Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1983síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Ur Dimunar søgu Fyrsta kirkjan i Dimun vard bygd seinna- partin av 1600-talinum. Hon er fleiri ferðir umbygd og varð niðurtikin í 1922 Í gomlum degum var tað nokk van- ligt, at bendurnir bygdu og áttu kirkjurnar sjálvir, men nær hesin siður er avlagdur aðrastaðni, hava vit lítið hoyrt um, uttan í Dímun, har átti bóndin kirkjuna sjálvur. Maðurin, ið bygdi ta fyrstu kirkj- una í Dímun, var Hanus bóndi, hann festi nakað fyri 1685. Tað er hann, ið Anton Degn nevnir Hans Eliassen, meðan Enokkur á Skarvanesi sigur, at hann var sonur Jógvan Ísaksson í Skúoy, og har haldi eg, at Enokkur hevur rætt. Kirkjan hevði trý vindeygu á suðursíðuni, veggirnir vóru bygdir av gróti, og vindeyguni stóðu í innara kanti á vegginum, tað var neyðugt, tí ræðuliga vindhart er. Hon var bróstað innan. Tað e visti um, var trægólv í kirkjuni. Fimm vóru bríkarnar hverju megin, og rúm fyri trimum fólkum í hverjari brík. Kirkjan stóð mitt í kirkjugarð- inum. Eingin annar kirkjugarður hevur verið uttan hesin. Bóndafólk- ið er alt grivið sunnan fyri kirkjuna, og arbeiðsfólkið norðan fyri. Fyrr var getan vestur á Drátt gjøgnum kirkjugarðin, omanfyri kirkjuna, men tá ið ein smádrongur, sonur Janus bónda, var druknaður í damminum og grivin í kirkjugarð- inum, lat Janus byggja upp í tað vestara liðið, og getan varð løgd omanfyri kirkjugarðin. Meðan Óla Jákup Jensen var bóndi, hann kom eftir Jógvan úr Dalsgarði, lat hann gera stóra ábót á kirkjuna. Bruður hansara, Jænus á Tveroyri hevði verið uppi á oynni, og gjert hetta arbeiði. Tá hetta var liðugt, og Jænus skuldi fara aftur suður til Tveroyrar, vóru teir í ferð við at lata tógleypin við smíðtól- unum niður av Dráttinum. Tá var tað, at tað hendi, at strok kom á lín- una, so bóndin fór út av, har fekk hann sín bana. Kirkjan er fleiri ferðir umbygd, og tað seinastu bygdi Óla Jákup Johannesen, hann, sum var sonur Rasmusa Jóanes í Dali, hann festi í 1862, og hann sum var meistari fyri byggingini tá, var Magnus í Koytu á Sandi, er mær sagt. Kirkjan var kollut, einki torn, og eingin klokka, men hon hevði vakurt málaða altartalvu, sum Jergen Falk Renne hevði givið til kirkjuna. Bróður til Renne, prest, hevði málað hana; mær er sagt, at hann æt Svend Renne. Eg rokni við, athenda talvan er til enn. Myndin er av ferð- ini til Emaus. — Kristian á Bræðn- um í Dali gav tveir ljósastakar. — Kalikur og breyðskál hoyrdu eisini til kirkjuna og ein altardúkur, hetta skuldi eisini vera givið. Vestari endi á kirkjuni, var timb- ur uttan, og skjøldurin eystanfyri. Kirkjan varð niðurtikin í 1922, — tá hevði kirkja verið í Dímun útvið tvey hundrað og fjøruti ár. Hesin Hanus bóndi, sum bygdi Dímunar kirkju fyrst, var tann ein- asti bóndin, við hesum navni. Hann tók oynna, eftir at Harra Klæmint mátti lata Dímun frá sær. Verfaðir hansara, Sandoyar prestur Jens Jensen Skive, sæst í bókini hjá Anton Degn, at hava sitið við oynni frá 1615 til 1653. — Harra Klæmint man bara i. sa lagt Dímun undir seg av sjálvvaldum, tí 11. august 1663 verður hann stevndur inn á løgting: fyri, at hann hevur brúkt Stóru Dímun í so mong ár, uttan loyvi, og ikki gjert eftir dóminum, sum hann fekk 28. juni 1661, men hann metti ikki á tingi. Oyggin varð tikin frá honum, og eftir athann hevði mist hana, varð hon sýnað, og tá stóð so til, at har vóru bara 340 seyðir, ístaðin, teir áttu at vera 648. — Hetta sýnið var gjørt 10. mai 1678. = Hetta, sum Anton Degn sigur her, um Harra Klæmint, rímar væl saman við tað, sum Enokkur á Skarvanesi sigur, at Jógvan Ísak- son í Skúoy, saksekti Harra Klæm- int, fyri at hava gjørt svik við brúð- arvígsluni. Jógvan Ísakson sekti at presti, fyri at hjálpa máginum Hanusi, at gerast Dímunarbóndi, og Harra Klæmint mátti bíta í græsið. Sum eg segði, fyrru ferðina, eg skrivaði, nevnir Enokkur fyrsta bóndan hann kennir við navni Skógangs Jógvan, onnur kona hansara var Annika. Sum øll vita skuldi hon beina fyri manninum, Skógangs Jógvani, ti hon helt saman við einum húskalli, og tey skuldu bæði vera um at beina fyri bóndanum. — Segnin sigur, at hesin sami maðurin, var húskallur hjá faðir hennara, Tummas Jerundsson, sýslumanni á Sandi, tá faðirin gav Dímunarbóndanum hana til konu, móti hennara vilja; hon helt saman við húskallinum hjá faðirinum, og vildi hava hann til mann, men hon varð sjálvandi ikki eftirspurd. Seinri, eftir at hon varð gift við Skógangs Jógvani, kom hesin, sum hon hevði hildið saman við sum genta, upp á Dímun sum húskallur, og tey hava so hildið áfram við at halda saman. Úrslitið av hesum leiki varð tann, at tey vóru nokk felags um at beina fyri Skógangs Jógvani. Hann skuldi vera nógv eldri enn hon. Jógvan og Annika fáa son, sum tey kallaðu Lýðar, hesin Lýðar bleiv av sterkastu monnum, Annika gav honum eina tint av róma hvenn morgun. Tá hann vax til mans, var hann nevndur Vegarin; hetta kom av,a t hann vegaði getur í bjørg- unum, fyrst í Dímun, og síðani í Skúoy. Hann var hegnamaður, og avtakamaður til bakkagongu; fram um allar at taka loft. Í Skúoyar- bjørgum er ein klettur, nevndur Vegaransklettur eftir honum; har tók hann loft inn undir. Vegarin bú- settist í Skúoy og flutti síðan til Húsavíkar. Ein steinur liggur á Stórastovu túni í Húsavík, henda stein skal Lýðar hava borið, hann verður kallaður Vegarasteinurin, og liggur sum hav eftir Líýðar. Ein so avbera sterkur íslendingur, hann nevndi seg Ursus, var her í Feroyum, tað var nakað eftir seinra kríggið. Honum var vístur Vegara- steinurin, tey vildu nokk eggja honum til at royna havið hjá Veg- aranum, men hesum noktaði hann fyri, hann segði at hasum steininum hevði maður, feddur av kvinnu ikki Kirkjan í Dímun, nú avtoftað (úr bókini »Føroyar 1«) …- Nr. 148 — 23. desember 1983 Gunnar å Toft i Dali skrivar hevjað, tann, ið hevði lyft honum, hevði verið eitt trell. Eg endaði við seinast, at Jænus kom fyri ta vanskepnu, at gerast blindur, um 40 ára aldur, men hann gavst ikki á hondum fyri tað. Á hverjum vári, varð getan inn í skorð ruddað fyri grót, ið niður var lopið um veturin, og tað var Jænus við til altíð, eisini eftir at hann var vorðin blindur. Hann var eisini við til ræn- ing, var undirsitari; hælur varð ikki brúktur inni í barmi. Fyrr hevdu teir línuna bara um ryggin, men so fekk Jænus í lag, at gera eina skál, at hava um ryggin. Hon varð gjerd av 4 lektaplankum, um hálva aðru alin long. Hon var gjørd so, at hon passaði eftir rygg- — SE — Or —e