týsdagur 3. januar 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Foro
Eitt úrval
Eitt úrval av bók-
um við føroyskum
uppruna, sum eru
komnar ut i år:
Snøkil og
Snåka
i haganum
Gaard, Gudrun: Snøkil og
Snåka i haganum. Tórsh.
Bókadeild Føroya lærara-
felags, 1983. 23 síður,
myndir. Framhald av:
Snekil og Snáka. Barna-
bók. óinnb. kr. 36,-
Hetta er onnur bók við
vættraparinum Snekil og
Snáku. Hesaferð eru tey
túr í haganum har tvey
bern hava reist eitt tjald.
Bókin nemur við álvars-
mál sum at vera góð við
fuglin — tó uttan at hava
fremstafingurin á lofti.
Markleys
breiðist nú
fyri tær fold
Heinesen, Jens Pauli:
Markleys breiðist nú fyri
tær fold. Tórsh. Gestur,
1983. Framhald av: Leik-
ur tín er sum hin ljósi dag-
ur. Skaldsega. Oinnb. kr.
100,-.
Hetta er fjórða bókin í
raðnum við undirheitinum
„Á ferð inn í eina óenda-
liga søgu«. Í hesi bókini
fylgja vit hesum vid-
kvæma dreinginum, Hug-
ini úr Fagradali, úr 12 ára
aldri, til hann 14 ára gam-
al fer til Havnar á skriv-
stovu.
Mamman
eigur meg
Hentze, Ebba: Mamman
eigur meg. Perma og
myndir: William Heine-
sen. Tórsh. Orð og Leg,
1983. 57 síður, myndir.
Barnabók.
Inspiratión til bókina
hevur rithevundurin fing-
ið år segnini um Snæbjørn
— hvalbingurin sum fekk
barn við fjóskonuni Katr-
in og sum noyddist at
flýggja í Snæbjarnarrøk-
ur.
Føroyski
Mentunar-
pallurin
Isaksen, Jógvan: Fer-
oyski mentunarpallurin.
Keypm.: Mentunargrunn-
ur Studentafelagsins,
1982. 366 síður. Óinnb.:
kr. 98,-.
Feroyski Mentunarpall-
urin fevnir um greinir um
føroyskan skaldskap, før-
oyskar rithøvundar og
ummæli av føroyskum
bókum, stuttsøgum og
yrkingarsøvnum.
Reyda
Jacobsen, Steinbjørn B.:
Reyda. Tekningar: Zacha-
rias Heinesen. Torsh. Før-
oya Lærarafelag, 1983. 64
síður, myndir. Barnabók.
Øinnb.: kr. 52,-.
»Reyda« er framhald av
bókunum Hin Reyða
Ryssan og Maria og Ross-
ið. Í teimum báðum fyrru
bókunum vóru nógvir 6-
loystir spurningar, men
teimum fæst greiði á í hesi
síðstu bókini í reðini.
Ymiskt um
seyð og av
seyði
Joensen, Robert: Ymiskt
um seyð og av seyði.
Klaksvík, Egið forlag,
1983. 293 síður, myndir.
Hetta er fimta bók um
seyð, sum Robert Joensen
hevur skrivað. Meginpart-
urin er skrivaður eftir
mannamunni fyri mong-
um árum síðani og sigur
hevundurin, at hann
seinni hevur skotið okkurt
inn ímillum sum líkaleiðis
varð skrivað upp eftir
kvinnum og monnum við
henda føroyska vinnutått-
in. Orðalistar til bøkurnar
Royvid, Greivabitin, Byta
seyð og fletta og Vambar-
konuna eru at finna í hesi
bókini.
Hundalív
í Grindavági
Johansen, Oddver:
Hundalív í Grindavági.
Myndir: Hjerdis Johan-
sen. Tórsh. Egið forlag,
1983. 55 síður, myndir.
Barnabók. Oinnb. kr.
»Hundaliv i Grinda-
vågi« er ein bók fyri børn
umleid seks åra gomul og
uppeftir. Søgan er um
bædi børn og vaksin i ein-
ari stórari feroyskari
bygd, men hon er eisini
um teir ymsu hundarnar í
bygdini.
Strandvarp
Klein, Hedin: Strandvarp.
Tórsh. Egið forlag, 1983.
Yrkingar. 27 síður. Oinnb.
kr. 40,-.
tíðindablaðið
Yrkingarnar eru 24 í
tali, og allar eru tær skriv-
aðar í tíðarskeiðinum 1970
—83. Bárður Jákupsson
hevur gjørt permumynd-
ina.
Hendingar á
á leiðini
Niclasen, Bjarni: Hend-
ingar á leiðini. Sanna Dahl
og Reidar Djupedal løgdu
til rættis. Tórsh. Bóka-
garður, 1983. 322 síður,
myndir. Innb. kr. 180,-.
Eftir Bjarna Niclasen,
sum doyði í 1980, lá nógv
tilfar óprentað, bæði um-
setingar og endurminning-
ar. Endurminningarnar og
frásagnirnar eru vorðnar
til á tann hátt, at Bjarni
hevur lisið alt á band nógv
ár aftaná, at hendingarnar
fóru fram, og síðan skriv-
að alt av eftir bondunum.
Av innihaldinum kann
nevnast: Endurminning-
ar, greinir og ummæli,
starvsfelagar og vinmenn,
reður og forljóð.
Feroya sigl-
ingarsega
Nolsee, Páll J.: Feroya
siglingarsega 1856 — 1940.
Tórsh. Egið forlag, 1983.
Óinnb. kr. 120,-, innb. kr.
150,-.
Hetta er tað 10. bindið,
sum er komið út um sigl-
ingarseguna frá 1856—
1940. Hetta bindið er bein-
leiðis framhald av 9.
bindi, og viðgerð 2. part
av Vestmanna siglingar-
segu. Tilfarið til hetta
hefti er, sum til hini, savn-
að saman úr teimum ymsu
embætisarkivunum á
Landsskjalasavninum og
úr bleðum, men harum-
framt hava mangir heim-
ildarmenn gingið til hand-
ar við upplýsingum og út-
vegan av myndum.
.
Lønin
Oskarsson, Hermann:
Lenin. Tórsh. Oyggja-
frami, 1983. 48 síður.
Óinnb. kr. 50,-.
»Lønin« byggir å
grundigar kanningar av
lønargongdini seinastu 12
årini, pristalinum, ti økta
skattatrystinum og lønar-
stríð. Ein vanlig arbeið-
araløn verður uppsett og
kannað.
Sjón og
og seiggj
Patursson, Erlendur: Sjón
og seiggj. Lagt til rættis
hava Steinbjørn B. Jacob-
sen og Heðin M. Klein.
Tórsh. Tjóðveldisflokkur-
in, 1983. 206 síður, mynd-
ir. Óinnb. kr. 100,-.
Hetta er savn av grein-
um, sum Erlendur Paturs-
son hevur skrivað um
loysingarorrustuna og
stríð fiski- og verkamanna
fyri liviligum korum. Um
samfelagsmál annars eru
greinir um fiskivinnu, bú-
skaparmál, handilsmál,
skúlamál, bókmentir og
mangt annað.
Horvnar
havnar-
myndir
Viðstein, M. S.: Horvnar
havnarmyndir. Lagt til
rættis og skrivað inngang
hevur Martin Næs. Tekn-
ingar: William Heinesen
og Ingålvur av Reyni.
Tórsh. Mentunargrunnur
Foroya Legtings, 1983.
151 síður, myndir. Innb.
kr. 150,-.
Martin Næs hevur
savnad greinir eftir Mo-
rentius Vidstein, sum
hava verið prentaðar i
Jélastjørnuni og Felv.
Greinirnar hava ikki bein-
leiðis samband við hverja
aðra. Í jolablødunum kall-
aði M. S. Viðstein sjálvur
greinarnar fyri hugleiðing-
ar og/ella endurminning-
ar. Felags fyri greinirnar
er, at tær viðgera Havn-
ina og havnarfólk.
Dreyma-
biðilin
Nielsen, Bjergfinnur:
Dreymabiðilin. Tórsh.
Dvergasmíð, 1983. 44 síð-
ur. Óinnb. kr. 30,-. Yrk-
ingar.
Í savninum eru tilsam-
ans 35 yrkingar, men yrk-
ingarsavnið er býtt í tvey.
Fyrstu 14 yrkingarnar eru
í tí partinum hann nevnir
Rímsmiðjan. Hinar 21
yrkingarnar eru í tí parti-
num, ið kallast Orðsmiðj-
an.
Barnabros
Kristiansen, Alexandur:
Barnabros. Fuglafirði.
1 — 3. januar 1984
yskar upprunabøkur i 1983
Egid forlag, 1983. 32 sid-
ur, myndir. Oinnb. kr.
40,-.
»Barnabros« inniheldur
nakrar og tjågu barna-
sangir, bædi yrktar og
umsettar av rithøvunda-
num sjålvum, har hann
sjálvur i nógvum førum
hevur sett lag til, so tad
letur seg gera at nyta in-
strument til, tá sungið
verdur. Myndirnar hevur
rithøvundurin sjålvur
teknað.
Bókmenta-
sega III
Dahl, Árni: Bókmenta-
sega III. Tórsh. Fannir,
1983. 157 síður, myndir.
Innb. 125,-.
3. bindi i bókmentaseg-
uni fevnir um tíðarskeiðið
1940—79. Bókin er býtt
sundur í seks høvudspart-
ar, fýra fagurbókmenta-
partar, ið viðgera ávika-
vist fjerutiárini, fimtiár-
ini, sekstiárini og sjeytiár-
ini, ein yrkisbókapart og
ein part, ið viðger barna-
og skúlabekur.
Ein lýsing sæst best í