Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-12-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1983síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A see —— SUN Nr. 148 — 23. desember 1983 …… Tann maðurin, ið her skal sigast frå, æt Tórur á Hamri. Hann stóð ein dagin í skrivstovuni hjá presti, høgur og álvarsamur: >Ég havi f ngið ein son«, segði hann, »og ætli at fáa hann doyptan«. — »Hvat skal hann eita«. — »Finnur, eftir faðir mínum“. — »Og faddrarnir?< — Teir vórðu nevndir, og vóru tað frægastu menn og kvinnur av mansins ætt. „Ér tað annars nakað?< spurdi prestur, hann hugdi upp. Bóndin steðgaði eitt bil; »eg vildi fingið hann doyptan fyri seg sjalvan«, segði hann. — >Tað vil siga ein ger- andisdag?« — „Komandi leygardag á middegi«. — »Er tað annars nakað?< spurdi prestur. »Annars er tað einki“, segði bóndin, snaraði húgvuni millum hendurnar, sum ætlaði hann at fara. Tá reistist prestur; »Enté hetta«, segði hann, og fór beint yvir til Tór, tók í hond- ina á honum, og hugdi inn í eyguni á bóndanum; »gævi Gud at barnið må verða tær til signingar« Sekstan ár eftir henda dag, stóð Tørur í stovuni hjá presti. >Tú heldur tær væl, tú Tørur«, segði prestur, hann sá onga broytan á bóndanum. >Ég havi heldur ongar sorgir«, svaraði Tórur. Til hetta tagdi prestur, men letu eftir spurdi hann: »Hvørji eru erindi tíni i kvøld?« — >Í kveld komi eg at vita um son mín, ið skal hava prestsins hond á hevdið í morgin“. — >Hann er ein fittur og dåmligur drongur«. „Ég vildi ikki gjalda presti, fyrr enn eg fekk at vita, hvar hann kemur at standa á kirkjugólvinum“. „Hann skal standa fremstur“. „Ég hoyri hetta — og her eru tíggju dålar til prest«. — >Er tað meira tú vil?« spurdi prestur, hann hugdi uppá Tór. — »Nei, tað er einki meira«. Tórur før Aftur gingu åtta år. Men so ein dagin hoyrdist treystlig manna- gongd fyri uttan hjá presti, Tórur gekk fyri, og mangir menn við honu um. Prestur hugdi upp. og kendi Faðirin eftir Bjørnstjerne Bjørnson tidindabladid hann: >Tú kemur mannsterkur i kveld“. — »Eg vil hava sonin skriv- aðan inn; hann skal giftast við Katrini i Stórulíð, dóttur Gudmund, ið her stendur«. — »Hetta er jú rik- asta genta i bygdini«. — »Tey siga so«, svaraði bóndin, hann streyk hárið upp år pannuni. Prestur sat eina letu, sum i tonkum, hann segði einki, men skrivaði nøvnini inn i bekur sínar, og menninir skrivaðu undir. Tórur legði tríggjar dálar á borðið. >Ég skal bara hava ein“, segði prestur. „Tað veit eg væl, men hann er einasta barnið eg eigi, eg vildi fegin gjørt hetta til litar«. Prestur tók við pengunum. „Hetta er triðju ferð, tú nú stendur her fyri son tin, Torur«. — »Men nú eri eg eisini liðin við hann“, segði Tórur, legði pengapungin saman, segði farvæl og fór, menninir sógliga eftir. Fjúrtan dagar eftir, róðu faðir og son í lognar veðri, yvir um vatnið til Stórlíðar. fyri at samráðast um brúdleypið. >Hesin bekkurin liggur so ótryggur undir mær“, segði son- urin, og reistist fyri at leggja bekkin til rættis. Í tí sama glíður hann á tiljuni, hann slær armarnar út, ger eitt skríggj. og fellir fyri borð „Tak árina!“ rópti faðirin, hann reistist, og rættir hana út. Men tá sonurin hevði gjert eini tvey tek, stívnaði hann. >Bíðja eitt bil!< rópti faðirin, hann róði til. Tá fer son- urin aftur av, hyggur langan at faðirinum — og sekkur. Tórur vildi ikki rætt trúgva hesum, hann helt bátin stillan, og stærdi at blettinum, har sonurin var sokkin, sum væntaði hann sonin, at koma upp aftur. Tað komu nakrar blørur upp, enn nakrar, so ein stór, ið brast, — og spegils blankur lá sjógvurin aftur. Í tríggjar dagar og nætur, sóu fólk faðirin rógva runt um tann blett- in, uttan at leska mat, ella unna sær svevn, — hann sóknaðist eftir soni sínum. Og triðja dagin um morg- unin, fann hann sonin. Hann bar hann sjálvur í ørmunum niðan úr fjøruni, og heim á garðin. Tað mundi vera liðið eitt ár, síðan tann dagin. Tá hoyrdi prestur, seint eitt heystarkveld, nakað koma varliga inn í forstovuna, og taka stillisliga eftir lásinum. Prestur letur upp, og inn kom ein hegur, bogin maður, skarpur og hvít- hærdur. Prestur hugdi leingi at honum, áðrenn hann kendi, hver ið var, — tað var Tórur. »Kemur tú so síðla?“ segði prestur og stóð stillur framman fyri honum. »Å ja; eg komi seint«, segði Tórur, hann setti seg niður. Prestur settist eisini, sum bíðjaði hann; tað var leingi tegn. Tá segði Tórur: >Ég havi nakað við, sum eg vildi givið til tey ið treingja, eg ætlaði at hetta skuldi verið ein grunnur, ið skuldi bera navnið á soninum;« hann reistist, legði peng arnar á borðið, og setti seg aftur. Prestur telur pengarnar; >hetta eru nógvir pengar,< sigur hann. „Hetta er helvtin av garði mínum; eg seldi hann idag«. Prestur varð sitandi leingi, stillur í tegn; men so spurdi hann mildliga: >Hvat ætlar tú so at gera, Tórur?< — »Nakad betri«. — Teir sótu eina løtu, Tórur við eygunum niðri á gólvi, prestur við evgunum at honum. — Tá segði prestur sagta og langan: >Nú haldi eg, at sonur tín endiliga er vorðin til signingar«. — >Ja, nú haldi eg tað eisini sjålvur«, segði Tórur, hann hugdi upp. og tvey tár runnu tung niður yvir andlit hansara Viggo Dalsgaard týddi A ————T—T————————————————"""" inum. Hann lat høggja niður í royðu- hellina. um eina alin. Har niður á varð »ryggurin« settur: teir nevndu hesa skálina fyri »ryggin«. Hann lá inni í Barmi altíð, ongantíð útborin So sat maðurin undir, og hevði ryggin móti hesum, ið upp stóð Eg havi spurt hesar menn, ið nú koma til Dímunar, eftir >Rygg- inum«, og teir siga, hann er til enn, teir hava borið hann til hús. Hetta eri eg fegin um at frætta, hetta eigur ikki at misfarast. Sum sagt, Jænus gavst ikki, tó hann misti sjónina. Havhesturin gjørdist so nógvur, at hann trongdi lomvigan av rókunum, og tað var undir siding, fyri at royna at beina fyri havhesta eggum, at hann fell sjálvur annar í mei mánaði í 1918. Maðurin, ið fall við honum. var ungur drongur, Ola Jákup. sonur Óla við Á í Húsavík. Elsta dóttir Jænus, hon eitur Jana, sat undir liðini á faðirinum, tá hann fór út av sonurin Óla Jákup sat og hugdi eftir. Hetta var innanbergs, inmi á Getu. Tað bar so til, at tað var á eini rók, ið Óla Jákup við Á gekk eftir, og hevði so langa línu, liningar línu, undir sær, og honum barst á, og fór út av. — Óla Jákup, sonur bóndan, sá hetta og rópti. Bóndin visti, hvat. ið fór at henda, hann sat bara við lín- uni um ryggin, eingin var hælur Hann spenti feturnar í, tað hann var mentur. Feturnir sukku í moldina men har helt einki fyri, hann sporð- reistist, og sturtaði eftir høvdinum ut av Dalbingar komu niðan sama dag; teir fingu boð við Rudolfi í Kára- stovu. Teir royndu at leita, men har fanst einki aftur. Jana lá svímað, tá bróðurin kom til hennara. Hann meira bar enn leiddi hana til hús. Tað var ein minniligur dagur í Dímun. Jana livir enn, 78 ára gomul, niðri í Danmark fyri hesu ferð Nú fari eg at gevast á Toft í Dali desember 1983 Gunnar Johannessen