Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 105 — 13. september 1983 Krevur skulin endurgjald skulu dreing- irnir gjalda Herverkið kostar fleiri tús- und krónir bert í arbeiðslon- = um til 16 vaskikonur Hvussu nógvar túsund krónir herverkið á Sankta Frans Skúla kostar bar ikki til at siga ígjár. Men talan verður í øllum førum um meira enn einaferð 10.000 kr. A Politigarðinum verður upplýst, at í fyrstu atlegu er skúlin noyddur at gjalda. Men skúlin kann gjegnum politiið krevja endurgjald, sum teir seku koma at gjalda, tá teir eru 18 ár, um for- eldrini ikki taka um endan beinanvegin. Tveir trettan ára gamlir dreingir viðgingu seg sunnudagin at hava gjert herverk á »nonnu-skulan« í Havn. Herverkið varð uppdagað tíðliga sunnu- morgunin Hvussu dreingirnir eru komnir inn í skúlan, og hví teir hava gjert herverkið, hevur ikki borið til at fáa upplýst. Men í skulanum hava teir báðir temt ein hóp av pulvur eld-slekkjarum, soleiðis at eitt tjúkt lag av pulvuri lá á tveimum gongum, í erva og í neðra Harafturat høvdu teir koyrt ein hóp av urta pottum í gólvið og við knívi skorið rivur í eini 20—30 landkort. Sosialurin hevur fingið upplýst, at kortini kosta fleiri hundrað krónir stykki 16 vaskikonur í arbeiði Tá Sosialurin var á skúl- anum mánamorgunin vóru 15 vaskikonur í ferð við at vaska og turka. Við masku fyri munn og nes vóru tær í ferð við at fáa tað seinasta lagið av hvítum dusti av veggjum og gólvi. Roknað varð tá við, at tær fimtan vaski- konurnar fóru at verða lidnar einaferð seinra- partin. Meðan tær vóru 15 í gjár, vóru tær ikki færri enn 16 sunnudagin. Tað lat seg slettis ikki gera t taka dustið upp við dust- súgvara. Teir typtust. Tí vórðu tey noydd at sópa hvíta pulvurið upp við Tjúkt lag lá á ollum veggunum kusti. Tær arbeiddu tríggjar tímar sunnu- dagin. so har var tann fyrsta útreiðslan upp á einar 5000 kr Skúlin var so illa dálk- aður, at øll skúlabernini í Sankta Frans skúla hevdu frí í gjár. Men í dag skuldu tey meta aftur sum vant. Trygging tekur ikki við Sjálvt um foreldrini, sum eiga dreingirnar, hava eina sokallaða húsfólka- ábyrgdartrygging, so hevði hon ikki tikið við í einum slíkum feri sum hesum. A Tryggingarsamband- inum verður upplýst, at húsfólka-ábyrgdartrygg- ingin, ið bert kostar 30 kr. árliga, fevnir ikki um skaðar, ið verða framdir við vilja ella í rúsi. Henda tryggingin tekur bert við, um skaði verður gjerdur av óvart. Eini 20—30 landkort vóru skorin upp tey kosta fleiri hundrað krónir stykki við knivi Fara at spreingja Trøllanes- tunnilin i vikuni I hesi vikuni verður sett á tunnilin til Trellanesar. Fyrireik- ingarnar eru um at verða lidnar og í seinra parti av vikuni verður farið undir heilt Sjálvur tunnismunnin er gjerdur og bergið er styrkt. Kósin á tunnlinum gongur beint móti Trellanesi, men við Djúpadal verður ein tunnil gjerdur út i dalin. Hetta verður gjert fyri at fáa vega- samband við dalin Harafturat er ætlanin at sleppa av við grótið í Djúpadali, tá teir koma norður um, soleiðis at tað slepst frá at fara heilt suður til Mikla- dals við tí. Arbeiðið við at gera tunnilin til Treilanesar er mett at taka 18—19 mánaðir. Gongur eftir ætlan verður síðsta skotið latið av á várið 1985. Roknað verður vid, at 8—9 metrar verða sprongdir um dagin ella einir 45 metrar meðal um vikuna. Tá hol er komið á skal vegur eisini gerast oman til sjálva bygdina á Trellanesi Longdin á hesum vega strekkinum liggur um 1800 metrar Um 25 mans arbeiða við at gera tunnilin á Kallsoynni Samlaða arbeiðið er mett at kosta um 20 mill. kr jo-mo >Gafflaðu< hol á peningaskáp Tveir smádreingir millum 10 og 15 ár framdu næst- seinasta sunnudag her- verk í Vágum. Tá maskinmeistarin á konservesvirkinum Kov- anum, um tveytíðina sunnudag, fer inn á virkið at hyggja eftir frystari- inum, sær hann tveir dreingir, sum vóru í ferð við at seta hol á peninga- skápið. Teir báðir dreingirnir høvdu fyrst brotið ein rút og vóru komnir inn á virkið. Har brutu teir síð- ani hurðina upp inn á skrivstovuna, har pen- ingaskápið stóð. Teir fingu nú drigið peninga- skápið út í ta stóru hell- ina, har teir síðani settu seg í trukkin. Teir tendr- aðu motorin og koyrdu so við nógvari ferð í peninga- skápið. Við sjálvum gaffl- unum royndu teir nú at fáa skápið upp Tað eydnaðist teimum at gera trý hol í skápið, men pengar fingu teir ongar. Tað var tá, at maskin- meistarin uppdagaði teir. Dreingirnir hevdu frammanundan verið inni á flakavirkinum Snar- frost. Har eydnaðist tað teimum at lata peninga- skápið upp. Hetta pen- ingaskápið var ikki so stórt og trupult at lata upp sum tað á Kovanum. Teir fingu nakrar hundrað krónur við sær í lumman.