Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. januar 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 19. januar 1984 »Uærlighed va- rer længst« I politikki Nu fólkatingsvalið er av, er tad ikki uttan åhuga at siggja, hvørjir teir egin- leikar eru, sum fåa undir- tøku frå fólki. Fyrst kunnu vit åsanna, at veljararnir ikki taka tad so tungt, um ósannleiki verdur nyttur sum våpn i politikkinum. I samband við ósannindi um fiski- mannafelagið vísti eg eisini á, hvussu Dagblaðið ikki bakkar fyri beinleiðis segufalsan. Tann 9. desember 1983 varð sagt í samband við fólkatings- valið í 1957, at Thorstein Petersen »av heilsubreki legði frá sær hendan sess«. (Fólkatingssessin). Víst varð á, at nú hevði fólkaflokkurin eftir ellum at dema áhuga fyri, at nú skuldi gloymast tann órættur, sum danska fólkatingið her framdi. Tann 10. januar roynir OB at gera tað til, at tað skal hava verið undirritaði, sum sneggaði hesa søgu, og nú fáa vit at vita, at „tað var eisini javnaðar- flokkurin á fólkatingi, sum noktaði tí tá fyrst valda fólkatingsmann- inum — úr fólkaflokkinum — sæti á tingi«. Henda frágreiðing er munandi nærri sannleik- anum, men hon er bein- leiðis í stríð við ta fyrru. Men longu 13. januar verður segan aftur broytt til, at „hann (T.P.) náddi ikki at taka sessin, so rakti vanlukka heilsuna hjá honum«. Tað er neyvan neyðugt at gera nakrar viðmerk- ingar til hesa manipuler- ing av seguligum sann- royndum, uttan ta, at henda virðing fyri sann- leikanum er heilt eyðkend fyri sigurharran frá fólka- tingsvalinum. Harrafólkamen- talitet Vit hava eisini í samband við hetta val fingið váttað ein annan eginleika hjá hesum flokki. Tað er landsstjórnarlimurin Levi Niclasen sum skrivar, at „heil fakfelog eru farin í hernað móti Ó.B. eisini«. Her er veruleikin tann, at sjálvur havi eg bert rætt- að nekur beinleiðis ósann- indi um fiskimannafel- agið, meðan Feroya Ar- beiðarafelag hevur gjert eitt lítið gleps aftaná at DB í vikuvís hevur ført ein hets móti hesum felag, sum hevur verið eins >sak- ligur« og vanligt fyri hetta blað. Hetta leggur L.N. út sum at fakfelegini eru farin íhernað móti OB, hóast sannleikin er tann, at tað er ÓB sum er farin í hernað móti feløgunum. Hetta dømi váttar bert tann yvirmenniskjamen- talitet, sum LN. og hansar vongur í fólka- flokkinum standa fyri, og hesin gongur stutt út uppá, at Dagblaðið kann loyva sær alt móti annar- leiðis hugsandi, meðan eingin kann loyva sær nakað mótvegis fólka- flokkinum. Tann, sum verjir seg móti álopum, er tann sum fer í hernað, meðan einki mark er fyri, hverja viðferð DB kann geva ødrum. Ein slík yvir- meting av sær sjálvum og undirmeting av eðrum er ikki ókend í seguni, og úr- slitini hava altíð verið syrgilig. Harmast um Jógvan Tá hetta er sagt, skal eisini sigast, at flestu hampafólk munnu harmast um ta lagnu, sum Jógvan Sundstein hevur fingið sum flokks- formaður. Fólkaflokkurin hevði ikki verið tað hann er, um Jógvan slapp at ráða. Neyvan nakar ivast í, at Jógvan veruliga hevur viljað bett um stødid í okkara politiska lívi. Men hann hevur als ongan meguleika havt fyri hesum, og í samband við hetta valið er greitt komið fram, hvussu Jógvan hevur verið saboteraður av høgravonginum í flokk- inum. Fólkaflokkurin koyrdi hetta valstríð uppá, at nógv færri fólkafloksvelj- arar fóru á fólkatingsval enn hjá eðrum flokkum. Meðan umleið 80% av veljarunum til eitt løg- tingsval hjá hinum flokk- unum fóru á fólkatingsval seinast var tilsvarandi talið hjá fólkaflokkinum 69%. Her skal vera havt í huga, at seinast OB stillaði upp til fólkatings- val var í 1977, og tey flestu mundu halda, at tá hann ikki vildi stilla upp í 1979 og 1981 var hetta fyri at progva, at flokk- urin hevði ongan tjans, um hann sjálvur ikki var á tjak og 'meiningar Vit gera lesarar okkara varugar vid, at treytin fyri at fåa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blad- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. listanum. Hetta tiltak eydnaðist so væl, at flokk- urin til seinasta fólka- tingsval var tann flokkur, sum fekk minst undirtøku í mun til løgtingsvalid. Til hetta valið var luttøkan umleið 1.700 at- kveður fleiri enn til sein- asta val. Av hesum átti fólkaflokkurin tær 1.500 og av hesum átti OB aftur tær 1.140. Hetta merkir, at tann ekta luttekan fyrst og fremst er komin fólkaflokkinum til góðar, og av valevnum fyrst og fremst OB til góðar. Hetta merkir, at nú hava ávísir fólkafloksmenn knappliga gjørt ein óferan innsats at reka fólk á val, ikki at velja flokkin men Óla. Men hetta má eisini merkja, at hesi somu fólk als einki hava viljað gjørt fyri at reka fólk á val at velja Jógvan! So effektivt hevur verið rikið hesa ferð, at Óli hevur boðað frá, at hann ætlar runt at takka sínum veljarum persón- liga, hóast vit hava duld val. Vit eru sanniliga komin inn í »1984«. Eisini illoyalir móti sínum egnu Hetta sigur eitt sindur um loyalitetin í hesum flokki. Valkvoldið var OB so harmur um, at Jógvan ikki hevði vunnið. Hetta eru bert lótir. Við hvert val hevur alt verið gjørt fyri at skúgva Jógvan til viks. Til seinasta løg- tingsval vórðu veljarar hjá Jógvan ringdir upp av OB sjálvum fyri at fáa við- komandi at atkveða fyri sær heldur enn fyri Jógv- an. Eisini til hetta valið hevur verið ringt til fólka- floksveljarar fyri at fáa viðkomandi at atkvoða fyri Óla heldur enn Jógv- an „fyri at styrkja stød- una móti Jógvan innan- floks« Ikki studul i sam- komuni heldur Heldur ikki i sini egnu »] 1957 átti flokkurin aftur umboð á fólkatingi Thorstein stillaði upp- aftur, og undirtekan varð veldug. Hann fekk fulla uppreisn eftir tann lemjandi ágang, hann hevði ligið undir seks undanfarnu árini. Men hann náddi ikki at taka sessin, so rakti vanlukka heilsuna hjå honum. Håkun Djur- huus var næstur á list- anum og fór í fólkatingið at umboða Fólkaflokk- in« (Brot ur grein i Dag- bladnum 13. januar 1984) Í grein síni vísir Óli J á, at hetta er triði ferð, at D.B. kemur við hesi sogufalsanini um Thorstein Petersen og fólkatingsvalið í 1957, tá fólka- tingið ikki metti hann vera verdugan at taka sæti á fólkatingi vegna dómin hann fekk í Sjóvinnubanka-sakini samkomu fær Jógvan nak- ran serligan stuðul. Her er ein stórur partur sum ikki vil vita av Jógvan polit- iskt. So merkiligt tað ljóðar, er tað ein ódygd at vera hampiligur og siði- ligur í hesum selskapi. Ístaðin stuðlar hesin stóri partur av hansara sam- komufeløgum Olasa evan- gelium um, at tú skal hata og vanvirða tíni næstu, sum ikki hava somu hugs- an sum tú, og at tú helst skal gera teimum tilver- una so óbehagiliga sum gjorligt. At fólk flest meta hetta fyri at vera ein politikk, sum er í beinleiðis stríð við boðini um, at tú skal elska tín næsta, og enntá tín fígginda, heldur opinbart ikki fólki frá at bakka hendan politikk upp. Eftir valúrslitunum at dema er tað heldur tverturímóti Taktikkurin eydnast Vit síggja nú, at taktikk- urin hjá OB og hansara vongi hevur eydnast til fulnar. Jógvan er skump- aður til viks, og nú er tað Óli, sum avger kósina. Uppgávan hjá Jógvan sum formaður er í sterri og sterri mun at fera tann sama politikk, sum hann sjálvur tók avstand frá í Oyggjatíðindi á sinni, og sum fekk Levi Niclassen at sammeta hann við ein hund, og enntá verri, hann var sagdur at hava allar egileikar hjá hundi uttan trúskap. Finnur Jógvan náði fyri Óla sleppur hann kanska at sama politikk sum varamaður í fólkatinginum Lagnan hjá Jógvan er harmulig. Ti tad verið ótespuligt í politikki inntil nú, so verður nóg verri hereftir. Tær kreftir sum nú hava fingið vidråk, ikki fyrr enn tær hava ruddað alla mót steðu av vegnum, og tá kunnu hverki Jógvan ella umboða hevur gevast vit onnur rokna við nakrari náði. So mikið hava vit royndir av í hvussu er Óli J. Framhald av síðu 6 neyðugt. Og tað líkist púra svarta ongum, at út- varpið skal sleppa at troðka ell hesi fremmandu orðini inn í mál okkara og týna tey góðu føroysku, ið vit hava frammanundan. Eg tími ikki at nevna dømi, tá teimum hava vit sæð ivaleysa nógv av. Men í hverji einastu sending útvarpsins hoyrir tú eina rúgvu av útlend- skum orðum, ið ikki bert eru til á føroyskum, men sum enntá dagliga verða søgd á føroyskum millum manna. Húsmóðir á bygd