hósdagur 10. november 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevarl; p/f sosialurin
Lýsingar: Árni Joensen
AÐ stundar nú móti fiskisåttmåla-
samráðingum við onnur lond. Í hesum
sambandi hevur landsstýrið boðað
teimum ymsu åhugafeløgunum inann
fiskivinnuna til fundar fríggjadagin.
TAÐ er gleðiligt at frætta, at lands
stýrið hesa ferð spyr feløg og einstak-
lingar um ynski og góð ráð, áðrenn
tað fer av landinum at avgera lagnuna
hjá einum stórum parti av okkara
hevuðsvinnu.
LEITA vit bert eitt ár aftur — til tær til-
tiknu og skjótu samrådingarnar við
norðmenn, síggja vit júst ta øvugtu
gongdina. Tá fór ein brosandi og errin
løgmadur við fylgisneytum til Keyp-
mannahavnar at fundast vid ålvars-
samar og rutineradar norskar samråd-
ingarmenn so sum Halstein
Rasmussen, fiskivinnustjóra.
AFTANÁ hesar samrådingar kom
fram, at løgmadur neyvan hirdi at
spyrja rækjumenn i Føroyum eftir
undan samrådingunum. Tverturímóti
reypaði hann sær aftaná av, at meðan
undanfarna landsstýrið plagdi at ferð-
ast tvær og tríggjar ferðir av landinum
fyri at fáa ein sáttmala, so hevði hann
undirskriva sáttmála eftir bert einum
stuttum umfari.
AT LØGMAÐUR so dyggiliga var á
ikeivari kós fyri einum ári síðani er
;krivað og sagt fleiri ferðir síðani.
MEN tað at hann nú longu ein mánaða
undan samráðingunum við norðmenn
nóast alt fer at spyrja seg fyri hjá
rækjumonnum vísir helst, at løgmadur
vidgongur, at hann mistók seg í fjør.
VIT avmarkadu í 1983 rækjuveiduna til
at fevna um 9 skip og í mesta lagi
fimm skip samstundis á Svalbard-
leiðini.
TAÐ hevur verið eitt gott ár hjá rækju-
flotanum, og avmarkingin við
Svalbard hevur ikki í ár havt ringar
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
tíðindablaðið
Postsmoga 76.
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tårfinn Smith låbyrgd)
Biadfélk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Vit mugu ikki geva okkum eitt fet
men krevja rættindi
fylgjur fyri rækjuflotan. Men hesum
kunnu vit takka tí, at bæði Sólborg og
Fame hava roynt við Svalbard, og tí at
fleiri rækjuskip hava verið umbygd. Ti
hevur verið pláss fyri øðrum rækju-
skipum við Svalbard. Í 1984 verður
stødan heilt ødrvisi.
MEN her eiga vit tå at stedga å og
umhugsa, hvørja stødu vit skulu taka
mótvegis norðmonnum. Ti nú fara
norðmenn sjálvsagt at vísa á, at føroy
ingar hava als ikki havt fyri neyðini at
fiska við meira enn trimum skipum
samstundis. Henda »sannroynd«
kann seta okkum í eina vánaligari
samrådingarstødu.
HER mugu okkara samrådingarmenn
royna at duga hegni og framhaldandi
vísa á, at vit lótu okkum avmarka í år
soleiðis at tað ikki bráddliga hendi ov
stórur vøkstur í veiduni.
NÚ, vit hava víst ein góðan vilja og
norðmenn fyri hvgnn dag økja um sin
rækjuflota og einki bendir á, at stovn-
urin er í minking. eiga okkara samráð-
ingarmenn at krevja av norðmonnum,
at vit kunnu fiska við meira enn fimm
skipum samstundis. Hetta talið eigur
helst at tvífaldast.
LATIÐ ikki norðmenn sleppa at
»spæla« sær vid føroyskum
åhugamålum, sum teimum listir, bert
ti vit hava vánaligar samráð-
ingarmenn.
VIT mugu ikki gloyma, hvussu stóran
tydning føroyaleidirnar hava fyri
norskar línumenn. Hetta vita norsku
samráðingarmenninir. Og tí tora teir
heldur ikki at vága ein sáttmála við
Føroyar — um føroyingar krevja at
sleppa at fiska við fleiri rækjuskipum.
Og tí eiga vit at vísa dirvi og eina fasta
stóðu í komandi samráðingum við
norðmenn.
MEN ber tað til við hesum legmann-
inum á odda! Vit loyva okkum at ivast.
Textaskýring
Fyrst eina tekk til Martin
Næs fyri ummælið av
„Feroyska Mentunarpall-
inum« í Sosialinum 29/10-
83. men eg havi eina
»varska lítla viðmerking.
Martin skrivar, at eg
viðhvert . gerist so orða-
ríkur, at eg komi mær í
métsøgn. Hetta er uttan
iva beint —av og á koma
vit helst ell í mótsegn —
men tað demið Martin
Næs ferir fram, er ikki ein
mótsegn. Hetta eru
brotini, sum skulu tverra
hvert við annað:
»T.d. á síðu 28: »Livs-
verkið hjá Janusi sum tíð-
ari og enduryrkjari er týð-
ingin av Ilions-kvæðn-
um«, og á síðu 84 sigur
hann: >...kann týðingin
av Homers »llions-kvæd-
ið< næstan sigast at vera
hansara líusverk<. (min
undirstrikan mn). — Her
ruggar ikki heilt rætt: tí
annaðhvort var týðingin
av Ilions-kvæðnum líus-
verk Janusar ella ikki«.
Fyrsti setningurin
sigur, at týðingin av
Ilions-kvædnum var lívs-
verk Janusar sum týðari,
men vísir ikki út um
hendan partin av virksemi
hansara. Seinni setning-
urin fevnir alt lívsverk
Janusar — þtvs. eisini
hansara egnu yrkingar —
og tá verður tað ov
avgjørt at siga, at týð-
ingin av Ilions-kvædnum
er livsverkid, fram um t.d.
yrkingarnar.
Fert tå undir at nærlesa,
mást tú vera ansin.
Jógvan Ísaksen
Aftursvar til
Dánjal av Rana
Dånjal av Rana sigur í 14
September og Sosialinum
tann 2. november í ár, at
hann fyri at vissa seg um
at hann ikki hevði gjørt
nakað mistak, heðvi
kannað gerðabókina á
Flakavirkinum, og fann
hann fram til, at tað heðvi
hann ikki. Men hann fann
fram til at hann á nevndar-
fundi hevði sagt, at stjórin
á Flakavirkinum kundi
ikki sum einasti maður í
landinum fáa len sum
hækkaði við risalopum,
nei Dánjal av Rana, mín
løn hækkaði ikki við
nekrum risalopum, men
tað gjørdi tin, tú bleiv
settur á løngjaldsstovuna
um somu tíð sum eg bleiv
settur á flakavirki, og í
sama tíðarskeiði sum løn
mín hækkaði við 21%,
hækkaði tín við 50%, nei
Dánjal, tú skuldi tagt um
løn, tú manst fyri tann
innsats tú ger verða
hægst lenti maður í land-
inum, tímalenin liggur um
einar 350—400 kr. og
gloym so ikki at tað er frá
Tveroyrar arbeiðaraskara
ið tú heintar hasa risaløn-
ina.
orðatak
sigur, at tú kannst lesa
eitt ella annað, sum f...
lesur bíbliuna, og so man
Eitt gamalt
verða hjá tær Dánjal av
Rana tá ið tú las gerðabók-
ina á Flakavirkinum, tí
hasi telini ið tå remsar
upp standa ikki í gerða-
bókini, nei syfti hjá tær
við hasi skrivingini um
meg er bert eitt, og tað er
at forfylgja mær sum tú
nú hevur gjert í skjótt 7
ár, og gjøgnum meg svína
Flakavirki til sum tú so
ofta hevur gjort.
Í 14. September tann
19. oktober 1983 sigur tú
sum nevndarlimur á
Flakavirkinum, at løn mín
er 25000 kr. um mánaðin,
og tað havi eg sagt í blað-
unum er ósatt, kortini
kemur tu aftur i blødunum
við telum í ikki eru at
finna í gerðabókini og
álopum á aðrar nevndar-
limir á Flakavirkinum
sum allarhelst, sum eg,
aldrin hava gjert tær
nakað, men eitt einasta
orð um, at tú lýgur tá ið tú
sigur at eg fái 25000 kr.
um mánaðin, er ikki at
finna, tí sum nevndar-
Nr. 130 — 10. november 1983
limur á virkinum veitst tú
at len mín er fleiri túsund
minni.
Hvussi løn mín verður
regulera er at finna í fel-
agsins gerðabók, men man
annað enn at tín byrjunar-
løn í 1977 var 5000 kr. um
mánaðin stendur i
Fylkings gerðabók, risa-
lopini ert tú nokk sjálvur
pápi at.
Nei Dánjal av Rana, tú
hevur lovað, at tú skuldi
syrgja fyri, at eg ikki bert
bleiv uppsagdur á Tver-
oyrar Flakavirki, nei eg
skuldi eisini jakstrast út
av fjørdålnum og manna-
jakstran og tilsvining av
virki okkara, bliva vit ikki
vid at tola. Ringur fuglur
dridur i egið reiður og so
er við tær, tú hevur nú, við
skriving tíni í blødunum i
langa tíð hingið sum ein
svartur fulgur uppiyvir
Tveroyri og dridið niður
yvir bygd okkara.
Tveroyri, 6.11.1983
Heri Mortensen
Til tín kæri Óli Breckman
Nú hava vit báðir fylgt
tínum politiska arbeiði í
fleiri ár, og vit halda uttan
iva, at tú hevur gjert eitt
veldugt arbeiði fyri tað
foroyska fólkið. Við tíni
liberalu demokratisku og
menniskjaligu framferð
hevur tú verið hevuðs-
orsekin til tað nú so há-
floygdu føroysku blað-
skrivingina. Tú hevur við
tínum hóvliga vælundir-
bygda skrivingarhátti
kastað tað rætta ljósið
yvir mangar sosialistiskar
beistagerðir og avdúkað
teirra vranglæru.
Til títt rós skal sigas, at
tú í greinum tínum ikki
hevur nýtt ta nógv nýttu
persónsútspillingina sum
einki hevur við sakina at
gera.
Óli Breckman er vakur,
fittur og sjarmerandi
maður og vit kunna ikki
hugsa okkum annað, enn
at hann er ógvuliga hátt í
metum millum tann
vanliga skattgjaldaran.
Tú skalt vita Óli, at
HARRIN heldur hondina
yvir tær og blundar aldri.
HARRIN kennir teg allan
sum tú ert Oli, tí sum
skrivað stendur:
HARRIN hevur talt all
hárini á hevdi tínum.
Óli Breckmann hevur
ein trúgvan blaðmann
sum eitur Ó. J. Rólantson,
hann er fittur men vit
báðir halda, at Oli Breck-
mann er fittari.
Óli hevur bert góðar
síður halda vit. Óli hevur
altíð rætt. Serliga rætt
hevði hann, tá hann við
eldhuga vardi talufrælsið,
sum jú er tann fasti og
demokratiski rætturin,
sum vit hava í vestur-
londum og har eru Chile
og El Salvador eingi
undantek
Óli, tað gjøgnumg6da
friðarelskandi
menniskja
er komið við nógvum
góðum konstruktivum
upplýsingum um, hvussu
heimsfriðurin skal tryggj-
ast. Vit halda eisini at
londini í Warzavasam-
gonguni, sjálvandi skuldu
niðurlagt vápnini og síðan
verið so sum vit eru.
Summi fólk siga, at Oli
er óhumanistiskur, men
tað passar slett ikki, tí
annar av okkum hevur
eina ferð fingið eitt herða-
klapp frá hesum stóra
manni.
Góði Óli, um alt annað
skuldi gingið eftir reyv, so
veist tú, at vit báðir altíð
við lív og sál hálova tínum
góða samfelagsarbeiði, vit
styðja títt skapandi polit-
iska arbeiði...osfr.
Vit tilbiðja teg Óli góði.
Tveir rótfastir
anonymir stuðlar
A ———————— Á — 3 —— 33 —————————————