Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyribilsblaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lysingar: Årni Joensen oddagrein TÍÐINDI i føroyskum blødum og útvarpi seinastu tíðina hava verið merkt av dapurskygni. Av hvussu vánalig stødan er hjá okkara høvudsvinnu — fiskivinnuni. At vanligu fiskastovnarnir eru ov nógv troyttir, at tað eru ov nógv fiskiskip og ov nógv flakavirki, at lidna fiskavøran er í ov ringum standi osfr. TAÐ ER gott, at vit fáa eitt orða- skifti í lag um hesi viðurskifti. Tað átti helst at verið komið fyri lang- ari tíð síðani, tá vit so spakuliga kundu hóma, hvønn veg tað gekk. Í ØLLUM hesum dapru tíð- indunum hómast tó ein glotti — um vit bert vilja síggja hann. Tað eru teir ómetaligu stóru møgu- leikarnir, sum liggja í fiskaalingini og havbúnaðinum. FISKAALINGIN er enn nýggj vinnugrein. Tað hevur víst seg at bera til at ala síl og laks við góðum úrsliti HAVBÚNAÐURIN er ein vinnu- grein, sum vit lítið og einki hava gjørt við. Her verður hugsað um útseting av sjóbúnum laksi. HAVØKID kring Føroyar er sera rikt. Hetta er eitt sætt spiskamar fyri tann dyra fiskin — laks. Gott må tad vera at eta seg ståran og mettan av teimum stóru nøgd- unum av æti, sum eru å føroysk- um eki, ti heilt eystan úr Eystur- sjónum og Barentshavinum leitar laksur til Føroya at finna sær fødi. VIT føroyingar hava møguleikar sjálvir at byggja upp ein stóran laksastovn, um vit eru hugaðir fyri tí. Spurningurin er rættiliga ein- faldur. Vit kunnu seta út sjóbúnan laks. Her liggja 6tømandi møgu- Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Havbúnaðurin og framtíð Føroya leikar. Spiskamarid hjå laksinum er beint uttanfyri dyrnar. Og vit kunnu so sjålvir gera av hussu vit fanga fiskin aftur. Nakad kemur aftur til tær åir, har hann er sleptur åt, medan vit kunnu fiska restina úti á víðum havi. Í DAG fiska vit umleið 600 tons av laksi árliga. Henda veiðan kann lættliga økjast, serstakliga um vit sjálvir seta út laksasmolt. Var rætt atborið, so settu vit nú beinan- vegin í gongd eina langtíðar ætlan, har vit eftir fáum árum økja laksa- stovnin við fleiri túsund tonsum. HER liggja so sanniliga møguleikar. Men fyri at rokka á mål, so er neyðugt við eini stórri framleiðslu av laksasmolt í Føroy- um. Í dag er henda framleiðsla sera lítil. Í fjør framleiddu vit umleið 170.000 smolt. Í ár verður talið kanska 300.000 smolt. Men skulu vit nøkta tørvin á smolt bæði til alararnar og til at seta út, so skulu vit framleiða fleiri milli- ónir smolt um árið. HVÍ so ikki gera tað, kunnu vit spyrja! Her er bert eitt at svara, og tað er, at vit nú mugu gera eina ætlan fyri øktari framleiðslu av smolt til framtíðar útseting. Tað er sera avgerandi, at vit longu nú gera iløgur í hesa vinnugrein. SJÁLVANDI eiga vit at bóta um trupulleikarnar í veiðuni eftir og viðgerðini av okkara traditionellu botnfiskasløgum. MEN vit eiga eisini at viðganga, at meguleikar finnast, sum enn eru ótroyttir. Nøring av laksastovn- inum undir Føroyum við útsetan av smolt, er bert ein møguleikin. Men kanska just tann, sum fer at bjarga okkum burtur úr teimum búskaparligu trupulleikum, sum leingi hava herjað í Vestur- heiminum. Kanska tann vinnan eisini ein dag fer at gera okkum enn sjálvbjargnari sum tjóð! Misálitið og P. Ellefsen Hugleiðingar P. Ellefsens í Dimmu 17. januar eru heldur enn ikki torskildar. Sum tapari í valinum gongur hann undir fólks- ins dóm, eins og annar pínslaváttur. Hetta má sigast at vera nýtt sinna- lagseyðkenni fyri henda mann. Um hetta boðar frá álvarsligum ófrættum ella um hetta er ásannan av, at politiski tranadansurin í Tinganesi hevur verið so mikið strævin, at komast má burturúr hesum sum skjótast, skal ikki verða sagt her. Men ynski hans- politisk viðmerk- ing ara um val longu í septem- ber komandi er ivaleyst ábending um hetta. At tað slítur, at sita í samgongu, vita vit. At hetta, at útgeva seg sum verandi einasti ábyrgdar- flokkur samgongunnar, slítur uppaftur meira. Vit vita eisini, at áhaldandi keg! samgonguflokkana imillum um, hvør id best sætar sinum, heldur ikki er av ti góða, tá tað snýr seg um politiska heilsu. At sambandsflokkurin í seinra enda sambært Hilmar Kass nú í sámu- ligan mun eisini er farin at gjara út kann møguliga stimbra stevið, men vænt- andi er ikki, at hetta vera høkjur, ið fara at vara til valið komandi. At sambandsflokkurin í nýggjari tíð eins og struts- urin ofta og títt hevur valt at stinga hevur í kjarrið fyri at skulka sær undan landsstýrisábyrgd er al- mannakunnugt. Men óhoyrt er, at landsins stersti flokkur so langt undan vali skal kasta frá sær ábyrgd — higanífrá og til næsta samgonga er skipað. Her mátti taktikkarin P.E. heldur vent byttuni og t.d. viðgingið, at fyri- bils víkjandi sambands- hugur føroyinga hóast alt var ein sámuligur prísur fyri annars glæsuligu úrslitini rokkin á sam- bandsleið. Fóikaflokkurin sigst av Paula at vera vælvildin sjálv, tá tað snýr seg um samráðingar, men ábyrgd- arloysingur burturav, tá talan er um gjørdar semj- Nr. 9 — 19. januar 1984 ur. Hetta er einki nytt, men bati er tad neyvan fyri sambandsflokkin, at hesin av fólkaflokkinum er drigin so langt eftir hår- inum, at føtakuldi løgmans nú er vorðin so ovurmikil, at stersti og eftir egnari metan einasti ábyrgdarflokkur = lands- stýrisins nú tykist at vilja sleppa ollum upp á fjall. Soleiðis verða vit at skilja hetta, eftirsum log- maður longu nú fyrireikar seg til at kunna vera >full- komuliga uttan åbyrgd« av fiskiveiðisamráðing- unum komandi ársskiftið — hetta áðrenn skjetil er settur á til at finna ein- hverja loysn av núvald- andi ótryggu fiskivinnu- viðurskiftum. Átti at verið tann fyrsti at sannkent rættin hjá verkafólkinum Í Sosialinum, hósdagin 12.1.1984, hevur Axel Skoubo eina óalmindiliga góða grein, sum hann kall- ar »Stættarstrid í besta blóma<, og rætt hevur hann í ellum tí, ið hann skrivar. Hann dugir væl at skriva, og tað er fynd í tí, hann skrivar. Tað hevði verið gagnligt fyri les- ararnar, ja, fólkið alt, um hann oftari festi sínar tankar á blað. Eitt av ti, merki i, var endin, har hann sigur, hvussu ofta hava vit ikki hoyrt frå teimum borgarligu, at stættarstríðið var farið í seguna. Nei, um tað er, og Axel Skoubo sigur tað so- leiðis: „Men veruleikin er, at stættarstríðið stendur í besta blóma í Feroyum. Peningavaldið og tess erindadreingir fora stætt- arstríð hvenn dag. Van- ið eg beit liga í dulda, innballað í vatt, men móti flaka- kvinnum og arbeiðara- rersluni við jarnharðari hond«. So vitt, Skoubo. Hvørt orð er satt. Ti hvussu eyð- sýnd oman fyri nevnda áskoðan er, prógvaði best formaðurin í ráfiskakeyp- Heri Mor å ødrum arafelagnum, tensen, tå hann sinni var i utvarpinum og segði, at spurningurin um merkir sum nøgdarkontrol var undirorðnaður, og at øll skipanin kundi misnyt- ast og elva til órætt ímóti arbeiðsfólkinum. Men var bert tann, ið hevði ábyrgd- ina, ein góð menniskja, so var skipanin ikki misnýtt Og smbrt. Hera Mor- tensen, so er Heri Mor- tensen ein góð menniskja, og tískil var hetta einki problem á hansara virki. Nú kenni eg av góðum grundum einki til menn- iskjansligar dygdir og lastir hjá stjóranum á Tveroyrar Flakavirki, men sum tann skilamaður hann smbrt. Dagblaðið er, áttu hansara egnu orð at sannfert hann um tað rímuliga i tiltøkum Føroya Arbeiðarafelags og átti hann at verið fyrsti maður at sannkent rættin hjá verkafólkinum Heldur enn at leika sein asti mohikanin hjá stjór- anum á Polarfrost og for longdur armur hjá Feroya Arbeiðsgevarafelag. Harmuligt, at javnaðar- maður kann sekka so djúpt politiskt — men eigur tað at verða fyrigiv- ið, um Heri Mortensen í dag gongur korkareyður av skomm á Tveroyri um oll herðakklappini frá Dagblaðnum og tess bak- troppum. M.H. Måltyningarvirksemi utvarpsins Undirritaði hevur ofta ætlað sær, at tikið fram pennin til tess at mótmæla tí máltýningar- virksemi, ið fer fram í út- varpinum. Ávísur skopun- ingur saman við fleiri eðrum hevur javnan havt skilagóð lesarabrøv hesum viðvíkjandi í blødunum, men tað tykist eins og einki munar. Málið í útvarpinum bara versnar í hverjum. Dimmalætting hevur sett bann fyri ellum lesarabrevum, ið átala mál útvarpsins. Hetta er ikki bert harmiligt, men bein- leiðis ein grovur frekleiki. Dimman hevur nevniliga við hesum skert tali- og skrivifrælsið hjá tí einstaka. Og tað er ein stórur spurningur, hvert Dimman kann loyva sær at nokta lesarunum at koma fram við sjónar- miðum sínum, bert tí at onkur útvarpsmaður verður firtin. Sjónarmið eiga altíð at sleppa fram at, tá ið skil er í teimum, og tað kann ikki vera rætt, at útvarpið skal sleppa at spilla foroyska málið og so bara múlabinda ell, sum við fullum rætti tala at. Tað hevur verið nógv skrivað um øl hesi fremmandu orðini, sum útvarpið í seinastuni er farið at nýta. Hesi útlend- sku, bronglaðu orðini gerast alsamt fleiri í tali, og hetta kann ikki annað enn harma fólk, ið eru góð við foroyska málið. Væl veit eg, at vit í åvisum førum eru illa fyri á tí málsliga ekinum og tess vegna fyri ein part noyðast at nýta útlendsk orð. Men hetta kann ikki góðtakast, tá ið tað ikki er Framhald á síðu 7