Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Vit biða eftir svari frå andsstýrinum um skip — sum skal koma ístaðin fyri Geyta Reyða, ið sakk herfyri, sigur Eivind Han- sen, reiðari i Gøtu P/f Vørn i Gøtu hevur søkt landsstýrið um innflutn- ingsloyvi til ein nærum nyggjan trolara. Skipid er rættiliga nytt og er sera væl utgjørt. Tad kann fåast fyri rættiliga biligan penga. Skipid skal koma ístaðin fyri Geyta Reyða sakk nertyr hevur felagið so einki svar fingið frá lands- stýrinum. Stjórin í felag- num, Eivind Hansen Norðagetu sigur í sam- rød við Tíðindablaðið Sosiai.n, at teir nú bert bíða eftir svari úr lands- stýrinum Hann vísir á, at tað hevur sera stóran týdning fyri Getubygd og fyri Ís- virkið í Fuglafirði, har Geyti Reyði avreiddi, at eitt annað skip kann koma í Geytans stað. Dyggur smeitur Fáa vit ikki loyvi at keypa eitt annað skip, so verður hetta ein sera dyggur smeitur ikki minst fyri teir umleið 10 menninar, sum hava havt hýru við Geyta Reyða, sigur Eivind Hansen Manningin hevur fingið væl burtur úr fyrra hálv- ári. Manninginarporturin er einar 150.000 kr., so teir verða í dýrastu neyð, tá teir skulu gjalda skatt aftur. Eg vóni tí so inni- liga, at teir úti í Tinganesi geva okkum innflutnings- loyvi til eitt annað skip. Eisini reiðaríið hevur mist nógv, nú Geyti Reyði sakk. Eivind Hansen sigur, at seldu teir bátin dagin fyri hann sakk, hevdu teir fingið 5 mill. kr fyri hann. Nú hann er sokkin rind- ar tryggingin 3 mill. kr Annars sigur Eivind Hansen, at hetta sum heild er ein stórur missur fyri bygdina, tí Geyti Reyði er fjórða skipið, sum er farið úr bygdini innan stutta tíð. Kristina Logos varð seld til Cana da, Logos til Skopunar og Finnur Fríði til Havnar Ringast fyri eru tó tier menn, sum hava mannað hesi mongu skip Eg vóni ti, at landsstýrið fer at ganga ynskinum hjá okkum ellum á meti, sigur Eivind Hansen at enda. Leygardagur 3. september 1983 | Norðageta. Her vóru fyrr nógvir og góðir bátar. Nú eru bert fáir eftir. Manningarna eru við sviðið soð. Við Geyta Reyða fingu umleið 10 mans sína ársinnteku. Norðageta fyri nekreum árum síðani. Tá var stórt virksemi í bygdini, eitt nú tann nógva sildin. Nú gøtumenn mistu Geyta Reyta, ynskja teir alt fyri eitt at fáa eitt annað skip ístaðin. Nú er tað so upp til landsstýrið. NR Missurin av getutrolaranum Geyta Reyða hevur fingið rættiliga hættisligar avleiðing- ar. Umleið 10 mans, sum forvunnu sær ars- úrtekuna umborð á bátinum, mistu arbeiði. Bygdin missir nú skattainntekuna, sum stavar frá skipinum — og í grannabygdini Fuglafirði, kunnu fylgjurnar verða rætt sagt katastrotaliar Ísvirkið hevur fingið umleið helvtina av råvøruni, 800 tons, frá Geyta Reyða í ål Hetta var einasta skipið, sum kundi avreiða til virkið alt árið, serliga tá tað ikki er loyvt at trola á landleiðini Tað arbeiða 50 fólk á Ísvirkinum. Hóast aðrir bátar avreiða til virkið, so er vandi fyri, | at virkið fer at lata aftur stóran part av árinum Hóast missin av Geyta Reyða hava getu- menn ikki mist vónina — og tíansheldur fugl- | firðingar. Tí nú vilja getumenn hava eitt | annað skip ístaðin. Eitt bíligt og gott skip fæst til keyps í útlandinum, men innflutn- ingsbann er framvegis í gildi. Nú er tað so upp til sitandi landsstyri, um getumenn skulu fáa annað skip ístaðin fyri Geyta Reyða, sum sakk