Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i joe 0 rn = ag Et ————— Nr. 99 — 30. august 1983 Triggir føroyingar å tonleikarastevnu Nordisk Amatørmusik Union hevur saman vid Norges Musikkorpsfor- bund skipad fyri eini tonleikarastevnu å Gauldal Folkehøgskole i Melhus i Noregi. Ikki færri enn 7080 ung, år 12 upp í 18 år, luttóku á stevnuni, har tónleikavenjing var frá morgni til kveld. Millum hesar mongu luttakararnar vóru eisini trý ungfólk úr Feroyum. Hesi vóru Andrea Andreassen, Johanna Elisabeth Klett, báðar úr Havn, og Jógvan Zacharias- sen, úr Getu. Tað er norðmaðurin, Magne Synnevog, sum hevur verið venjari her, sum fekk tað borið í band, at hesi trý kundu vera við á stevnuni. Andrea spælir floytu, Johanna Elisa- beth klarinett og Jógvan spælir fagot. Í samreðu við norskt blað sigur Jógvan, at tað verður vant meira enn dagligt, og at tað er gott. — Vit hava tað gott saman, og tað er kveikjandi at vera saman við eðrum sum hava sama áhugan. Tey trý goldu sjálvi ferðina yvir til Noregs og heimaftur, meðan vikan á sjálvum skúla- num var ókeypis. Uppskot um norðurlendska miðsteð fyri hjarta- transplantation Á fundi í Grenlandi nú um dagarnar skal sosi- al- og umhvervis- nevndin hjá Norður- landaráðnum m.a. við- gera eitt uppskot um at stovna eina miðsteð fyri hjartatransplanta- tión í einum av Norður- londunum. Nevndarfundirnir, ið verða hildnir í høllini hjá gronlendska lands- tinginum, skulu eisini viðgera eina sam- starvsskrá um arbeiðs- marknað og arbeiðsum- hvervi, kanna um steðurnar hjá ferðslu- skaddum við heila- skaða, eins og nevndin skal viðgera eina virkisskrá í stríðnum móti narkotikamis brúki Men endamálið við at fara til Grenlands er eisini at kanna gren- lendska samfelagið. Nevndin skal hava vitan um sosialu-, arbeiðsmarknaðar- og heilsuviðurskiftini, og um náttúruvernd og stríðið móti dálking. Umframt Nuuk skal nevndin vitja fimm býir og bygdir. Ur Dan- mark luttaka fólka- tingslimirnir Margrete Auken, úr SF, og Bern- hardt Tastesen, ur S, sum hevur verið í Feroyum, m.a bandi við eina stevnu 1 sam hjá foroysku ung mannafelogunum fyri nekrum árum síðani, tá hann eisini vitjaði Javnaðarflokkin Rættleiðing Tað ber ikki til at gera sama vegin bæði smal- ar ig breiðari uttan onkur sammeting er Men í skundi fríggja- dagin var hetta komið fyri í eini av greinunum um ætlaða landsvegin gjøgnum Fuglafjørå. | forsidugreinini endurgav Sosialurin Frits Johannesen, bygdaráðslim, og vit hava gjert honum nevnda órættin. Tað, sum Frits Johannesen meinti, var, at tað ber til at gera ein smalari veg enn tann vegin, sum bygdaráðið hevur sam- tykt at gera. Hesin vegurin er í meðal 7—8 metrar breiður. Hinvegin vísti Frits Johannesen á, at sjálv- andi skal verandi veg- urin betast, soleiðis at tey, ið fara gjegnum Fuglafjorð við akfari kunnu koyra ekkaleys, og soleiðis at fólk, ið har búgva, ikki hava ampa av vegnum. — Eg haldi ikki, at tað er rætt at gera ein breiðan veg, sum samtykt er, men mæli til at byggja vegin samsvarandi umhverv- inum sum er, og laga hann eftir fólki og ferðslu, soleiðis at hann ikki er til ampa fyri nakran, vísir Frits Johannesen á. Orsakað. jo-mo tíðindablaðið Bussferarir i Bygdaleidum fáa bert hvild i 5-6 timar Hetta er grovt brot á lógina um arbeiðaravernd. Fleiri bussførarir eru givnir, tí tað er ov strævid, og kunnu ikki góðtaka at koyra hålvsovandi vidhvørt. Men nu er broyting á veg Hvíldartíðin er í mesta lagi seks tímar. Kanska ikki meira enn fimm tímar. Og arbeiðsdagurin er einar 17—18 tímar. Hetta er arbeiðssteðan hjá teimum bussferar- unum, ið koyra Bygda- leiðir. Teir flyta fleiri hundrað fólk dagliga í bussum millum Havnina og Vestmanna eftir Oyggjarvegnum, ofta í ringum líkindum. Higartil eru hesi viður- skifti góðtikin av leiðsluni fyri Bygdaleiðir, Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Ar- beiðseftirlitinum og í síðsta enda av Feroya Landsstýri, ið hevur hugt eftir meðan lógarbrotið er farið fram. Eingin hevur í hvussu er gjert álvarsliga vart við seg Talan er nevniliga um grovt lógarbrot á legtings- lógina um »arbeidara- vernd«. Í grein 25 í hesi lóg stendur í stykki eitt »Arbeidstidin skal skipast so, at arbeiðararnir hvert samdegur skulu hava hvíldartíð upp á minst 11 samfeldar timar.« Í somu lógargrein verða nøkur undantøk loyvd Men bussførarar eru ikki undantiknir lógini Men ein orsekin til, at henda langa arbeiðstíðin er framd, er helst hon, at bussferararnir hava viljað havt so nógva saman- hangandi arbeiðstíð sum meguligt fyri at fáa so nógva samanhangandi frí- tíð sum meguligt, verður sagt á Bygdaleiðum. Fleiri givnir Bussferarnir hava nevni- liga koyrt í eina viku og havt frí í eina viku. Men allir hava ikki orkað hesa longu arbeiðstíðina og eru tí givnir. Dagliga koyringin er frá klokkan tíggju minuttir í sjey á morgni og síðsti tårurin er úr Havn klokkan tíggju á kveldi. Tó nekur kveld fyrr. Og skal bussferarin til Havn- ar aftur, er hann ikki í Havn fyrr enn eftir mið- nátt. A arbeiðseftirlitinum verður upplýst, at arbeiðs- eftirlitið ongantíð hevur fingið klagu, ella áheitan, um longu koyringina hjá Bygdaleiðum. Hinvegin fekk arbeiðseftirlitið eina- ferð klagu um arbeiðs- viðurskiftini hjá Buss- leiðini í Havn. Arbeiðs- eftirlitið gjerdi P.f. Bil varugt við ta ov stuttu hvíldartíðina. Men Bilsegði seg halda lógina um arbeiðaravernd. Hava klagað Men upplýsingarnir frá Bygdaleiðum og Arbeiðs- eftirlitinum samsvara ikki við tað sum ein bussførari sigur. Sambært honum hava bussferararnir klagað til Arbeiðseftir- litið, eins og teir hava gjørt Bil og Bygdaleiðum vart við, at teir hava ikki orkað at koyrt so nógv Tað hevur verið alt ov strævið og hava ofta koyrt rutuna hálvsovandi, so leiðis at trygdarviður- skiftini hava ikki verið í lagi Annars upplýsir buss- førarøin, at ferðafólk hava klagað til politiið um hesi våurskifti, men politiid tók ikki nøkur stig við teirri grundgeving, at einki stendur um koyri- tímar i ferðslulógini. Roknað út á seks viku hava bussferarnir á Bygdaleiðum koyrt 40 tímar um vikuna. Men tá er frívikan tikin vid. Soleiðis hava teir koyrt í meðal 80 tímar ta vikuna, teir hava koyrt. Skal broytast Men ein glotti er framman stavn. Á Bygdaleiðum upplýsir Jón Rasmussen, at í uppskoti til nýggjan koyrisáttmála millum landsstýrið og P.f. Bil er roknað við færri tímum um vikuna. Sambært upp- skotinum skulu koyri- tímarnir setast niður til 65 um vikuna. Men nær henda skipan- in kemur í gildi, dugur Jon Rasmussen ikki at siga, men helst einaferð innan teir næstu mánaðirnar. Annars kann upplýsast, at Tórshavnar byråd hevur ásannað, at tað er 6 forsvarligt at lata buss- førarnar koyra upp móti 80 tímum um vikuna Sambært nýggju buss- skipanini skal bussferari ikki koyra meira enn 60 tímar. Grundgevingin hjá býráðnum eru tvinnar: bý- ráðið vil hava trygdar- spurningin í lagi og ynskir, at tey ferðandi skulu hava eina góða tæn- astu frá væl upplagdum bussferarum. jo-mo Til Álands? Álands landsstýri hevur játtað studning (2000 MK) til 1 føroyskan næming at fara á list-linjuna á Ålands Fólkaháskúla á skeidinum, sum byrjar 6. september. Nærri vå at venda sær til Føroya Fólkaháskúla tif. 117 43 NØ | Í | | | Tit ringja Í | sosialurin, | — tf. 11820 | — vit skriva | Setið peningin í FØROYA SPARIKASSA tolk síns pardngaato yr TÓRSHAVN Sportspladsen v/ Eystur Skúla tirsdag 30. august kl. 19 onsdag 31. august kl. 19 — SIDSTE DAG Forsaig: S.H. JACOBSEN Radio Handil tif. 14081 og ved Cirkus Kassen KE ER * GALLA CIRKUS '83 , Kure 0 Mm lýsið í sosialinum