fríggjadagur 23. desember 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Oman fyri Skúvoyar bygd er
eitt vatn, sum eitur
Deldavatn. Tað er ikki størri
enn ein tjørn. Og kortini,
høvdu steinarnir rundan um
Deldavatn dugað at tala
høvdu teir sagt frá eini ríkari
søgu. Her hava óvitar spælt og
siglt í øldir, ja, kanska heilt
aftur í forna tíð. Hanus
Andreassen fortelur í hesum
hugleiðingum eitt sindur um
Deldavatn og um, hvussu tað
var at vera barn í eini tíð, tá
nógvar av teimum gávum, tú
fekk — eitt nú á jólum — ikki
vóru keyptar, men evnadar til
við hond av eini
einum pápa ella
ødrum fólki í bygdini.
mammu,
onkrum
Páparnir hjá okkum, sum sigldu á
Deldavatni, vóru fittir í hondunum.
Summir vóru hálvir listarmenn, ófera
kringir at smíða, telgja ella skera út.
Hetta, at sita og telgja, var tá ein partur
av gerandisdegnui. Tað var vanligt at
nava knív uppi á sær. Og var ein steðgur
í arbeiðinum, lá tað so raðið fyri at taka
hann fram. Mangt vakurt kundi
gandast burtur úr einum kubba ella
einari fjøl ella bara einum litlum spreki
eina sólskinsletu úti í túni. Men tey
vakrastu listarverkini blivu til á teimum
longu íslandstúrunum. Á heimferðini
plagdu Borgin, Havgásin ella Fagranes
at steðga á uttan fyri bygdina at seta
fólkið av. Sluppirnar komu ofta so nær,
at vit, øvundsjuk og við glógvandi
eygum, sóu gripirnar standa og pranga
á lastarlúkuni — ein fittan eggjaleyp,
eitt lítið, snegt útróðrarskrín ella eina
lítla Havgás, við mastur og seglum, við
stýrhúsi, taljum, blokkum og jomfrúum.
Lukkuligur hann, sum í hesi letu átti ein
pápa millum hegnismenninar umborð!
Hugmyndin av bátinum var borin
í heim við málinum. At liva var at eiga
hana. Hon drakk tostadrykkin úr
teimum keldum, sum tá vóru tekar.
Segu. Sangi. Sjón. Ein teirra var eitt
skjaldur, sum mamma plagdi at syngja
fyri okkum:
Ég átti mær ein lítlan bát,
ein fittan bát, ein kjølbåt,
at rógva suður til Havnar
eftir einum áraskeyta,
liggur út fyri Torgarðstanga,
út fyri Lúnið.
Tað er dýrd henda morgunin. Kyrra í
sjónum. Tegn yvir Havnini. Tað rýkur
góðsliga úr onkrum skorsteini. Onku-
staðni gelur ein hani. Morgunroðin
skyggir í hyljunum yviri við Strond.
Yvir Havnini er ein upphavligur dámur.
Tað er morgun. Lívsins morgun. Tíðar-
innar morgun. Sum tú kemur damlandi
suðureftir, sært tú tonglarnar liva
seigan í sjóvarmálanum, onkustaðni
hoyrist eitt suff, sum ein alda dregur út,
og eitt slurk, iti hon skolar inn á aftur
land.
Orðini. Araskeyti. Torgarðstangi.
Lúnið. Sum fremmandar karamellur. Tú
skilir tey ikki. Og kortini, tey sipa til
okkurt, tey vekja hóman av sniði og
skapi, av tign og vakurleika. Góð at
siga. Stuttlig at taka uppaftur, stásilig,
tú veksur við teimum, ernast. Lættast
at skilja er orðið kjølbåtur. Ein kjøl-
bátur er ein holabátur. Ein holabátur er
eitt eiggiligt far, gjørdur úr einum
kubba, telgdur av mannahond. Men ein
kjølbåtur er meira enn tað, hoyrir tú tað
ikki á orðinum, kjelbátur, eitt háborið
ELG
Nr. 148 — 23. desember 1983
Deldavatn
orð, hann hevur kjel, tað gevur honum
aðal. Men kanska hevur hann eisini
annað — stavnar, tiljur, bekkir, stýri, og
— hver veit? — kanska eisini eyskar?
Ein kjølbåtur er ein edilingur millum
báta. Frá teirri stund tú hoyrdi hetta
orðið, ynskti tú tær ein kjølbåt.
Nakað seinni fekk bílætið av bátinum
ein uppaftur hábærsligari dám, hesu
ferð av einum niðurlag úr einum kvæði:
Tað flýtur ein snekkja
fyri hertogans garðar.
Hon er sær av almvið
og eikini harða.
Leggið nýggjar árar út.
Ein snekkja er bæði prýðiligari og sterri
enn ein bátur, veldi og stedd goymast í
sjálvum orðinum, hoyrir tú tað ikki —
dunið undan henni, meðan hon verður
drigin, smellin, iti hon glíður av nidasta
lunni? Eik vistu tit nú hvat ið var, harð-
asti viður, ið fanst. Men almviður hvat
var tað? Um hetta var nógv tjakað. Til
endans vórðu tey vaksnu spurd, men tey
sýntust ikki at vita, ivaleyst var hetta
okkurt fremmant viðaslag. At enda
samdust tit um, at hetta mundi vera
okkurt uppaftur harðari tilfar enn eik.
Fyri fyrst fekk tú hvørki kjølbåtar ella
snekkjur ur eik, men vanligar holabåtar,
ómálaðar, telgdar úr einum stykki. Pápi
tín dugdi væl at telgja og hola. Bátar
fekk tú sum gávu, á jólum ella tá ið tú
fylti. Hetta, at fáa ein bát, fylgdi einum
mynstri, sum varð uppafturtikið hverju
ferð. Tá ið tú hevði glett teg uppi yvir
gávuni, máttu tú út at vísa hinum hana.
Hetta var ikki vandaleyst. Tað var altíð
onkur av hinum, sum vildi sleppa at
nerta við gávuna, halda henni, sigla við
henni. Tú var góður av tær, dugdi ikki
at siga nei. Tann neyð, ið var á tær, til tú
hevði fingið gávuna aftur! So vóru tað
atfinningarner. Sjálvur ivadist tú ikki í,
at hetta var vakrasti bátur í oynni. Tað
hildu hini eisini. Í fyrstuni. Men tá ið ein
løta var farin, segði ein drongur: —
Hann hevur onga rond. Sum tað neit,
serliga tí tað var hesin drongurin, sum
segði tað, tyngd og myndugleiki goymd-
ust í hansara róliga orðalag. So fekk
tann næsti orðið fyri seg? — Hann hevur
einki stýri. Nú raknaði tann triði við, í
tungusnild var hann eltiblødran, fann
sjáldan upp á nakað sjálvur: — Hvar er
kjølurin? Hver lítil atfinning var so
mein, so mein, tað føldist, sum var tú
skorin i titt egna hold.
Og kortini, tað sum vardi longst, og
sum ongantíð fór frá tær, var gleðin um
hesa telgdu gávuna, ein still innangleði,
sum fylgdi tær sum ein mild verndar-
ond, sum var hjá tær, tá tú um kveldið
legði høvdid móti koddanum, sum kom
til tín, sum ein ylur av ósigiligari lukku.
í somu letu tú vaknaði um morgunin, ein
djúp lukka uppi yvir nekrum so dýra-
bærum, at tað ikki kundi metast í
krónum og oyrum.
Í fyrstuni sigldu tit í dammum úti í
túni, í rennholum, sum tit typtu, í hylj-
um í smáum lekum úti í geilini ella í
smáum áum stutt frá húsunum. Hesa
tíðina hendi tær nakað, sum tú ongantíð
gloymdi aftur. Karmal tín fyrsti vin-
maður og tú eru úti og spæla. T't eru
ikki meira enn fýra ár. Karmal lig, ar og
siglir i einum rennboli beint uttan fyri
husini hjå foreldrum hansara. Båturin er
lítil hjá honum, um eina sponn til
longdar. Men hetta er ein vakur bátur.
kúputur, flýtur væl í vatninum, hevur
snið sum á rættiligum báti. Hann er illa
farin og tettur við ymsum tilfari, sum er
lætt at boyggja hjá smáum barnafingr
um, silvurpappíri innan úr tekassum,
pettum av tannpastatubum. Hetta
gevur honum tað serliga virðið, sum
rínur við alt, ið er brúkt og slitið og
hevur staðið sína roynd í lívsins ódnum.
B áturin er sekklaðin, av hverjum, tað er
fánað úr minninum. Karmal letur og
syngur fyri seg sjálvan, meðan hann
siglir. Tú kemur gangandi eftir getuni
yvir ímóti honum. Karmal veit ikki av
tær. Fyri eini letu síðani hava tit kland-
rast, hann hevur gjert tær fortreð, tú
skalt hava hevnd, hetta er tað einasta,
tú hugsar um. Tú fert yvir til hylin, har
hann liggur og siglir við hevdinum
boygdum niður yvir tann fullfermda
bátin, so rennir tú fótin undir bátin, so
hann hvelvist. Karmal hyggur upp, so
sker hann útúr at gráta so hjartaliga. Tú
skundar tær avstað, tú ert negdur, tú
hevur hevnt teg, nú er javnvág aftur.
Men samstundis hoyrir tú henda hjarta-
liga grátin aftan fyri teg. Hesin ræðuligi
gráturin var ikki við í roknistykkinum,
tá ið tå svór hevnd. Knappliga fyllist tú
av eini samkenslu so sárari, at tað er,
sum tú bleðir innan. Uttan at fata tað
kennir tú sviðan av eini ævinligari
mótsegn, sum fer at raka teg umaftur og
umaftur seinni í lívinum, og sum tú
kanska einaferð fer at skilja. ltí tú
hevndi teg inn á ein annan, rakti tú teg
sjálvan.
Deldavatn eitur eitt vatn, ið er nakað
oman fyri bygdina, sunnanfyri. Tað
tekur ikki langa tíð hjá einum barni at
spela niðan hagar, millum tjúgu minutt-
ir og ein hálvan tíma. Skjótt er at renna
heim, skuldi tú fingið karm. Deldavatn
kom at vera vatnið hjá tykkum, so
skjótt tit blivu so fræg, at tit orkaðu at
ganga niðan hagar. Í nógv ár livdu og
búðu tit haruppi, so skjótt tit vóru leys
av arbeiði og skúla.
Tit komu niðan um hagaportrið og
gingu niðan við garðinum. Hvussu
mundi veðrið vera haruppi? Logn?
Drabbut? Oslætt? Ruskut? Illveður?
Glaðustrok? Kolandi stormur? Tit
hugdu at bátunum. Hvussu fóru teir at
roynast hesu ferð? Longu áðrenn tit
vóru á vatninum, hevdu tit fingið svar,
burturfrá hoyrdu tit aldurnar tutla og
láta, hetta málið skiltu tit.
Deldavatn er ikki nakað stórt vatn.
Tað er avlangt, við buktum og víkum og
fleiri smærri og sterri innvikum. Delda-
vatn er ikki nakað bráðíkomið niður-
setupláss, her hava barnaføtur stetlað
og barnareddir sungið ættarlið undan
tykkum. Nakað miðskeiðis eystanvert
vatnið var tað staðið, har tit hildu til, og
haðani tit sigldu út. Hetta staðið hevði
einki navn, men í huganum á tykkum
var hetta altíð bygdin. Her vóru spor av
fornari búseting. Niðurdottin neyst,
gamlar grundir, heyggjar, ið helst
mundu vera mannaverk, leivdir av
gomlum reiðskapi boðaðu frá, at her
høvdu slektir búð og búleikað undan
tykkum.
Ur bygdini bar til at sigla út í verðina.
Henda verðin var ein heilur heimur, líka
so endaleys og full av møguleikum sum
okkara verð, eitt ævintýr fyri fótum
tykkara. Og kortini var hon í mangar
mátar ólík tí verð, tit seinnu komu at
kenna í skúlastovuni. Hon minti meiza u
um landkortini hjá fenikisku sjófar-
arunum ella Magellan. Her hevdu
blettir, sum á landkortinum illa sóust.
eina vekt og ein týdning, teir als ongan
rætt høvdu til. Her vóru veldug megin-
lond, sum rembdu sær oman á landkort-
inum í drekakendari grimd, púra
gloymd og als íkki til. Amerika og
Russland vóru íkki til í hesum heimi.
Ísland, skuldi ein trúð, eftir tí, ið
hoyrdist, var mætasti blettur í allari
verðini.
Stuttligt hevði verið alt fyri eitt at
farið ein túr rundan um vatnið. Men
fyrst mugu vit tríva í aftur bátaseguna
eina ferð aftrat. Og nú verður tú ferdur
aftur til eina aðra árstíð, tá ikki siglt
var, tær myrku vikurnar beint undan
jólum. Ein mánað undan jólum fór pápi
tín at skavast uppi á endakamarinum,
har hann plagdi at smíða. Tú spurdi,
hvat hann fekst við, men fekk einki ordi-
ligt svar, hann hevði so skundiga :ned-
ferð, sýntist undarliga gátuferur, svar-
aði í vestan, tá tú spurdi í eystan. Jólini
nærkaðust. Spenningurin vaks. Úr
endakamarinum hoyrdust grenjið av
sagini, hvinið frå høvlinum, boran og
grøvan, ið kundu komið frå ótolnum
høggijørnum og holijørnum, skav, fýsan
og blástur ið kundi havt okkurt við
sandpappír at gera. Jólaaftan kom. Eftir
ein lestur, ið næstan ikki fekk enda,
komu tit úr kirkjuni, og nú vóru kertu-
ljós í hverjum húsi, men vakrast vóru
tey í teimum ovastu húsunum, tykkara
húsum, tí har hevði mamma tín tendrað
ljós bæði tykkaramegin og skúlamegin,
og sett tey á báðar teir breiðu spross
arnar, so tey lýstu í trimum reðum í fýra
vindeygum, níggju í hverjum vindeyga,
blaktraðu og blunkaðu og gjerdu hetta
myrka vetrarkveldið til eitt ævintýr. Tá
ið tit høvdu etið, kom undan kavi, hvat
pápi tín hevði gjørt á endakamarinum,
gávurnar vórðu tiknar niður av skåp-
inum í køkinum — fýra stórir holabåtar,
ein til hvenn, málaðir hvítir og reyðir og
hvítir og grenir, tann longsti eina alin
langur! Tú sat og hugdi at tínum báti,
streyk honum, kíndi tí blonku målingini,
luktaði angan av nýggjum viði. Hesa
lotuna kundi tú fáa eitt merkiligt hug-
skot. Hvat gjerdu tínir vinmenn beint
nú? Karmal, hvat fekk hann at eta?
Hvat fekk hann í jólagávu? Fekk hann
nakra jólagávu? Hesin seinasti spurn-
ingurin var so ræðuligur, at best var at
gloyma hann alt fyri eitt. Ella skumpa
hann niður í hugans loynihelli, til hinar
gáturnar. Jólaaftan var kveldið, tá
gleðin var størst og skilnaðurin
størstur. Tú kundi vitja tíni leiksystkin
allar dagar. Bara ikki jólaaftan. Tú fórt
ongantíð at síggja tey heima hjá sær
sjálvum jólaaftan. Aldri í lívinum.
Summir av teimum hálvvaksnu
fingust eisini við skipabygging. Hver
fer t.d. nakran tíð at gloyma loftið. Her
sat Allan, ein vakur, stillforur drongur,
og putlaði tey myrku vetrarkvøldini.
Loftið var mest sum ein vígdur blettur,
at sleppa upp higar var næstan sum at
*áa riddaraslag, ikki fyri hvønn hissini
ársunga. Fyrstu ferð fylgdist tú við
einum eðrum óvita, sníkti teg fram við
básunum niðriundir, fór óttafullur upp í
gjøgnum stigan, nærkaðist varisliga tí
ljósa loftsendanum, bangin fyri hvørja
løtu at verða kveistradur út aftur av
teimum eldru. Innast å loftinum hekk
ein lampa, hon lýsti sum ein sól, um
hana mól alt lív. Her sat Allan og
arbeiddi, sum Regin Smiður í smiðju
síni, hómaðist gjøgnum eitt tám av
royki. støvi, sagu- og høvilspønum.
Rundan um hann lógu skip á ymiskum