Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 13. oktober 1983 tíðindablaðið Jatnaklettur, eldur kom í hann, meðan hann lá við bryggju í Miðvági. Hann varð heldur ikki brandtryggjaður eisini fevnir um fiski- bátar? — Eg skal ikki hava nakra meining > antin trygdarvidurskiftini skulu broytast ella ikki. Ti slikar broytingar hava vid sær fíggjarligar = avleiðingar. Tað einasta eg kann gera, er at vísa á galdandi viður- skifti Hans Christensen nevn- ir í hesum sambandi demi um, at eitt fiskiskip, sum Reynsatindur, ið skal hava umleið 70 mans umborð — skal sambært lógina ikki brandtryggj- ast. Harafturímóti setir lógin krev til konstruktiva brandtrygging umborð á einum farmaskipi sum t.d. Star Coast við einans seks monnum. Brandtrygging umborð á einum skipi vil siga, at tilfarið, sum eitt nú mann- ingarrúmini eru gjerd úr, eru úr ávísum evni, sum ikki brennur. Brandtrygging! — Men, leggur Hans Christensen aftrat, — tad er samfelagið, og ikki Skipasýnið, sum má gera av, antin fiskiskip skulu brandtryggjast ella ikki. — Sólborg og Sigurfarið høvdu óvanliga stórar brandskaðar nekur ár her- fyri. Tey vóru ikki brand- tryggjað. Heldur tú, at skaðarnir hevdu verið minni umfatandi, høvdu tey verið brandtryggjað? — Skaðarnir høvdu heilt vist verið meira avmark- aðir. Hetta eru annars teir sterstu = brandskaðarnir, sum danska Skipasýnið nakrantíð hevur havt við at gera. — Tíbetur var eingin mannskaði, men skipini brendu heilt út. — Sólborg og Sigurfarið eru umvæld aftur. Eru skipini brandtryggjað nú? — Nei, tað eru tey ikki, og tað krevur lógin jú heldur ikki. Tey eru gjørd úr júst sama tilfari sum frammanundan — og kemur eldur í tey aftur so kann skaðin gerast eins stórur sum seinast. — Um eitt fiskiskip verður brandtryggjad verður tað ein stór út- reiðsla? Ein kanning vísir, at tað í veruleikanum eingin prísmunur er, um skip eru brandtryggja ella ikki. Vit vita eisini, at eldvandin verður munandi minni. Hans Christensen vísir annars til, at fiskiskip eru útgjerd við ellum teimum vanligu slekkitólunum, sum hoyra til umborð á einum skipi so sum eld- slekkjarar, útgerð at brúka í maskinrúminum, slangur á dekkinum osfr. — Hvat kanst tú annars siga um óhapp umborð á fiskiskipum? — Har skip sekka og menniskju drukna! Tað rakar serliga tey smærru skipini, sum hava ein ella tveir mans umborð. Mangan hverva tey bráddliga. — Hver er orsekin? Í flestu førum yvir- last og so tað, at tey fara út í ov vánaligum veðri. Tvungin brandtrygging á fiskiskipum í gildi í Danmark í 1985 Ovist hvussu verður i Føroyum Tvungin brandtrygging umborð á farmaskipum kom í gildi í 1977 við einum millumlanda sáttmála, ið nevnist SOLAS. Nú er eisini gjerdur ein millumlanda sáttmáli um tvungna brandtrygging á fiskiskipum. Hann kemur í gildi í Danmark í 1985. Vit hava spurt stjóran á Skipasýninum í Feroyum, um henda tvungna brand- trygging automatiskt kemur í gildi í Feroyum eisini. Torleivur Hoydal sigur, at fyri at hesin sáttmáli skal koma í gildi í Feroy- um, má landsstýrið kunn- gerða hann í Dimmalætt- ing. Um landsstýrið fer at gera hetta veit stjórin á Skipasýninum ikki, men tað er vón hansara, at so verður. Hann vísir annars á, at Skipasýnið í Fer- oyum fleiri ferðir hevur biðið »Direktoratet for Statens Skibstilsyn« í Danmark, viðgera henda fyri feroyingar týdningar- mikla spurning. Sagt verður, at málið verður kannað har, men endaliga avgerðin liggur hjá politikarunum. Uppá fyrispurning um Skipasýnið ongantíð hevur kravt av reiðaríð- um, sum byggja skip og umvæla skip, at mann- ingarrúmini verða gjerd úr tilfari, sum ikki brenn- ur, sigur Torleivur Hoydal, at teir sambært lógina ikki hava myndug- leika at krevja hetta. Men sjálvandi hava teir gjert vart við hesi viðurskifti í hverjum einstekum føri. Hann vísir annars á, at í samband við innrætning umborð á fiskiskipum, so Síða 9 Eiler Jacobsen, reiðari Vit eiga at brandtryggja fiskiskip! Krúnborg brendi og varð umvældur. Avgjert varð at gera manningarrúmini úr tilfari, sum ikki brennur. Reiðaríið hevði tó ikki fleiri útreiðslur við at brandtryggja skipið. Spurningurin er nú um øll lóggávan um brandtrygging eigur at verða tikin upp til nýggja umreðu m.a. við tí fyri eyga, um ikki fiskiskip eisini eiga at verða brandtryggjað. Eitt av teimum reiða- ríunum, sum veruliga hevur merkt sviðan av brandskaðum umborð á sínum fiskiskipum, er reiðaríið, ið eigur Sól- borg og Krúnborg. Hesi bæði skipini høvdu nøkur år herfyri rættiliga stórar brand- skaðar. Tey eru seinni umvæld aftur, og eru nú aftur virkin í fer- oyska fiskiflotanum. Vit hava spurt Eiler Jacobsen, reiðara, um teir = brandtryggjaðu manningarrúmini, tá skipini vórðu umvæld aftur. Eiler Jacobsen sigur seg ikki rættiliga minn- ast, hvussu varð við Sólborg. Hann heldur tó ikki, at Sólborg varð brandtryggjað, men at manningarrúmini vórðu gjørd úr sama tilfari sum frammanundan Uppá fyrispurning hví teir ikki gjørdu mann- ingarrúmini úr tilfari, sum ikki brennur, sigur Eiler Jacobsen, at hettå kann hann ikki svara uppå just nu, ti tað málið er nú nøkur ára gamalt. Men megu- liga var orsekin tann, at hetta fór at vera ov kostnaðarmikið. Krúnborg brand- tryggja — Men, sigur hann víð- ari, — hvat viðvíkur Krúnborg, so gjerdu vit av at brandtryggja manningarrúmini o.a., sum annars vanliga kann brenna umborð á skipum. Hetta gjerdu vit tí vit hildu tað vera rætt at tryggja seg betri móti einum nýggjum eru annars onnur krev til eitt nú hurðarnar, sum eru framvið manningarrúm- unum og ganga út til maskinrúmið og kabyss- una. Hetta eru steð, sum eiga at ansast væl eftir, tá brandskaða. Men var tað nógv dýrari at brandtryggja skipið enn at lata vera? Vit kannaðu hetta og tað vísti seg, at tað er ikki dýrari. Utreiðsl- urnar vórðu tær somu, antin vit brandtrygg)- aðu skipið ella ikki. Legin lóggáva — Men heldur tú tað er rætt, at lógin í dag bert skal krevja av farma- skipum, at tey skulu verða brandtryggjað? — Tað fyrikemur mær at vera sera legið. Tí vit vita, at í nógvum forum eru upp til 70 mans við einum fiski- skipi, meðan talið á einum farmaskipi oftani er rættiliga lítið So eg má siga, at eg varð rættiliga skelk- aður, tá eg uppdagaði, at lógin her ger mun millum farmaskip og fiskiskip. Skal eg siga mína hugsan, so haldi eg tað er rætt at kravt verður av ellum nýggj- um fiskiskipum, at tey verða brandtryggjað. — Men hví er hetta ikki longu gjert? — Tað kann vera tí, at tað hevur verið mett, at tað varð ov dýrt at gera mann- ingarrúmini umborð á fiskiskipum úr ávísum tilfari, sum ikki brenn- ur. Eisini haldi eg, at tað virkar legið, tá Trygg- ingin sum so ikki ger mun á, um eitt skip er brandtryggjað ella ikki. Tá kann tað hava við sær, at reiðari er líkasælur = vid, um skipið er brandtryggj- að ella ikki, endar Eiler Jacobsen. eldur kemur í, og tí er kravið, at hesar hurðar eru úr stáli. — Men umframt ehtta kravið eru eingi krev til manningarrúmini umborð á fiskiskipum sigur Torleivur Hoydal.