn teir koma so langt, skulu teir á heimavølli takast við NSÍ, og tann uppgávan í sjálvum sær er helst ríkiliga stór. VB fekk við trivaliga sigrinum loksins eina posi- tiva uppliving í einum ári, sum fyri tað mesta hevur verið skuffandi. Heiðurs- merkjum kunnu teir tó ney- van røkka, men nú røkist fyri, at teir kunnu fara eitt pláss upp, og megna teir at fáa fult, tá teir um eina viku vitja á Toftum, leggja teir um ikki annað tað liðið aft- ur um seg. Dysturin í tølum: VB-TB 6-1 (2-0) 1-0: Palli Augustinussen, 41 2-0: Palli Augustinussen, 42 3-0: Dan Djurhuus, 48 4-0: Marek Vierzbicki, 56 5-0: Dan Djurhuus, 60 6-0: Jón Pauli Olsen, 66 6-1: Aleksandar Radosavljevic, 75 Dómari: Suni Johansen VB: Bjarni Johansen – Slo- bodan Madzar, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Nenad Zivanovic, Marek Vierz- bicki, Palli Augustinussen, Mortan í Hørg – Jón Pauli Olsen, Dan Djurhuus TB: Lars Müller - Einar Petersen, Óli Johannesen, Vladimir Matijivic, Olivur Abrahamsen - Bárður Dim- on, Milan Cimburovic, Craig Dean, Kaj Roest - Allan Michelsen, Aleksan- dar Radosavljevic Hóast hann var maðurin aftan fyri útjavningina hjá B36, so var tað ein vónbrotin John Petersen, sum vit fingu orðið á eftir dystin FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Tað var einki at siga til, at John Petersen var vón- brotin eftir dystin sunnu- dagin. Hóast hann fekk tvey mál burturúr, so verða tað neyvan hesi, sum áskoðararnir fara at minnast, men heldur mis- nýtta brotssparkið tíggju minuttir fyri leiklok, har hann annars hevði møgu- leikan at avgera dystin fullkomuliga. - Tað er so einki at ivast í, at um eg hevði skorað, so var dysturin avgjørdur. Akkurát hvat eg gjørdi, skalt tú ikki spyrja meg um. Eg trúi ikki sjálvur, at eg kundi vera so býttur, men tað var eg so kortini. Um tað, sum eftir er av kappingini, heldur John, at hjá teimum er ikki ann- að at gera, enn at royna at vinna seg longri upp. - Gullinum høvdu vit nokk neyvan rokkið undir nøkrum umstøðum, men við úrslitinum í dag gerst tað enn torførari hjá okk- um at koma á silvurpláss- ið. Vit mugu tó royna at vinna okkara dystir, og so bara vóna, at tað er nóg mikið, segði ein vónbrot- in John Petersen at enda. Kurt Mørkøre var eftir dystin sann- førdur um, at klaks- víkingar áttu frí- spark við seinasta B36-málið FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Tá tað var greitt, at HB vann sín dyst í Runavík, var eisini greitt, at skuldi nakar hava møguleikan at taka teir aftur í oddastríð- num, skuldi tað helst vera KÍ. Og fram til 93 minutt- ir vóru farnir, vóru klaks- víkingar eisini ájavnir HB í stigum, men tann vónin brast so, tá John stútaði bóltin inn. Tí er einki at siga til, at tað var ein vónsvikin Kurt Mørkøre, sum eftir dystin stóð uttan fyri skiftingarrúmið hjá KÍ. - Har er einki at tosa um. John hevur báðar hendurnar í rygginum á Alexandre, tá hann skorar hatta seinasta málið. Hatta var stórt fríspark, og tað er kritisabult, at ein dómari ikki sær slíkt í somikið avgerandi dysti. Tað er jú føroyameistara- heitið, sum stendur upp á spæl, og tá kunnu slík mistøk ikki bara góðtak- ast, segði KÍ venjarin. Risa-fríspark Tað er jú føroyameistara- heitið, sum stendur upp á spæl, og tá kunnu slík mistøk ikki bara góðtakast, segði Kurt um vantandi frísparkið í seinastu sekundunum Býtt - Eg trúi ikki, at eg kundi vera so býttur, men tað var eg so kortini, segði John um misnýtta brotssparkið tíggju minuttir fyri leiklok Nenad Zivanovic var hesa ferð á miðvøllinum, og við uppspælinum til fýra av heimamálunum átti hann sín stóra lut í stórsigrinum á grannunum savnsmynd 19 18 Nr. 177 - 17. september 2002 B36-KÍ 3-3 (0-1): Farvæl til gullvónina Bæði B36 og KÍ høvdu sínar møgu- leikar at avgera dyst- in, men tá alt kom til stykkis, vórðu stigini býtt millum liðini, soleiðis at bæði helst søgdu farvæl við seinastu vónina um gullkrónurnar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eingin ivaðist í, hvat stóð upp á spæl, tá B36 tók ímóti KÍ sunnudagin. Talan var um tey bæði liðini, sum royna at elta HB og NSÍ, og tí var tað fyri báðar partar avgerandi, at trý stig vórðu fingin til høldar. Sum úrslitið sigur, so miseydn- aðist hetta hjá báðum pørt- um, men áðrenn hetta varð greitt, høvdu bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá liðun- um báðum verið ígjøgnum allan kensluskalain, har gleðisløturnar vórðu av- loystar av vónbrotum og øvugt. KÍ stýrdi Í fyrra hálvleiki var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein somikið málríkan og undirhaldandi dyst. Bæði liðini tóktust hava stóra virðing fyri hvørjum øðr- um, og tí var talan um hampuliga fáar gjøgnum- brotsroyndir. Klaksvíkingar høvdu í mun til undanfarnu dystir- nar umskipað liðið nakað, og á pappírinum líktist tað einamest eini Drillo-in- speraraðri 4-5-1, har Hjal- grím Elttør var einsamallur á toppinum, meðan Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni og Harley Bertholdsen so høvdu til uppgávu at stuðla í álopspartinum. Fyri tað mesta riggaði hetta eisini sera væl. Kompakti mið- vøllurin gjørdi tað ógvuliga trongt hjá B36 at fáa veru- liga gongd í álopsspælið, og í fleiri førum varð talan um heilt vandamiklar støð- ur, tá teir tríggir á miðvølli- num komu framvið. Fyrstu møguleikarnar í dystinum var tað tó B36, sum hevði, tá teir í tveim- um førum sluppu oman at baklinjuni, men mitt í øll- um svaraði KÍ aftur. Allan Mørkøre var farin oman móti horninum at taka langt innkast. B36 hevði júst skift skadda Iulian Florescu út, og møguliga var hetta orsøkin til, at verjan var so- mikið óskipað. Hvussu var og ikki, so endaði alt við, at Heðin á Lakjuni snittaði innkastið víðari til ein full- komuliga leysan Hjalgrím Elttør, sum smekkaði til. Sum vera man, so gav hetta klaksvíkingunum enn betri fortreytir fyri kom- pakta spælistílinum. Stóran part av tíðini var tað soleið- is B36, sum hevði bóltin, men talan gjørdist sjáldan um veruliga vandastøður. Hinvegin var fleiri ferðir vandi á ferð, tá Hjalgrím Elttør sýndi B36, at hóast hann var einsamallur á toppinum, skuldu verju- leikararnir ikki rokna við nøkrum løttum degi. Ta einu ferðina royndi hann seg við heilkiksaðum skoti, heldur enn at psæla Allan Mørkøre, og tá hann beint undan steðginum spældi Harley Bertholdsen leysan, lyfti hesin bóltin eitt vet ov langt, soleiðis at hann fór omanfyri málið. Koppaði eftir tveimum minuttum Eitt KÍ-mál afturat beint undan steðginum hevði helst punkterað heimaliðið fullkomuliga, men tað hendi so ikki, og tá B36 so kom á vøllin aftur, vóru teir sum hamskiftir. Nú var talan um beinleið- is og ágangandi álopsspæl. Ikki minst tóktust Bárður Mortansson og Magni á Lakjuni vælupplagdir, tá teir ferð eftir ferð royndu at koma ígjøgnum í borðun- um, og tað vardi heldur ikki so leingi, áðrenn hetta gav úrslit. B36 spældi seg væl ígjøgnum í vinstru síðu, og tá Magni sendi eitt hart inn- legg inn í brotsteigin, var Bárður Mortansson hægst- ur, og stútaði bóltin niður móti stólparótini. Bert tveir minuttir seinni fekk B36 møguleikan at leggja seg á odda. Kanska var talan um eitt heldur bíligt brotsspark, tá beini á Alexander Djor- djevic og Julian Johnsson fløktust um hvørt annað, men dómarin var ivaleysur og peikaði í blettin, og har var John Petersen, tá hann smekkaði til hart og til høgru. Dýrur kiksari Klaksvíkingar fóru sum skilligt var, nakað niður við høvdinum. Megin partin av fyrra hálvleiki høvdu teir tamarhald á tí, sum fór fram, og nú hevði B36 eftir bert tveimum minuttum koppað øllum á. Spakuliga fingu gestirnir tó loyvi at koma aftur í dystin. Eina mest tí B36 nú í størri mun dúvaði upp á kontra, og einar tvær ferðir komu teir eisini at standa heilt væl fyri, uttan at teir tó fingu gjørt sær dælt. Tíggju minuttir fyri leiklok fekk heimaliðið gyltan møguleika at steingja dyrn- ar. B36 hevði tá aftur fingið tillutað brotsspark, hesa- ferð tí Alexander hevði hildið John, og so mundu tey flestu halda, at nú var avgjørt. John varð aftur settur at skjóta, men tá hann skuldi vera frekur og lobba bóltin í málið, varð Meinhardt standandi, so- leiðis at hann bert skuldi taka eitt fet til vinstru, áðr- enn hann loftaði bóltinum. Og tað var skjótt greitt, at misnýtti møguleikin hevði sína sálarligu ávirkan á lið- ini. Klaksvíkingar fóru nú aftur at trúgva uppá, at tað bar til, og eina løtu mest sum kringsettu teir brots- teigin. Teir vunnu seg eisini upp á javnt, tá Hjalgrím Elttør fann ein púrasta leys- an Erling Fles, sum úr eitt sindur spískum smekkaði bóltin í kassan, og tríggjar minuttir eftir hetta, vóru tað teir, sum høvdu koppað øll- um á. Eftir uppspæl í vinstru, varð bólturin send- ir inn fyri málið, og har kom Ove Nysted rennandi og drønstútaði í meskarnar. Rómurin við gamla skýl- ið var øgiligur. Áskoðarar- nir, sum høvdu verið eitt sindur kúrrir stóran part av seinna hálvleiki, funnu dansistevini framaftur, og á vøllinum var frøin sjálvsagt ikki minni. Gleðin helt sær eisini fram til 93 minuttir vóru leiktir. Í eini seinastu roynd at javna hevði B36 vunnið sær horna, og tá hetta varð sent innfyri, var John Petersen hægstur, og við nærmara stólpa stýrdi hann bóltinum inn. Klaksvíkingar vóru í øðini. Frustratiónirnar um at hava mist stigini somikið seint, vóru sjálvsagt stórar, og tað gjørdi tað ikki betri, at teir mettu John hava gjørt fríspark móti Alecander, áðrenn hann stútaði. Hvussu var og ikki, so stóð málið við, og fyri KÍ merkti hetta eftir øllum at døma, at teir verða ov stuttir í roynd- unum at vinna HB aftur. Teir eru nú tvey stig aftan fyri, og við dystunum, sum HB á pappírinum hevur eftir, er ilt at ímynda sær, at teir skulu tveita nakað burt- ur tey trý seinastu umførini. Fyri B36 kundi einsa- malla stigið heldur ikki nýt- ast til so nógv. Teir vistu undan dystinum, at skuldu teir hava nakran møguleika, so skuldu trý stig til, og heldur enn at nærkast oddi- num, duttu teir eitt stig nið- ur á talvuni. Dysturin í tølum B36-KÍ 3-3 (0-1): 0-1: Hjalgrím Elttør, 17 1-1: Bárður Mortansson, 53 2-1: John Petersen (br.), 56 2-2: Erling Fles, 82 2-3: Ove Nysted, 85 3-3: John Petersen, 90 Dómari: Dagfinn Olsen. Stórt spell, at hann skuldi koma soleiðis í fokus við seinastu avgerðini, tí undan hesum hevði hann dømt ein góðan dyst, har leikararnir fingu loyvi at nýta kroppin, uttan at talan hóast hetta gjørdist um nakran ljótan dyst. B36: Rene Tórgarð - Arn- bjørn Danielsen Egil Zach- ariasen, Jens Kristian Han- sen – Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Julian Johnsson, Iul- ian Florescu – John Peter- sen, Magni á Lakjuni KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Alexander Djordjevic, Ove Nysted, Rúni Elttør – Allan Mørk- øre, Jan Joensen, Harley Bertholdsen, Allan Joen- sen, Heðin á Lakjuni – Hjalgrím Elttør Talan var um nógvar og harðar nærdystir í Gundadali, men hóast hetta gjørdist talan ongan tíð um nakran ljótan dyst, og spenningurin helt sær í øllum førum til seinasta bríksl C M Y K 18