týsdagur 17. september 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 177 - 17. september 2002
23
Súkkluárið liðugt
Tórshavnar Súkklu-
felag skipaði í viku-
skiftinum fyri FM í
súkkling
SÚKKLING
Tíðndaskriv
Tríggjar vóru kappingarnar,
og fóru tær fram hósdagin,
fríggjadagin og leygardag-
in. hósdagin stód býar-
súkkling á skránni. súkklað
bleiv í 45 min. + 1 umgang.
Teinurin var hin sami sum á
Ólavsøku, tá súkklað varð
uppi á Hálsi í Havn.
Gunnar tók alt
Gunnar Dahl-Olsen vann
ein tryggan sigur, men
spenningur um 2. plássid
var til seinasta sekund.
Hans Krosstein úr Klaksvík
var væl fyri og megnaði í
endaspurtinum at fara fram
um Eli Christiansen, ið
mátti taka til takkar við ein-
um 3. plássi.
Fríggjakvøldið stóð FM í
30 km tíðarsúkkling á
skránni. Leiðin gekk úr
Havnini til Kaldbaks og aft-
ur til Havnar. Veðrið var av
tí fagrasta, sólin skein og
stilli. Møguleikar vóru tí
fyri góðum úrslitum. Tað
bleiv tað eisini til hjá
Sverra og Gunnari, ið báðir
megnaðu at seta nýggj per-
sónligt met. Ikki nokk við
tí, tíðirnar vóru ikki langt
frá føroyska metinum hjá
Rógva Johansen, ið er 41
minuttir og 5 sekundir.
Gunnar vann við 42 min-
uttum og 8 sekundum.
Sverri brúkti 42 minuttir og
55 sekundir um teinin.
Beinir Rasmussen gjørdist
nr. 3.
Finalan
Leygarmorgunin
skuldu
súkklararnir aftur upp á
saðilin. Tá skuldu føroysku
súkklararnir kappast í 100
km felagsstarti.
Leiðin gekk av Toftum,
um Eiðisskarð, fram við
Sundalagnum, og so eftir
Oyggjarvegnum til Havnar.
Komnir til Havnar skuldu
tvey umfør koyrast runt í
býnum. Komnir oman av
Oyggjarvegnum gekk leið-
in niðan eftir Sundsveg-
num, oman eftir Vegnum
Langa, eftir Hvítanesveg-
num, har málið var við
Skógrøkt Landsins.
Sverri M. Edvinsson, Eli
Christiansen, Beinir Ras-
mussen og Gunnar Dahl-
Olsen fylgdust upp um
Eiðisskarð og suður gjøgn-
um Sundalagið. Í brekkuni
niðan úr Hósvík rykti
Sverri frá hinum. Gunnar
fekk beinanvegin fatur á
Sverra. Brekkan gjørdist ov
drúgv hjá Sverra, og Gunn-
ar slap leysur av honum.
Sverri gjørdi alt fyri at fáa
Gunnar aftur og Gunnar sítt
fyri at sleppa undan Sverra.
Tað eydnaðist, og tá leiðin
gekk niðan á Oyggjarvegin
var Gunnar 1 min. framman
fyri Sverra. Munurin øktist
og øktist og tá avtornaði
vann Gunnar á Sverra við
við 10 minuttum. Eli og
Beinir fylgdust til Kolla-
fjaðrar, har Beinir steðgaði
tí hann fekk krampa. Hetta
hendi honum fýra ferðir til
Havnar, og seinkaði honum
einar 7 minuttir, sum tó ikki
høvdu verið nokk til at fara
fram um Eli, tí hann súkkl-
aði henda seinasta teinin 16
minuttir skjótari enn Beinir.
Elsti og yngsti súkklarar-
nir á FM 100 km teininum
henda dagin, Evald Ras-
mussen og Hans Krosstein,
máttu lata hinar fara í
Funningi, teir fylgdust so
allan vegin til Havnar, har
teir avgjørdu sínamillum
kappingina í einum spurti,
og vann Hans við einari
súkklulongd.
Nú er so kappingarárið
2002
hjá
Tórshavnar
Súkklufelag at endda kom-
ið, tó ikki liggur felagið
stilt í vetur. 2003 er
Oyggjaleikaár, og verður
veturin eisini brúktur til
fyrireikandi venjingar, eitt
nú við innandura súkkling,
sokallað spinning.
FM býarsúkkling.
1 Gunnar Dahl-Olsen,
2 Hans Krosstein,
3 Eli Christiansen
4 Evald Rasmussen
5 Dánjal Michealsen
6 Bergur Johansen
FM 30 km
tíðarsúkkling:
1 Gunnar Dahl-Olsen,
42 minuttir 8 sekundir
2 Sverri M. Edvinsson,
42,55
3 Beinir Rasmussen,
46,43
4 Eli Christiansen,
47,40
5 Hans Krosstein,
50,46
6 Esmar Joensen,
51,01
7 Evald Rasmussen,
53,30
8 Dánjal Michealsen,
54,57
9 Bergur Johansen,
57,53
FM 100 km:
1 Gunnar Dahl-Olsen,
3 tímar 23 minuttir
2 Sverri M. Edvinsson,
3 t. 33 min.
3 Eli Christiansen,
3 t. 40 min.
4 Beinir Rasmussen,
3 t. 56 min.
5 Hans Krosstein,
4 t. 16 min.
6 Evald Rasmussen,
4 t. 16 min.
Gunnar Dahl-Olsen gjørdist
stóri vinnari, tá punktum
um vikuskiftið varð sett fyri
súkkluárinum
LÍF vann grannaupp-
gerðina móti NSÍ, og
fluttu seg trý pláss
uppeftir á stigatalv-
uni, men enn er
hvørki leyst ella
liðugt
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað stóð einki til við fót-
bóltshýrinum í Leirvík
undan dystinum móti teim-
um næst bestu úr Runavík.
Fótbóltsliðið hjá bygdini
var undan hesum dottið aft-
ur á trið niðasta sessin, og
vandi var fyri at detta enn
longur, um talan ikki gjørd-
ist um trý stig leygardagin.
Runavíkingar hava í ár
verið svingandi í avrikum
sínum. Fyrstu umførini
vóru teir mest sum fastir í
botninum, men síðani hev-
ur gingið stútt framá, og
við einum sigri kundu teir
av álvara leggja seg út í
oddastríðið.
Soleiðis skuldi tó ikki
ganga, tí LÍF vann ein
tryggan sigur, tó at spenn-
ingurin um dystin leingi
hekk í luftini. Í steðginum
var tað soleiðis bert einsa-
malla málið frá klaksvík-
inginum, Símun W. Høgne-
sen, sum skilti partarnar.
Eftir steðgin kom tó ann-
að lag á. Framvegis vóru
tað leirvíkingar, sum vóru
omaná, og nú fingu ini væl
og virðiliga løn fyri stríðið.
Fyrst økti Petur Sjúrðar-
berg um munin, áðrenn
Fróði Joensen við tveimum
málum slerdi sigurin rimm-
ar-fastan og sendi LÍF upp
á fimta plássið á stigatalv-
uni og meira ella minni inn
í uppflytingarstríðið.
Her kann LÍF nevnliga
enn hava eitt orð á siga.
Bert eitt stig er upp til B71,
sum er fremsta lið av teim-
um, sum kunnu fylgja
vágamonnum upp í bestu
deildina, og júst B71 kemur
á vitjan í Leirvík komandi
vikuskiftið. Og tað er lítið
at ivast í, at fótbóltsfepurin
undan tí dystinum verður
fleiri stig hægri, enn hann
var hesaferð.
Runavíkingar skulu hin-
vegin ansa sær, skulu teir
ikki detta úr deildini. Tapið
hesaferð merkti, at teir
duttu aftur á áttanda pláss-
ið. Komandi vikuskifti fáa
teir vitjan av B36, sum
stríðist fyri silvurkrónun-
um.
Dysturin í tølum
LÍF-NSÍ 4-0(1-0)
1-0: Símun W. Høgnesen
2-0: Petur Sjúrðarberg
3-0: Fróði Joensen
4-0: Fróði Joensen
FS Vágar halda fram-
vegis kósina, og leyg-
ardagin gjørdist talan
um enn ein sigur til
einaráðandi oddalið-
ið
2. DEILD
Jákup Mørk
Tosið í Vágunum snýr seg
sjálvandi framvegis um fót-
bóltin, har felagsliðið í
oynni longu hevur tryggjað
sær uppflytingina. Í hesum
døgum er tað tó ikki so
nógv stigatalvan, sum tosið
snýr seg um. Heldur eru tað
tey, sum bera ótta fyri, at
vágamenn skulu fáa alt ov
nógv mál, tí soleiðis sum
árið hevur háttað sær, hevur
tað verið ein dýr uppliving
hjá teimum, sum teknaðu
málpartabrøv undan kapp-
ingarárinum.
Í so máta sluppu tey tó
hampuliga bíliga, tá FS
vitjaði B36, sum undan
dystinum
var
á
næst
fremsta sessinum.
Tað var kanska væntandi,
at talan skuldi gerast um
ein sera javnan dyst, men
fyrst og fremst sýndi hetta,
at tað er stórur munur á FS
Vágum og so hinum í
deildini. Gaman í kom sig-
urin til høldar við tveimum
brotssparksmálum,
sum
Jens Erik Rasmussen sendi
í kassan, men yvir høvur
høvdu gestirnir tamarhald á
í samfullar 90 minuttir.
Sum sagt, so var sigurin
ein staðfesting av, at vága-
menn hava so nógv tað
besta liðið í deildini í ár,
men
hinvegin
staðfesti
hetta eisini, hvussu jøvn
restina av liðunum í deild-
ini eru. B36 er – hóast tapið
- framvegis á silvurplássi-
num í deildini, men tað skal
tó ikki nógv kiksa, fyrr enn
hetta er mist.
Við tveimum dystum eft-
ir er munurin niður til
sjeynda plássið bert tvey
stig, so enn er so langt ífrá
víst, at talan verður um
heiðursmerki av nøkrum
slag, hóast liðið hevur verið
í topp-3 størsta partin av
tíðini eftir summarsteðgin.
B36-FSV 0-2 (0-2)
0-1: Jens Erik Rasmussen
(br.)
0-2: Jens Erik Rasmussen
(br.)
LÍF-NSÍ 4-0 (1-0):
Lívsneyðug stig
til Leirvíkar
B36-FSV 0-2 (0-2):
Tryggir vágamenn
Vágamenn staðfestu
leygardagin, at teir hava
nógv tað besta liðið í deildini,
og sigurin á næst fremsta
liðnum í deildini var ongan
tíð í vanda
Mynd: Álvur Haraldsen
23
22
Nr. 177 - 17. september 2002
GÍ-B68 2-0 (1-0):
Toftamenn leita eftir sær sjálvum
Hóast teir høvdu
bóltin nógv minni
part av tíðini enn
mótstøðumenninir,
so vóru teir á GÍ lið-
num meiri sannfør-
andi frammanfyri
málinum enn teir í
B68
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Eingin endi tykist vera á
oyðimarkagongdin
hjá
B68. Hesa ferð vóru teir í
Gøtu. B68 var spælstýrandi
mittasta tíman, og teir
spældu seg til hálvar møgu-
leikar og meiri enn tað.
Men teir megnaðu ikki at
fáa mál. Tað gjørdi heima-
liðið, og síðani útisigurin á
Skála 3. juli hevur B68 ver-
ið annar parturin í seks
landskappingardystum, utt-
an at tað hevur eydnast
teimum at vinna.
Tá úrtøkan er so soltin, er
tað so skjótt, at liðið verður
nógv broytt frá dysti og til
dyst, og soleiðis var tað eis-
ini hesa ferð. Hans Fróði
Hansen var leikbannaður,
og tí vóru Oleif Joensen og
Fróði Benjaminsen í mið-
verjuni í 1. hálvleiki. Eftir
steðgin, tá tað skuldi verða
meiri álopsrættað, tí GÍ var
á odda, varð Fróði fluttur
fram á miðjuna, og Mess-
ias, sum hevði verið vong-
verji í vinstru, varð fluttur
inn á plássið í miðverjuni,
sum tykist vera mest nátúr-
ligt hjá honum at spæla í.
Fríðin Ziskason var so
mikið skaddur, at hann fekk
ikki spælt. Tað hevði við
sær, at Marlon Jorge aftur
var sloppin upp í part. Bogi
Petersen, sum hevur verið á
miðvøllinum síðani summ-
arsteðgin, var hesa ferð á
vongverjanum í høgru, har
Jan Petersen, sum hesa ferð
var skaddur, plagar at vera,
og John Heri Dam, sum
hevur verið vongverji, var
hesa ferð í álopinum í
vinstru, meðan Øssur Han-
sen var miðvallari.
Nógvu
rokeringarnar
tóktust ikki bila á tann hátt,
at burtursæð frá fyrsta og
síðsta koretrinum var tað
B68, sum var spælførandi.
Teir megnaðu at spæla seg
til hálvar møguleikar, men
teir fingu ikki bóltin fram-
við Mortani Joensen, sum
avloysti skadda Hall Han-
sen í GÍ málinum. Og kring
vøllin var kenslan, at um
teir so høvdu spælt í fleiri
tímar, so er støðan nú so-
leiðis hjá toftamonnum, at
tað ikki hevði eydnast teim-
um at fáa mál.
Ein tann besta møguleik-
an fekk Arnold Joensen, tá
hann kom ímillum aftur-
legging frá Leivi Hansen,
men vandamikla støðan gav
einki. Anders Nygaard, sum
í fyrstu umførunum tóktist
skula verða stórur álops-
fongur hjá B68, var enn
eina ferð við síðuna av tí,
sum hann vísti fyrstu um-
førini.
GÍ góða úrtøku
Gøtumenn hava vunnið
báðu ferðirnar, síðani teir
fyri trimum vikum síðani á
heimavølli
mistu
FM
møguleikan
ímóti
HB.
Burtursæð frá at teir vóru
noyddir at skifta málverja,
og at Hans Pauli Petersen
ikki var við, so vóru teir í
útgávuni, teir hava verið í
seinastu vikurnar.
Fyrsta korterið var GÍ av-
rikið so gott, sum tað
kanska ikki hevur verið
fyrrr í ár. Tað var sum í
gyltua tíðarskeiðnum í níti
árunun. Burturúr yvirvág-
ini fekk GÍ eitt mál. Pop-
czynski sneiddi framvið
fleiri í vinstru, áðrenn hann
stakk inn um verjuna til
Súna Olsen, sum sendi
framvið B68 málverjanum.
So var tað leingi torført
hjá heimaliðnum í Sarpi-
gerði, og í ein tíma ella so
var kenslan tann, at tað fór
at verða sera torført at fáa
øll stigini. Men tað eydnað-
ist at halda tætt, og tá tofta-
menn noyddust at sleppa alt
meiri í verjupartinum, kom
málið, sum tað kundi rokn-
ast við. Men tað var GÍ,
sum fekk tað.
Súni Fríði Johannesen
krúllaði mitt fyri í brots-
teiginum, og skotroyndin
brast í stólpan. Gidek var
fyrstur á returbóltinum og
legði bóltin í málið. So
ráddi um at varðveita triva-
ligu leiðsluna. Tað var ikki
nakar trupulleiki hjá gøtu-
monnum, sum við sigrinum
framvegis tevja altjóða lut-
tøku.
Á Toftum er lítið at fegn-
ast um. Undan summar-
steðginum eydnaðist at
skava nógv stig saman.
Hevði úrtøkan tá verið, sum
hon hevur verið síðani
summarsteðgin, hevði liðið
nú verið í niðurflytingar-
vanda!
Dysturiní tølum
GÍ-B68 2-0 (1-0)
1-0: Súni Olsen 14
2-0: Zdzislaw Janik 75
Dómari: Oddmar Andrea-
sen
GÍ: Mortan Joensen – Bar-
tal Eliasen, Poul Ennigarð,
Leivur Hansen – Magni
Jarnskor, Sámal Joensen,
Zdzislaw Janik, Súni Ol-
sen, Bárður á Lakjuni –
Súni Fríði Johannesen,
Krzystof Popczynski
B68: Michal Kokoszanek
–
Bogi Petersen, Fróði
Benjaminsen, Oleif Joen-
sen, Messias Perreira –
Marlon Jorge, Jann Ingi
Petersen, Øssur Hansen –
Arnold Joensen, Anders
Nygaard, John Heri Dam
B68 hevur verið langt við
síðuna av sær sjálvum síðani
summarsteðgin, og mest av
øllum munnu tey á Toftum
fegnast um, at tað hóast alt
eydnaðist at skava sær heilt
fitt av stigum saman undan
summarsteðginum
Mynd: Jonhard Hammer
ÍF-VB 3-1 (0-1):
ÍF og VB áttu hvør sín hálvleik
Vágbingar kunnu
bert takka sær sjálv-
um fyri, at teir ikki
fingu eitt betri úrslit í
Fuglafirði leygardag-
in. Í fyrra hálvleiki
hevði VB eitt hav av
opnum møguleikum,
sum burdi viðført
eina størri hálvleiks-
leiðslu. ÍF vaknaði í
seinni hálvleiki, sum
gjørdist eitt langt álop
á VB-málið
2. DEILD
Jákup Mørk
Sum alla aðrastaðni har
dystir í 2. deild vóru spæld-
ir, var stórur spenningur í
Fuglafirði. Tapandi liðið
vildi verið illa fyri, og tí var
umráðandi at fáa ein sigur í
hús. Deildin hevur at kallað
alt ár verið sera jøvn, og
eftir dystirnar leygardagin,
er spenningurin bara blivin
størri.
Upplagdir møguleikar
Dysturin millum ÍF og VB
gjørdist ein dystur har liðini
áttu hvør sín hálvleik. Tó
var ÍF leikliga við yvirlutan
samanumtikið, men mál-
møguleikar hevði VB minst
líka nógvar sum ÍF - um
ikki fleiri.
ÍF byrjaði heldur varliga,
og tí fekk VB heldur
óvæntað nógv pláss á spæla
á. ÍF hevði lítið at bjóða
uppá fyrstu løtuna av dysti-
num, og bert hendinga
møguleikar komu burturúr.
VB royndi seg við long-
um sendingum fram til
Birgir Jørgensen, og hetta
vísti seg at verða eitt eink-
ult men vandamikið vápn.
Tí vágbingar komu fram til
nógvar heilt stórar møgu-
leikar, og at tað tóktist lætt
at koma ígjøgnum verjuna
hjá ÍF í fyrra hálvleiki. Men
vágbingar vóru ikki av-
gjørdir nokk, og tí fingu
teir ikki skorað upp á upp-
lagdu møguleikarnar.
Sum fyrri hálvleikur leið
kom ÍF meira við, og leik-
liga vóru teir omaná móti
endanum.
Men so fekk VB enn ein
møguleika. Gisli Svein-
bjørnsson fór ígjøgnum
verjuna hjá ÍF og hesuferð
eydnaðist at fáa bóltin
framvið málverjanum og í
mál. Fyrri hálvleikur end-
aði við 1-0 til VB, og tað
var fult uppiborið.
Einvegis ferðsla
Seinni hálvleikur var eitt
stórt trýst á VB-málið. ÍF
setti ferðina upp og sam-
stundis fekk VB als ikki
spælið at hanga saman.
Men hóast trýstið frá ÍF, so
bleiv tað til skotroyndir úti-
frá sum flestu fóru við síð-
una av.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki bleiv Heini Heinason
skiftur inn, og tað skuldi
vísa seg at verða ein skila-
góð innskifting.Ferð eftir
ferð slapp hann ígjøgnum í
vinstru síðu, og innleggini
frá honum vóru eisini
vandamikil. Tá eitt korter
var eftir at spæla, kom tað
fyri ÍF forloysandi málið til
1-1. Ein bóltur bleiv spæld-
ur innfyri úr høgru síðu, og
har var Heini Heinason
síðstur á bóltinum og setti
hann í mál.
Fuglfirðinar vóru reiði-
liga omaná leikliga, og
spurningurin var bara um
VB megnaði at halda javn-
leikinum tað sum eftir
var.Tí spælið hjá vágbing-
um í seinna hálvleiki minti
lítið um fótbólt.
Tríggjar minuttir fyri tíð,
fekk ÍF fríspark beint uttan-
fyri brotsteigin hjá VB.
Høgni Zachariasen setti við
einum frálíkum skoti bóltin
beinleiðis í mál. Og tað
skuldi ganga enn verri hjá
VB, tí ÍF fekk eitt mál aftrat
í seinasta minutti, og aftur
var tað Heini Heinason sum
fekk bóltin inn um mál-
strikuna.
ÍF vann sostatt ein týdn-
ingarmiklan sigur uppá ein
góðan
seinna
hálvleik.
Vágbingar kunnu hinvegin
iðra seg um,at teir ikki
kendu sína vitjunartíð tá
møguleikarnar vóru har.
Dysturin í tølum:
ÍF-VB 3-1(0-1)
0-1: Gisli Sveinbjørnsson
1-1: Heini Heinason
2-1: Høgni Zachariasen
3-1: Heini Heinason
C
M
Y
K
22