týsdagur 6. desember 1983síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit halda fram við
greinarødini >Tann to-
taliteri staturin« eftir
Jens Paula Heinesen
Undirritadi vil fegin gera
vart vid, at henda greina-
rød ikki eigur at verda
dømd, fyrrenn hon er
lisin at enda
Sovjet — Stalins
verk
Eg havi heft meg so nógv við hesa grein
fyri at vísa á, at tað ikki eru Lenin ella
Marx, ið hava skapt Sovjet, sum vit
kenna tað í dag. Teir høvdu verið
deyðiliga firtnir um hesa ákæru, høvdu
teir livað. Sovjet er Stalinsa verk.
Danski kommunisturin Kai Moltke
heldur tað sama í bók síni >Stalins
gengangere«. Moltke búði i Sovjet í
fleiri ár undir Stalin og kendi samfelagið
innanífrá. Í bókini vísir hann á, at valds-
harrarnir í eystur eurøpeisku londunum
allir sum ein komu fram at trúnuni sum
mannaslaktarar. Ein óhugnalig bók.
Moltke fór av fríum vilja úr DKP í 1958.
Í bókini endurgevur hann brot úr við-
merking, sum Lenin í 1922 skrivar um
Stalin: >Stalin er nakað av tí allargrov-
asta, ið hugsast kann, og hetta lýtið,
sum kanska kann tolast millum okkum
kommunistar, verður eitt brek, ið ikki
kann tolast av einum, sum er aðal-
skrivari. Av tí sama skjóti eg upp, at
kammirátarnir hugsa um ein hátt at
taka hetta starvið (ið gav Stalin ómeta-
liga makt. Mín viðm.) frá honum og
velja ein annan mann í staðin við betri
eginleikum, nevniliga: sterri tollyndi,
sterri trúlyndi, sterri virksemi og eina
meira varsama steðu mótvegis kammi-
rátunum, eitt minni lúnut sinnalag
0.s.fr.«
Eisini pólski kommunisturin Leszek
Kolakowski (professari í heimsspeki) við
lærda háskúlan í Warsjava. Var í 1966
rendur úr kommunistaflokkinum. Hvat
og hvar hann er nú, veit eg ikki) er av
teirri áskoðan, at tað er Stalin, ið hevur
skapt Sovjet. Hann er so svartskygdur,
at hann skrivar einastaðni í bók síni
»Mennesket uden alternativ«, at vegna
Stalin kunnu vit ikki rokna við nøkrum
kommunistiskum samfelag fyrstu
túsund árini.
Í hesum ljósi skuldi Laxness havt
sagt sannleikan í 1939, heldur enn at
tyrvt hann undir í lygnum. Hesar
royndir at fjala út yvir Sovjet hevur
skaðað sosialismunar sekt óbetiligt.
Tvey offur
Kommunisturin Jevgenija Ginzburg
hevur í bók síni »Min tunge vandring«
skrivað um, hvussu tað var at vera fangi
í Stalins arbeiðslegum. Bók hennara er
framúrskarðandi, skrivað av einum
stórum, sjáldan gávuríkum menniskja.
Hon er ongantíð komin út í Sovjet.
Maður hennara var eisini kommunist-
ur. Tey áttu børn og høvdu umframt tað
eina fosturdóttur og bæði hevdu hega
útbúgving. Ein dagin var maðurin tikin
av legregluni uttan at vita hví. Stutt
eftir noyddist hon sama veg. Á veg út sá
hon fosturdóttrina standa upp móti
vegginum við hondum aftan fyri bak.
Smágentan hugdi upp á mammu sína,
og Jevgenija gloymdi aldri hesi barna-
eyguni. Tað vóru eygu, ið »vistu alt«.
Hon sá ongantíð fosturdóttrina aftur.
Heldur ikki bern síni ella mannin.
Í átjan ár sat Jevgenija í ymsum
arbeiðslegum uttan at vita hví. Hon var
lítil, veik og sjúklig. Tað hendi seg, at
hon stóð úti í 40 kuldastigum við 40
stigum í fepri og hegdi brenni. So og so
nógv hvenn dag. Kláraði hon tað ikki,
var tað lagt oman á klyvina til dagin
eftir.
Hvat var tað, ið helt henni á lívi? Tað
var ein veldig, veldig undran. Ég má
ikki doyggja, eg má ikki doyggja,
hugsaði hon alla tíðina. Eg má fáa at
vita, hví eg eri her. Eg má fáa at vita
hvat eg havi gjørt til sakar, og hvat eg
eri dømd fyri, og hvat tað er, sum hendir
við Sovjet. Hon var viss í, at Stalin
kundi ikki hava skuldina í hesum. Tað
máttu vera hansara meðarbeiðarar, ið
hevdu svikið. Annað kundi ikki bera til.
Eitt annað var eisini, ið bjargaði
henni: hennara glógvandi minni. Tey
hevdu ikki loyvi at hava bekur hjá sær,
men hon dugdi heili yrkingasøvn og
heilar skaldsegur uttanat og sat ár eftir
ár og las upp úr huganum fyri med-
systrum sínum.
Jevgenija kom heimaftur og fór í
grevina uttan at hava fingið at vita, hví
hon hevði verið í helviti í átjan ár. Og
uttan at missa trúnna á tann kommu-
nistiska flokkin. Tann russiska altso.
Í bók síni »Erindringer« skrivar
Nadezda Mandelstam um, hvussu að
var at vera skald og skapandi menniskja
undir Stalin. Tað er um mann sín, hon
skrivar, Osip Mandelstam, eitt av
sterstu skaldum í Russlands søgu. Ég
veit ikki, um tit vita, hvat tað merkir!
Hann mátti igjøgnum somu sorgarsegu
sum Jevgenija, men kláraði tað ikki,
hann doyði í 1938 47 ára gamal. Bókin
hjá Nadezda er eitt meistaraverk, ein
tann besta bók eg havi lisið. Øll, ið fáast
við skapandi arbeiði, skuldu næstan
havt skyldu til at lisið hana. Hon kom út
í 1970 í Vestureuropa, men er ikki komin
út í Sovjet. Tað skulu generalarnir
síggja til.
Generalarnir
Undirritaði hevur lyndi til at halda, at
tað í roynd og veru síðan Stalins deyð
eru generalarnir, ið hava og hava havt
buktina og báðar endarnar. Peter P.
Rohde hevur lyndi til at halda tað sama.
Hrutsjtjov skilti tað ikki og lá tí við
RN SgSjalUrin
Tann totaliteri staturin
J.P. Heinesen
brestin. Men Bresjnev skilti tað og
slapp at sita á trúnuni til sin deyð.
Afturfyri læt hann teir fáa alt tað, teir
vildu hava at spæla sær við. Núverandi
leiðari man vita, at hann fær ikki flutt
seg langt uttan at hava spurt teir eftir
fyrst.
(Generalarnir eru ikki annað enn
spiltar pyntidukkur í vaksnamanna-
kroppi — og her hugsi eg um generalar
yvirhevur um allan heim. Lítið er at
ivast í, at teir í Sovjet halda Reagan
vera ein funnan fress. Meira hann
fussar, lættari fáa teir síni leikutoy.
Kann vera, at lesarin heldur hetta
vera eina í so humoristiska einfaldan,
men eg frykti fyri, at tað er ikki so.
Filmurin hjá Chaplin >Diktarin< gevur
eina sannari mynd av veruleikanum, enn
fólk kanska gera sær greitt. Hver
minnist ikki brotið, har »Hitler« skræðir
allar medaljurnar uttan av »Gøring«,
allar knapparnar og til endan letur hann
úr jakkanum og fer at bresta ístur
hansara við seðlunum. Og hvat sóu vit
innan fyri tann prýðiliga uniformin. Ein
vambasíðan kropp í undirklæðum,
kanska longum undirbuksum.
Stór: eysturríski hevundurin
Hermann Broch hevur skrivað drúgva
skaldsøgu um tað uniformeraða
menniskja. Hon eitur »Søvngængerne«,
og Villy Serensen hevur týtt til danskt. í
skaldseguni vísir Broch á, at
uniformurin verður til mannin ella
maðurin til uniformin, og at hesin uni-
formurin gloymir, at tað er ein kroppur
innanfyri, sum gongur í undirklæðum.
Uniformurin verður til ein brynjuserk
mótvegis umheiminum, eina automat,
sum ikki hugsar ella virkar
menniskjaliga, men »uniformelt«.
Uppgáva generalanna er at kríggjast,
vápn og kríggj er teirra lívsstarv. Teir
eru uppaldir til kriggj. Er tað tí legið, at
teir sleppa at royna síni leikutoy. Tað er
kanska ikki so langt av leið at siga, at
Nr. 141 — 6. desember 1983
Filmurin hjá Chaplin
»Diktatorin« gevur eina
sannari mynd av veru-
leikanum, enn fólk kanska
gera sær greitt
spælið í svenska skergarðinum er
íspunnið av generalum, ið keða seg, og
at teir í Kreml upprunaliga einki vistu
um hetta spælið.
Í grundini átti hetta brotið um general
arnar at verið ein grein fyri seg. Tað
hevði verið tað vert at hugt nærri at
hesum pyntidukkunum.
Centraliserað
demokrati
Gestir, ið koma til Sovjet, fáa straks at
vita, at teir nú eru komnir til ein centrali
serað demokrati. Hvussu undirritaði
vendir og snarar hesum báðum
orðunum, centraliserað demokrati,
finnur hann einki hepi í teimum. Kann
eitt demokrati vera centraliserað? Er
tað tá ikki eitt diktatur?
Gestirnir fáa eisini at vita, at teir eru
komnir til eitt demokrati, har alt kann
diskuterast. Alt uttan eitt: landsins
grundsteði. At diskutera tað er stats-
fíggindaligt og antisovjettiskt. Heldur
ikki í hesum finni eg nakað hepi. Hví í
Harrans navni kann eitt fólk, ið sigur
seg at byggja á dialektik og vísindaligt
materialismu ikki diskutera sjálvt
grundsteði? Hvat ræðast tey? Sigur ikki
nettupp vísindaliga dialektikkin, at
spurningar, hvat, hví, hvussu, skulu
setast við alt, ikki minst grundsteði. Tí,
um nú grundsteði er skeivt og byggir á
skeivar fyritreytir? Kann tá
bygningurin, ið á tí stendur, vera annað
enn fullur av roti og rivum? Og hvat
kann eitt grundsteði, skapt av Stalin,
vera annað enn skeivt og bygt á skeivar
fyritreytir?