týsdagur 17. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2002
21
Tað nógva av spælinum gekk
fyri seg á miðvøllinum. Her
eru tað Nicu Dogaru og Ian
Højgaard, sum dystast um
bóltin
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Jakobsen
var sera væl nøgdur
við, at HB endiliga
hevði víst, at teir aft-
ur eru førir fyri at
koma væl frá týdn-
ingarmiklastu dyst-
unum
NSÍ–HB
Jóannes Hansen
Eingin ivi er í, at HB hev-
ur verið djúpt í lumma-
num, tá teir fyrr í summar
skrivaðu undir avtalu við
Nocko Jockovic. Sunnu-
dagin varð staðfest í
Runavík, at íløgan í
danska
álopsspælaran
hevur loyst seg. Nocko
Jockovic skoraði bæði HB
málini, og harvið sparkaði
hann HB nærri FM heiti-
num og milliónini, sum
teir síðani 1998 hava
longst eftir at endurvinna.
Fremmandi álopsmað-
urin fekk ikki so nógvan
stuðul, sum HB liðið van-
liga veitir fremstu monn-
unum. Men hann var støð-
ugt við í spælinum, og
hann skoraði tey bæði
málini, sum bóru HB so
nógv nærri móti meistara-
heitinum.
Málskjúttin var sjálv-
andi ovurfegin, men hann
vildi ikki hava, at tað
snúði seg um hann:
– Talan var um kollek-
tivt avrik. Um tað var eg
ella onkur annar, sum
skoraði málini, hevur ikki
so nógv at siga. Í fyrra
førinum var talan um
geniala fríspæling frá An-
drew av Fløtum, sum eg
fekk uttaru síðu á fótinum
undir, og í seinna førinum
var málið púra opið, tá Jón
Rói Jacobsen – eftir at
hava runnið tredivu metrar
– trillaði bóltin fyri føtur-
nar á mær.
Var sigurin uppiborin?
– Fótbóltur snýr seg um
at spæla seg til møguleik-
ar og at skjóta mál, og tað
vóru vit betri til enn mót-
støðumenninir,
segði
Nocko Jockovic við Út-
varp Føroya eftir dystar-
enda.
Jóannes Jakobsen, sum
saman við Kári Nielsen
hevur ábyrgdina av HB
liðnum, var eisini væl
nøgdur:
– Verjuspælið var sera
gott hjá okkum. Framrætt-
aða spælið var ikki so
gott, sum tað kann vera,
men tað ráddi um úrslitið,
og tað kunnu vit ikki vera
annað enn nøgdir við. Vit
høvdu ikki nógvar stórar
møguleikar, men vit skor-
aðu málini.
Tit vardu nógv í 2. hálv-
leiki?
– Tað var ikki ætlanin,
at liðið skuldi liggja so
aftarlaga. Vit áttu at havt
verið einar tíggju til fim-
tan metrar longri frammi.
Fjarstøðan til teir á toppi-
num gjørdist ov stór, og
tað gekk út yvir álops-
spælið. Men alt í alt
kunnu vit ikki vera annað
enn nøgdir.
Nú liggur leiðin til FM
heitið opin?
– HB hevur gott fólk, og
tað var týdningarmikið, at
HB aftur megnaði at vinna
lykladyst. Vit ætla at
vinna hvørja ferð, og um
tað eydnast, so fer at
síggja ljóst út. Hetta var
forloysingin, segði væl
nøgdi Jóannes Jakobsen
við Útvarp Føroya.
Nocko gevur kollektivinum æruna
Tvífaldi málskjúttin, Nocko Jokovic, var sjálvsagt fegin um
sigurin, men heldur enn at taka æruna sjálvur, valdi hann
at býta hana við viðleikararnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Jógvan Martin Olsen
ásannar, at hansara
lið ikki spældi upp
til sítt besta ímóti
HB, sum hevði fleiri
streingir at spæla
uppá
NSÍ–HB
Jóannes Hansen
Jógvan Martin Olsen og
hansara menn hava sein-
astu vikurnar verið ovast á
støðutalvuni. Tað eru teir
ikki eftir fimtanda umfar-
ið. 2–0 tapið ímóti HB ber
við sær, at NSÍ er á triðja
plássinum.
HB
hevur
bestu kortini á hondini, og
NSÍ venjarin sigur seg
ikki duga at ímynda sær,
at HB fer at sleppa taki-
num.
– Eg havi alla virðing
fyri EB/Streymi, Skála og
TB, men tað er einki, sum
bendir á, at nakað av hes-
um liðunum fer at gera
nakað við HB. Vit mugu
ásanna, at tá tað ráddi
mest um, vóru vit ikki nóg
sannførandi,
staðfestir
NSÍ venjarin.
Tað var ein dyggur
smeitur, at tit ikki høvdu
Ulrik Balling og Sonna L.
Petersen við?
– Avgjørt. Tað var sera
harmuligt, men soleiðis
eru treytirnar. Okkara
royndu at gera teirra
besta, men vit mugu bara
staðfesta, at spælið var
ikki tað, sum vit hava víst
í nógvum av hinum dyst-
unum.
Nær vart tú greiður yvir,
at tað ikki fór at eydnast
tykkum í hvussu so er at
røkka javnleikinum, sum
hevði verið so týdningar-
mikil?
– Vit høvdu gott trýst á
teimum í 1. hálvleiki, men
vit megnaðu ikki at spæla
okkum
til
upplagdar
møguleikar. Fyrra málið
hjá teimum eiga teir ikki
at sleppa at skora. Í steðgi-
num avráddu vit at halda
fram, sum vit høvdu gjørt
og so at leggja alt meiri í
álopspartin. Tá Ulrik Ball-
ing og Sonni L. Petersen
vóru burturfrá, kom tað
illa við, at Kári Hansen
noyddist av vøllinum.
Hann vandi ikki í vikuni.
Hann var førur fyri at
spæla, men sjálvandi var
tað ikki optimalt, tá hann
ikki var við í fyrireiking-
unum, sum hinir vóru tað.
Og hvat sigur tú um HB
liðið?
– Serliga í 2. hálvleiki
sást , at teir høvdu fleiri
streingir at spæla uppá,
enn vit høvdu. Teir fingu
fatur á fótbóltsspælinum,
og teir vunnu nærdystir-
nar. Vit trúðu alla tíðina
uppá, at tað kanska fór at
eydnast í deyðbóltsstøðu
at skora mál og harvið at
fáa javnleik, men tað
gjørdi tað ikki.
NSÍ venjarin:
Nú verður HB meistari
– Eg havi alla virðing fyri EB/Streymi, Skála og TB, men
tað er einki, sum bendir á, at nakað av hesum liðunum fer
at gera nakað við HB, helt NSÍ venjarin eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 177 - 17. september 2002
NSÍ-HB 0-2 (0-1):
Bara HB hevði málmøguleikar
Hóast teir í 1. hálv-
leiki vóru sera ágang-
andi, so megnaðu NSÍ
menninir ongantíð at
spæla seg til upp-
løgdu málmøguleik-
arnar, sum HB gjørdi
og fekk úrtøku burt-
urúr
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tey fleiri hundrað reyð og
svartkløddu HB viðhalds-
fólkini fóru í góðveðrinum
sunnudagin í sera góðum
hýri úr Runavík. Tað høvdu
tey alla orsøk til. Teirra lið
hevði vunnið 2–0, og har-
við hevði HB so rudduliga
sagt takk fyri seinast. Tað
var stórt vónbrot hjá HB, tá
NSÍ á ólavsøku fór avstað
við løgmanssteypinum fyri
eygunum á teimum. Liðið
fór í leikligan aldudal,
úrslitini vóru ikki góð, og
leiðslan í felagnum metti
støðuna so álvarssama, at
venjarin varð skiftur út.
HB sigurin í Runavík var
á onganhátt óuppiborin.
HB hevði víst best skipaða
fótbóltsspælið, og tað vóru
bara teir, sum høvdu spælt
seg til upplagdar møguleik-
ar. Nocko Jocovic skoraði
tvey mál. Tað fyrra kom
stutt undan hvíldini, og
longu tá bendi nógv á, at
tað fór at verða torført hjá
heimaliðnum
at
venda
gongdini.
Málmøguleikar
og
royndir ímóti málinum
skulu til, um fótbóltsdystir
skulu vinnast. NSÍ megn-
aði ongantíð at spæla seg til
møguleikar, og so fingu teir
einki mál. Ulrik Balling var
skaddur, og Sonni L. Peter-
sen var leikbannaður. Tað
var ein partur av frágreið-
ingini, hví NSÍ ikki hevði
tyngdina í framrættaða
spælinum, sum teir næstan
hvørja ferð hava víst fyrr í
ár.
Heimaliðið legði fyri
sum eitt ódnarveður. Teir
vóru nøkur prosent ágrýtn-
ari enn gestirnir. Tað hevði
við sær, at tað mesta í fyrra
umfarinum gekk fyri seg
eftir treytunum hjá NSÍ.
Teir høvdu bóltin meiri, teir
vunnu fleiri nærdystir enn
mótstøðumenninir, og tað
var týðuligt, at HB menn-
inir ofta kendu seg kroystar.
Jan C. Dam var allar 90
minuttirnar sera skilagóður
stýrimaður, men verjan
sparkaði ofta høgt og langt
og skeivt, og tað kom sera
sjáldan fyri í fyrra umfari-
num, at fremstu menninir
fingu líkinda bóltar at arb-
eiða við.
Men hóast teir tóktust
vera omaná, so megnaði
NSÍ ongantíð at hótta HB
málið. Burtursæð frá onkr-
um hornaspørkum og hiss-
ini
afturleggingum
var
Bárður Johannesen arb-
eiðsleysur. Fyrsta skot-
royndin hjá NSÍ var í 39.
minutti, tá Óli Hansen úr
átjan metrum sendi við síð-
una av. Sjúrður Jacobsen og
Jónstein Petersen royndu í
vinstru, og Gert Langgaard
og Brynjolvur Nielsen í
høgru, men tað gjørdist
ongantíð vandamikið. Hug-
flogið var ikki nóg stórt, og
síðstu
sendingarnar
til
fremstu menninar vóru so
mikið óneyvar, at tað skuldi
nógv tíð til at temja, og so
var tað lætt hjá HB verjuni.
Lagnuløtan
Tað vóru nógvir nærdystir,
og eingin spardi seg. Kort-
ini var uppgávan ongantíð
torfør hjá dómaranum.
Tá fyrra umfarið var um
at vera liðugt, fór hann í
lumman eftir gula korti-
num. Eftir kiks í NSÍ upp-
spælinum sá Pól Thor-
steinsson seg noyddan at
fella Andrew av Fløtum eitt
sindur frammanfyri mið-
strikuna, men tað tóktist
ikki sum nakar vandi var á
ferð.
Rúni Nolsøe sendi frí-
sparkið ímóti NSÍ brots-
teiginum, men tað tóktist
eitt sindur ullint. Kortini
fekk NSÍ verjan ikki tak á.
Mitt fyri málinum og seytj-
an metrar úti møtti Andrew
av Fløtum bóltinum. Við
hælinum potaði hann inn
um verjuna, og Nocko
Jokovic brendi tonna undir
bóltin, sum snýkti sær inn
við stólparótini. Tað tóktist
sum um Jens Martin Knud-
sen metti bóltin at vera
hinumegin stólpan.
HB fagnaðurin var stór-
ur, og tað var ikki undarligt.
Teir høvdu fyri tað mesta
verið undir. Tað hevði verið
langt
millum
fremstu
menninar hjá teimum og
teir, sum skuldu stuðla.
Men nú bilti tað ikki. Teir
høvdu havt einasta møgu-
leikan í fyrra umfarinum,
teir vóru frammanfyri 1–0,
og støðan legði upp til, at
seinna
umfarið
skuldi
ganga fyri seg upp á teirra
treytir.
Betri fótbóltsspæl
Eftir steðgin megnaði NSÍ
ikki at halda sama trýstið á
mótstøðumonnunum, sum
teir høvdu havt í fyrra um-
farinum. Ferðin fór eitt vet
niður, og so fekk HB fatur á
endanum. Nicu Dogaru,
Rúni Nolsøe og Rógvi Jac-
obsen fingu fatur á fót-
bóltsspælinum, Jón Rói
Jacobsen og Andrew av
Fløtum vóru – ofta í so
langt – afturi á vøllinum og
hjálptu til, og HB vann
næstu bóltarnar. Nocko
Jokovic fekk sendingar,
sum hann við høvdinum
legði í borðini, men har var
ikki ofta hjálp at fáa.
NSÍ sendi fólkið alt
longri fram á vøllin, og hó-
ast teir ikki spældu seg til
málmøguleikar, so varð in-
tensiteturin varðveittur, tí
teir høvdu fleiri hornaspørk
og okkurt frísparkið. Hóast
hann arbeiddi nógv, so sást
tað, at Helgi L. Petersen
ikki var so væl fyri eftir
skaðasteðgin, sum hann var
á ólavsøku, Óli Hansen
hevði onga roynd ímóti
málinum, og fram ímóti
dystarenda var dómarin
ikki samdur við teimum, tá
teir vildu hava brotsspark,
tá innskifti Djóni N. Joen-
sen var farin um koll.
Í hinum endanum var An-
drew av Fløtum tvær ferðir
um at avgera. Í fyrra snar-
álopinum sendi hann úr 16
metrum og í beinið á Jens
Martini, og í seinna føri-
num var hann óheppin, tá
hann eftir fínt uppspæl og
innlegg úr høgru við hand-
ara stólpan lyfti bóltin upp-
um málverjan, men bóltur-
in brast í tvørtræið.
Jóhannis Joensen var eis-
ini um reppið at fáa mál, tá
hann hevði sníkt seg fram,
og so var tað, at HB slerdi
sigurin fastan. Teir fangaðu
NSÍ í uppspæli á HB helvt-
ini, Jón Rói spældi eitt tvey
við Nocko, tuskaði frá verj-
uni, og tá hann var komin
langt inn í brotsteigin í
høgru, sendi hann bóltin
framvið Jens Martini, og
Nocko Jockovic hevði púra
opið mál fyri sær.
Teir gulu og svørtu
kunnu gleðast um steypa-
sigurin á ólavsøku. Svørtu
og reyðu fløggini boðaðu
sunnudagin frá, at vánirnar
hjá NSÍ at vinna FM eru
sera kámar í løtuni. Nú er
tað HB, sum hevur fatur á
rætta endanum.
Dysturin í tølum
NSÍ-HB 0-2 (0-1)
0-1: Nocko Jokovic 44
0-2: Nocko Jokovic 88
Dómari: Lassin Isaksen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Arn-
finn Langgaard, Pól Thor-
steinsson, Sjúrður Jacobsen
– Gert Langgaard, Ian Høj-
gaard, Kári Hansen, Jón-
stein Petersen – Helgi L.
Petersen, Óli Hansen
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jóhannis Joen-
sen, Jan C. Dam, Janus M.
Joensen – Nicu Dogaru,
Rúni Nolsøe, Rógvi Jacob-
sen, Jón Rói Jacobsen,
Nocko Jockovic, Andrew
av Fløtum
HB viðhaldsfólkini tustu inn á vøllin, tá dysturin í Runavík var av, og gleðin var skillig. Gaman í resta enn tríggir dystir, men sigurin sunnudagin var í øllum
førum eitt risa-fet móti FM-heitinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20