Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 177 - 17. september 2002 25 FCK vísti mannafólkaavrik Todi Jónsson stóð leikliga sterkur í myndini, men tað togaði niður, at hann ikki megnaði at fáa mál burturúr góðum møguleikum ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Eftir tvey ikki sannførandi avrik og tvey 3–0 tap í Jyll- andi vísti FCK aftur tenn í Parkini í Keypmannahavn, har 18.930 áskoðarar vóru eygnavitni til 1–0 sigurin ímóti grannunum úr AB. Carsten Fredgaard, sum aftur hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, skoraði málið beinleiðis upp á fríspark, tá knappir tjúgu minuttir vóru farnir. Frísparkið var framt ímóti Todi Jónsson. FCK avrikið var sannfør- andi. AB hevði ikki ein málmøguleika, meðan FCK sat á tí mesta og hevði fleiri møguleikar. Sambært donsku miðlun- um, so vóru tað serliga tríggir spælarar á heimalið- num, sum gingu undan, tá tað skuldi spælast og stríð- ast fyri at vinna. Teir vóru miðvallar veteranarn ir Peter Nielsen og Erik Myk- land og so Todi Jónsson. Todi var í álopinum sam- an við Peter Møller, meðan Jörgen Pettersson var á beinkinum og Zuma als ikki var við. Tá tað restaðu tveir minuttir, varð Todi út- skiftur við svenska álops- mannin. Møguleikar og upplegg Todi Jónsson tóktist sera væl upplagdur. Heilt tíðliga sneiddi hann framvið fleiri, áðrenn hann úr átjan metr- um smekkaði til, men bólt- urin fór omanfyri. Eina aðru ferð í 1. hálvleiki varð hann spældur leysur í brots- teiginum, men ta ferðina bjargaði AB málverjin við góðari beinparadu. Í 2. hálvleiki átti Todi at havt økt um leiðsluna. Eftir innlegg úr vinstru, var hann væl fyri at stúta, men úr níggju metrum rakti hann ikki nóg væl, og bólturin fór væl við síðuna av. Todi hevði onkur góð upplegg, og serliga ta ferð- ina, tá hann við hælinum snilt spældi eitt tvey saman við Carsten Fredgaard, átti hesi seinni at havt skorað. Spennandi vika Eftir dystin var FCK venj- arin Hans Backe væl nøgd- ur. Bæði við álopsspælið og við, at tað endiliga hevði eydnast at halda tætt í verj- uni. Tað hevði FCK ikki gjørt síðani eina ferð í apríl mánað. Men venjarin helt, at hansara menn áttu at havt skorað fleiri mál. Venjarin var skjótur um Oyrasund. Hann fór til Hälsingborg, har Djurgård- en úr Stokhólmi var á vitj- an. Hósdagin skulu FCK og Djurgården spæla í UEFA Cup kappingini. Tað verður roknað við tættari uppgerð, har tað avgjørt ikki verður nakar favorittur. Todi Jónsson var millum mest eyðsýndu FCK- leikararnar í dystinum móti AB, og var við í nógvum av skapandi spælinum hjá FCK. Einasta minussið mundi tó vera, at tað ikki eydnaðist føroyska álopsmanninum at skora Molde hóttir Rosenborg Oddaliðið megnaði leygarkvøldið bara 1–1 á heimavøllinum í Tróndheimi ímóti Vålerenga, meðan Molde sunnudagn vann 2–0 á niðurflyt- arunum úr Kristian- sand NOREG Jóannes Hansen Rosenborg er framvegis besta boðið upp á norska meistaraskapin. Og talan verður um púra óvæntað úrslit, um tað ikki fer at eydnast teimum úr Trónd- heimi at endurvinna NM. Men Rosenborg hevur komandi vikurnar, tá síðstu og avgerandi umførini í landskappingini verða á skránni, eisini europeisku meistarakappingina at hugsa um. Kanska hugsaðu teir longu leygarkvøldið ov nógv um fyrsta Europa Cup umfarið, sum er á skránni í kvøld og í annað kvøld. Heilt ofta fyrr í ár hevur Rosenborg skorað týdning- armikil mál í síðstu løtu. Tað gjørdu teir ikki leygar- kvøldið. Men tá var tað mótstøðuliðið Vålerenga, sum í 90. minutti framman- fyri 20.587 áskoðarum javnaði til 1–1. Harald Brattbakk hevði í 1. hálv- leiki skorað málið, sum leingi sá út til at vera nóg mikið hjá Rosenborg fyri at fáa øll stigini. Molde er við Við sigri á botnliðnum og longu niðurflutta Start úr Kristiansand hevði Molde á heimavølli sunnudagin møguleika at minka um munin niður í trý stig til oddaliðið. Tað eydnaðist. Molde vann 2–0, sjálvt um avrikið í 1. hálvleiki ikki var sann- førandi. Fyrra málið fingu teir, tá fyrra umfarið var ein minutt og 26 sekund eldri enn tey trý korterini. Teir í Start vóru ikki heilt glaðir fyri dómaran, sum teir ikki hildu dugdi á at skyna klokku. Hann hevði lagt ein minutt afturat vanligu leik- tíðini. Molde venjarin er sjálv- andi væl nøgdur við støð- una, sum nú hevur tikið seg upp, men hann undirstrik- aði, at málið hjá Molde framvegis er at vinna heið- ursmerki, og at teir taka ein dyst í senn. Næsta umfarið verður ikki spælt fyrrenn á mikkjalsmessu. Tá skal Molde spæla á útivølli ímóti Vålerenga, sum leyg- arkvøldið altso megnaði javnleik í Tróndheimi. Lyn vann 2–0 á Stabæk, og í Stavanger eydnaðist tað Sogndal, sum rættuliga hevur fótað sær, at greiða 1–1. Håvard Flo skoraði í 67. minutti, men heimalið- ið javnaði, tá tað restaðu fýra minuttir. Lillestrøm kom longri burtur frá botninum, tá teir á heimavølli vunnu 2–0 á Bodø/Glimt, og illa stadda Moss megnaði á heimavølli at vinna 1–0 á Bryne. Odd Grenland skuldi í gjárkvøldið spæla á heima- vøllinum í Skien ímóti Brann úr Bergen. Molde er bert trý stig frá oddaliðnum úr Rosenborg, nú bert tvey umfør resta av norsku kappingini. Jákup Mikkelsen var tó sum vant á beinkinum, tá liðfelagarnir um vikuskifitð vunnu 2-0 á Start Í farnu viku varð skipa fyri Havnar- meistaraskapinum fyri feløg í bridge BRIDGE sportal.fo Tað var Havnar bridgefel- ag, ið var fyriskipari av kappingini og við Jóann- es Mouritsen á odda var hetta sera væl úr hondum greitt. Kappingin gjørdist ongantíð spennandi, Bridgedeild Kaggans legði seg skjótt á odda og endaði eisini klárt fremst. Hvørt felag hevði tvey lið við í kappingini og vinn- andi felagið gjørdist tað, ið fekk flest stig tilsam- ans. Samlaða støðan: 1 Bridgedeild Kaggans 152 stig 2 Havnar Bridgefelag 114 stig 3 Nýggja Bridgefelag 85 stig Tey, ið leiktu við Bridgedeild Kaggans vóru: BK1 Bogi Simonsen – Rói á Rógvu Joensen Arnbjørn Sivertsen – Hans Jacob Petersen BK2 Marjun Restorff – Arn- leyg Mikkelsen Niels Nielsen – Eyðun Jensen Robert Langaard – Eyð- un Anthoniusen Petur Anfinn – Eilif Pet- ersen Bridgedeild Kaggans Havnarmeistari 25 24 Nr. 177 - 17. september 2002 Skála-EB/Streymur 3-1 (0-0): Spæliglaðir skálamenn vunnu fyri fyrstu ferð Fyritreytirnar hjá EB/Streymi versnaðu longu eftir tíggju minuttir heilt nógv, tí tá varð annar mið- verjin rikin av vølli- num FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fótbóltslagið á Skála fekk seinnapartin sunnudagin innspræningina, sum teir í fjúrtan landskappingardyst- um hava bíðað eftir. EB/Streymur vitjaði. Tá tíggju minuttir vóru farnir, sá miðverjin Christian Carlsson gult fyri aðru ferð. Eingin annar vegur var so enn undir brúsuna, og við tíggju monnum var upp- gávan ov stór hjá Trygva Mortensen og hansara monnum. Marni Djurhuus, sum hevur verið á vong- verjanum í høgru og sum hesa ferð vikarieraði fyri Ronnie Samuelsen mitt á miðvøllinum, fór í miðverj- una, Sorin Anghel fór aftur á miðvøllin, og so var Jón Sigurd Gleðisheygg einsa- mallur á toppinum. Dygst eftir útvísingina var tvær ferðir um reppið, at undirmannaðu gestirnir fingu mál. Í fyrra førinum var Teitur Joensen púra leysur í høgru. Í staðin fyri at royna ímóti málinum, spældi hann upp á tvørs, men Jón Sigurd Gleðis- heygg fekk ikki fatur á. Í seinna førinum var tað Sor- in Anghel, sum var leysur í málteiginum. Eisini hann royndi at spæla upp á tvørs í staðin fyri at skjóta, og so spurdist einki burturúr. Nýttu breidd og longd Skála hevði dreingjaliðs- spælaran Heina Christian- sen í málinum fyri leik- bannaða Eugen Voda. Burt- ursæð frá næstan royndun- um, sum vórðu nevndar omanfyri, hevði málverjin ikki so nógv at gera. Men tá støðan var 2–1, var um reppið, at EB/Streymur skoraði. Eftir álop í høgru varð spælt út frá til liðfor- mannin Jákup Martin Joen- sen, sum smekkaði til, men bólturin fór tíggju centi- metrar omanfyri tvørtræið. Skála misti í 1. hálvleiki miðverjan Paula Poulsen, sum varð skaddur í munni- num. Tá varð Rúni Ras- mussen fluttur í miðverj- una, og Ronnie Hansen kom inn á vongverjan. Teir á heimaliðnum vóru væl upplagdir. Teir brúktu alla vallar breiddina, spældu í dýpdina til skjótu álopsmenninar, og harvið dugdu teir væl at gera nyttu av, at teir vóru ellivu ímóti tíggju. Sammett við fyrr í ár hildu teir ikki so nógv fólk aftanfyri bóltin, men tað kundi sjálvsagt komast av, at teir vóru fleiri á vølli- num enn mótstøðumenni- nir. At Skála ikki kom á odda í 1. hálvleiki kunnu teir í EB/Streymi fyrst og fremst takka Gunnari á Steig fyri. Hann var ein sannur brand- ur í málinum. Einar tríggjar ferðir bjargaði hann framúr væl, og tá bólturin ta einu ferðina fór framvið honum, brast hann í samankoming- ina. Málríkt Í 2. hálvleiki komu málini, sum alt fyrra umfarið høvdu verið væntandi. Ein tími var farin, tá miðvallar- in í vinstru, Kári Nielsen, setti hol á. Hann royndi við skoti av brotsteigarmarki- num, bólturin kitlaði ein av verjuspælarunum, áðrenn hann fór tætt inn við stólpa- num. Jónhard Frederiksberg, sum saman við Alexandur Johansen var sera eyðsýnd- ur í álopinum, økti til 2–0. Hann rann einsamallur ímóti málinum, sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í málið. EB/Streymur svaraði aft- ur við frísparkskombinati- ónini, sum teir eisini fyrr í summar hava fingið nógv burturúr. Marni Djurhuus spældi Pazek, sum spældi út frá til Jákup Martin Joensen, og hann skoraði. Hanus Thorleifsson, sum fyrstu ferð fekk møguleik- an frá byrjan, var í høgru upphavi til 3–1 málið. Hann sneiddi framvið trim- um og gjørdist einsamallur við málverjanum. Í staðin fyri at royna sjálvur, trillaði hann bóltin upp á tvørs til rumenska miðvallaran, og so var mál. Skála hevði fleiri aðrar møguleikar. Eitt nú royndi Jonhard Frederiksberg eina ferð at sneiða framvið mál- verjanum. Tað miseydnað- ist, og einki var at siga til, at púra leysi Alexandur Jo- hansen iðraði seg. Men tað mundi alt vera gloymt, tá skálamenn fóru av vølli- num við trimum stigum og við góðu tíðindunum úr Vági um, at TB hevði tapt stórt har suðuri. Dysturin í tølum Skála-EB/Streymur 3-1 (0-0) 1-0: Kári Nielsen 54 2-0: Jonhard Frederiksberg 85 2-1: Jákup Martin Joensen 86 3-1: Alexandru Gabor 88 Dómari: Niklas á Líðar- enda Skála: Heini Christiansen – Rúni Rasmussen, Pauli Poulsen, Bent Djurhuus, Áki Petersen – Hanus Thor- leifsson, Pauli Hansen, Gheorghe Callo, Kári Niel- sen – Alexandur Johansen, Jonhard Frederiksberg EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Andrzej Pacek, Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen – Teitur Joensen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Sam- uelsen – Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðinheygg Skálamenn fingu fyrstu sigurin í bestu deildini yvirhøvur, tá teir sunnudagin høvdu vitjan av EB/Streymi Við sigrinum á KÍ flutti B71 seg upp á triðja plássið á stiga- talvuni, og nú stríðast teir brádliga fyri upp- flyting 2. DEILD Jákup Mørk Bæði KÍ og B71 eru góð dømi um, hvussu javnt alt hevur verið í næst bestu deildini hetta kappingarárið - tá sær verður burtur frá oddaliðnum úr Vágunum. Sandoyingar vórðu av mongum mettir sum eitt sera gott boð til uppflyting- ina, men stóran part av ári- num hava teir verið staddir ógvuliga niðarliga á talv- uni, og til tíðir hevur talan beinleiðis verið um niður- flytingarvanda. Hesin spøkti eisini fram- vegis, tá KÍ kom á vitjan leygardagin. Eins og sand- oyingar, so hevði KÍ havt tað trupult stóran part av árinum, men í seinnu hálvu hevur gingið væl, og undan dystinum høvdu teir vunnið seg upp á triðja plássið í deildini. Her steðgði tað tó í fyrstu atløgu hjá klaksvíkingun- um, tí tað varð B71, sum vann dystin á Sandi. Talan var alla tíðina um ein javn- an dyst, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar at leggja seg á odda, men leingi sá tó út til, at talan skuldi gerast um málleysan javnleik. Fram móti dystarenda eydnaðist tó sandoyingun- um at avgera, tá Kristoffur Vidtfeldt brádliga kom at standa væl fyri. Fyri heimaliðið ber sig- urin fyrst og fremst við sær, at teir nú eru komnir burtur úr vandinum fyri niðurflyt- ing. Somikið javnt er í løt- uni á stigatalvuni, at teir ístaðin yvirtóku triðja plássið frá klaksvíkingun- um, og megna teir at halda fast um verandi støðuna, verða tað teir, sum skulu spæla ímóti næst niðasta liðnum í fyrstu deild um upp- og niðurflyting. Klaksvíkingar duttu sum sagt av bronsuplássinum, men hóast hetta, so er eing- in orsøk hjá teimum at stúra fyri teimum báðum seinastu dystunum. Tilver- an í deildini til komandi kappingarárið er mest sum tryggjað, og enn hevur liðið góðan møguleika at ogna sær heiðursmerki, men so skal talan helst verða um sigur, tá teir komandi viku- skifti fara til Vágs, har heimaliðið skal stríðast fyri yvirliving. B71 fer tá Leir- víkar har talan kann gerast um dyst, sum fær avgerandi týdning fyri rættin at spæla um upp- og niðurflyting.. Dysturin í tølum B71-KÍ 1-0 (0-0) 1-0: Kristoffur Vidtfeldt B71-KÍ 1-0 (0-0): Sandoyingar tryggir Sumba-HB 1-5 (1-2): So bragdaði hjá HB Enn eru teir á niðasta plássinum, men av- rikið móti Sumba man geva HB góðar vónir undan seinastu dystunum 2. DEILD Jákup Mørk HB hevur størsta partin av árinum verið í sera tungum sjógvi, og seinastu vikurnar hava teir verið fastir á botn- sessinum, men nú røkist kanska fyri, at okkurt fer at broytast í so máta. Leygardagin høvdu teir torføran útidyst í Sumba, men tað skuldi vísa seg, at hetta als ikki var nakar ov stóru biti hjá HB, sum hev- ur styrkt nakað um liðið í endaspurtinum við at seta fleiri veteranar á vøllin. Í fyrra hálvleiki rakk hetta eisini til eina 2-0 leiðslu, áðrenn René Thomsen stutt fyri hálvleik minkaði um munin, men hetta var tó ein stokkut gleði hjá heimaliðnum. Í seinna hálvleiki settu gest- irnir nevnliga fulla ferð á, og eftir 12 minuttum stóð 1-5, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Hóast sigurin, so vann HB seg ikki av aftasta plássinum, nú øll hini botn- liðini eisini vunnu sínar dystir, men tað bøtti í øllum førum um útgangsstøðið undan teimum báðum sein- astu dystunum. Her skulu teir leygardagin taka ímóti ÍF, og tað kann væl vísa seg at gerast ein sera áhuga- verdur dystur. Sumbingar fara tá vestur til Vágarnar, har teir neyvan skulu rokna við at taka frá oddaliðinum í deildini. Sumba-HB 1-5 0-1: Gunnar Mohr 0-2: Heini Gaard 1-2: René Thomsen 1-3: Heini Gaard 1-4: Danny Rasmussen 1-5: Gunnar Mohr C M Y K 24