týsdagur 3. januar 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
1 — 3. januar 1984
tíðindablaðið SpSÍalurin
Úr Dalsgarðs søgu
Eingin veit nakað at siga frá, um
nakran garð í Dalsgarði fyri 1584, tá
fyrstu jarðabekurnar byrja.
Gutormsjógvan, sonur Gutorms
. á Skarvanesi, er fyrsti
bóndi, ið er nevndur á Dalsgarði.
Hann sat á garðinum frá 1584 til
1615. — Tað verður sagt um hann,
at hann samlaði sær 10 merkur av
brótagóðsi í Hvalbæ, sum hann
síðan fekk býtt um við 10 merkur í
Skálavík. Hetta góðs í Hvalbæ
skuldi hann samla á tann hátt, at
hann lá úti undir andnesum, fyri at
lúra Hvalbingarnar av, tá teir handl-
aðu við loynikeypsskip, og so gav
hann teir upp fyri teim stóru norðuri
í Havn, og lenin Gutormsjógvan
fekk, var at hann fekk jerðina, ið
Hvalbingarnir spældu av við. Tað
verður sagt at hann mátti rýma úr
Hvalbæ, eftir at hann var búsettur
har, undan sjórænarum, men
neyvan hava Hvalbingar verið góðir
við hann, fyri hetta bragdið.
Hvussu var og ikki, segnin sigur,
at Kann fekk býtt sær hesar 10
merkurnar um við 10 merkur í
Skálavík. Menn hava undrast á hvat
hetta hevur verið fyri jørd, ið hann
fekk í býti í Skálavík, men mær er
sagt, eftir gamla Dániali á Oyri, at
hetta var kirkjugóðs.
Hann flutti so úr Hvalbæ, og
bygdi í Heimaradali í Skálavík, og
var garðurin nevndur Dalsgarður.
Hann sum fleiri hevur dámt væl
at leggja undir seg, tí tá Trella
Símun í Kirkjube var farin í huldu-
manna hendur, og einkjan beyð
garðin upp á tingi, beyð Guttorms-
jógvan sær fram at taka garðin, og
hann festi Kirkjubegarð i 1619, men
tað var stokkut við tí, — longu 1624
varð hann av við Kirkjube, tí hann
hevði latið nakrar havnamenn skor-
ið torv í Havnadali, uttan at spurt
fútan um loyvi. Tá hava rættirnir
gingið harðir móti honum.
Meðan hann sat á Dalsgarði, sat
Guttormur Ásbjernson við merkini
í Gomlustovu, og við Begarði í
Húsavík. | Gutormsjógvan festi
Gomlustovu í 1588, tå mundi gamli
Gutormur Åsbjørnson vera deyður.
Sonur Gutormsjógvan, Ungi
Jógvan, festi Dalsgarð 1615, og sat
sum bóndi til 1649. — Hann var
faðir til teir tiltiknu UnganJógvans-
synir, Símun og Hanus, ið drópu
Heykin Fagrahár suðuri á Mel og
síðani gróvu hann í Heljaraeyga.
Hann átti fleiri synir, ein æt Jógv-
an, hann giftist undir Hagabrekku,
ein æt Niklas, hann var eina tíð
uppsitari á Hamri, men fór so til
Kirkjubøar.
Tann triðelsti sonurin, Antinis,
festi Dalsgarð eftir faðirin í 1649 og
sat sum bóndi til 16. september
1663. — Hann var hampamaðu
sera rasku! ri1arre
potað han!
Klettagarð, sigur søgnin, og hett
åtrilig +
| trullg tl
ie
i:
K
+
|
1-1:
1
nevdi
Dalsgarðs Húsini. Sethúsini eru bygd í 1827, og hoyleðan aftanfyri um somu tíð. Sethúsini eru ikki til nú, nýggj hús eru bygd
aftur á somu grund
Segnin sigur, og tað sigur ein
slegtarbók, ið er í húsinum í Stovuni
eisini, at Ungi Jógvan í Dalsgarði
tók hálvan Stovugarð — Stórumerk
undir seg frá Stovugarði. — Men
eftir sum Anton Degn sigur í bókini
Færøske Kongsbønder, hevur Stóra-
merk verið eitt sjálvsteðugt festi,
teir, ið hava haft hetta festi, eru:
Joen Bergesen 1584 til 1590 og
Berund Jonssen 1600 til 1603 og
Simon Thommesen frá 1613 til
1624. Hesin Símun Thommesen var
Símun í Enninum, hann búði í
Ennishúsi undir Mylhamri í Skála-
vík. Hann var ein av teim stórmonn-
unum, ið legdu fleiri garðar undir
seg. Hann sat við festinum í Skála í
Skálavík frá 1613 til 1621 og hann
sat við Kirkjubegarði frá 1624 til
1640.
Um hesa somu tíð sigur Anton
Degn hesar hava haft Stovugarð í
Skálavík í festi: Jón Heinason, log-
maður frá 1584 til 1590, Dánial
Niilsson á Hamri frá 1600 til 1603
og Simon Thommesen frá 1613 til
1621. Hesin er Símun í Enninum.
Ungi Jógvan í Dalsgarði stendur at
hava fest Stórumerk 1624 og haft
hana til 1642 tá sonur hansara
Antinis stendur at hava hana frá
1649 til 1663.
Segnin sigur, at Ungi Jógvan í
Dalsgarði vildi fegin fáa Stórumerk,
um Dímun, hesin Jógvan, ið Slegta-
bókin í Stovuni sigur, misti hálvan
garðin, hevur verið uppsitari hjá
Símuni í Enninum.
Eftir hvat Anton Degn sigur,
hevur garðurin í Stovuni verið 1
merk og 4 gyllin í 1584, og tað er
hann ídag.
Tann rætta segan, man vera tann,
at tá Símun í Enninum festi Kirkju-
begarð flutti hann úr Skálavík, og
fór til Kirkjubear, og so hevur Ungi
Jógvan gingið inn við hann um at
lata Stórumerk frá sær.
Fyrsti maður, ið bæði finst í
ættarbókini í Stovuni og hjá Anton
Degn, er Siffuert Joensen, hann
finst í jarðabókunum frá 1621 til
Undirritaði teknar
haldara av Sosialinum
Navn:
Bústaður:
seg sum
i På
1650, og eftir tad eru somu menn hjå
bådum pørtum, heilt til okkara
dagar.
Tað, ið teir gomlu nevndu Stóru-
merk, gekk undan Lógvheyggj og
yvir á Fitjarnar, tað vit nú rópa
Húsabeurin og væl tað, er ein merk
og ein åttatiål, er 20 gyllin.
Tá Jákup Jóanson, ið var sonur
Jógvan Poulsen, legmann á Oyri í
Eysturoy, festi Dalsgarð í 1663,
varð garðurin vaxin úr 10 merkrum
til elluvu merkur og ein åttatiål,
sum hann er ídag.
Viggo Dalsgaard
rindar
Í
| (SOSIALURIN
| postgjaldið)
|
| Postbox 76
3800 Torshav: