hósdagur 12. januar 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Snípan
ófer
Snípan er nú fyri
fyrstu ferð rættiliga
sloppin at royna seg í
sambandi við eina
bjarging.
Og hon hevur
riggað ófera væl.
— Snípan er hent
og hevur gjert eitt
óalmindiliga gott
arbeiði, segði Johan
Ziskason, leiðari á
Vaktar- og bjarg-
ingartænastuni, í
gjár
So hvert sum sjógvur kom
í skipið, fekk tað slagsíðu.
Hon var vorðin 30 stig
seinnapartin týsdagin
Flesjarnar síggjast á rad-
ara í flestu líkindum. Men
fyri nekrum árum síðani
varð eitt radarrefleks sett
upp har.
Tað sæst her hegrumegin
á myndini
Nr. 6 — 12. januar 1984
tíðindablaðið
Leiga annað
skip
Skipafelagið Feroyar
noyðist nú at leiga annað
skip fyri Ólav Gregersen.
Tað verður helst norska
skipið Utstrem, sum
er kent í Feroyum, sigur
Egil Simonsen á Skipafel-
agnum.
Ólavur Gregersen
skuldi, tå hann hevði
lossað í Runavík, taka flak
til Onglands og Fraklands
frá fleiri flakavirkjum.
Ólavur Gregersen var á
veg úr Klaksvík til Runa-
víkar við góðum 200 tons-
um av góðsi. Tað mesta
var hveitimjel til Eystur-
oyar heilselu. Nakað av
eplum og ymiskum
stykkjagóðsi vóru eisini í
lastini.
Í gjár fekst ikki annað
at vita um orsekina til, at
Ólavur Gregersen týsnátt-
ina við ikki ongari ferð
sigldi á Flesjarnar stutt
við radarrefleksið, sum
varð sett upp har fyri
nekrum árum síðani.
Egil Simonsen sigur, at
Ólavur Gregersen, sum er
nýtt skip, Skála skipa-
smiðja handaði hann eig-
aranum, P/r Drekanum í
gotu, 12. oktober í 1982, er
tryggjaður fyri nakrar og
fjøruti milliónir krónur.
hd
Tá Goðanes sigldi
á Flesjarnar
Ólavur Gregersen er ikki fyrsta skipið, sum siglir
á Flesjarnar.
Mest umredda óhapp har er uttan iva, tá is-
lendski trolarin Goðanes sigldi á 2. januar í 1957.
Um ta hendingina, sum kravdi eitt mannaliv,
skrivaði Sosialurin tá:
„Um Q-tíðina miku-
kveldið sigldi íslendski
trolarin »Godanes« seg
við fullari ferð upp 2
Flesjarnar á Tanga-
firði. Hann kom frá
marknaða í Bretlandi.
Við trolaranum vóru 24
mans — harav 7 feroy-
ingar, og báturin
skuldi inn á Skálafjerð
at skifta nakað av teirri
føroyski manningini.
Trolarin hevur havt
ov vestliga kós, og
hann kom at standa
eystalaga á Flesjunum.
Skiparin var sjálvur á
brúnni, tá skipið stóð.
Teir royndu alt fyri
eitt at bakka; men tað
bætti ikki. So vóru
neyðrakettir sendar
upp og bátarnir gjørdir
til reiðar at seta út,
meðan telegrafisturin
sendi neyðarróp út
gjøgnum radiotólið.
Skipið hegdi so nógv.
atbáðir bátarnir mis-
fórust, tá roynt varð at
seta teir út.
Øll manningin var á
brúnni og á bátadekk-
inum, har teir hugsaðu
um at seta bjargingar-
flakan út; men so hart
gingu ólegini á skipið,
at menninir máttu
rýma av bátadekkinum
upp á brúnna.
Tað var skjótt at
skip komu á staðið og
royndu at fáa samband
við trolarin. Tað eyd-
naðist einar tværreisur
at skjóta línu umborð;
men tær línurnar, sum
komu skipið,
komu soleiðis fyri, at
yvir
Siduportrid for upp
Síðuportrið á Olavi Greger-
sen stod opid tysdagin, men
tad eydnadist bjargingar-
monnunum at fåa tad aftur,
upplysir Vaktar- og bjarg-
ingartænastan
Tá blaðið fór til prentingar
seinnapartin í gjár stóð
Ólavur Gregersen fram-
vegis á Stórufles, 36 tímar
eftir, at hann sigldi á.
Roynt varð at fáa so
nógvan sjógv úr lastini, at
skipið lætnaði. Fór tað at
eydnast, var ætlanin at
royna at fáa tað av, segði
leidarin á Vaktar- og
bjargingartænastuni, Joh-
an Ziskason, fyrrapartin í
gjár.
Hann segði, at tá voru
nakrir froskmenn av Ólavi
Halga og Tjaldrinum á
veg niður at kanna um-
stødurnar. Eisini var
ætlanin at skera hol á
síðuportrið fyri at fáa eina
pumpuslangu inn í last-
ina.
Hetta var neyðugt, tí
sera ringt var at fóta sær
um borð.
Skipið hevði slagsíðu,
eini 30 stig, og hált var av
oljuni, sum lak út.
Egil Simonsen á Skipa-
felagnum metti, at Olavur
Gregersen, sum bunkraði i
Hålandi, hadani hann kom
hendan turin, hevdi 100-
120 tons av olju, tå
óhappið hendi.
hd
manningin ikki kundi
fáa fatur á teimum,
men tað eydnaðist so
„Róki< at skjóta eina
línu inn á brúana á
»Godanesi«, og so var
farið undir at sjóra
manningina av skip-
inum í bjargingarstóli,
og um 5-tíðina var so
fyrsti maðurin bjarg-
aður yvir á »Rok«, ið lá
uppvarpaður o.u. 200
metrar frá trolaranum.
Um hålvgum átta
tíðina brotnaði >Goða-
nes< tvertur av. Tá
vóru enn 6 menn eftir á
brúnni. Skiparin hevði
bundið 2 menn í stólin,
tá skipið brotnaði og 2
ætlaðu so at heingja
seg uppí, men eitt ólegi
tók teir allar yvir borð.
Teir báðir í stólinum
vórðu sjóraðir yvir at
„Róki<, har opin bátur
tók teir og flutti teir
umborð á »Vestur-
havið Blíða“, aðrir
bátar tóku upp 3 menn,
sum flutu á bjargingar-
beltum; men skiparin
sást ikki aftur. Hann
hevði ikki havt bjarg-
ingarbelti, men einans
hildið á eini boyu, tá
ólegið tók hann upp-
Skiparin, Pjetur Haf-
stein Sigurðsson, var
26 ára gamal. »Goda-
nes< var úr Neskaup-
stað.
Manningin av
»Godanesi« fór til Is-
lands við >„Austfirð-
ingi< hóskveldið.
Eingin sjórættur
varð settur Í
Føroyum«.
Olavur Gregersen stóð
rimmarfastur á Stóru-
fles. Vinstrumegin sæst
Eystnes. Skipið kom úr
Klaksvík.