leygardagur 20. august 1983síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
havnina
Sakføari skal tulka leigusåttmålan. Upp-
skot frå limi i havnarnevndini um at siga
leigusåttmålan upp fall, men byråds-
politikkarar eru óðir um framferdina hjá
»saliøsluni«
Feroysk Saltsela hevur
brotið treytirnar í byggi-
loyvinum og í leigusátt-
málanum við Tórshavnar
Havn. Býráðið hevur tí
biðið sakferara um at
tulka treytirnar í byggi-
loyvinum og í leigusátt-
málanum.
Í vikuni flutti Arbeiðs-
eftirlitið eisini inn í »salt-
søluna«. Hvørki byråd ella
havnanevnd vistu av
nekrum. »Saltsølan« skal
annars hava loyvi til at
leiga út frå havnanevnd-
ini, áðrenn nakað verður
leigað út. Men í hesum
førum vistu hvørki havna-
myndugleikar ella
politikkarar nakað,
fyrrenn kunngerð var í út-
varpinum um flytingina.
Havnanevndin hevði
málið til viðgerðar miku-
kveldið. Tað er ikki eydn-
Sambært byggiloyvi og leigusáttmála skal bygningurin hjá Feroyskari Saltsolu bert brúkast til endamál, ið hava
við fiskivinnu at gera. Men nú eru nógu ymisk leigumál í bygninginum — Arbeidseftirlitid, Føroya Bjór, oljufelag,
Norsk Veritas, Noma-Tek 0.0. — meðan salt eisini verður goymt á bryggjuni. Hetta argar byarpolitikkarar og
havnamyndugleikar
ast okkum at at fåa fatur å
formanninum í havna-
nevndini, Dánjali Larsen,
ella Poul Michelsen,
býráðsformanni, men eftir
hvat ið skilst, vóru limir-
nir í havnanevndini rætti-
liga óðir um framferðina
hjá »saltsøluni«.
Serliga tí at tá eitt leigu-
mál var fyri seinast, varð
loyvi givið við teirri treyt,
at tað bert var í tvey ár, og
at allir leigusáttmálarnir
skuldu endurskoðast í
1984, tá leigusáttmálin
hjá Statens Skibstilsyn er
úti.
Umframt Arbeiðseftir-
litið er eitt nýtt oljufelag
flutt inn. Okkum er upp-
lýst, at sambært byggi-
loyvinum skulu bert virki
við beinleiðis tilknýti til
fiskivinnuna húsast í
bygninginum. Og áður
hevur eitt virki, sum selur,
umvælir og hevur servicu
upp á nautiska útgerð,
ikki fingið játtað leigumál
í bygningi á Vestaru
bryggju.
Býráðslimir halda tí, at
framferðin hjá »saltsøl-
uni< skapar precedens.
Heldur ikki halda teir, at
tað kann ganga, at hugt
verður millum fingrarnar,
tá talan er um ein tinglisn-
an leigusáttmála.
A fundinum vísti
politikarar á at so stórt
brot er gjert á leigusátt-
málan við saltseluna, at
ein mælti til at siga sátt-
málan upp. Men hetta
varð ikki samtykt.
Men framferðin hjá
»saltsøluni« argar ikki
bert byarpolitikkarar og
havnamyndugleikar. Ar-
beiðsfólk á Bacalao argast
eisini, at fleiri: og fleiri
skrivstovur fáa húsarúmd
á Vestari bryggju, tá par-
keringsumsteðurnar eru
so vánaligar. Ein arbeiðs-
maður á Bacalao sigur við
Sosialin, at sum er, er so
trongligt, at konufólkini,
ið koma kl. 9, ofta mugu
leita eftir parkeringsplássi
við Landssjúkrahúsið ella
í Hornabe.
Tað sum m.a. argar býr-
arpolitikkarar og fólk sum
starvast á havnaøkinum
er m.a. stóra saltgoymslan
á sjálvari bryggjuni.
Tá sakferari hevur
kannað juridisku spurn-
ingarnar skal málið fyri
aftur havnanevndina.
jo-mo
Trygdarbelti
kunnu
eisini forða
ferðsludrukning
Báðir feroysku læknarnir, sum luttóku á eini rådstevnu i
ferðslu-læknafreði í Íslandi herfyri, og leiðarin av Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, halda, at tað er rættast at fáa lóg um tvungið
brúk av trygdarbelti. Olivur Næss heldur, at trygdarbelti kann
forða fyri drukning í samband við ferðsiuóhapp, sum er hent
fleiri ferðir i Føroyum
Situr tú aftan fyri í einum
bili, ið koyrir við 70 km
ferð, og rennir á og
steðgar, verður tú slongd-
ur við somu ferð á hann
sum situr frammanfyri
sum tyngdin á einum ele-
fanti !
Trygdin at sita á bak-
setrinum er ikki so- stór
sum vanliga verður sagt
og hildið. Tí verður nú ar-
beitt í hinum norðurlond-
unum við at fáa trygdar-
belti á baksetrini eisini.
Summir bilar hava fingið
trygdarbelti sum fasta út-
gerð. Men eingin regla
sigur, at tey skulu vera, og
eingin lóg sigur, at fólk á
baksetrinum skulu sita í
trygdarbelti.
Tað at einki trygdar-
belti at hava aftan fyri
setir trygdina niður í
helvt. Demi eru um, at
hundur, ið sat á baksetri-
num hevur verið deyðsor-
sekin til persón framman-
fyri.
At hava trygdarbelti er
ikki minst umráðandi fyri
bern.
Á ftíðindafundi, sum
landslæknin, Hegni Debes
Joensen, og yvirlækni á
landssjúkrahúsinum, Óli
Mikkelsen, skipaðu fyri
mikudagin, í samband við
tað at teir hava luttikið á
eini ráðstevnu í ferðslu-
læknafreði í Reykjavík,
varð upplýst, at tað slapst
undan 30 prosentum av
deyðsfallunum hjá
børnum, um hesi sótu í
trygdarbelti ella barna-
stóli.
Læknarnir báðir hildu
tí, at í fyrstu syftu átti tað
at verið tvungið, at børn
skuldu sitið í trygdarbelti.
Í hesum sambandi upp-
lýstu teir, at barnastólar-
nir skulu venda aftur eftir.
Eisini í
fjallalondum
Men trygdarbelti —
sokallaðir sikkurheits-
seðlar — í Føroyum?
Feroyingar renna so sjáld-
an »frontalt« saman. Teir
koyra út av, og bjarga lívi-
num við at verða slongdir
út úr bilunum, tá hesir
koppa sær á, fara á rull!
Hesin spurningurin var
eisini umreddur. Hverki
Hegni Debes Joensen ella
Óli Mikkelsen ivaðust í, at
tað er rætt eisini at fáa lóg
um, at trygdarbelti skulu
verða tvungin í Feroyum.
Teir vístu á, at á ráð-
stevnuni í Íslandi varð
upplýst, at í ellum londum
er talið av ferðsludrápum
minkað, síðan brúk av
trygdarbeitum gjerdist
tvungið.
Og Olivur Næss, frá
Ráðnum fyri stærri
Ferðslutrygd, sum eisini
var hjástaddur, var
skjótur at upplýsa, at
eisini fjallalond sum
Noregi og Sveits hava
tvungið brúk av trygdar-
beltum. Eisini í hesum
londunum hevur brúkið
merkt minni tal av ferðslu-
drápum.
— Men í Feroyum er ein
>fólkaopinión< ímóti
trygdarbeltum, var hann
skjótur at leggja afturat.
Olivur Næss gav partvís
blødunum skyldina fyri
hesum, tí tey taka mang-
an til, tá tey hava umrett
ferðsluóhapp:...at við-
komandi bjargaðist, tí
hann varð slongdur út úr
bilinum . . . hevði hann sit-
id i trygdarbelti, so...
Olivur Næss visir å, at
sum er, hava vit eingin
hagtøl yvir, hvussu nógv
bjargast við t.d. at sita í
trygdarbelti, hvussu nógv
t.d. ikki hevdu verið
lestað ella dripin, um tey
høvdu havt trygdarseðil.
— Vit hoyra og vita
einki um tey, sum sita
ryggbrotin, ella lestað í
annan hátt í ferðsluvan-
lukkum, sigur hann.
Tí fegnaðist hann, tá
læknarnir báðir boðaðu
frá, at teir fara at stovna
eitt ferðslulæknafreðiligt
felag, sum m.a. skal savna
upplýsingar og hagtel um
ferðsluvanlukkur.
Eitt stórt fall
Fyri at vísa, hvussu stór
megin er, tá rent verður á
við bili, upplýsti lands-
læknin: at koyrir tú við
eini ferð sum er 30 km um
tíman og rennyr á, svarar
stoyturin til eina fallhædd
upp á 3,5 m. Við 40 km/t er
fallhæddin seks metrar.
Við 60 km/t er fallhæddin
14 metrar — ella eitt fall
frá 6. húsahædd. Við 90
km/t er fallhæddin 31
metrar — ella eitt fall frá
12. hædd. Við 120 km/t er
fallhæddin 56 metrar.
Kunngerð um
trygdarbelti
Spurningurin um trygdar-
belti er ofta umreddur í
Føroyum, men eingin
beinleiðis roynd er gjerd
at fáa lóggávu um tvungið
brúk av trygdarbelti, tá
koyrt verður.
Men Olivur Næss upp-
lýsir, at fasta nevndin, ið
endurskoðar ferðsluióg-
ina, hevur lagt eitt upp-
skot fyri landsstýrið um,
at trygdarbelti skal vera
tvungin útgerð í ellum bil-
um í Feroyum.
Hann sigur, at henda
kunngerð kemur helst við
í eini sterri kunngerð um,
hvat skal vera í bilunum í
Feroyum.
Drukning er ikki óvan-
ligur ferðsludeyði í Feroy-
um. Olivur Næss heldur,
at eisini í slíkum feri kann
trygdarbelti forða fyri, at
viðkomandi sum hevur
koyrt útav, druknar.
Hann sigur, at situr við-
komandi í trygdarbelti. er
meguleikin at sláa seg so
viðkomandi svímar eila
gerst vitleysur, minni. Og
í teir tveir minuttirnar,
sum bilar sigast at flóta,
kann viðkomandi gera seg
leysan úr trygdarbelti-
num. — Tað snýr seg um
vana at gera seg leysan úr
tí, sigur Olivur Næss.
(Onnur grein um m.a.
ferðsludráp í Feroyum var
í Sosialinum hósdagin).
jo-mo