týsdagur 3. januar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
r. 1 — 3. januar 1984
Siglingarmálið loyst í 1983:
tíðindablaðið
Men undirskotið hjá
SL setur met
Hallið hjá Strandferðsluni
yvir 35 mill. kr. næsta fíggj-
arár.
Landsstýrið
roknar
við sama halli árini 85/86 og
86/87.
Í íverandi figgjåråri hevur
SL fingið játtaðar 31,5 mill.
kr. Seinasta fíggjarár, tað
seinasta SL
heuði
uttan-
landssiglingina, var hallið
»bert« 18,1 mill. kr.
SL roknar vid 25,5 mill.
kr. minni i i
, .
nntøku næsta
figgjarår enn í seinasta og
slokum 6 milliónum minni í
útreiðslum. Storsta hall hjá
SL higartil var 30,6 mill. kr.
í 1980/81.
Nú ber til at síggja svart á
hvítum, hvat tað kostar
Strandferðsluni, at hon
hevur mist uttanlandssigl-
ingina.
Leiðslan á SL væntar, at
hallið á fíggjarárinum
1984/85 verður 37,5 mill.
kr.
Ella sterri enn nakran-
tíð fyrr.
Allir almennir stovnar
senda hvert ár Landsstýr-
inum uppskot um fíggjar-
ætlan fyri komandi fíggj-
arár.
Landsstýrið brúkar hesi
uppskot, tá tað ger fíggj-
arlógaruppskotið at
leggja fyri Legtingið.
Í uppskoti sínum fyri
1984/85 sigur SL bart út,
at av tí, Smyril ikki longur
er í uttanlandssigling,
lækka inntøkurnar mun-
andi.
Ikki ber til at saman-
bera vid fíggjarárið, vit nú
eru 1, so leingi, tað ikki er
liðugt.
Men í 1982/83, seinasta
árið, Smyril sigldi millum
lond, seldi SL ferðaseðlar
fyri 36,26 mill. kr.
Í 1984/85 væntar hon at
selja fyri 23 mill. kr.
Teistin og Snípan
Hetta talið, 23 mill. kr.,
hevur Landsstýrið í fíggj-
arlógaruppskotinum sett
til 30 mill. kr.
Landsstýrið er ikki so
svartskygt viðvíkjandi
Teistanum sum leiðslan á
SL er. Hon hevur yvir-
hevur ikki sett Teistan á
inntekusíðuna. Lands-
stýrið heldur hinvegin, at
rímuligt er at vænta, at
Teistin fer at sigla inn 7
mill. kr. í 1984/85. Og so-
leiðis fær Landsstýrið
pyntað eitt sindur upp á
kontoina ferðaseðlar.
Men heildarúrslitið
verður tó ikki 7 milliónir
frægari fyri tað.
Tí SL hevur ikki tikið
Snípuna við í uppskot sítt.
Hon var ikki keypt, tá
stovnurin gjerdi uppskot
sítt í september.
So her koma 5,5 mill. kr.
afturat. Altso hevur
Landsstýrið biðið
Løgtingid góðtaka, at hall-
ið hjá Strandferðsluni
verður 36 mill kr í
1984/85.
Minni hall enn hetta
hevur fyrr elvt til drúgt
tjak í tinginum.
Strandferðslan roknar í fíggjarætlan sínari fyri 1984/85
við, at Teistin liggur alt árið.
Í íverandi og seinasta fíggjarári sigldi skipið nógvar
pengar inn í Trinidad.
Smyril fer helst til Skotlands í februar at sigla eina tíð
fyri P&O Ferries. Teistin skal so sigla fyri hann her í
Feroyum.
Eykatúrar
Hyggja vit eftir tølunum,
SL sendi Landsstýrinum í
september, síggja vit, at
ein onnur konto í innteku-
síðuni lækkar munandi. |
Eykatúrar eitur hon. Í
1982/83 góvu hesir eyka-
túrar SL 10,14 mill. kr.
Hetta er farið heilt niður í
875.000 kr. á uppskot-
inum fyri 1984/85.
Inntekurnar 1982/83
stava fyrst og fremst frá
Teistanum, ella 8,53 mill.
kr.
Hetta man vera leiga úr
Trinidad.
Steðgaða uttanlands-
siglingin hjá Smyrli
spekir eisini í tveimum
eðrum kontoum: kioskinn-
tekurnar fara úr knapp-
liga 1,3 mill. kr. niður í
200.000 kr. og kafeteria úr
1,2 milliónum niður í
380.000 kr.
Tilsamans ein innteku-
lækking upp á góðar 1,9
mill. kr.
Eisini kontoin farma-
gjald er lægri í uppskot-
unum fyri 1984/85.
Í 1982/83 fekk SL eitt
sindur yvir 9 mill. kr. fyri
at flyta farm.
Hetta talið fyri 1984/85
er 8 milliónir.
Um henda lækking stav-
ar frå Smyrli einsamøll-
um, ella um tað er tikið
við, at lastbilarnir hjá SL
skula latast privatum, er
ovist.
Helst eru lastbilarnir tó
ikki við. Tí, tá vit fyri
stuttum spurdu stjóran á
SL, Jóhan Restorff Jacob-
sen, hvussu fór at blíva
við lastbilunum, segði
hann seg onki vita um tað.
Sambært telunum hjá
SL kostar tað stovninum,
tvs. landskassanum, einar
16 milliónir krónur inn-
tøkumegin i næsta
figgjaråri, at uttanlands-
siglingin bleiv latin einum
privatum felag.
Útreiðslumegin dettur
sjálvandi eisini okkurt
burtur av somu orsek.
Góðar 4 mill. kr. minni í
olju, 2,2 milliónir til
umboð uttanlands og SL
væntar, at tilsamans uml.
1,3 mill. kr. kunna sparast
á kontounum kostarhald,
umsiting, vaskilønir, leiga
av eykaførum, pantry og
ymiskar útreiðslur.
Samanumtikið er mun-
urin á teimum útreiðslu-
kontoum, sum eru hægri á
rakstrarroknskapinum fyri
1982/83 enn á uppskot-
inum fyri 1984/85, 7,65
mill. kr.
Roknast má við, at allar
hesar útreiðslulækkingar
eisini stava frá Smyrli, so
hesar milliónirnar skula so
dragast frá hinum 16.
Hækka munandi
Í viðmerkingunum til upp-
skotið fyri 1984/85 ger SL
Landsstýrinum vart við,
at manningarlenirnar og
oljan fara at hækka mun-
andi. á
Havnagjeldini eru longu
hækkað við 50% og SL
noyðist í framtíðini at
leiga eitt pakkhús í Havn.
hd
Síða 5
Góða vón um full-
an limaskap
— Vit kunna avgjert siga, at hini londini vóru
positiv, sigur Sigrun Nolsøe, sum sjálv onnur
umboðaði MBF á ársfundinum hjá HNR, Handi-
carporganisationarnas Nordiska Rád, í Oslo
16.-17. desember.
MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Feroyum,
hevur sekt um sjálvsteðugan limaskap í HNR
Ársfundurin tók ikki steðu til, at umsóknin hjá
MBF skal svarast við ja ella nei, men avgjørdi at
taka málið upp aftur á fundi síðst í februar ella
fyrst í mars.
Men MBF hevur eftir fundin í Oslo góðar vónir
um eitt ja. Ísland hevði ikki umboð á fundinum
men hini londini vóru yvirhevur positiv.
Sjálvandi bleiv ríkisrættarliga støda Føroya
nevnd og tað kom eisini upp á tal at geva MBF
stødu sum eygleiðari i HNR. Slíka steðu hevur
Áland t.d.
Men MBF fer at halda fast um at fáa fullan
limaskap.
Sjey felog eru í MBF. Jógvan Joensen, Egga
var eisini á fundinum í Oslo. Hann er formaður í
ÍSB. Sigrun :søeer formaður í felagnum Bjørg.
200.000 kr. til
L.F.Ú. og U.L.F.
Bæði L.F.Ú. og U.L.F. komu við á fíggjarlógar-
uppskot Landsstýrisins.
Tó ikki hvert við sínari játtan, sum felegini
helst vildu.
Landsstýrið hevur sett bæði undir sama konto-
nummar og skjýtur upp, at játtaðar verða
200.000 kr. 1 fíggjarárinum 1984/85.
L.F.Ú. Landsfelag føroyinga í útbúgving,
L.F.U. Landsfelag føroyinga í útbúgving, hevur
sekt um 104.000 kr. til raksturin av ungdóms-
ráðsstovu, ætlanin er at seta á stovn.
L.F.Ú., sum fyrst og fremst hevur arbeitt við
ungdómsráðsstovuni, hevur roknað seg fram til,
at tað fer at kosta 90.000 kr. at seta hana á stovn.
Til hetta væntar L.F.Ú. at fáa pengar úr m.e.
Jólamerkjagrunninum.
Men hesin grunnur hevur tó sett sum treyt, at
raksturin fyrst er tryggjaður.
U.L.F., Ungdómslandsfelag Feroya, sekti um
95.500 kr. til at gjalda væntandi rakstrarhall í
1984/85.