leygardagur 5. november 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Løgmansrødan til umrødu
HESA VIKUNA hevur 6lavsøkurøda
løgmans verið til umrødu á tingi. Orða-
skiftið, sum varð fest á band og sent í
útvarpinum, gjørdist rættiliga drúgt.
EFTIR HETTA orðaskifti stendur, at
sambandsflokkurin, ið er tann størsti
av samgonguflokkunum og sum eisini
var størsti andstøduflokkur, áðrenn
hetta landsstýrið varð skipað, á ongan
hátt hevur megnað at liva upp til tað,
ið hann førdi fram sum andstødu-
flokkur
Í ANDSTØÐU fanst sambandsflokk-
urin at almennu peninganýtsluni,
uttanlandsskuldini og uttanlandsferð-
unum hjá tí almenna. Eisini gjørdi flok-
kurin nógv burtur úr einum ávísum
skrokki og tosaði nógv um vina- og
kenningarpolitikk. Hendan agitatiénin
førdi sambandsflokkin fram til at vera
størsti politiski flokkur å tingi.
MEN HVUSSU sær stødan ut å somu
økjum eftir at sambandsflokkurin
hevur sitid við leiðsluni í Tinganesi í
nærum try ár? Uttanlandsskuldin er
longu nú tvífaldað í mun til tað, hon
var í 1980. Áðrenn valskeiðið er úti,
verður hon i øllum førum trýfaldað.
Uttanlandsferdirnar hava ongantíð
verið so nógvar sum hesi trý árini.
Sendinevndirnar hava heldur ongan-
tíð verið so talsterkar sum nú og
kostnaðurin av hesum ferðum er
eisini fleirfaldaður. Almenna peninga-
nýtslan hevur sett met.
UNDIR UMRØDUNI av legmans-
røduni hoyrdu vit millum aðrar
formannin í sjálvstýrisflokkinum.
Hann helt, at talan var um eitt tílíkt
oyðsi við almennum >engum sum
ongin visti um ella kendi makan til. Tá
vit so hugsa um, at flokkurin hjá
Hilmari Kass m.a. umsitur fíggjarmál í
landsstýrinum, so mugu vit ganga út
frá, at tað, sum formaður sjálvstýris-
floksins sigur um hesi viðurskifti, er
álítandi.
TÁ SEINASTA landsstýri sat, tosaði
Pauli Ellefsen um ein skrokk. Í dag
tosa fólk um fleiri skrokkar. Vina- og
kenningarpolitikkurin hevur ongantíð
verið sjónskari enn nú. Og ósemjurnar
í samgonguni halda fram og versna í
hverjum. Her valdar politiskur og
búskaparligur ruðuleiki.
FYRI FOROYSKA samfelagið gjørdist
borgarliga alternativið dýrt. Tey flestu
vilja helst hava alternativið í gloymsk-
unnar hav skjótast gjørligt. Hesi try
árini eru aftur eitt prógv um, at tað
ikki ber til at stjórna landinum við skili
uttan so at javnaðarflokkurin er við og
helst hevur leiðsluna.
sosíalurin
Skopun—Kirkjubø
Dvørgarnir nørast
greitt okkum frå »danne-
brogslagnu« Fólkaflokks-
Í einum leiðara, i Dag-
blaðnum, undir heitinum
„Lat dvergarnar tynast«,
sum ætlandi skal vera eitt
heiðursrit til Hans A.
Djurhuus, á 100 ára degi,
kann Óli Breckmann ikki
fáa tað at »ganga upp“, at
Dimma í hesum sama við-
fangi vígir Hans Andriasi
eina heila opnu. Og Óli
kemur síðan til ta stutt-
ligu niðursteðu, at orsekin
er hon, at skaldskapur
Hans Andriasar hevur
trýst gomlu Dimmu nekur
fet á sjálvstýrisleið
— Men Oli dog — tú
gloymir, at Dimma
saktans kann loyva sær at
låtast »national«, tå hon
veit, at sambandshugsjón-
in aldri hevur verið betur
vard, enn hon verður tað í
Dagblaðnum, í tí Harrans
éri 1983.
Tað tykist sum um at
Dimma og Dagblaðið á
hesum eki mestsum hava
skift leiklut, í hvussu so er
vil Dagblaðið ikki standa
aftan fyri Dimmu.
Fyrr skemtaðu vit
okkum, tá Dimma kom við
feitum yvirskriftum, sum
t.d. »Chefskife ved Høj-
vigtjørn« ella »Ny major
på Mørkedal«. I dag ger
Dagbladid almikid burtur
år, tå hesar, fyri okkum
púra tydningarleysu hend-
ingar, fara fram.
Fólkaflokkurin, bæði í
býráði og landsstýri,
hevur hetta seinasta árið,
barst sum úlvur á skóg,
fyri ektari útbygging av
danska hervaldinum her á
landi.
Í hesum sama løgna leið-
ara kemur Óli inn á nakað,
hann kallar >dannebrogs-
lagnan« hjá Hetlandi.
Hann kundi eins væl
ins. T.d. sett myndir í
Dagblaðið av fremstu
hetjum flokksins, ið
nærum allir eru Riddere af
Dannebrog (en orden der
tildeles gode danske
mænd).
At sumri kemur dana-
drottning aftur at vitja
Hvørjir munnu tå fara at
gerast Riddarar? Eg giti
borgarstjórin i Havn, og
hin við silvurketuni i
Klaksvik, og so kanska
eisini tu, Oli sjålvur.
Hans Andrias var
millum tey mongu, ið
trúðu á menninar frá 1906,
hann trúði eisini á Fólka-
flokkin í 1946, — og
heppið var tað, bæði fyri
hann og fyri tykkum, at
hann ikki upplivdi >Sjálv-
stýrislandsstýrið< frá
1966. Takksamir eiga tit
Tað munnu verða tey
flestu í Sandoy, ið ynskja
fast ferjusamband við
Streymoynna vetur og
summar. Frá náttúrunnar-
hond er tað skjótasta
plássið at koma til og frá
Skopun, og sjálvandi skal
rutan ganga hagar.
Ein bilferja, ið skal
rekja hesa sigling, serliga
um veturin, má verða nógv
sterri skip enn Ritan og
Pride, og má eisini verða
eitt yvirdekkað skip.
Trupuleikin við sigling í
Sandoynna er nú bert
vorðin til at koma um
Nesið. Skopunarjørdur
hevur ikki verið
deyðavatn at komið um
um veturin.
Tað skal eisini lendast í
Skopun. Innsiglingin er so
ring har um veturin, at tað
er óðamannaverk at seta
eina sterri ferju at siglt
har. Nú siga menn, at
innsiglingin skal fáa
åbøtur, og sum ein nu
lesur frå politikaranum i
Dagbl., so hevur hetta
einki at týða. Nú nærkast
eisini valið, tá teimum
einki er ófert. Hví er
henda óbót ikki longu
gjørd? Eftir at menn hava
verið niðri og hugt at
modelroynd, ein charme-
offensivur frá Páll Vang,
vísir málið seg at verða
heilt loyst. Legmaður
hevur váttað fyri Birgiri
Mohrn, at henda bygging í
Kirkjube ikki kemur at
nerva ábótini av innsigl-
ingini í Skopun. Ja, vit fáa
at síggja, til síðst er tað
sami kassi ið gjalda skal.
Vit hava t.d. hoyrt ein
skilamann sum Jacob í
Brekkuni sagt sina
hugsan um innsiglingina i
Skopun. Hann skuldi vita,
hvat talað var um,
mótsatt teimum, ið stíga
fram nú. Tað eru menn, ið
best kenna hetta alt við at
fara til Havnar onkran
góðan dag, ella at sita
uppi í Skarðinum og
«betrakta» Rituna
Vit, id eru ivasamir, og
vilja hava innsiglingina i
Skopun gjørda fyrst,
áðrenn farið verður til
Kirkjube at byggja, verða
av Dagblaðnum og Eyðun
Viderø skyrdir
afturhaldsmenn.
Eyðun talar um
afturhaldsmenn! Fáur
politikkari hevur havt ein
slíkan tjans at fingið
heimbygd síni eitt
munandi arbeiðspláss,
sum hann við
Landbúnaðarskúlanum.
Nr. 128 — 5. november 1983
Hann og hansara flokkur
lovaðu at slíta Landstýris-
samgonguna, um skúlin
varð bygdur í Skálavík, og
fingu trumfað hann
burtur úr bygdinif.
Vit hava fleiri dømir um
hansara afturhald og
vantan av energi; soleiðis
ið hann eisini alment fekk
sær at vita til
næstseinasta val!
TAÐ ER HARMILIGT
AT FÓLKAFLOKKURN
SO FYRILITARLEYST
ER FARIN AT
SPEKULERA Í HESI
FERJULEGU í Kirkjube.
Tað er nógv meira
átrokandi at fáa innsigl-
ingina í Skopun rættaða
fyrst.
Tá uppskotið til hesa
ådurnevndu ferjulegu var
fyri á tingi, atkveddi allur
Javnaðarflokkurin fyri.
Fyri abbi mín, sum hevði
ein gl. av prestajerð, ikki
skal verða órógvaður í
grevini av Dagbl. fari eg
at undirskriva meg.
ónevndur
NB! Eyðun er so illur við
Sjóvinnubankan. Eg haldi
Sjb. hevur meira álit í
fólkinum nú enn fyrr.
Uppskotið um »barsils-
orlov« merkir javnaður
Undir orðaskiftinum á
tingi mánadagin, varð
nortið eitt sindur við upp-
skot Javnaðarfl. viðv.
barsilsorlov. Eg fari at
takka Javnaðarflokkinum
fyri, athann er komin við
hesum uppskoti og vóni at
tað fær undirteku. Bert
spell at tingmenn hava so
lætt við at misskilja
hvenn annan. Ein ting-
limur hjá Framburðs- og
fiskivinnuflokkinum dugdi
ikki at síggja nakran
javnað í uppskotinum.
Hetta skilji eg ikki, tí mær
vitandi kann ein tímalent
mamma vera heima hjá
barninum í 8 vikur, uttan
fíggjarligan miss, meðan
tann fastlenta kann vera
heima í 14 vikur.
Skilji eg uppskotið rætt,
skal tryggjast ellum 18
vikur.
Tað má kallast javn-
aður.
Sami tinglimur helt ikki,
at øll høvdu brúk fyri
hesum. Hugsa vit um
barnsins terv, sum sjálv-
andi er tað avgerandi,
hava ell sama tørv. Øll eru
vit fødd lika og hava sama
rætt til at fáa bestu
byrjan her í lívinum, líka
mikið hverjum »stætti«
foreldrini eru úr.
Virðið í uppskotinum
átti at verið barnið og ikki
krónur og oyru.
ein mamma
ANNANN
at vera fyri, at hann ikki er
okkara millum í dag, tí
sjálvt um hann av lyndi
var mildur maður, so
hevði hann neyvan yrkt
um tykkum í mildum
orðum. Tað er ikki torfert
at gita, hverjir i dag
hevdu verið dvergar og
molddrekar, — nú tit á
tólvta ári sita í stjórn —
undir sambandsleiðslu.
Annars er hesin leiðarin
sera legin, allur sum hann
er. Mest ein uppreksan av
sitatum úr ymsum verk-
um Hans Andriasar. Men
tann góði Óli, lærari við
ein av landsins fremstu
lærustovnum, er ikki so
frægt at sær komin,
athann evnar at
endurgeva Hans Andrias
rætt. Sumt er beinleiðis
skeivt, annað er óheppis-
liga kosið. T.d. sitatið um
>slóðbrótararnar<É á
sjónum. Sjálvt um henda
yrking er beinrakin og
sterk, so er hon ikki upp-
runalig, men ein týdd, ella
í besta feri umyrkt norsk
sjómannsvísa. Men
harfyri hevur Hans
Andrias yrkt almikid um
sjómenn okkara, alt frå
lættasta skemti ísjó-
mannsrímurnar) og til
djúpasta álvara (um teir
sum í bardagaárunum ikki
bóru boð í bý). Men hetta
hóvar sjálvandi ikki Óla,
tí her er mest yrkt um
vanligt fólk, og ikki um
teir >sterku og stóru slóð-
bråtarar«.
Hans Andrias var, sum
skald felst, fjarur, kenslu-
borin og romantiskur,
men tað sosiala órættvísi
ið valdaði her á landið í
hansara ungu døgum,
hevur tí eisini rinið
almikið við hann. Í hesi tíð
»åtti« bóndin húskallin og
arbeiðskonuna. Fiska-
gentan og sjómaðurin
vóru bert eitt navn í eini
tjúkkari bók hjá reiðara
ella keypmanni.
Hetta fekk Hans
Andrias til, í sera fínum
orðum, at yrkja »Tey
standa og vagga og tråa«
um dåan og øksini, har
hann revsar tey múgv-
andi, ið nýta vald sítt til at
trælka tey veiku og minni
mentu.
Men henda yrking pass-
ar illa til ta mynd, Óli vil
hava fram av Hans
Andriasi, og tí kom hon
sjálvandi heldur ikki við í
»heidursritid« í Dagblaðn-
um.
Sosialistur