fríggjadagur 23. desember 1983síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 — 23. desember 1983
Ongin fiski-
vinnupolitikkur
Ídag
Havi við spenningi bíðað eftir einum
orðaskifti um útróðurin, sum bergmál
frá skilagóðu sjónarmiðunum í 14-anda,
har staðið hava góðar greinar um evnið.
Hesar vísa, at tað finnast individuellar
áskoðanir á útróðurin hjá fólki, sum eru
kompetent á økinum, og kunnu úttala
seg við autoritet og vekt, men ikki hjá
okkara ábyrgdarpolitikkarum. So eiða-
sert tað letur í einum einasta, hóast fleir
skot fyri bógvin, og sera tunga ábyrgd.
Frágreiðingin kann bert vera tann
eina. Samgongumenn hava ikki loyvi til
individuellan fiskivinnupolitikk, ella so
frægt sum eina áskoðan. Teir eru
bundnir at eini felagsáskoðan, sum skal
samsvara við hana, teir veruligu makt-
havarnir hava, og sum stutt gongur út
uppá. Til H...... við útróðri, kev og
avoyð hesa stætt.
Bera vit saman við aðrar sektorar. Til
demis tann sosiala, so er ein egiligur
munur á. Her kunnu øll frítt koma fram
við síni áskoðan, eisini samgongufólk,
men her er jú bert talan um fólk, ella
stætt, um tú vilt, sum í makthavarans
eygum hava mist sín týdning. Gomul
brúksting, ella uppslitin húskiráð, men
fitt hjá krossfiskarum at tjakast um í
Legtinginum.
Vitan og kunnleiki handikapp
/ælkomin uppí tjakið John Smith og
3osialurin. hóast tað má liggja toluliga
ast nú, at tjakið er einsíðugt, og fyri
otalt deyvum oyrum.
Júst hetta, at hesi mongu, sum taka
il orðanna móti týningi av útróðrarflot-
mum og teimum, ið hann hoyra til,
skriva so rætt og satt og råmandi, við
sekt og kompetencu aftanfyri hvert orð,
r tann stóri veikleikin í hesum ætlada
yrðaskifti, sum ikki kemur, tí í føroysk-
iri fiskivinnu er holl vitan og praktiskur
sunnleiki eitt risahandikapp. Kanna
sftir, og tygum finna, at fyri at vera
wtoritet og kapasitet í fiskivinnu vid
fast undir fóti, so krevjast nakrar gene-
rellar treytir.
1. Tú skalt vera totalt óvitandi um
tað. tú umsitur. Tú kanst saktans vera
skúlaður við superútbúgving, men hon
skal vera á onkrum eðrum eki, og so null
praktiskar royndir eygsæð.
2. Tú skalt alla ævi tína hava funnist á
tí samfelagsligu útreiðslusíðuni, sum ein
javnt vaksandi postur. Endiliga íkki
hava supplerað inntøkusiduna, við
einum sporli. Eisini her null praktiskan
kunnleika sjálvandi. Hetta gevur meir
autoritet, enn undir 1.
3. Tú kanst gera teg til idiot við at
reika landið runt og briksla Føroya fiski-
monnum evnaloysi, dugnaloysi og líka-
sælu viðv. góðsku á ráveruni, og gartera
inn á myndugleikarnar, tí teir lata stuð-
ul til hesa ráveru
sjónarmið
Ísak Matras, formaður í
Meginfelag Utr*ðrarmanna
Men nevn ikki, at virkini gjalda 1,24
kr. pr. kg. av upsa, og hava goldið nógv
minni. Hetta er undir guanoprís i
grannalondunum, so tað tú krevur, er
upsa við toppgóðsku, fyri hálvan guano-
prís og ongan studning. Hetta gevur
hægsta autoritet innan føroyska fiski-
vinnu, men so tegir tú við, at hækka av-
reiðingarprísin á góðum fiski, tí hetta
hevði nevniliga umgangandi havt eina
positiva ávirkan á góðskuna. Ella tú fert
víðari í hesum spori, og heldur kursus
fyri góða hálva millión pr. høvd uppá
årsbasis, fyri at slåa fast, at føroyski
fiskimaðurin veruliga er heilt hopleysur
at temja við heilavaski. Gert tú teg við
hesum stigi til kraftidiot, so ert tú um-
framt hægsta autoritet, eisini kapasitet
á fiskivinnuøkinum, og politikkarar
vilja ikki blunka við, at lata alt vald og
allar avgerðir í tínar hendur, meðan teir
sjálvir liggja í coma á hesum ekið.
4. Tú kannst eisini gera teg til idiot,
við at leggja útí standandi stórstríðið
um, hvar paradís liggur. Í Washington
ella Kreml. Hervið slært tú fast, at tú
saktans kanst stýra einum stórveldi,
kanska fleiri, men maðkapirrupolitikk
sum, at stýra tí landið, sum í síni tíð
varð bustað av kortinum, sum flugulort-
ur, er langt undir tíni verdugheit.
Trúgva feroyskir veljarar, at teir valdu
»g at stýra Feroyum, mugu teir trúgva
maftur. Eisini hetta gevur fitt av
.atoriteti.
5. Ella, tå leggur útí orrustuna um
dubbing kontra avvápna, sum gevur tær
óendaiigar meguleikar til virðiseking í
fólkaeygum. Her eigur tú at tiga við
hesum gamla tvætlinum um, at vit bert
kunnu doyggja ta einu ferðina. Nei vit
drepa hvennannan 35-40 ferðir sum er,
og miðja ímóti at kunna avliva hvenn-
annan minst 50 ferðir, meðan tey
humanu halda tað vera nokk fyribils at
doyggja 29 ferðir. Læs væl úti allar
logiskar hugsanir og metingar, sum
møguliga sníkja seg inná teg. Til dømis.
Hví seta tey bæði stóru klandursvættini
ikki sínar lorta rakettir hver síni megin
Beringssundið? Og sum tað semir seg,
og gamal siður er, venda sær móti hverj-
um eðrum, tá teir klandrast, og soleiðis
loysa ell okkum, sum eru demd at liggja
ímillum, men missilini fáa kanska nagla-
kulda. Tílíkar býttar hugsanir kunnu vit
fáa, hóast vit væl duga at ímynda
okkum, hvussu væl tveir av okkum taka
seg út, sum eru vornir óklárir og stilla
seg rygg móti ryggi, at neva og rópa
ókvæmisorð útí loftið. Sera mans 'gt,
ikki satt og ikki er meira enn hanagleiv
um Beringssundið. Hetta er so nakað av
tí tú krevur at brúka, fyri at verða settur
høgt og geva tær autoritet. Og nakað av
tí, tú skalt tiga við, fyri ikki at vera
settur lágt.
Hendir tað, at ein kvalifiseraður, av
óvart er valdur í ráð ella nevnd, so
Av 14 átroðkandi málum til bata fyri útróðurin, id landsstýrið hevur fingið, er bert
semja um eitt, men ikki so frægt sum hetta eina verður sett í verk, vísir Ísak Matras
m.a. á í sjónarmiðnum
verður hann sum skjótast sparkaður út,
og ein, ið líkur nevndu treytir valdur
ístaðin.
Takk fyri risaarbeiði — fyri
deyvum oyrum
Royndir mínar siga mær, at øll tit, sum
við góðar meining og hugagóð sláa eitt
vælundirbygt slag fyri útróðurin, fáa
einki svar frá rettum stað, tíansheldur
nakrar åbøtur, so hann kann ana víðari,
men hjartans tekk kortini. Tekkin fer
eisini til útvarpið (spesielt til Boga) og
aðrar, sum hava gjert eitt risaarbeiði,
eisini fyri deyvum oyrum sjálvandi.
Skilagóðu orð og bond tykkara kunnu
standa sum gravtalur yvir eina deyða
stætt, og kunnu takast fram, sum prógv
fyri ellum ti, ið ikki bleiv gjørt.
Skuldi tað ótrúliga kortini hent, at
grein tygara, ella henda breiðsíða, fekk
onkran samgongumann at kvaklast og
svara, skal hann verða hjartaliga væl-
komin.
Vit kunnu nevna tað, henda stjernin
hevur avrikað fyri útróðurin.
Av 14 málum er bert semja
um eitt
Teir tvífaldaðu minstavinningin síðsta
vetur, men 3 mánaðir seinni, angraðu
teir og settu hálvan minstavinning fyri
snelluveiddan fisk, men hesin vanskapti
vinningur er so komin í gildi fyri opnar
útróðrarbátar eisini, og tað eiga vit at
vera takksamir fyri.
Av 14 átroðkandi málum, Fiskimála-
ráðharrin fekk fyrilagt av starvsnevnd-
ini, áðrenn hann fekk sess sín flógvan er
1, skrivar eitt, fortelur hann mær, sum
semja er um í Landsstýrinum, men ikki
so frægt sum hetta eina, semja fæst um,
verður sett í verk, so tað er helst rættast
at siga, at tað ráða pólsk viðurskiftir,
milum okkum og stjørnina.
Avrokningarprísirnir lækka
hóast dollarvirðið hækkar
Og so eru avrokningarprísirnir miðvíst
og áhaldandi lækkaðir, hóast met omaná
met í dollarvirði. Tann beinleiðis orsekin
er ein soloredd, sum hevur sungið seg
hása av góðskusongi, meðan restin av
kórinum bert eigur lovorð til góðskuna.
Vit rendu okkum aftur í kapasitetar.
Hetta vóru so gerðirnar hjá hesi
stjórnini fyri eina hart kroysta stætt.
Løgd á ís og sidan gloymd. Fyri at skapa
ósemju og kílar millum fiskimenn, vórðu
sett nekur oyru upp á fisk, veiddur við
summum húkaslegum, men øll hesi
oyruni og meira til, vóru tikin av trol og
garnaveiddum fiski.
Sjálvur sleppi eg ikki undan eini tung-
ari ábyrgd, ja helst tí tyngstu. Fyri meg
gevur hetta onga meining, bert at sita í
formannssessinum sum eitt eiti, og taka
ímóti mongum vekrum orðum, men
ongum gerðum og ongari ábót.
Starvið mítt mist meining
Starv mítt, sum tænari hjá fjeldini av
útróðrarmonnum, hevur fulkomuliga
mist sína meining. Meta útróðrarmenn,
at loysnin er ein meira autoriterur og
dynamiskur formaður, so stendur sess-
urin til disposisión.
Tað vil verða ein lætti, at sleppa frá at
stýra, við eini manning uppá 8.000, eina
kós fastlagda av galningum, og tvinga
inná okkum, av bleytum viljaleysum
politikkarum, sum øll síggja ber i bráan
totalan undirgang. Og bert hverva út
millum hini, og ganga til grundar,
saman við teimum, ella hver veit, síggja
ein sterkan mann, tvinga róðrið so
mikið, at vit sleppa undan undirgang-
inum.
Tað vildi eisini verið ein óhugnalig og
fyri okkum ókend broyting í tí sosiala
sektorinum, um hesi 8.000, sum John
Smith so beinraki sigur, skulu rekast
inní hann afturat, men finnst nekur vón
ella glotti? og hvar?
Ein útbrendur felagsformaður er ikki
nakað nýtt, men ein stjørn, sum letur
8.000 borgarar sigla sin egna sjógv og
ikki rættir hond frá síðu, men tvertur-
ímóti konsekvent avvísir alt. Ikki i
orðum, men við ongum gerðum, tað er
nýtt og óhoyrt í Feroyum.
Um skutan Føroyar liggur á kolli-
siónskós, sum John Smith sigur, veit eg
ikki, men øll tey 8.000 afturi í skut
sekka o ganga til grundar við hesi kós.
Legið, um tað verður serliga turt frá lær-
bekki og frameftir, tá hetta hendir.
Um ein stjórn, sum hevur avgjert at
lata útróðurin falla, hevði borið seg
ødrvisi at, um hesin floti var meira
nútímans, loyvi egmær at ivast í, men
lat okkum krekja okkum í hetta hálm-
stráðið John. Hver skal investera? Vit,
sum hava eina javnt vaksandi útreiðslu-
síðu og generelt eru minnst hálvir millio-
nerar tann øvugta vegin, við ongari von
um balansu í roknskapinum?
Ella skulu aðrir koma inn, sum inves-
tatorar. Og hvar verður tá >Lívsform-
urin útróður< og mynstrið sum var.
Summir av okkum kunnu brúkast sum
apur hjá teimum vælbjargaðu, men ikki
teir sum liggja soraðir av skulda-
byrðum, og náðileyst verða jagstraðir
eftir skuldini.
Við heilsan
Gleðilig jól
Isak Matras