Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fótbóltsskráin: 10. september 1. deild LIF—TB 2. deild IF—Royn Fram—NSI SIF—EB Sumba—SI 3. deild B71—B36 VB—B68 TB—Skåla HB—KI 4. deild VB—Kla TB—IF HBa—Streymur a Dreingir 1. finala NSI—HB Smádreingir 1. finala KI—LIF Piltar 1. finala HB—VB Smápiltar 1. finala HB—TB 11. september 1. deild GI—HB MB—KI B36—B68 4. deild VB—IF TB—Kla IF—Streymur a LIF—Kla IF—Fram a Unglingar LIF—B36 NSI—HB VB—KI 1 ítrótt í Landskappingin í fótbólti — vaksnamannadeildin : Moguliga avgerðandi vikuskifti Leygardagur 10. september 1983 Fleiri av dystunum í trimum teimum fremstu deildunum hetta vikuskiftið eru rættuliga avgerandi — bæði fyri meistaraheitið, deilarvinnarar og niððurflytarar Nærum allir dystirnir í trimum teimum fremstu deildúnum í fótbóltslands- kappingini hetta viku- skiftið kunnu gerast av- gerandi — bæði fyri meist- araheiti og niðurflyting. Í 1. deild eru allir fýra dystirnir líka týdningar- miklir. Teir tveir, ið megu- liga hava stersta áhuga, eru dysturin millum »botnlidini«, LÍF og TB, ið verður spældur í dag, og tann millum oddaliðini, GÍ og HB, ið verður leiktur í morgin, men hinir báðir dystirnar hava eins stóran týdning og hesir báðir. Dysturin í Lorvík kann gerast rættuliga av- gerandi fyri niðurflyting- ina í ár. Um LÍF ognar sær bæði stigini, vilja teir taka eitt stort fet burtur frá niðurflytingarvanda- num, tí ein sigur vil hava við sær, at teir koma at vera trý stig framman fyri TB, ið framvegis vil liggja á aftasta plássi. Hinvegin má TB ogna sær stig, um teir framvegis skulu varð- veita vónina um at verða verandi í 1. deild komandi kappingarár. Ein sigur til tvøramenn vil hava við sær, at TB kemur eitt stig fram um LÍF í stigatalv- uni, og meguliga eisini eitt stig fram um MB og B36, um hesi lið tapa dystir teirra móti ávíkavist KI og B68 Dysturin í Miðvági er avgerandi fyri bæði meist- araheiti og niðurflyting. Um KÍ vinnur, koma teir framvegis at liggja á odda — saman við HB, um HB vinnur sin dyst móti GI — og varðveita sostatt góðu meguleikar teirra fyri at vinna meistaraheitið fyri fyrstu ferð síðani 1972. Verður tað harafturímóti MB, ið vinnur, so vil hesin sigur hava stóran týdning fyri miðvingar, sum i letuni bert liggja eitt stig framman fyri aftasta liðið, TB Dysturin í Havn millum B36 og B68 er týdningar- mikil fyri bæði liðini. B36 má ogna sær stig fyri at royna at sleppa burtur úr ti nidurflytingarvanda liðið er komið í, meðan toftamenn, við at vinna, kunnu vera vísir í at sleppa undan at flyta niður í 2. deild aftaná lokið kappingarár Dysturin í Getu er sera tydningarmikil — kanska einahelst fyri getumenn. Teir mugu vinna dystin fyri ikki at missa »kon- taktina« vid oddaliðini. Um teir tapa kemur HB — og KI um teir vinna dyst sin — fyra stig fram um GI, og hetta verður nærum ógjerligt at vinna inn aftur. Um GI vinnur, so eru meguleikarnir fyri at ognast meistaraheitið í ár góðir, tí getumenn skulu í seinasta dysti í ár spæla móti KI — á vølli- num í Getu — og tann dysturin kann tí meguliga gerast avgerandi fyri hver vinnur meistaraheitið. Triðseinasta leikum- farið í 2. deild er eisini spennandi. Í Fuglafirði hittast IF og Royn, og henda dyst mugu fuglfirð- ingar vinna, um teir fram- vegis skulu gera sær vónir um at vinna deildina og tryggja sær leikrætt í 1. deild aftur komandi leikár. Í Havn hittast Fram og NSI og hesin dystur er sera týdningarmikil fyri NSI. Um NSI vinnur og Royn tapir, so kemur NSI at liggja einsamalt á odda. Men tað er ikki bert millum — oddalidini at spenningur er. Eisini at dystunum hjá teimum lið- unum, ið liggja aftast í stigatalvuni, er spenn- ingur knýttur. Tey lið, ið liggja aftast í letuni eru EB og Sumba við sama stigatali, og tey skulu í dag spæla ávikavist móti SIF og SI. Fyri bæði er sera umráðandi at vinna sær stig fyri at sleppa burtur úr niðurflytingar- vandanum, og tá hverki SI ella SIF kunnu siga seg at vera sloppin úr hesum vanfda, eru dystirnir eisini av stórum týdningi fyri tey Í dag verður næstsein- asta leikumfarið í triðju deild spælt Aftaná at VB »bert« fekk eitt stig í útidysti- num móti Skála, er spenn- ingurin í ovaru helvt av stigatalvuni ikki so stórur meira. HB liggur nú á odda við tveimum stigum, og tað tykist at vera lítil ivi um, at tað verður HB, ið vinnur deildioan í ár og sostatt tryggjar sær leikrætt í 2. deild næsta ár. Um hetta verður so, verður HB ein- asta felag, ið hevur lið í báðum teimum fremstu deildunum. Men er spenningurin ikki tann stersti í fremra endanum, so er hann afturímóti stórur á niður- flytingarplássinum. Aft- ast í triðju deild liggja í letuni TB og Skála við sama stigatali, og júst hesi liðini skulu í dag hitt- ast til dyst á vellinum á Sevmýru, so meguleiki er fyri einum spennandi, avgerandi dysti á Tveroyri í dag. Ikki kann sigast annað enn at hetta vikuskiftið kann gerast sera týdn- ingarmikið fyri fleiri fót bóltslið. Landskappingin í yngru deildunum: Fyrru finaludystirnir Næstseinasta yngru deildunum, fyrru finalu- dystirnir, verður spælt hetta vikuskiftiO Landskappingin i fótbólti er nærum lokin. Bert få leikumfør eru nú eftir. Í yngru deildunum, í dreingja-, smádreingja-, pilta og smápiltadeild- unum, verður næstsein- asta leikumfarið spælt í dag. Dystirnir í dag eru samstundis fyrru av , leikumfar Í tveimum finaludystum. Mikukveldið 7. sep- tember hevði kappingar- nevndin hjá Fótbóltssam- bandi Feroya lutakast um hver skuldi spæla á heimavelli fyrst. I dreingjadeildini = verður tað NSI, sum í dag skal spæla á heimavelli móti HB, meðan seinna finalan verður spæld í Havn kom- andi leygardag. Ferðasteypið, ið dreing irnir kappast um, varð givið av Norðoya Spari- kassa í 1979. Í smádreingjadeildini eru KÍ og LÍF komin í finaluna og fyrri finalu- dysturin verður leiktur í Klaksvík í dag, meðan seini dysturin verður spældur í Lorvík næsta leygardag. Í smádreingjadeildini er ferðasteypið, ið kappast verður um, givið av Er- hard Næs í 1978. Í piltadeildini eru tað HB og VB, ið metast í finaluni og fyrri dysturin verður leiktur í Havn í seinni Vági dag, meðan tann verður spældur i komandi leygardag Ferðasteypið, ið spælt verður um, er givið av Thomas Dam á Co. í 1975. Í ár er eisini nýggj deild sett á stovn, smápilta- deildin nevnd. Í finaluni í smápiltadeildini eru tað tvey »gomul« feløg, ið verða umboðað, nevniliga TB og HB. Fyrri finalu- dysturin verður leiktur í dag í Havn, meðan tann seinni verður spældur á Tveroyri komandi leygar- dag. Ferðasteypið, ið smá- piltarnir skulu kappast um, er givið av Sverra Midjord, og fáa leikararnir á báðum liðunum eisini ferðasteyp til ognar til minnis um fyrstu finaluna í smápildadeildini. Aftur- at hesum gevur Sverri Midjord eisini eitt minni til tann leikara á hverjum liði, ið verður kosin „besti leikari«. ser