Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 23. desember 1983 >Og kortini, tað sum vardi longst, og sum ongantíð fór frá tær, var gleðin um hesa telgdu gåvuna, ein still innangledi, sum fylgdi tær sum ein mild verndarond, sum var hjá tær, tá tú um kveldið legði høvdid móti koddanum, sum kom til tín, sum ein ylur av ósigiligari lukku, í somu lotu, tú vaknaði um morgunin, ein djúp lukka uppi yvir nokrum so dýrabærum, at tað ikki kundi metast í krónum og oyrum«, leitum móti fullfíggjan, ein strektur kjølur, ein skrokkur við nøkrum borðum á, eitt farmaskip við stokkum og dekki, men ongari mastur, ein liðug slupp. Á kassum og beinkum sótu hinir dreing- irnir og pråtadu, lágmælt, allir virdu meistaran. Uttanfyri leikaði vetrar- ódnin, regnið díkti á tekjuna. Sjálvur upplivdi tú seinni, at Allan vísti tær vælvild, hóast eini níggju ár vóru ímill- um tykkara. Hann gav tær ein slíðra, sum hann sjálvur hevði gjørt, hendinga vakran! Hesin slíðrin var leingi tín eydnulutur. Men so ein dagin misti tú hann burtur. Tú fórt til Allan at kæra tína neyð. Men har gjørdist einki. Sjálvt góðskan hjá Allani hevði eitt mark A einari ferð til Havnar gjørdi tú tær hugmyndina av tí bátinum, sum tær kom at tykjast sterst ogn í. Tað var í Skopun, at tú sást ein deksbát, sum tú ongantíð hevði sæð makan til. Ikki tí, tað var bara ein vanligur útróðrarbátur, einar átta metrar langur, grábláur á liti Tad serliga við honum var sniðið, ið tóktist tær fullkomið. Hóskandi munur á longd og breidd, kýpin, fleyt væl í sjónum, springið fullfíggjað. Ein sovorðnan vildi tú eiga. Tú sást hann longu fyri tær, sum hann hegdi seg eftir Deldavatni, heldur ruskut veður, men tak hann, hann dugir at lofta sær, nú oysir inn um lúnningina har frammi, heldur tessut at standa hjá manningini, fyri neyðini at teir eru í oljuklæðum og sydvesti, annað ber heldur ikki til Havgásin skuldi hann eita. Hví Hav- gåsin? 11 vakrari navn fanst ikki. Ein gås. Og so havið. Tað grøna, víða, fria havið... Tú fórt at tosa um henda bátin, sum tú ynskti tær. Tað var merkiligt v.3 pápa tínum, viðhvert gekk ógvuliga stutt tíð frá tí eitt ynski var borið fram, til tú sást tað aftur, evnað til úr onkrum tilfari, at taka um og halda í. Og nakrar mánaðir seinni, á einum feðingardegi ella onkrum eðrum degi, átti tú ein deksbát. Kanska var hann ikki heilt sum tann báturin, tú hevði ynskt tær, men hann kom ógvuliga nær fyrimyndini, og hóast alt, so hevði pápi tín ikki sæð nettup handa bátin í Skopun. Havgásin, fyrsti deksbåtur, ið fleyt á Deldavatni, var brúnur á liti, hevði last og lastar- lúku, stýrhús, mastur og lúnningar, hann var knappar tríggjar spannir langur. Men hvussu mundi hann roynast á sjónum? Fyri at fáa tað at vita mugu vit sigla ein túr rundan um vatnið. Vit leggja frá landi heima við bygdina, sigla spakuliga fram við landi, og longu nú sæst, at hann er sjógóður, nakað tungur á sær, sum rímuligt er, hann er ikki tómur, vit hava nakað av farmi við, umframt kalvalínuna nakað av viði, tak- plátur, sementsekkir, vit hava eisini nakrar snarur við, tað eru spjeldur, kundi verið, vit fingu brúk fyri teimum, og lunda, lomviga og álku, tað eru lunda- lomviga-, og álkubein. Fyrsta bygdin, vit koma til, er Hvalba, her plagdu vit at fara í grind ella eftir koli ella kolagrúsi. Vit runda Mjóvanes, her ræður um at vera ansin, fyllingarnar, stórar og hvít- kambaðar, kunnu vera lúnskar. Komnir fram við Hvalba er ein flat sandoyra, her má ansast eftir, at vit ikki bera við land. Næsta land, vit koma til, er Ísland. So er ein djúp vík. hetta er Húsavík, eitt hugnalig* navn, vert at taka uppaftur, ber boð um lív, her hava vit eisini verið í grind. Nú koma vit inn í ein breiðan flogva, og á vegnum út aftur koma vit til Grenlands, nú er illveður, hann leggur seg á ymsar kjálkar, tað brýtur inn á dekkið, menninir verða burtur í ólog- unum. Grenland er ikki at spæla við, rætt er tað, hiðani kemur sukurkandid, veksur ivaleyst í lindum inni í ísinum. men vit hava eisini hoyrt um ta tiltiknu vandaferðina hjá Nils Finsen, tá tríggir skúvoyarbátar, tíggjumannafarið Sig- mundur og seksæringarnir Skuvoying- urin og Hindenburg vóru við. Men bíða nú, er tað ikki Karmal, sum kemur har, eftir sær dregur hann ein prám, ómálað- an, ikki av snøggasta slag. men tað leggur Karmal ikki í, ti nú rópar hann knappliga Halló, halló, Havgásin okkum, hetta er Borgin, id kallar. Vit koma av Suðurlandinum, hava fingið 200 skippund. Fiska tit nakað? Yvir! Vit eru kvikir at svara aftur, nú hava vit gloymt alt um deksbát og kalvalínu fyribils er Havgásin ein hovra tit og snarur, slupp Halló, Borgin, vit hoyra tykkum Tað hevur gingið smátt við fiski- skapinum, men nú batnar, í dag fingu vit 30 skippund. Vit hava verið inni eftir salti, nú fara vit til Grenlands. Yvir! Soleiðis gongur samreðan eina lotu, og vit ansa eftir, at annar skógvurin hjá Karmali er kruvdur, tað dýggjar í honum, sum hann gongur. Vit meta eðrum skipum, fleiri av teimum sigla pr heim, full undir låkurnar. Men nu eru vit komin úr tí ringasta vedrinum, og uttan fyri okkum, nakað frá landi, er ein fláur, avlangur steinur. Hesin steinurin, sum er undir á flóð, eitur Suðuroyggin. Vit sigla víðari, fram við nógvum smærri og sterri steinum, hesin parturin av vatn- inum er undarliga navnleysur. Nú nærkast vit bygdini aftur. Men fyrst koma vit til eina breiða vík. Her eru tveir stórir klettar úti í sjónum, annar heldur slættur, hin ruflutur og sprung- aður, báðir hegir og spískir, hetta eru Stóra og Lítla Dimun. Spískir sigi eg Kortini ikki spískari enn so, at har eru spíldir og skorðar, sum vit fáa lagt nekur lunda-, lomviga- og álkubein uppá. Teimum kunnu vit koma eftir seinni, við stong ella við snarunum, sum vit eisini floyta her Meðan snarurnar reka, kanska at lagt at landi og hugt at neyst- unum. Umráðandi er sjálvandi at halda neystini við líka, byggja tey upp, um tey detta niður, rudda, syrgja fyri, at allur neyðugur reiðskapur er har. Sjálvur stuttleika av attu vit hevði tú ein serligan hesum. Tað gav einum eina fløvandi gleði. hetta at vita sær, at tú átti eitt neyst, turt og nossligt, hóast regn og stormur kundu leika í uttanfyri, við sneri, súlum, boyum, flotum, gåggulinu, spakum, kvíslum, stong, snarum, akkeri, stýri, segli, tiljum, reipsendum Neystið varð bygt av gróti, flagi og fjal um. Hevði tú fyrst bygt eitt neyst, endaði tað ofta við, at tú bygdi uppí Fyrst var tað bara ein kjallari. So varð bygt omaná. So ein hædd aftrat. Og soleiðis kundi ein halda fram Við hesum fáu orðum hava vit langt frå sagt alt um tað ríka liv, sum gjøgn- um tíðirnar hevur eyðkent Deldavatn. Vit eiga at minnast, at hóast bara ein lítil tjørn, so hava el! før Norðurlanda, allar støddir og øll sleg, siglt um hetta vatnið. Utróðrarbátar, deksbátar, snurriváðsbátar, sluppir, skonnartir, trolarar, tungfloytt farmaskip, > amba- síðir prámar, mjáir kappsiglingarbátar, telgdir til snarsigling, kajakkir. Sjålvur hevur tå ått tveir klokkumotorar, sum seigliga klikkjandi kluvu Deldavatn. Og úr útlondunum sendi farbróður tin tykkum ein prúðan dampara, sjálvur hevði hann gjørt maskinuna, sum varð hitað upp við turrspritti. Eisini grevin av honum sást nakrar ferðir á Delda- vatni. Vit, sum floyttu snarur undir Skúv- oynni og hegdu okkum gjøgnum illveðr- ið á Kappanum, eru nú vaksin og farin hver sína leið. Ein er keypmaður í síni heimbygd. Ein genta starvast í Keyp- mannahavn. Ein er formaður í einum stórum fakfelag. Fleiri hava staðið á skipsdekki alt sítt lív. Oll hava vit týð- andi og álvarsamar leikpartar at leika í samfelagnum. Okkara leiðir umskarast sjáldan. Hittast vit onkuntíð, umborð á einum ferðaskipi ella í einum bussi, heilsast vit. Vit hava lítið at tosa um. Og kortini tykist tað viðhvert, sum vit tala saman, í tegn, við eygum og sinni. Vit eru limir í einum loyniligum bróður skapi, hvers upphav og grund eru krógvað í eini fjarari fortíð, vit kanska illa hóma. Vit eru tey, sum sigldu á Deldavaíni. Onkur heldur kanska, at tað er barns ligt og fáfongt at hefta seg við slíkar farnar tilburðir, boðar frá einum ynski um at krógva seg undan nútíðar vanda 5 heilt málum. Sjáivur kenni eg taí eðrvísi. Líka frá tí mítt lív, havi eg havt ein vaksandi var huga av, at hetta var lívið. At alt, sum er hent aft dreymur Og NVØrVISJOn, meira og minn eg bleiv vaksin, alt nettup hesi árini, tað væl eydnað. meira og minni viðkomand Hvat kann í grundini samanberast við hesa tíðina, tá orð vóru flovgd. og málið var gandur, og tey kluvu fjerðin sluppin skonnartin, av kongakyni, brúðarkledd fegur sum ein ung genti báturin, fagrasta listarverk, ið nakrar tíð er skapt. sjógvur móti borðum, ei tekkiligur dansur á hvíluleysum aldu brotum? Og tað tykist mær, at vaknar ein einaferð uppaftur, í einum nirvan: hinumegin fok og feigd, verður undir spælið látandi aldur og titandi barna- føtur á — Deldavatni Hanus Andreassen