Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Bladfélk : Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jéhann Mortensen og Jan Miiller Lysingar: Årni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 »Hatta var bara JOgvan« NU ER fólkatingsvalið av, og vit kenna urslitid. Vit kunnu siga, at årslitid fyri so vitt ikki var heilt óvæntað. Tað er jú ein søgulig sannroynd, at tann intoleransa og vanvirðing av annarleiðis hugs- andi, sum fólkaflokkurin hevur staðið fyri seinnu árini, altíð geva stóra undirtøku. Vit hava áður nevnt amerikanska senatorin Joseph Mc Carthy, hvers afturval til senatið var ivasamt. So fann hann uppá at jagstra kommu- nistar, og øll sum høvdu eina aðra hugsan vóru kommunistar. Mc Carthyisman verður í dag roknað sum ein skammblettur í amerikansku seguni, og verður roknað sum eitt avgjørt ódemo- kratiskt fyribrigdi. TAD ER einki at ivast i, at tad er Dagblaðið ið hevur vunnið valið. Ikki bert var blaðstjórin valdur, men nevndarlimirnir Olaf Olsen og Jógvan við Keldu fingu eisini eitt val. Vit vita oll, hvat Dagblaðið stendur fyri. Fremsta uppgávan hjá hesum blað hevur jú verið at jarðleggja allar áskoðanir, sum ikki hóska við tær hjá blaðn- um og flokkinum, og manna- gongdin hevur ikki verið demokra- tisk. Vit kunnu bert minna um ta viðferð, sum tey hava fingið, sum ikki passa í krammið hjá blað- stjóranum. Á henda hátt hevur verið gjørligt at steðga ella av- marka tað fría orðaskifti, sum hevur verið í landinum. VIT KUNNU eisini minna um tær støðugu áheitanir um lýsingar- boykott móti teimum bløðum, sum hava aðra hugsan. Endamálið er at taka fíggjarliga grundarlagið undan hesum bløðum, og vildi hetta givið Dagblaðnum eina Pravda líknandi støðu sum tíð- indaberi. Hvat hetta merkir skulu vit bert nevna eitt dømi um. Um fólkatingsvalið í 1957 hevur blaðið innan seinasta mánaðin hvat tær heilt ymiskar frásagnir. Hesar frá- sagnir skuldu bert nýtast til hvort sítt endamál. Hetta val er tískil ein stór hóttan móti tí fría orðaskift- inum. EIN TAPARI í hesum váli má eisini sigast at vera Jógvan Sundstein, og hann hevur tapt bæði so og so. Hann skuldi verið sjålvskrivadur til sessin sum formaður í flokk- inum. Hann liggur sum hann hevur reitt. Áðrenn hann gjørdist floks- formaður duldi hann ikki fyri, at hann als ikki tók undir við poli- tikkinum hjá Óla. Og hann gjørdi tað heilt óvanliga, at hann tók av- stand frá meginpartinum av tí, sum Óli stóð fyri, í einum øðrum blað. Tá hildu fólk, at flokkurin sum so vardi okkara demokra- tisku rættindi, og at tað var bara Oli«, sum koyrdi sína egnu linju. Men síðan Jógvan gjørdist for- maður hevur ikki hoyrst eitt kis um nakra ósemju. Nú var flokkurin knappliga vorðin so rúmur, at hann var „bæði liberalur og konservativur«. Men úrslitið er, at Óli hevur fullkomiliga yvirtikið flokkin, og nú síggja vit svart uppá hvítt, at tað er Óla sum fólkafloks- fólk vilja hava til leiðara. Jógvan kann í besta fall vera verandi for- maður undir Óla, og skuldi hann fingið skruplir og byrja at mukka ímóti, kann Óli við heilt stórum rætti siga, at „hatta er bara Jógv- ana. HETTA VAL má fyrst og fremst metast sum ein hóttan móti okk- ara demokratiska stýrislag. Nú hevur fólkaflokkurin fingið váttað, at tað gevur atkvødur at hava into- leransu og vanvirðing av med:- menniskjum ovast á skránni. Og vit vita, at hjá hesum flokki er eingin náði tá ræður at rekja åhugamålini hjá teimum sjálvum. Vit vita, at nykårni førarin í flokk- inum hevur roynt hvat hann kann at forpesta tilveruna hjå mongum ikki-fólkafloksfólki. Og tå hann fær eina so stóra takk frá fólk- inum halda vit okkum hava orsøk til at stúra fyri framtíðini. MEN VIT í javnaðarflokkinum falla ikki í fátt. Vit ætla at stríðast móti hesi óhugnaligu gongd. Og vit fara at berjast fyri at verja tey demo- kratisku rættindum frítt at hava sína egnu áskoðan, sum fólka- flokkurin er væl í ferð við at taka frá okkum, og har vandin er enn stórri í tíðini sum kemur. Nr. 6 — 12. januar 1984 'Fakfeløgini er einasta vernd hjá verkamanna- stættinum Tá eg læs Dagblaðið nr. 97, hvakk eg við, tá eg læs, at ein av verkamanna- stættini, ja, næstformaður í Fjallbrúður í Vági, Gudrun Kristiansen, gongur beint ímóti okkara stætti og okkara áhuga- málum, og tí rættvísis- kravi, ið vit, verkamanna- stættur, hevur sett fram. Vit hava ikki nokta hesum hegu harrum at brúkt merkir í kassunum. Men vit hava noktað, at merkini verða upptald og at henda skrásetingin verður brúkt at pressa kvinnur og menn upp í eina óhugnaliga kapping fyri tímalen, sum okkara stættur ikki tolir fyri timaløn. Og vit eru ímóti, at hesir hegu harrar seta edv-tól inn á okkara virkir fyri at kunna pressa hesi menniskju meiri, fyri at fáa meiri burtur úr hesum produkti, sum hesi menn- iskjur skapa. Ja, Egil Toftegaard sigur sjálvur, at nú kann hann ikki pressa fólkið sum hann vil. Nú hóttir hann við at steingja. Har er tað ikki góðskan, men mongdin ið hann gremur seg um. Lágt ríður tú, Toftegaard, tí tað skal eg siga um kvinnurnar i Fuglafirði, at tað er ikki tí, at kvinnurnar arbeiða for lítið. Heldur leita eftir feil- inum aðrastaðni, ja, Egil, Heri og Jákup, lágt ríða tit móti arbeiðarastætt- inum. Okkara fakfeleg er einasta vernd, ið vit arbeiðsmenn og -kvinnur eiga, sum vilja verja okkum í tí kapitalistiska ágangi, sum altíð hevur viljað hildið verkamanna- stættinum niðri. Og tit arbeiðskvinnur í Feroyum — tit kunnu vera stoltar av at eiga eina kvinnu sum Ingeborg Vinther sum formann í FA, sum altíð hevur viljað tað besta fyri okkara stætt, og staðið sum ein livandi viti fyri tann føroyska verkamanna- stættin. Tad er ikki sin vilja, hon hevur fram- hildið. Men hon hevur staðið við tær avgerðir, ið FA hevur álagt henni at útfera. — Ein dag fer hon at standa sum ein varði, sum tað føroyska verka- mannaliðið fer at minnast við tokk. Hver skuldi trúð, at næstformaðurin í Fjall- brúður skuldi ganga ímóti formanni sínum. Tað verður minst við sorg innanfyri verkamanna- stættin. Og Gudrun Kristiansen, tú ert við at bróta okkara fakfelog niður, ella hvat vilt tú — vilt tú saman við hesum hogu stjórum bróta okkara fakfeløg niður? Tað má ikki skje! Tað skal sláast fast, at merkini hava einki við góðsku at gera, men ein skráseting av okkara kvinnum, men ikki stjóra- kvinnum. Tit verkamenn og -kvin- nur, lat okkum nú standa saman. Øksl móti øksl - um okkara rættvisiskrav: Vårt merki hått vit hevja, nå framå leidin ber, vårt rættvisiskrav at verja, vit sigra skulu her. Eg fari til síðst at spyrja hesar hegu stjórar, verða hesi merkini brúkt aðra- staðni í Norðurlondum, ella er tað bara í Føroy- um? Toftegaard, eg skal bara siga tær eitt, tað er ikki rætt at undirmeta tað arbeiðið tær kvinnurnar gera, sum arbeiða á Handils- og Frystivirk- inum. Eg kenni mangar kvinnur, sum arbeiða har, og tað virki, sum ikki kann ganga við tí arbeiðs- gongd, har er, ja, tað má heldur steingja og fáa nýggja leiðslu. Tí kvinn- urnar kanst tú ikki pressa meira. Tað má vera ein greinsa fyri, hvat tú kanst gera við hesa arbeiðskraft og hvussu nógv tú kanst fáa hana at produsera. Tað er m.a. í einum máli sum slíkum misbrúki, at Føroya Arbeidarafelag kann verja okkum ímóti, Gudrun Kristiansen, og sum tú sum næstformaður í einum felag skuldi verið við til at stuðla okkum í, og ikki fallið okkum í ryggin. Vit — verkamannafjeld- in — vit mugu hava eitt mið og mál. Og tað er, at vit standa saman sum ein eind um eitt felagskrav. Tá og einans tá birtist ljós á hesum landi hjá tí ar- beiðandi fólki her á landi. S.P. Morgunsangur í hundrað ar Undir hátíðarhaldinum og ella hyklinum við hundrað ár Tveroyrar Skúla, kom onkur at teim tilkomnu at siga, at tey ungu læra ikki at syngja morgunsang í skúlanum. Hver skal siga: Tey høvdu lært morgun- sang! Og tað hevdu tey ongan skaða tikið av. Nei, men sangirnir! Eg minnist kringum- stødurnar enn, tá eg hoyri hesar fongdu sangir: »Å morgni árla, vit...« og aðrar av somu skuffu. Lærararnir har stóðu, eksl við eksl uppi við talvuna, sum undir beinleiðis frí- sparki! Og hann (m/k) sum stóð á varðhaldi niðri við úthurðina. Rætt skal vera rætt. Ymiskir vóru hesir varð- haldsmenn. Summir vóru lagaligir, dugdu at skyna á, at hetta var ikki heims- ins undirgangur, takast skuldi i upplopinum, keddu seg og smásyvjaðu, eitt lítið orð kundi falla ella so. Aðrir vóru reinir hundar. Tað galt um at fanga flest, og tað við týskari akkuratessu. Onkur kundi vera so níðsk- snildur, at stilla úthurðina á glopp og goyma seg frá vindeyganum, tá kagað vatå úti við portrid, sum eiturkoppur fangar flugur í sín nót at liva av. So títt ein lærari eisini var ov seinur vóru vit um hann, sum likkur og nátar um kryvjandi útróðrarbát, inn gjøgnum skúlagarðin, og so at bjarga sær ósæddur upp í streymin til stov- urnar. Serliga vetrarmorn- arnar kundi vera ilt at fata, hví vit skuldu hava morgunsang. Myrkt og illsligt úti, nývaknað og tuskað av stormi og váta- slettingi, síðan stúgvað 1 kleimum klassarúmi og noydd at syngja: >Anda vil eg frítt... — ímillum svímaðu ungar gentur. Og tá várið og sólin endiliga vístu seg á veg til skúla, og hugurin at syngja vaknaði av sær sjálvum, varð ein kanska áhaldsin og kom at sita í nótini hjá einum eiturkoppi av lær- ara, bókaður fyri ikki at hava sungið morgunsang! Vónandi læra tey ungu sangin at kenna eðrvísi komandi hundrað ár! Orðfeðus