Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevart: p/f sosialurin gsjaluri Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) - Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Farið til samráðingarborðið! ÓSEMJAN um merkini er fram- vegis ikki loyst og ábyrgdina av at henda ósemja enn ikki er loyst, mugu arbeiðsgevarar/ráfiskakeyp- arar bera einsamallir. Sum kunnugt hevur semingsstovnurin roynt at fáa partarnar saman, men arbeiðsgevararnir nokta at samráðast. Teir vilja lata Føroya rætt tala. Henda avgerð er meguliga heilt lóglig, men klók er hon so avgjørt ikki. Tær semjur, sum nú eru gjørdar, ganga allar út fyrsta janur og so verður aftur galið. TAKTIKKURIN hjá arbeiðsgev- arunum er greiður: við at draga alt úr vóna teir at spreingja saman- haldið millum limirnar í Feroya Arbeiðarafelag — teir droyma um »Vågsvidurskifti« í hvørjari b ygd. Tað kann tó væl fara at henda at hesin dreymur arbeiðsgevaranna og ráfiskakeyparanna verður til eina marru, sum bæði teir og teirra medloyparar seint fara at gloyma. VIT HAVA annars hug at átala tvey viðurskifti, sum tykjast at vera yvirsædd. Tað fyrsta er hetta, at ávísar kreftir royna at gera flakakvinnurnar til syndabukkar í góðskuspurninginum. Her hava ikki bert tær, men allir partar eina stóra ábyrgd, sum ikki eigur at kámast í verandi ósemju. SÍÐAN FARA vit at átala atgerðar- loysi og ábyrgdarloysi landsstýris- ins í hesum máli. Landsstýrinum er álagt at syrgja fyri at ósemjan verður loyst. Hesa uppgávu hevur landsstýri við vanligum ábyrgdar- loysi svikið fullkomuliga. Vit fara ti at minna landsstýrið á løgtings- ins samtykt í ósemjuni og vit krevja, at landsstýrið alt fyri eitt syrgir fyri at arbeiðsgevararnir koma til samráðingarborðið. Teir hava í hesum máli borið seg at sum um Føroya løgting og tess samtyktir ikki vóru galdandi fyri teir. Hetta gongur ikki leingi aftur- at. Hendir tí einki i stjørnhalguni, so må løgtingid koma saman aftur at viðgera ósemjuna. oddagreinir Uttan ávirkan á tingi HVORJAFERÐ fólkatingsval stendur fyri durum tykist spurningurin um hvønn lut vit føroyingar eiga í hesum vali at vera ein av spurningunum, sum nógv verður gjørt burturúr. Sum um hesin spurningur er ókendur. TAÐ eru politiskir flokkar, sum stilla upp til fólkatingsvalið, men sum sam- stundis vissa veljaran um, at tað er ikki teirra ætlan at luttaka í politiska leikinum á Fólkatingi, hverki so ella so, uttan hetta, at siga frá hvussu skeivt tað er hava umboð á Fólkatingi. HESIR flokkar sláa seg fyri bróstið og kunngera fyri fólkinum: vit vaska okkara hendur, atkvøda okkara skal vera púra steindeyð. Vit gera ikki sum javnaðarmaðurin á Fólkatingi, sum aloftast letur atkvødu sína falla í tann bólk, har hann hugsjónarliga er uppii TAÐ er greitt, at støda teirra flokka, sum stilla upp til fólkatingið og vissa okkum um, at uppgáva teirra ikki er at ávirka, teirra støda er meira enn torskild. JAVNAÐARFLOKKURIN stillar upp til fólkatingsvalið í tí treysti, at flokk- inum eydnast at vinna umboðan í Fólkatinginum til at virka fyri før- oyskum áhugamálum fyrst og fremst — og í samsvar við stevnuskránna hjá Javnaðarflokkinum — at virka fyri samvinnu í ríkisfelagsskapinum til mesta gagn fyri hetta samfelag. VIT HAVA ongan meguleika at gera okkum galdandi, veruliga, um stødan skal verða at síta uttanveldaður og soleiðis púra byrgja seg av í fólka- tingsarbeiðnum. TAÐ er ein meiningsleys stóða. meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at faa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blad- stjørnin veit, hvør hev- ur skrivad brøvini. Nr. 148 — 23. desember 1983 Avmarkað og stytt Sosialurin hevur fingið fleiri lesarbrev um tað aktuellu støduna við merkjunum og landingar- banninum, men við tað at flestu snúgva seg um taðs ama, og líkjast, hevur blaðstjórnin loyvt sær at taka nøkur burturúr og stytta tey í stødum. Blaðstj. Arbeiðaraflokkur — men summir av toppunum mist jerðforbindilsi Ein sum kallar seg >harm- ur javnadarmadur« bidjur i einum lesarabrævi javn- aðarflokkin finna ut av, um javnaðarflokkurin framvegis er ein arbeiðara- flokkur ella ikki, men tað haldi eg, at »harmur javn- aðarmaður< sær í sama blaði, hann kann bara lesa yvirlýsingina hjá javn- aðarflokkinum. Fyri meg hevur tað ongatíð verið ein ivi, at javnaðarflokk- urin er ein arbeiðaraflokk- ur eins og aðrir social- demokratiskir flokkar, ið eru runnir av somu rót sum arbeidarafeløgini, men tad sum skett er, er, at nógvir av toppunum hava mist jerðforbindilsi, m.a. oddafiskarnir á Tver- oyri. Hevdu teir tonkt sum teir gomlu, hevði stjórin á flakavirkinum ongatíð sloppið at stongt hurðarnar, men hevði biðið konufólkini komið til arbeiðis uttan merkir. Til síðst: Petur Mohr Dam, sáli, hevði nokk heldur ikki sent Verðuna, Brim- nes ella sjálvan stoltleikan Rankan, tann gamla altso, á bretska markedi við fiski, tá ein arbeiðara- blokada var i Føroyum, nei, hann hevði verið fremstur í stríðnum at hjálpa arbeiðandi fólk- inum. Eitt, sum er galið í flokkinum er, at vit geva okkum ov lítið til kennar, so vit hava ein stóran part av skyldini. K.D. Skommin og fakligi kampurin Eg eri fullstendiga einig vid arbeidskvinnufelagid i Fuglafjørdi, tå tær siga, at okur her i vågi hava gjørt okum til skammar, ja okur hava gjørt føroysku ar- beidarafjøldini fyri skommum. Men hevdu tær i Fuglafjørdi vita, hvussu ljótar flakakvinn- urnar í Vági hava verið í munninum, og hverji orð tær hava brúkt um formann okra, heydu tær ikki trúð tí. Eg vildi gjarna sæð hesar, sum á fundinum í Framtíðini sótu og hylaðu sum | klassa bern, við samráð- ingarborðið. Teir á virkj- unum tala so nógv um árbygd, men hesir avhopparar av flaka- kvinnum er tað mest an- svarsleysa man kann til- tonkja sær, tað hevði verið stuttligt at sæð hesar við samráðingarborðið, um hvat tær tá høvdu kunna útrættað, siglið bara tykra sjógv, so kunnu tykor vísa, hvat tykor eru verdar, tá á stendur. Tykor gera tað til ein maktkamp millum Jákup og Ingeborg. og hesi rikt- ini spreiða tykor út um alt Feroya land, men hetta er bilig propaganda og tykor síggja ikki nakra saman- hang í tí heila; tykor kunnu ikki diskutera eitt orð uttan at rópa og tann sum rópar harðast vinnur. Ikki trúði eg, at nógvar av tykum vóru so óbevístar. Jú, Ingeborg hevur fert ein harðan kamp, dag og nátt, men tann kampin hevur hon fert fyri okum, uttan at leggja fingrarnar ímillum, og uttan at hugsa um seg ella síni; hon hevur slítið fyri okra skyld, men tykor, sum hava notið gott av hennara langsami- liga stríði fyri betri korum fyri arbeiðaran, hava givið henni gráin tekk, skamm- ið tykor! arbeiðari Ofra pengar til eitt vánaligt landslið — men hvussu nógv til restina? Ikki eiti á lysingarblød sum HSF sendur í hvert hús í Føroyum nú um dag- arnar. Hetta blað skulu fyri- tekur gjalda fyri at stuðla umleið 15 feroyingum, sum skulu til Italia at — SPÆLA — hondbólt — sigst. Hetta lið er Feroya stórsta skomm! At tit koma tykkum at senda teir avstað. Tit fingu eisini tykkara dóm frá Ole Ner- skov, úr AGF í vikuni, har hann alt annað enn rósti landsliðnum, tvertur- ímóti, men spurdi, hví tit onki gjørdu fyri teir yngru spælarnar ístaðin, tí har dugdi hann at síggja nógvar góðar spælarar, sum HSF skuldi arbeitt meira fyri. Tit í HSF vita kanska ikki av, at 80% av ollum hondbóltsspælarum í Feroyum er ung millum 8 og 18 ár, men hesi ofra tit ikki eitt oyra uppá. Jú, forrestin, eitt unglinga- manslið var úttikið til Norðurlanda meistara- skapini í vår, men øll vita, hvussu hetta spældi av. Barn mítt kom heim nú ein dagin við 20 lutasedl- um, hon skuldi selja fyri at stuðla HSF, tað hevði ikki verið nekur synd at sent allar aftur til HSF og biðið teir latið teir 15 spælarnar sjálvar gingið hús úr húsi og selt teir, tí 90% av ellum pengunum verða brúktir til teir. Kann HSF svara mær uppá hesar spurningar. 1. Hvussu nógv kostar henda ferð? 2. Hvussu nógvan pen- ing hava tit brúkt til kvinnulandsliðið — ung- lingalandsliðið — dreingja- og gentulandsliðið hesi seinastu árini, í mun til manslandsliðið? Guðbjerg H. Smith == UU BARA ET